fríggjadagur 27. mars 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 59 — 27. MARS 1998 tíðindablaðið UN 9
-
Rekast á
handilsligum stødi
Tá Magni Arge byrjaði sum
stjóri í Atlantsflog, kom
hann til eitt koyrandi felag,
men hvat er broytt síðan
hann byrjaði?
— Tá eg kom til var eigin
søludeild, sum burturav tók
sær av sølu og marknaðar-
føring.
Henda deild var sett å
stovn stutt eftir og í dag
starvast 4 fólk á søludeild-
ini.
— Men, sigur Magni Arge,
annars eru ikki tær stóru
broytingarnar framdar.
Magni Arge leggur dent
á, at kostnaðarstýringin og
kostnaðareftirlitið var stak
gott.
— Hesum partinum var
sera gott tamarhald á, með-
an tað meira søluliga halt-
aði.
—Tå søludeildin varð sett
á stovn, so var tað fyri at
fáa eitt betri >belegnings-
prosent<.
Atlantsflog er ein fyritøka
og skal rekast sum ein slík,
á einum handilsligum
grundarlagið. Hetta er eftir
mínum tykki einasti mátið,
tú kann reka eina fyritøku
uppá, sigur Magni Arge.
Hann sigur, at tað snýr
seg um, at Atlantsflog hevur
ein kapitalkostnad, sum er
har allikavæl
— Fyri at fáa meira burtuúr
figgjarliga, so snýr tað seg
heilt einfalt um at brúka
kapitalapparatið meira eff-
ektivt, og tað merkir, at vit
skulu hava fleiri fólk í okk-
ara flúgvara.
— Tað eru tær síðstu krón-
urnar sum geva yvirskotið,
sigur Magni Arge.
Marknadarføringin hjá
felagnum hevur tí verið
ógvuliga málrætta seinastu
árini fyri at útvega felagn-
um fleiri kundar.
Tað er eisini vanligt
mynstur í Føroyum, at stór-
ar fyritøkur skulu stuðla
bæði líkum og ólíkum, men
hesum eru tey farin frá hjá
Atlantsflog.
— Nú meta vit heilt einfalt,
um vit kunnu fáa nakað fyri
tær lýsingarkrónurnar vit
brúka. Kunnu vit tað, so
lýsa vit. Kunnu vit ikki, so
siga vit nei takk.
— Tað snýr seg um at gera
ein handil, har báðir partar
fáa nakað burturúr. Tað
mugu fólk skilja, og tað
gera tey eisini, sigur Magni
Arge.
Framtíðarætlanir
Nú felagið hevur 10 ára fød-
ingardag í morgin, hvgrjar
eru so framtíðarætlaninar?
— Felagið skal fyrr ella
seinni hava eitt flogfar aft-
urat, men hvussu tað skal
gerast er ikki greitt enn
— Vit fara at royna okkum
við tveimum flogførum í
háárstíðini, frá hálvum juni
til hálvan august og tað er
tí at hetta má verða besta
tíð at royna tað í.
Ber tað ikki til í háárstíð
við tveimum flogførum, so
verður torført at fáa tað
bera til annars
Men flogfarið skal eisini
hava nakað at gera um vet
urin, og her hugsar Magni
mu loys
um nøkunlunda sí )
sum Smyril-Line, ella nak
að líknandi
8
age 7 I OG
Bao. ber ER
=)aasennað
Eg haldi at frægasta
loysnin er, at vit leiga flúgv-
aran út og á tann hátt sam-
starva við onnur feløg, held-
ur enn at vit fara at byrjað
upp á eina leið sjálvir.
— Eg rokni við at tað kast-
ar meira av sær, um vit gera
tað á tann hátt, sigur Magni
Arge.
Tað er eisini torført at
koma inn á verandi rutur, tí
kappingin er knallhørd.
Í samband við innara
marknadin í EU er gjørd
avtalad um fría kapping, og
hetta merkir, at øll feløg
skulu kunna flúgva alla-
staðni í Evropa, fer hetta at
raka Atlantsflog?
— Ganga vit undir sátt-
málan, so kann tað raka
okkum, men eg loyvi mær
at ivast í, at vit fara at fáa
kapping. Orsøkin er tann, at
Føroyaleidin er tað vit kall-
að låginntøkutårur.
— Fullur kostnaður fyri
eina ferð til Føroya er uml.
4.000, meðan tað kostar
uml. 7.000 at flúgva til Par-
ís, ella Brússell.
— Tað vil siga at avkastið
er lutfalsliga lágt fyri langa
flúgving, og tað roknið eg
við, at flogfeløgini hava í
huganum tá tey avgera um
tey skulu flúgva til Føroya.
Sum eitt annað dómi
nevnir Magni Íslandsflúgv-
ingina.
Har er kundagrundarlagið
nógv størri, men hóast tað,
so flýgur Icelandair, púra
einsamalt, stórt sæð
Tyrluflúgving
í oljuvinnuni
Sum ein annan møguleika
nevnir Magni Arge útbygg-
ing av tyrluflúgvingini.
Vit standa frammanfyri
Atlantsflog fer at royna
seg við tveimum flogførum
í háárstíðini
Í morgin eru liðin 10 ár síðani. at flogfarið hjá Atlantsflog setti seg í Vágum á
einum oljuævintýrið, og í tí
sambandinum verður tørvur
á tyrlum til at veita pall-
unum tænastur. Hetta hevði
verið eitt áhugavert økid,
sigur Magni Arge.
Men hann leggur tó dent
á, at tíðarhorisonturin er
ógvuliga langur enn, og tí
kann ikki verða talan um at
gera iløgur í nýggjar tyrlur
enn á sinnið.
— Tað rættasta er at sam-
starva við aðrar í fyrsta um-
farið, og so tá oljuvinnan er
komin í gongd at gera iløg-
ur.
Sum ein síðuvinning
nevnir Magni møguleikan
fyri at byrja eina bjarging-
artænastu vid tyrlu.
— Hetta er eitt økid, sum
føroyingar ongantíð hava
gjørt nakað við og tí hevði
tað kanska verið rætt at
gjørt nakað við tað, sigur
Magni Arge.
— Men, leggur hann aft-
urat, hetta eru bara tankar
Nýggjan flogvøll
ella fast samband
Spurningurin um fast sam-
band ella um nýggjan flog-
vøll hevur verið frammi
fleiri ferðir, men Magni
Arge sigur, at hetta hevur
hann torført at taka stóðu
til.
— Tað fyriliggja ongar
beinleiðis ætlanir um flog-
vøll á Glyvursnesi, sum vit
kunnu taka støðu til, og her
hugsi eg um tær operatio-
nellu umstødurnar, til-
gongdin til vøllin og iløg-
urnar.
— Hetta er alt kent fyri
okkum f dag, men hvussu
tad skal verda å Glyvursnesi
hava vit ongantid fingid
nakað at vita um.
Um fasta sambandid sig-
ur Magni, at teirra størsti
trupulleiki í løtuni er at
flutningurin frå meginøki-
fyrsta sinni -
og framtidarutlitini eru
num er so tungur
Tað gongur einamest út
sambandi við Suður
oynna, og tað eri eg sera
keddur av, sigur Magni
— Hetta kundi verið loyst
við føstum sambandi um
Vestmannasund. Men ann-
ars hevur stjórin í Atlants-
flog ikki nakra støðu til tað
yVvir
Starvsfolkid pionerar
Annars heldur Magni at
starvsfólkið hjá felagnum
skal fáa eina stóra heilsu á
hesum stóra degi.
— Tey hava gjørt eitt ótrú-
liga stórt arbeiði fyri at fáa
alt hetta at virka, sigur hann
Tað eru í dag uml. 50 fólk
í starvið hjá Atlantsflog og
eini 7 ella 8 av teimum hava
10 ára starvsdag í morgin.
— Hesi fólkini hava stríðst
og strevast fyri hugsjónini,
so tað stendur eftir.
— Tað hava verið truplari
tíðir, við onkrum meira
hesir rupuiieiKar eru
burtur í dag, sigur Mag
rge
Her er eitt stak g
samanhald, og ein ótrúligur
vilji til at fáa alt at k« yri
sum tað skal, sigur Magn
og leggur afturat
— Tað eri eg teimum sera
takksamur fyri
Fødingardagurin hjá At-
lantsflog verður hildin við
lít. Við lýsingum í bløðum
hevur Atlantsflog boðið øll-
um til móttøku í hangarin-
um á Flogvøllinum leyg-
ardagin frá klokkan 15 til
18
Bussar koyra úr Havn á
Flogvøllin áðrenn måttøk-
una og sudur aftur aftanå.
Sosialurin ynskir Atlants-
flog hjartaliga tillukku við
degnum og gott flog fram-
yvir.
KOVTå