mikudagur 18. mars 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Nr. 52 — 18. MARS 1998
Tom Cross, stjóri í Dana spentur um Føroyaavtalu
Dana Petro-
leum joint-ven-
ture avtalu
vid føroyskt
oljufelag
Mangt bendir á, at góðir møguleikar
eru at finna olju á grunnum vatni við
Fóroyar skrivar bretska blaðið Daily
Mail
JAN MÚLLER
Stóru bretsku blødini Daily
Mail og Financial Times
vita at siga frá, at joint-ven-
ture avtala er gjørd millum
oljufelagið Dana Petroleum
og so føroyska oljufelagið
Føroya Kolvetnisfelag (Far-
oese Oil and Gas company).
Dana hevur skrivad undir
eina fimm åra avtalu sum
Strategic partner“ við Før-
oya Kolvetnisfelag og hev-
ur option at kunna keypa
10% av føroyska felagnum.
Hesi årini skal Dana veita
føroyska oljufelagnum
teknisk og commerciell råd
umframt at hjálpa tí at sam-
ráða seg til „partnerships“
við aðrar oljubólkar.
Daily Mail skrivar, at
Dana við hesum vil vera við
til at kanna sær ein bita av
tí oljurikidømi, sum tykist
goyma seg í undirgrundini.
Víst verður á, at góðir
møguleikar tykjast vera fyri
at finna olju á grunnum
vatni nærhendis oyggjun-
um.
Hóast tað fer at verða dýrt
at bora vid Føroyar, so sigur
stjórin í Dana, Tom Cross
sigur seg vera „thrilled“ tvs.
sera spentan uppá hesa av-
taluna.
Føroyk lóg krevur, at
útlendsk oljufeløg skulu
hava ein lokalan partnara,
og hann vónar, at Dana fer
at fáa lut í nógvum lisens-
um.
Dana, sum hevur høv-
udsstød í Bretlandi, hevur
stór áhugamál í Ruslandi og
eigur 10% í stóra russiska
oljusamtakinum Evikhon.
Graham Steward, hálvur
føroyingur er við í Dana
Petroleum
Niels Sørensen, stjóri í
Føroya Kolvetnisfelag
Sambart Financial Times
hevur Dana í fleiri ár arbeitt
við at fáa lut í eini komandi
føroyskari útbjóðing.
tíðindablaðið Sesjalurin
Leif Larsen,- stjóri hjá Geco Pracla:
Føroyar enn sera
åhugaverdar hóast
lagu oljuprísirnar
Oljuprísurin er vorðin so lágur, at tað kann lóna seg betur at fara eftir olju í
eitt nú Vesturafrika og eystanfyri - enn at gera dýrar ílógur á djúpum vatni
við Føroya. Kortini halda oljufeløg Føroyar enn verða so mikið åhugaverdar,
at tey varðveita áhugan fyri ókinum
JAN MÚLLER
Nú summarið nærkast, er
tað eisini tíðin, tá seismikk-
skipini plaga at koma aftur
á Føroyaleidina at gera
kanningar.
Eitt av feløgunum, sum
hevur gjørt nógvar kann-
ingar á føroyska landgrunn-
inum, er Geco Pracla, sum
er partur av stóra Schlum-
berger samtakinum.
Leif Larsen, leiðari fyri
leitingini vid Føroyar, sigur
við Sosialin, at teir fara
helst at gera kanningar fyri
oljufeløg og eisini fyri egna
rokning. Talan er um at gea
kanninga fyri bæði Ame-
rada Hess og Norsk Hydro.
Her verður helst talan um
at halda fram við sokallaðu
„tvey báta operatónini“, har
tú letur skipini sigla aftaná
hvort annað, soleiðis at tú
fær nógv longri kaðalar.
Vanliga kanst tú skjóta
upp til 12 km við einum báti
men við tveimum ber til at
koma uppá 18 k..
Hetta verður gjørt fyri at
loysa gátuna við tí tjúkka
basaltinum. Hóast nógv
orka er løgd í at finna
nýggja mátar at sleppa niður
gjøgum tjúkku basaltfláir-
nar, so er hetta enn ikki
eydnast til fulnar.
Leif Larsen sigur, at hó-
ast seismikkfelggini í hvor
sínum lag royna at loysa
gordiska knútin og síggja
niður gjógnum basaltið, so
er enn eingin endalig loysn
funnin. Hugt verður eftir
ymsum møguleikum.
-Phillips hevur fingið
gjørt nakrar kanningar á
norska landgrunninum, sum
síggja áhugaverdar út, og
vit royna nú at fylgja hesum
upp á føroyskum øki. Vit
vóna at kunna síggja botnin
á basaltinum og tann dag vit
gera tað, tá má hetta sigast
at vera eitt sætt gjøgnum-
brot sigur Leif Larsen.
Hann váttar, at tað í stóðum
á føroyska landgrunninum
ber til at síggja botnin á ba-
saltinum.
Hetta er ein hørd nøt at
bróta, men teir gevast ikki
við hesum fyrr enn rokkið
er á mál. Eydnast tað ikki
við umrøddu kanningarhátt-
um, so fara teir áftur á tekni-
borðið.
Hóast oljuprísurin eru
lækkaður nógv, so vísir Leif
Larsen á, at áhugin fyri
føroyska økinum framvegis
er sera stórur.
Tað er greitt, at lækkar
prísurin nógv aftrat, so
verður tað nógv meira løn-
andi at byggja út verandi
felt í Vesturafrika og eyst-
anfyri enn at fara undir at
gera stórar íløgur í ókendum
og torførum økjum sum eitt
nú Føroyum. Hann væntar
tó ikki, at oljufeløgini heilt
missa áhugan fyri Føroyum.
Heldur vilja tey , fryse ned“
sínar ætlanir ella minka um
tær.
Lågi oljuprísurin kann
steðga oljuútviklingi
á Atlantsmótinum
JAN MØLLER
Oljuprísúrin er nú so lágur,
at tað í oljuheiminum verð-
ur tosað um at siga fólki upp
og at bíða við stórum fløg-
um í nýggjum og dýrum
økjum.
Tann mildi veturin i
Norðuramerika, nýggju av-
talurnar millum Irak og um-
heimin og búskaparliga
kreppan í Asia eru orsøkin
til, at oljuprísurin er vorðin
ein hin lægsti í meira enn
10 ár. Prísurin, sum eitt
skifti var oman fyri 20 doll-
arar fyri tunnuna, er nú
komin niður á góðar 12
dollarar.
Tá Sosialurin herfyri
tosaði við umboð fyri eitt
av útlendsku oljufeløgun-
um, sum arbeida i Føroyum,
varð mett, at fór prísurin
langt undir 14 dollarar, so
var vandi á ferð tvs. so fór
áhugin fyri at gera íløgur á
føroyska landgrunninum at
minka.
Nú tekin eru til, at prís-
urin kann enda niðan fyri
12 dollarar, eru oljufelggini
farin at umhugsa nýggjar
fløgur í vådiligum økjum
sum Atlantsmótið tvs. eitt
nú økini vid Føroyar.
Sosialurin skilur, at verð-
ur fyrsta útbjóðingarum-
farið á føroyskum øki útsett
nógv meira og verða skatta-
reglarnar ov víðgongdar, so
verða tað helst fleiri av olju-
feløgunum, sum fara at um-
hugsa sína stóðu, hvat leit-
ing við Føroyar viðvíkur.
Tað er greitt, at øll 6viss-
an um markið, eisini kann
hava óhepnar avleiðingar
hvat áhuganum fyri leiting
í føroyskum øki vidvikur.
Her røkist enn einki fyri
nakrari loysn. Løgmadur
hevur heitt å Poul Nyrup
Rasmussen um at fåa fund i
lag vid bretska forsætisråd-
harran um spurningin.
Keldur Sosialurin hevur
tosad vid siga, at neyvan
fara bretar at geva målinum
so høga prioritering, at
sjålvur forsætisráðharrin
Blair verdur settur upp å
hesa uppgåvu. Hann hevur
úr at gera nú Bretland eigur
formansskapin í ES, og nú
tað skal atkvødast um Ams-
terdamavtaluna.
Sama kelda sigur við
blaðið, at seinastu útspælini
frá føroysku samráðingar-
nevndini og tí bretsku bóru
á tað borðið, at ósemja nú
bert snýr seg um eini 5%
av upprunaliga kravi før-
oyinga.
Ein onnur óvissa spøkir
eisini, og hon eitur føroyska
løgtingsvalid. Tað eru teir,
sum halda, at fleiri av
hesum stóru málunum
kunnu blíva útsett til eftir
eitt løgtingsval. Talan er jú
um so stórar avgerðir sum
ein samráðingarloysn við
bretar um markið, eina
fyrstu útbjóðing og so tær
skattareglur, sum skulu
koma í gildi í sambandi við
eina leiting.
Eitt av stórmálunum i øll-
um hesum er sjálv oljulóg-
in, sum varð samtykt á tingi
herfyri. Sosialurin skilur, at
lógin kemur í Kunngerð-
arblaðið hesa vikuna.
Tað eru so eisini tey, sum
halda tað vera sera óheppið,
at fyrsta føroyska útbjóð-
ingin skal fara fram júst í
eini tíð, tá oljuprísurin er so
lágur, tí tá er uppaftur tor-
førari hjá okkum at seta
harðar treytir mótvegis olju-
feløgunum. Sum stødan er
nú verður hildið fram sum
higartil