Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. apríl 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 62 — 1. APRÍL 1998 tíðindablaðið Verkstaðurin Von 25 ara fødingardag — Fødingardagurin verður hildin fyri arbeiðsfólkunum á Verkstaðnum. Vit gera meir burturúr, og arbeiðsfólkið skal merkja, at tað er nakað serstakt á skránni. Tá ið vit flyta út í nýggja bygningin, á Argjum í mai, fara vit at gera meir burturúr fyri almenninginum, sigur leiðarin á Verkstaðnum Vón, Maud Wang Hansen — Nýggi bygningurin á Argjum gevur nýggjar møguleikar. Hann er innrættaður á ein annan hátt og umstóðurnar verða heilt øØrvisi, sigur nýggi leiðarin á Verkstaðnum Vón, Maud Wang Hansen. Flutt verður inn í mai mánaði. ERANTS JENSEN ALVUR HARALDSEN I dag, |. apríl, heldur Verk- stadurin Vón 25 ára fød- ingardag. Tað verður hvørki við buldur ella brak at føding- ardagurin verður hildin. — Vit vilja fegin gera nakað fyri arbeiðsfólkunum á Verkstaðnum, og tey skulu merkja, at tað er teirra dag- ur, sigur nýggi leiðarin á Verkstaðnum Vón, Maud Wang Hansen. — Arbeiðsfólkið er eisini við í fyrireikingunum. Tey eru við til at keypa inn og at matgera. Vit fara at eta og hugna okkum saman. Dagurin verður heilt ødrvisi enn ein dagur plagar at vera, sigur Maud. Byrjaði í Losjuni . Sjálv er Maud heilt nýggj á Verkstaðnum Vón. Hon byrjaði sum leiðari 1. febr- uar í ár, og kennir hon tí ikki so væl søguna hjá Verk- staðnum Men har eru onnur fólk, sum hava årbeitt á Verk staðnum næstan síðan hann byrjaði. Ein teirra er Lena Rasmusen, sum er skrivari á Verkstaðnum. Hon hevur arbeitt har í 24 ár — Verkstaðurin byrjað: fyri júst 25 árum síðani, men tvey ár áðrenn, tvs. í 1971 varð byrjað við ymiskum ítrivi. Hildið varð til í Losjuni heilt fram til 1980, tá ið flutt varð út í bygningin á Argjum. — Losjan varð normerað til 20 arbeiðsfólk. Tá ið vit fluttu út á Argir, vaks talið upp til 35. Heilt fram til 1988, tá yvirtikið varð, var Verkstað- ið Vón undir andveikra- verndini hjá statinum. Nú er stovnurin undir Almanna- og Heilsustýrinum undir Føroya Landsstýri. Verkstaðið Vón og Virkni býtt í tvey A Verkstaðnum Vón eru í dag umleið 10 starvsfólk, meðan 35 arbeiðsfólk eru á stovninum. Leiðarin á Verkstaðnum Vón hevur eisini verið leið- ari á Virkni, sum er fyri tey, ið eru verri fyri. Virkn' heldur til á Berjabrekku, eg er tað normerað til 30 brúk- arapláss Men frá í dag, |. apríl, verða hesar báðar deildirnar skildar sundur og ein leiðari verður fyri hverja deild. Maud Wang Hansen, ið tók yvir eftir Aimy Djurhuus, er leiðari fyri Verkstaðið Vón, meðan Mikkolina Norðberg er leiðari í Virkni. Bílagt arbeiði A Verkstaðnum Vón er ein trædeild, ein seymideild og ein pappírsdeild. — Tað mesta av arbeiðn- A træverksdeildini verða m.a stoltu arbeidsmonnunum úrslitið fram um, sum verður gjørt er bí- leggingararbeiði, sigur Maud. — Fyri Landsverkfrøding- in gera arbeiðsfólkið til dømis „prestar“, at seta upp við vegjaðaran. Spýggju- bakkar verða gjørdir fyri Strandferðasluna, bjarging- A seymideildini á Verkstaðnum Vón verður dúliga seymað Síðst i november fer Verkstaðið Vón at leiga Smiðjuna i Lítluvík, har m.a. nakað av tí, ið seymað er, verður at fáa til keyps arvestar verða gjørdir fyri kappróðrafólk, og fyri aðrar stovnar verður eisini ymisk arbeiði gjørt Sera væl móttikin Hóast Maud er nýggj á Verkstaðnum Vón, hevur hon í fleiri ár arbeitt við menningartarnaðum fólki Hon er útbúgvin frítíðar- pedagogur og hevur arbeitt innan fleiri økir - tó mest við børnum. Maud hevur verið í Danmark í 14 ár, og mestu tíðina hevur hon arbeitt í Esbjerg. — Tað er eitt sindur trupult hjá mær at koma inn á Verk- staðið. Eg eri tann nýggj- asta á Verkstaðnum, tað yngsta starvsfólkið, og so eri eg settur sum leiðari — Men eg må siga, at bæði starvsfólkini og arbeiðs- fólkini hava tikið sera væl ímóti mær. I øllum aldri — Verkstadurin Vón er normeraður til 35 arbeiðs— fólk, men bíðirgðin er long at koma inn. — Aldursmunurin er eisini stórur á teimum, sum ar- beiða á Verkstaðnum. Tann elsti á er 76 ára gamal, og tann yngsti er 20 ár. Miðal- aldurin liggur kanska um eini 40 ár ! „prestar“ gjørdir og málaðir. Her vísa nakrir av Un Tað er ikki nakað annað tilboð fyri tey eldru, og tí er heldur ikki pláss at taka nýggj inn, sigur Maud Í nýggja bygningin i mai Verkstaðið Von heldur í dag til á Mykinesvegi í Havn Eldur gjørdi enda á bygn- inginum á Argjum fyri tveimum árum síðan Nú er nýggjur bygningur bygdur á sama staði, og einaferð í mai mánað flytir Verkstaðurin út aftur á Arg- ir — Ætlanin var, at vit skuldu flyta út aftur 1. apríl, men byggingin er eitt sindur seinkað, og flyta vit íkki fyrr enn einaferð í maí Onkur helt fyri, at Vón skuldu flyta inn flaggdagin, tvey-ársdagin fyri eldin, men tað heldur Maud ikki — Flaggið var tað einasta, sum vit fingu við okkum av Argjum. Annars mistu vit alt í eldinum. Tað var tí sum at byrja av nýggjum aftaná tann dag, hava hini starvs- fólkini greitt mær frá, sigur Maud Nýggir meguleikar Dvølt verður kortini ikki við tað, sum mist varð. Nú verður hugt frameftir! Bæði starvsfólk og arbeiðsfólk gleða seg at flyta inn í nýggja bygningin á Argjum - Nýggi bygningurin gev ur eisini nýggjar møguleik- ar. Hann er innrættaður á ein annan hátt og umstødurnar verða heilt ødrvisi Maud heldur eisini, at tað kann hugsast nýtt, tá ið farið verður út á Argir — Til dømis kann verða arbeitt meir í bólkum. Eitt nú kundu vit fingið ein eldfabólk. Eisini kundi ver ið gjørt meir við annað enn bara bíleggingararbeiðið Eitt nú at planta og gera ekið vakurt uttanum, sigur Maud Wang Hansen Gera meir burturúr seinni Tá ið flutt verður inn t r meir gjørt burturur menninginun Føding dagin halda vit I beiðsfólkun S M Wang Hanse