Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 221 - 20. november 2003 Nr. 221 - 20. november 2003 11 Ein veljarakanning er bara eitt politiskt barometur og hevur ikki nakran týdning fyri, hvussu løgting ella lands- stýri er sett saman, men ein meiningarkanning kann kort- ini ávirka tann aktuella politikkin, alt eftir hvussu veljara- kanningin verður tulkað. Tann seinasta veljarakanningin gevur Tjóðveldisflokkin- um ein frammaná, samstundis sum hon er eitt dygt herða- klapp til Sambandsflokkin. Í eini roynd at greina úrslitið í Degi og Viku, og í kjaksendingini Fokus, varð rættiliga stórur dentur lagdur á fullveldismálið. Tjóðveldisflokkurin fekk av álvara vind í seglini eftir bankakreppuna, tá allur leikurin hjá dønum handan politisku leiktjøldini varð avdúkaður, og flokkurin gjørdist fyri fyrstuferð størsti flokkurin í 1998. Síðani hevur hann sett sjálvstýrismálið meira ella minni út í kortið og slóðað fyri í fíggjar- og búskaparpolitikkinum. Men nú eru broytingar farnar fram. Fullveldismálið er lagt til viks og rikin verður ein varligur sjálvstýrispolitikkur eftir gomlu heimastýrislógini. Harafturat treingist um fíggjarliga og tað merkir sparingar og broytingar í før- oyska samfelagnum. Júst her er ein andsøgn millum vanligan tjóðveldispolitikk, lyfti hjá tjóðveldisflokkinum og tann veruleika, sum nú verður avdúkaður. Tað er møguligt, at tað hevur ávirkað undirtøkuna, at loysingarøsingin hevur lagt seg, men afturgongd-in hjá Tjóðveldisflokkinum kemst eisini av tí eftir okkara metan meira og minni asosiala politikki, sum flokkurin hevur borðreitt við ta seinastu tíðina, bæði í vár og aftur nú í samband við fíggjarlógaruppskotið. Flokkurin hevur áður ofta verið tann sosiali garanturin saman við Javnaðarflokkinum, men í dag síggja vit, at flokkurin er hamskiftur, og summir politikkarar floksins eru so akademiskir og borgarligur, at heimstaðurin var heldur í Fólkaflokkinum ella í Sambandsflokkinum. Tey inntrivini, sum hava rakt føroysku familjuna, gera, at tað eru summi sosialt tilvitandi fólk, sum venda flokkinum baki. Flokkurin hevur verið við at gera tað nógv trengri hjá før- oysku húsarhaldunum: mjólkarprísurin er hækkaður, sjón- varpsgjaldið er hækkað, ferðaseðlaprísurin er hækkaður, rentufrádrátturin fyri sethúsalán er lækkaður, uppihalds- peningur hjá fráskildum skal strikast og nú koma nøkur brúkaragjøld afturat. Hetta ávirkar heilt greitt umdømi Tjóðveldisfloksins millum vanligar føroyskar veljarar, sum skulu venda hvørji krónu mótvegis teimum væl bjargaðu politikkarunum. Tað er kanska eitt sindur torført at greina, hví Sambands- flokkurin hevur so stóra framgongd í dag, nú sjálvstýris- málið er komið í eina meiri friðarliga legu, samstundis sum formaðurin ikki er serliga sjónligur í politikki. Afturímóti hevur flokkurin einar 3-4 áleyparar, sum eru nógv frammi, og tað er heilt givið, at teir hava givið flokkinum íblástur, so fólk leggja meira og meira merki til flokkin. So er spurningurin, um henda gongdin fer at halda sær til eitt komandi val, ella um heilt onnur mál eru á dagsskránni tá. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein lúsingur fyri tann asosiala politikkin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Yvirlýsing frá Føroya Javnaðarflokki Tað er bráðneyðugt at lógin um vinnuligan fiskiskap verður endurskoðað, so- leiðis at hon gerst einfald- ari og greiðari. Hetta sam- tykti løgtingið í febr. 2003 eftir uppskoti frá Javnaðar- flokkinum. Umframt hesa lógarteknisku endurskoðan eru tó serliga trý øki, sum krevja munandi broytingar: 1. Fiskiloyvi og fiskidagar 2. Útróður við smábátum 3. Málsviðgerðin, tá fiski- dagarnir verða ásettir 1. Fiskiloyvi og fiskidagar: Tað óskil, sum í dag valdar, har loyvi frá fleiri smærri bátum, eitt nú størri útróð- rarbátum, kunnu leggjast saman til størri skip, sum síðan fáa loyvi í einum bólki, har tey als ikki hoyra heima, má steðgast. Sama ger seg galdandi, tá tað snýr seg um tað óskil, sum valdar, tá menn frítt kunnu selja fiskiloyvi, sum eru fingin fyri einki, fyri risa- vinning. Hetta hendir mangan fleiri ár eftir at skipið, teir høvdu, er farið úr flotanum. Eisini eru dømi um, at skip hava fing- ið tillutaða íslandskvotu, tó at tey als ikki hava fingist við húkaveiðu. Ungir virkisfýsnir menn, sum vilja sleppa framat í vinnuni, kunnu bert gera hetta við at keypa umframt skip eisini dýr fiskiloyvi, sum als eingin fígging fæst til. Tí vilja fíggingarstovn- arnir hava, at loyvini skulu kunna veðsetast. Tilmæli: Mælt verður til, at ein Fiskidaga- og Loyv- isbanki verður settur á stovn, sum Fiskimálaráðið skal hava ábyrgdina av. Óbrúkt loyvi og óbrúktir dagar fella aftur til bankan, sum síðan kann lata øðrum rættindini at brúka, um hetta er í tráð við yvirskip- aða fiskivinnupolitikkin. Fiskiloyvi fáa menn brúks- rætt til, og verður tað bert sjálvt brúkið av loyvinum, sum avger, at teir kunnu sita við loyvinum. Sjálv- sagt skulu menn hava vissu fyri, at fiskiloyvi verður til júst teirra skip ár um ár, so leingi skipið er í vanligum rakstri. Eitt gjald verður kravt fyri loyvið. Hetta er neyðugt til tess at fáa stað- fest, at fiskiríkidømið er ikki ogn hjá tí einstaka, men hjá fólkinum. Tá tú hevur loyvi fyri eitt avgjald, so er tað prógv um, at tú ikki eigur tað, og tískil kanst tú so heldur ikki sjálvur umseta tað. Umset- ingin av fiskiloyvum og óbrúktum fiskidøgum fer tá at fara fram gjøgnum Fiski- daga- og Loyvisbankan, men skipað og uttan spekulasjón. 2. Útróðrarflotin Útróður er ein aldargamal partur av okkara mentan. Tó at vit i dag hava full- riknar útróðrarmenn, so er tað enn soleiðis, sum van- ligt altíð hevur verið, at menn brúka útróður sum partvísa vinnu. Hetta er ein partur av okkara samleika sum føroyingar. Eisini hev- ur útróðurin stóran týdning fyri lív og trivnað á út- oyggjum og í útjaðara. Út- róðrarflotin er rættiliga nógv avmarkaður av veðri og streymi. Í dag er skipanin tann, at eisini útróðrarflotin undir 15 brt, sum avreiðir, skal hava eitt fiskiloyvi. Full- riknir (5A) hava egna kvotu, meðan hin bólkurin (5B), har menn eisini hava aðra inntøku, fiska av felagskvotu. Hvørja viku lata teir inn seðlar við av- reiðingardøgum. Bólkur 5B er einasti bólkur higartil, sum enntá fleiri ferðir er lagdur í einum fiskiári, tí dagarnir eru uppi. Skipanin við fiskiloyvum ger, at gamlir fúnaðir bátar, sum sambært lógina eiga rætt til fiskiloyvi, verða keyptir upp. Tí ger tað seg aftur galdandi her, at tað er sera trupult og kostnaðarmikið fyri ungar menn at koma inn í útróðrarvinnuna. Tilmæli: Mælt verður til, at allir útróðrarbátar undir eina ávísa stødd ikki verða undir fiskidagaskipanini. Eisini verður mælt til, at fiskakeyparar einsamallir fáa skyldu at boða frá um dagar og nøgd. 3. Málsviðgerðin, tá fiskidagarnir verða ásettir Tilráðingin fer fram í fleiri liðum. Fyrst kemur ICES við einum tilmæli, sum Fiskirannsóknarstovan síð- an arbeiðir víðari við. Har- umframt tekur Fiskirann- sóknarstovan egnar meting- ar við eitt nú av yvirlits- trolingum, yngulskanning- um o.l. Teir senda síðan eitt tilmæli til Fiskimálaráðið. Hetta var seinasta ár ein tilráðing um ein niðurskurð upp á 30% komandi fimm árini. Síðan kemur fiskidaga- nevndin, sum er umboðað av vinnuni, við sínari til- ráðing. Henda byggir á metingar, sum vinnan hev- ur gjørt í farna ári. Fiski- daganevndin sendir sína tilráðing til Fiskimálaráðið. Henda var seinasta ár, at eingin niðurskurður skuldi gerast. Í triðja lagi biður Fiski- málaráðið ella okkurt felag um tilráðing frá íslendskum serfrøðingi. Henda var seinasta ár, at eingin niður- skurður skuldi gerast. Í fjórða lagi ger so Fiski- málaráðið eina tilráðing til Løgtingið, sum byggir á tær mongu og ymisku til- ráðingarnar, sum ráðið hevur fingið. Seinasta ár var henda, at eingin niður- skurður skuldi gerast. Og endaliga samtykti Løgtingið ein niðurskurð upp á 1%. Tilmæli: Sett verður nevnd, sum umboðar allar avvarðandi bólkar (fiski- frøðingar, vinnuumboð á sjógvi, vinnuumboð á landi, búskaparfrøðingar og møguliga onnur), sum síð- an skulu geva Fiskimála- ráðnum eitt felags tilmæli, galdandi fyri eitt ár, møgu- liga fyri fleiri ár. Ein rættvísan og greiðan fiskivinnupolitikk TÍÐINDASKRIV Frá Fuglafjarðar Sjónleikarafelag Vitandi at nógv óvissa hevur verði um Mentanar- húsið og tey tiltøkini, sum skuldu verða í húsinum í ár, vilja vit boða frá, at tey sera væl umtøktu Jólaborðhald- ini, sum vóru hildin sein- asta ár, verða aftur í ár. Jólaborhaldini verða í Mentanarhúsinum, leygar- kvøldini 29. november, 6. og 13. desember. Øll kvøld- ini verður byrja klokkan 19.00. Borðreitt verður við køldum og heitum rættum, meðan Magni Poulsen undirheldur. Eisini verður felagssangur. Jólaborðhald í Fuglafirði Mikkjal Helmsdal sjónvarpsstjóri Í einum opnum fyri- spurningi til sjónvarps- stjóran setir Finnleif Guttesen fram spurn- ingin, hvørt ætlanir eru um at teksta tey ís- lendsku innsløgini í sendingini Grannar til føroyskt. Hugskotið við Grannar hevur øll árini, síðani sendingin byrjaði miðskeiðis í 80'unum, verið, at innsløgini á norðurlendskum máli skuldu sendast ótekstaði, so hyggjarin fekk høvi til at venja oyrinu við mál, ið hann ikki er vanur at hoyra. Hetta hevur havt við sær, at íslendsku og svensku innsløgini hava verið ein trupulleiki fyri nógvar hyggjarar, tí meirilutin av fólkinum skilir ikki hesi mál. Av tí sama hevur eisini javnan verið upp á tal innan- hýsis í SvF at teksta hesi innsløg, men niðurstøðan hevur hvørja ferð verið, at tað vil vera at ganga ímóti grundtankanum við sendingini. Grund- hugburðurin undir send- ingini hevur frá byrjan verið at raðfesta ein mál- politikk, ið miðar eftir at skapa málsligt forstáilsi millum Norðurlondini, fram um kunningina og innihaldið í norður- lendsku tíðindunum. Eg kann geva Finnleivi Guttesen rætt í, at tað er tíð upp á at gera upp við hesa raðfesting. SvF fer tó neyvan undir at teksta Grannar nú. Ætlanin er at taka sendingina av skránni frá 1. januar. Norðurlendsku tíðindini verða í staðin innarbeidd í Dag og Viku, og har verða øll svensk og ís- lendsk innsløg tekstað. VIÐMERKINGAR Svar til Finnleif Guttesen Johan Dahl Løgtingsmaður fyri sambandsflokkin Í samband við at fjølmiðl- arnir hava gjørt nógv burtur úr málinum, har føroysk ítróttarfeløg hava verið undir illgruna fyri at hava tikið í arbeiði útlendsk ítróttarfólk utt- an arbeiðs- og uppihalds- loyvi, dregur landsstýris- maðurin í lógarmálum eisini hettar málið niður í fullveldis- politiska runu- díkið, eins og hann vill- leiðir fólkið. Villleiðingin byrjar Í Dimmalætting sigur landsstýrismaðurin í lógar- málum tann 11. november 2003 í samrøðu við blað- mann, at tað kom óvart á hann, at umstøðurnar hjá ítróttarfeløgunum í sam- band við útlendskar leik- arar eru sum tær eru. So- statt viðgongur landsstýris- maðurin, at hann ikki hevur innlit í galdandi lóg á øki- num. Vert er at leggja til merkis, at landsstýrismað- urin úttalar seg vegna so- nevnda føroyska løgmála- ráðið, t.v.s. vegna embætis- mannaverkið, hann hevur aftan fyri seg. Víðari sigur landsstýris- maðurin, at danir hava lóggávurættin og skyld- una á økinum og kann hann einki gera, sum bøt- ur um umstøðurnar hjá feløgunum. Vit síggja, at undirgravingin av ríkisfe- lagsskapinum heldur áfram og danska innanríkisráðið verður útrópt sum synda- bukkur. Sum vanligt dregur landsstýrismaðurin málið - og í hesum føri ítróttin og okkara ungdóm niður í fullveldispolitiska runu- díkið, tá hann m.a. sigur, at samráðingarnar um yvir- tøku av útlendinga-økin- um eru komnar undir land og tá málsøkið er yvirtikið, roknar hann við betri umstøðum fyri ítróttarfeløgini. Við øðr- um orðum sigur landsstýr- ismaðurin sum ikki eina- ferð, at einki kann gerast við málið, fyrr enn máls- økið er yvirtikið. Hóast landsstýrismaðurin í byrjanini av samrøðuni segði seg einki kunna gera, sigur hann at enda í sam- røðuni, at "hann fer at kanna, hvat gerast kann fyri at bøta um umstøður- nar hjá feløgunum". Sam- anumtikið kann ikki sigast annað, enn at viðmerking- arnar eru ein snildisligur og manipulerandi orðavavstur frá einum landsstýris- manni, sum annars er settur at umsita galdandi lóggávu og fremja løgtingssins vilja objektivt. Landsstýrismaðurin trekkir í land Í Dimmalætting tann 15. november 2003 trekkir landsstýrismaðurin í stutt- ari viðmerking í land og sigur, at hann fer at kanna, um tað ber til at finna eina skipan sum ger, at føroysk ítróttarfe- løg fáa lagaligari arbeiðs- umstøður, eins og hann snildisliga leflar fyri teim- um eldsálum, sum reka før- oysku ítróttarfeløgini. Eis- ini sigur landsstýrismað- urin seg nú hava biðið um fund við danska integra- tiónsmálaráðharran um málið. Við øðrum orðum viðgongur landsstýrismað- urin nú, at møguleiki er fyri, at danskir og føroyskir myndugleikar í felag kunnu finna eina loysn. T.v.s. at hann nú asannar, at møgu- leikarnir innan karmarnar av ríkisfelagsskapinum ikki hava verið royndir. Eftir stendir tó villleið- andi viðmerkingin frá landsstýrismanninum í Dimmalætting tann 11. november óátala, eins og vit enn einaferð kunnu staðfesta, at politiska skip- anin og fjølmiðlarnir ókrit- iskt hava góðtikið vill- leiðandi og manipulerandi politiska fullveldisvirk- semi, har talan við røttum átti at veri um objektivt lóggávuarbeiði, ítróttarfe- løgunum og vanliga fólkin- um til góðar. Samandráttur Sjálvandi ber tað føroysk- um politikarum til at ar- beiða fyri lógarbroytingum innan málsøki, sum ríkis- myndugleikarnir umsita, eins og tað ber til at arbeiða fyri, at neyðugar kunn- gerðir verða settar í gildi í Føroyum. Sum sakførarin hjá ein- um av ítróttarfeløgunum eisini ger vart við í Dimmalætting tann 14. november 2003, er tað bert ein spurningur, hvat polit- iski myndugleikin velur at nýta arbeiðsorkuna til. Undirritaði hevur í und- anfarnu viku havt sera konstruktivar samrøður við departementschef Niels Preisler í danska Integra- tiónsministeriinum í samb. við málið um báðar VB- hondbólts spælararnar ,ið komu í trupuleikar í í samb. við uppihalds-og arbeiðs- loyvið í Føroyum og var gjørt púra greitt av Niels Preisler, at viljin hjá Integratiónsministeriinum er at finnað eina loysn, - eftir einum leisti sum heimastýrið vil hava hana og vilja gera sítt til, at tað í framtíðini verða púra avkláraðar linjur millum londini í spurningum um uppihalds og arbeiðsloyvir hjá útlendingum í Føroy- um. Síggi eisini í grein í Dimmu ídag, at Tobbi í gjár hevur fingið sama svar frá Preisler . Niðurstøðan kann tí nevniliga bert vera tann, at lítil og eingin politiskur áhugi er fyri teimum lóg- um, sum viðvíkja vanliga gerandisdegi føroyinga. Løgfrøðiliga arbeiðsorkan og harvið peningur skatta- borgarans verður hinvegin nýttur til at reka fullveldis- politikk, t.v.s. fyrireika yvirtøkur, sum í stóran mun ivaleyst ikki gerast veru- leiki. Álitið á løgmálaráðið, ið sigur seg vera nærum til reiðar at yvirtaka løgreglu og rættarskipan, kann tí eftir mínum tykki liggja á einum sera lágum støði. Vónandi eru seinastu veljarakanningarnar ein ábending um, at alt fleiri fáa eyguni upp fyri innan- tómu undirgravingini av ríkisfelagsskapinum. Tí ríkisfelagsskapi, sum ann- ars hevur verið karmur um - og grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum og rættarsamfelagnum Føroy- ar. Høgni Hoydal og hansara menn burdi vaknað, fari runt um landið, vitja al- mennar stovnar, og privat vinnuvirkirvirkir, tosað útróðrarmenn og arbeiðs- fólk, - við vanliga føringin og harvið hoyrt og sæ hvussu dagligdags Føroyar og føringar livað og virkað , - eisini uttan fyri mið- staðarøkið. Landsstýrismaðurin í lógarmálum villleiðir enn einaferð Ikki Almannaráðið Av ósketni eru tvey landsstýrisráð komin í bland í grein í blaðnum um Jákup Mørkøre og sakarmál. Mistakið var, at vit skrivaðu, at Almannaráðið fer ikki at leggja málið viðvíkjandi Jákup Mørkøre inn fyri Landsrættin. Tað skuldi standa Heilsu- og familju- ráðið. Haldið okkum til góða. Blaðstj. Í vikuskiftinum 13. til 15. februar 2004 skipar Norðurlandahúsið fyri ungdómslista-stevnuni , Ung í Føroyum 2004 STEVNA Tíðindaskriv Stevnan er ein lega, har pláss er fyri 60 luttakarum. Skráin er hendan: Fríggjakvøldið letur ein myndlistaframsýning upp í Norðurlandahúsinum við verkum, sum tit hava latið inn, og har verða pallfram- førslur við tónleiki, sjón- leiki, dansi, filmi ella øðr- um, sum tit sjálvi vilja sýna fram. Tit kunnu luttaka við fotoframsýning, tónleika- bólki, sangi, mótasýning, sjónleiki, video, tekning- um, málningum, yrkingum, søgum, standmyndum, dansi, ella onkrum heilt øðrum, sum ongin annar hevur hugsa um at sýna fram áður. Til ber at luttaka í bólkum, tó ikki við meira enn 5 luttakarum í hvørjum bólki. Leygardag og sunnu- morgun verða hesar verk- smiðjur undir leiðslu av viðurkendum listafólkum: • Tónleikur v/ Eivør Pálls- dóttir, tónleikara • Sjónleikur v/ Hans Tór- garð, sjónleikara • Skriving v/ Marionnu Debess Dahl, rithøvunda • Design v/ Svanhild Strøm, sniðgeva • Myndlist á teldu v/ Inga Joensen, grafikara • Dansur v/ Elsu Mariu Bærentsen, dansara • Myndlist fyri ung við serligum tørvi v/ Karstin Olgar Lamhauge, mynd- listamanni Henda verksmiðjan vendur sær til ung, ið á onkran hátt hava brek. Í hvørjum einstøkum føri verður mett um, um neyðugt verður at hava egið stuðulsfólk við sær, og um luttakarin skal gista saman við hinum ella heima. Luttakararnir og verk- smiðjuleiðarin avgera í fe- lag, hvat hvørja verksmiðja fevnir um. Bæði roynd og minni roynd sleppa framat, hvør á sínum støði. Uml. 10 ung eru í hvørjari verk- smiðju (uttan í verksmiðj- uni fyri ung við serligum tørvi, har støddin á bólkin- um verður avgjørd eftir, hvat leiðarin heldur vera hóskiligt). Verksmiðjur kunnu arbeiða hvør sær ella samstarva um eitt felags úrslit. Sunnudagin kl. 17 verður stór sýning fyri almenn- ingini við úrslitunum úr verksmiðjunum. Páll Dan- ielsen samskipar hesa sýn- ing. Sum nakað nýtt hesaferð bjóða vit trimum ungum at vera við í einum tíðinda- bólki. Hesi skulu fylgja við stevnuni, framleiða tilfar til heimasíðuna og gera eitt stevnurit. Tað er ein fyri- munur at duga at fáast við teldu og heimasíðugerð. Øll gista í fótbóltshús- unum í Gundadali; máltíðir, framførslur og verksmiðjur verða í Norðurlandahúsin- um. Tikið verður ímóti til- meldingum fram til 15. desember 2003. Meira kunning um verk- smiðjurnar er at lesa á heimasíðu Norðurlanda- húsins: www.nlh.fo Mentamálaráðharrin Annita á Fríðriksmørk er verndari fyri Ung í Før- oyum 2004. Samskiparar fyri verkætlanini eru Rakel Helmsdal og Hedvig West- erlund-Kapnas. Norður- landahúsið skipar fyri stevnuni og Mentamála- ráðið og Tórshavnar Býráð stuðla. Til øll ung í Føroyum millum 13 og 18 ár C M Y K 11 10