týsdagur 18. november 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 219 - 18. november 2003
Nr. 219 - 18. november 2003
31
Danskur toppvenjari upp á tal í Klaksvík
Tað verður skjótt
greitt, um tað verður
Flemming Nielsen,
sum nú er venjari í
FC Nordjylland, sum
skal hava ábyrgdina,
tá ið KÍ fer at halda
hundrað ára
føðingardag
KÍ VENJARI
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað er ikki avgjørt. Men nú
tykist tað at ganga tann
vegin, at greiða fer at fáaast
á, hvør skal hava ábyrgdina
av KÍ liðnum næsta kapp-
ingarár. Tað verður eftir øll-
um at døma ein dani. Valið
stendur millum tveir, og
higartil er bara navnið á
øðrum teirra komið fram.
Um
heimasíðani
hjá
Norðlýsinum og prátið ann-
ars í Klaksvík er nóg gott
grundarlag at meta út frá,
so hava fótbóltshugaðu
klaksvíkingarnir
hesar
seinastu vikurnar rættuliga
ótolnast. Teir hava bíðað
eftir at frætta, hvussu tað
verður við KÍ næsta ár. Fel-
agið fyllir hundrað 24.
august, og í Klaksvík verð-
ur vónað, at fótbóltsflagg-
skipið hjá teimum næsta ár
rættuliga fer at vera við í
kappingini. Um tað skal
eydnast, so hevur tað nógv
at siga, hvør verður venjari,
og hvørjir spælarar fara at
vera tøkir.
Leiðlsan í felagnum hev-
ur ikki viljað meldað út,
fyrrenn teir høvdu fingið
greiðu á venjaraspurningin-
um. Ætlanirnar hava verið,
at sáttmálin við venjaran
skuldi undirskrivast, tá ið
felagið síðsta vikuskiftið í
hesum mánaðinum fer at
hava sølustevnu.
Í Klaksvík hevur tað víst
seg at vera soleiðis, at tað
hevur verið meiri enn ilt at
halda nakað loyniligt um
fótbólt. Hesa ferð hava teir
verið heilt tættir. Kanska
eisini tí teir ikki hava havt
so nógv at siga frá. Men nú
eru hava søgurnar fingið
bein at ganga á.
Næstsíðsta
vikuskifti
vóru Gestur Hovgaard, for-
maður í KÍ, og Markus
Tummas Jacobsen, formað-
ur í fótbóltsnevdini, á flat-
londum og tosaðu við
møguligar venjarar. Einki
frættist um hvørjar talan
var um fyrrenn fríggjadag-
in. Tá visti danska heima-
síðan bold.dk at siga, at
Flemming Nielsen er upp á
tal sum nýggjur KÍ venjari.
Tað hava verið fleiri
Flemming
Nielsenar
í
donskum fótbólti. Eitt nú
AB spælarin, sum var á
silvurliðnum í olympisku
leikunum í Rom í 1960 og
sum seinni arbeiddi sum
ítróttartíðindamaður
á
Politiken og seinni BT.
Keldan til hesa søguna er
tann Flemming Nielsen,
sum nú er venjari hjá FC
Nordjylland í næstbestu
donsku deildini. Hann sig-
ur, at KÍ hevur sett seg í
samband við hann um
venjingina næsta ár.
– Eg umhugsi støðuna í
nakrar dagar. Mær dámar
sera væl at vera her í FCN,
men
framtíðar
útlitini
síggja einki serlig út. Í
Klaksvík ætla teir at spenna
bogan høgt, nú felagið
verður hundrað. Bæði við-
víkjandi venjara og spæl-
arum, so tað ljóðar spenn-
andi, sigur Flemming Niel-
sen, sum altso er annar av
teimum dønunum, ið KÍ
leiðslan hevur verið í
sambandi við.
Gestur Hovgaard, for-
maður í KÍ, og Markus
Tummar Jacobsen, formað-
ur í fótbóltsdeildini, vóru
ikki at hitta fyrrapartin í
gjár. Bill Jacobsen, sum ar-
beiðir við umsiting og venj-
ing í KÍ, váttar, at Flemm-
ing Nielsen, sum í fjør
hevði ábyrgdina av FC
Nordjylland, tá ið teir fluttu
upp, og sum í ár hevur
megnað at fingið liðið fram
á sætta plássið í næstbestu
deildini, er ein venjari, sum
teir hava tosað við. Hann
sigur, at tað skjótt verður
avgjørt, hvør verður venj-
ari, og at ætlanin er fram-
vegis, at sáttmáli skal
undirskrivast í sambandi
við sølustevnuna hjá KÍ.
– Um spælararnar fái eg
ikki sagt nakað ítøkiligt
enn. Vit rokna við, at teir
flestu, sum spældu við í ár,
eisini fara at vera á liðnum
næsta ár, og vit arbeiða við
at styrkja um liðið, sigur
Bill Jacobsen, sum annars
vísir til leiðsluna í felagn-
um.
Breiða útbúgving
Hesin Flemming Nielsen,
sum nú hevur sagt donsku
pressuni, at KÍ hevur fregn-
ast hjá honum um venjara-
samstarv, spældi fótbólt á
besta liðnum hjá OB. Hann
er føddur 16. juli í 1954.
Hann spældi fimm lands-
dystir. Fýra meðan hann
umboðaði OB og ein eftir,
at hann var seldur til Fort-
una Köln í Týsklandi.
Flemming
Nielsen
var
vongverji í høgru, og hann
var fyrstu ferð á lands-
liðnum 16. august í 1978.
At hann bara spældi seks
ferðir á landsliðnum komst
av, at hann rættuliga tíðliga
var noyddur at gevast at
spæla orsaka av álvarssam-
um skaða í knænum.
Flemming Nielsen hevur
útbúgving sum fysiotera-
petur, umframt at hann
hevur lokið allar venjaraút-
búgvingar, sum kunnu fáast
í Danmark. Áður hevur
hann verið venjari í Svend-
borg, har ein av spælarun-
um var Jan Allan Müller
sum í eitt heilt stutt tíðar-
skeið fyri fýra árum síðani
spældi við KÍ. Áður hevur
Flemming Nielsen eisini
roynt seg sum venjari í
Fjareystri.
Enn hevur einki verið at
hoyrt um, hvør hin møgu-
ligi KÍ venjarin er. Leiðslan
í felagnum vil einki siga,
fyrrenn avtala er komin upp
á pláss. Men teir fingu
sjálvandi ikki vart seg fyri,
at danska pressan undan
vikuskiftinum
visti
frá
øðrum venjaranum, at hann
hevði fingið fyrispurning
úr Klaksvík.
Norðingar!
Seyðahundar
á Viðareiði
Skeið
Um nóg nógvir tekna seg, verður skeið á hotell
Norð á Viðareiði tann 29.november 2003,kl.9.00.
Nevndarlimir úr seyðahundafelagnum og Absa-
lon Hansen luttaka.
Møguleiki verður eisini at síggja, hvussu seyða-
hundar reka.
Kostnaður 400 kr. fyri hvønn luttakara.
Tá er døgurði og drykkjuvørur íroknað.
Áhugað kunnu tekna seg á tlf. 456787
ella 756787.
Síðsta freist at siga frá er tann 26. november
2003, kl. 18.00.
Vegna stigtakararnar
Jákup Jacobsen
Haraldsund
C
M
Y
K
31
30