Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. apríl 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 62 — 1. APRÍL 1998 tíðindablaðið Vagn Wáhlin, dosentur og serfróðingur í føroyskum vidurskiftum: — Um Nyrup tosaði við vanlig fólk í Fóroyum, og ikki bert lurtaði eftir búskaparfróðingum, so hevði hann skilt hugsunarháttin hjá fóroyingum. Tað hevði tí verið ein hjálp um forsætisráðharrin setti eina mentanar-politiska ráðgevandi nevnd, sum kundi veitt honum ráð og leiðbeing í fóroyskum viðurskiftum, sigur Vagn Wåhlin DAGNY JOENSEN Hann er serfrødingur i før- oyskum vidurskiftum, og harnæst ógvuliga hugtikin av landinum, sum hann hev- ur granskað í nógv ár. I 1984 gjørdist Vagn Wå- hlin dosentur å Center for Nordatlantiske Studier vid Universitetid i Århus, og hevur í hesum sambandi fylt við gongdini í Føroyum seinastu årini. Fyrst og fremst heldur Vagn Wåhlin tað vera burt- urvid og skadiligt at gera valid til ein spurning um samband - loysing . — 600 åra samstarv er ikki rætta høvid at blaka fyri bord fyri eina bankagølu, heldur hann. — Skulu broytingar gerast i rikisfelagsskapinum eigur tað at gerast í semju millum partarnar. Tað eigur eisini at vera gjørt eftir åvisari skipan og yvir eitt áramál, sigur Vagn Wåhlin. Hann heldur tað vera skilabetri at kanna núgald- andi heimastýrislóg og gera broytingar í henni. Til óbótaligan skaða — Um tað kom so langt, at føroyingar kravdu fullkomi- liga loysing, hevði verið harmiligt, men ikki bert tað. Hetta kundi eisini verið til óbótaligan skaða fyri væl- ferdarskipanina í Føroyum. — Ikki fyri tað. Fyri fólk í føstum starvi og tey, sum eiga pening í bankanum hevði borið til at hóra undan slíkari umfevnandi broyting í samfelagnum. — Hugsa vit hinvegin um vanliga føroyingin, fiski- mannin og tey sum arbeida í fiskiídnaðinum, hevdi tað verið eitt álvarsligt bakkast - og tað langt út í framtíðina. Vagn Wåhlin heldur tað vera skilagott at gera broyt- ingar í Heimastýrislógina. Skipanin hevur virkað væl, men er við tíðini vorðin 6- tíðarhóskandi. Tí kundi tað verið ein loysn at gera broytingar í lógigi. Hann vil tó ráða føroyingum frá at avbyrgja seg fullkomiliga — Hetta sigi eg út frá eini sosialpolitiskum sjónar- miði. Um ein føroyingur vinnur hálva mió. krónur ár- liga, so orkar hann saktast at missa 10 - 20 pst av inn- tøkuni, men fyri føroyingin, sum eru í óstóðugari vinnu ella hevur lítla årsinntøku, verður tað ikki lætt at yvir- liva. — Hetta sóu vit eisini í kreppuárunum. Tey alment løntu,sum høvdu fasta løn, megnadu lønarnidurskurd- in, men fyri fiskimannin og fólkið á flakavirkjunum var stødan syndarlig. Loysing sum valagn Orsøkin til at Vagn Wåhlin gevur seg til kennis við sínum sjónarmiðum, er grundað á útlitini fyri at rík- isfelagsskapurin og sam- bandid millum Danmark og Føroyar verður brúkt í val- stríðnum. Hann heldur tað verða skeivt at taka stóðu til so ålvarsligan spurning í einum valstríði. — Heldur tú at ein fólka- atkvóða hevði verið besta loysnin? — Skuldi tað komið til tað, at semja varð um at loysa - bæði í Danmark og í Før- oyum, so vildu fólk tikið stóðu á ødrvisi hátt, um tal- an var um f6lkaatkvødu, sigur Vagn Wáhlin. Hann heldur, at tveir yms- ir spurningar eru í hesum máli, ein er tann tjóðskap- arligi og hin er tann sosial- politiski spurningurin. Tað kann koma til samanstotir millum hesar báðar spurn- ingar, og kann skaða ómet- aliga nógv, um ikki grundar- lagið fyri broytingunum er í lagi. Danir fyri og ímóti — Hvat heldur vanligi dan- in um blokkstuðulin til Før- oya? — Danir hava goldið stuð- ul til Føroyar um skattin. Vanligi danin sigur, at hann ikki er áhugaður at lata stuðulin, um hesin íkki verður brúktur á skilabesta hátt — Tá spurningurin hevur verið um at taka trygdarnet- ið undan føroyingum siga danir, at tað vilja teir ikki hava sitandi á sær — Men tá føroyskir polit- ikarar koma við ógvusligum útalilsum um hvussu vån- liga viðferð teir hava fingið frá dønum, so fær tað van- liga fólkið at hugsa, at so mugu føroyingar sjålvir um tað, sigur Vagn Wåhlin. Hann heldur, at um Nyrup bert hevdi lurtad eftir ti, sum vanligi føroyingurin hevur at siga, og ikki bert eftir båskaparfrødingum, so hevði myndin sæð gðrvísi ut. Nyrup skal skera 3. mia. kr. av skuldini — Hvørji ráð vildi tú givið Nyrup um føroysk vidur- skifti? - Eg haldi, at hann skuldi avgreitt bankamálið á ein skilagóðan hátt. Harnæst skuldi hann skorið tríggjar mia. krónur av skuldini, og síðani kundu føroyingar og danir sett seg niður at tosa um broytingar í ríkisfelags- skapinum. — Verður talan um full- komiliga loysing, eru aðrir spurningar heftir at hesum máli. — Eitt nú hava føroyingar yvirtikið = undirgrundina. Hetta er gjørt uttan at Dan- mark hevur ikki givið full- veldi ella suverænitetin frá sær. — Tað merkir, at um før- oyingar vilja loysing og t.d. finna olju, so kunnu danir ikki krevja, at skuldin verð- ur afturgoldin. - Um talan verður um loysing, so skal grundlógin broytast. Hesi viðurskifti mugu viðgerast undir ein- um, og tað kann bert gerast, um Grønland eisim verður tikid við í ætlanunum. Nyrup eigur at seta seg inn í hugsunarháttin hjá Feroyingar ov nalvaskoðandi — Hava føroyingar verið ov kvikir at givið dónum skyld- ina fyri allar landsins ólukkur? — Eg vil siga at føroyingar hava verid ov nalvaskodan- di, og tad er fyri sovitt lætt at skilja, men er kortini ikki gagnligt fyri ein langsiktað- an politikk, sum er neydug- ur at føra. Javnadarflokkurin trygd fyri vælferdini — Hvat heldur tå um trupu- lleikarnar millum Javnað- arflokkin og bróðraflokkin í Danmark? — Um vit líta aftur um bak, so hevur føroyski Javn- aðarflokkurin gjøgnum tvey ættarlið arbeitt saman við sosialdemokratiskum/radi- kalum stjórnum í Danmark. — Hetta samstarv hevur verið berandi megin í royndini at uppbyggja før- oyska vælferðarsamfelagið. — Um nú flokkurin - grundað á ein sjónskan vilja um loysing í Føroyum - sleppur samstarvinum við gamla samgonguflokkin í Danmark, kutar hann sam- stundis samstarvið, sum var við til at tryggja sosiala væl- ferðarsamfelagið. Tað er eitt ov stórt stig at taka fyri at fáa sjålvstødu. — Tá Nyrup Rasmussen og Lykketoft ikki kenna før- oysk viðurskifti nóg væl, kann tað tí eisini tulkast sum at føroyski Javnaðar- flokkurin hevur flutt seg ov langt burtur frá samstarvi við brødraflokkin í Dan mark. Hetta er sera vanda a føroyingum mikið, um Javnaðarflokk- urin vil standa sum trygd fyri sosialari vælferð í For- oyum. — Fyri at taka samanum, so haldi eg at føroyingar skulu taka fyrivarni í sosialu viðurskiftunum. Mín met- ing er, at føroyska vælferð- arskipanin kann fara fyri bakka i einum valstridi um Joysing, sigur Vagn Wåhlin. Hann heldur, at ein stórur vansi í samstarvinum mill- um Føroyar og Danmark er, at eitt nú at Nyrup Rasmus- sen og Lykketoft ikki skilja føroysk viðurskifti, mentan og hugsunarhátt. Teknokratarnir hava ráðgeving fyri neyðini sum standard ra EET FÅ Gott inniklima * Turran bil Døggfriar rutar - ti hevur FORD MONDEO aircondition Øll snakka um veðrið, men FORD MONDEO ger nakað við tað : €ZDP/F WENZEL Akranesgøta 5 - Box 3043 - Havn - Tlf. 13873 | Vagn Wáhlin, ser- frødingur í fóroyskum viðurskiftum, heldur ikki at eitt valstríð er rætta løtan at taka stóðu til loysing Hansara uppskot er, at for- sætisráðharrin, sum hevur havt ráðgevandi nevndina í búskaparmálum at ráðgeva seg um føroysk búskap- armál, eisini setir á stovn eina ráðgevandi nevnd fyri mentan og politik — Tað hevði verið gagn ligt mótspæl hjá teknokrat- unum í forsætisráðnum - og embætismonnunum somu- leidis, sigur Vagn Wåhlin