leygardagur 21. mars 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——
Nr. 55 — 21. MARS 1998
tíðindablaðið SOS!
3
Foroya Banki hevði eitt gott ár
Hetta siga teir báðir stjórarnir Jórn Astrup Hansen og Janus
Petersen. Hóast stóra yvirskotið stavar frá afturflytingum av
fyrr gjørdum burturleggingum, so er raksturin hjá saman-
lagda bankanum nógv sunnari enn hann var hjá Sjóvinnu-
bankanum og Føroya Banka undan kreppuni
SVEINUR POULSEN
Tað gongur væl hjá Føroya
Banka.
So væl, at úrslitið fyri
1997 var eitt yvirskot uppá
372 mió. kr. áðrenn skatt.
Tá skatturin er goldin
liggja 343 mió kr. eftir í
kassanum.
Og tað má sigast at vera
eitt vala úrslit. Hjá einum tí
mest umtalaða bankanum í
danska kongaríkinum sein-
astu nógvu árini.
So væl gekst í 1997, at
úrslitið hjá bankanum er tað
fimtabesta í øllum danska
kongaríkinum, mált krónu
fyri krónu.
Tað eru bara teir stóru
bankarnir í Danmark, sum
liggja frammanfyri.
Verður hædd tikin fyri
støddini á bankunum, so er
úrslitið hjá Føroya Banka
nógv tað besta.
Men hesaferð er úrslitið
hjá bankanum meira vert.
Í 80-árunum vísti tað seg,
at bankin stóð seg væl í
kapping við danskar bankar,
tá tað um úrslitið ræður,
men tíðin hevur víst okkum,
at ikki alt royndist so væl
kortini.
Kreppan merktist av álv-
ara, og í 1992 og 1993
vórðu avsetingar gjørdar
fyri íalt 4.042 mió. kr.
Alt tað samansparda yvir-
skotið, sum áðrenn lá í
bankunum, var tí burtur eft-
ir stuttari tíð, og landskassin
kom inn í myndina umvegis
Fíggingargrunnin.
Og eftir tað byrjaði tann
tunga gongdin frameftir, har
bankin skuldi byggjast upp-
aftur av nýggjum, so at siga.
1 mia. uppá fýra ár
Ikki kann sigast annað enn,
at teir, sum hava havt hesa
uppgávu um hendi, hava
loyst hana væl.
Neyvan øll eru samd um
tað, men hyggja vit eftir úr-
slitunum seinastu fýra árini,
so síggja vit, at bankin hev-
ur havt eitt samlað yvirskot
uppá 909 mió. kr. síðan
hann varð samanlagdur.
Hyggja vit samstundis
eftir, hvussu nógvan pening
Fíggingargrunnurin hevur
skotið inn, og samstundis
eisini at hvussu stórt saml-
aða yvirskotið hevur verið
síðani, so er Í mia. av 2,4
mia. krónum komnar aftur
í kassan.
Var hetta hent í útland-
inum, so stóð stjórn bank-
ans til eina lønarhækking,
so tað forslær, men í Før-
oyum bera teir navnið
»monopolbanki« og líkn-
andi niðursetandi heiti.
Nógv lægri
kostnaðarútreiðslur
Tølini vit hava fingið frå
bankanum vísa bert høv-
udstøl, so tað ber ikki til at
fara inn og gera sær eina
mynd av gongdini á teimum
ymsu postunum, men netto-
tølini siga eisini eitt sindur
hóast alt.
Síðan 1994 eru netto- og
kostnadarinntøkur bankans
minkaðar við 79 mió. kr. úr
313 mió. i 234 mió..
Orsgkin til hesa aftur-
gongd er, at rentan er væl
lægri nú enn fyri fáum árum
síðani.
Rentumarginalurin hjá
bankanum er eisini mink-
aður munandi, og orsøkin
er millum annað ein nógv
Jørn Astrup Hansen og Janus Petersen, stjórar í Fórota Banka, eru sera væl nøgdir
við ársúrsliti hjá bankanum fyri 1997, sum var 343 mió krónur í vinningi efti skatt
varnari útánspolitikkur.
Bankin fer ikki út í eitt
projekt, um ikki útlit eru
fyri at tað ber seg, og tí er
tapsvandin munandi minni
nú enn fyrr.
Harvið er heldur ikki
sami tørvur fyri stórum
rentumarginali.
Men tað eru ikki bara inn-
tøkurnar sum eru minkaðar.
Eisini kostnaðarútreiðslur
bankans eru minkaðar mun-
andi.
Verða útreiðslur bankans
samanbornar við útreiðsl-
urnar hjá Føroya Banka og
Sjóvinnubankanum í 1991,
so eru útreiðslurnar hjá
samanlagda bankanum heil-
ar 83 mió. kr. lægri.
Hinir báðir bankarnir
høvdu samlaðar útreiðslur
uppá 201 mió. kr., meðan
Føroya Banki i 1997 hevði
kostnaðarútreiðslur fyri íalt
118 mió. kr.
Og tað er ikki so lítið.
Jørn Astrup Hansen sigur,
at hetta er ein avgerandi
partur fyri, at úrslitið gerst
so gott.
— Tad er eingin orsøk at
útgjalda 83 mió. kr., um vit
ikki hava tad fyri neydini
Afturførdar
burturleggingar
Tað er nú einaferð so, at tað
í ringum tíðum verður mett
um hvgrjum standi skuld-
arar bankans eru.
framhald á síðu 2
fr
i
DP SD. B. Bilar
Jónas Broncksgota 15
# Diesel
i 2.0 4 WD bensin
mtóktu
KIA
SPORTAGE
2.0 4 WD bensin
veruvognur
kr. 149.800,-
kr. 159.800,-
í KIA
PORTAGE
persónbilur
á Diesel
kr. 204.800,-
Vælkomin til ein royndartúr við einum
av teimum sera vælu bilunum
æt.
tur tt
grUTIO
PRIDE
1.3 GL
3 hurðar
kr. 89.800,-
5 hurðar
KIA CLARUS 1.8 SLX/ kr. 149.800,- KIA CLARUS 2.0 sLX; kr. 164.800,
Tlf. 10600
KIA
SEPHIA
1.5 SLXi
Sedan
KIA
SEPHIA
1.5 GTXi
Sedan
kr. 128.800,-
KIA
SEPHIA
1.5 GTXi
Hatchback
kr. 129.800,-
verksmiðjan hevur framleitt bilar
yvir 50 ár. Bilarnir eru framleiddir
í samarbeiði við stóran kendan
japanskan bilframleidara