Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. apríl 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið SOS EO, Nr. 62 — 1. APRIL 1998 - Hyggið at mær og gerið ikki sum eg — sigur tann 32 ára gamli Jørgen Witt, sum er »trafikinformatørur« í Danmark. Fyri 16 árum síðani var hann við í eini ferðsluvan- lukku, har hann breyt nakkan. Nú roynir hann at ávara ungfólk, so tey læra av hansara mistaki SVEINUR POULSEN Ráðið fyri ferðslutrygd hev- ur fingið vitjan úr Danmark av einum 32 ára gomlum manni, sum eitur Jørgen Witt ; Og endamálið við vitjan ini er eittans At fáa fleiri føroyingar at gerast »trafikintormatørar« Ti hesin maðurin, sum nú vitjar Ferðslutrygd, er ikki tað talu, kall að ein naður rt brek hendurnar eitt er hann hepnar! hava verið vanlukkum KK! Tørt seg A vegnum heimaftur tvermum ødrum vinmonnum bådir høvdu bil. Teir fóru í hver sin og avtaladu, at fara herm til Jørgen at fáa sær eina øl Teir sum komu seinni til hús Jørgens høvdu tapt erðin var høg. umleið 100 km um timan og i ein- um svingið, misti førarin í bilinum Jørgen sat í, tam- arhaldið á bilinum, fór út av rendi á eitt træ, sum stóð t við vegin Í óhappinum breyt Jør nakkan leikan at ganga møttu ter sum yin gr € »g misti harvið før Royna at fåa fleiri informatørar Skaðin var so álvarsl Jørgen varð lagdur inn á sjúkrahús í Hornbæk Har eru tey von at taka sær av slíkum offrum, og eisini hava fleiri føroyingar ligið á hesum sjúkrahúsið Fimm ár seinni byrjaði Jørgen so sum trafikinform- atør Hann helt, at hann kundi gera stórri gagn, við at siga ungum frá sínum skaða, og harvið ávara tey um fylgj urnar av skilaleysari koyr Og tað er hetta sum roynt a stáplað upp á beinin: í Førovum nú eisini Ikki ti, Ferðslutrygd hev- ur havt onkrar informatørar Men tey vilja fegin hava eitt trafik tí tað er ein 1 størr: net av informatørum tung uppgåva Greida frå - ikki moralisera Jørgen Witt leggur dent í at teirra uppgáva er at greiða frá og ikki at moralisera Vit fara út á skúlar og seta okkum millum næm- ingarnar og greiða frá okk- ara upplivingum Jørgen sigur at hann ong- antíð setir seg aftanfyri pult- in tí so føla næmingarnir at hann talar niður til teirra — Tey skulu fola at eg eri ein teirra Næmingarnir fáa so høv- ið til at seta spurningar um alt millum himinal og jørð Jørgen Witt greiðir frá, at hann var við í fyrsta bólki- num av trafikinformatørum sum fekk útbúgving. Teir fingu skeið í at halda fyrilestur, um hvussu ein slíkur skal uppbyggjast og leggjast til rættis Aftaná tað var so smátt farið út á skúlarnar, har teir tosaðu við næmingarnar Teir byrjað við 8. flokki, »g tað er tað ein serlig orsøk UI — Næmingarnir í lægru Vit hava brúk fyri »informatørum arbeiði. sigur Jón Krageste« flokkunum hava ferðslufrá- læru, og tey fáa vitjan av ymsum persónum - eitt nú løgregluni. - Hetta skulu vit ikki taka frá teimum, og tí byrjað vit í 8. flokki — Ætlanin við okkara frá- greiðingum er at fáa næm- ingarnar at hugsa gðrvísi um fylgjurnar av ferðslu- vanlukkum Jørgen Witt sigur, at tey ungu fata rættuliga skjótt hvat tað gongur út upp á, men byrjað vit at morali- sera, so trekkja tey seg aftur beinanvegin Mentur persónliga Jørgen Witt leggur dent á, at arbeiðið hansara sum trafikinformatørur = hevur ment hann sum persón — Í staðin fyri at liggja heima og taka synd í mær sjálvum, havi eg nú eitt arbeiðið sum gongur út upp á at greiða ødrum frá mín- um trupulleikum — Tað er eitt slag av viðger, kanst tú kallað tað. Í staðin fyri at gjalda fyri at ganga til psykolog og tosa um trupulleikarnar, so fái eg í dag pengar fyri tað sama. — Og tað hevur ment meg persónliga, sigur hann. Men samstundis kemur hann inn á trupulleikarnar. Tey ungu spyrja um alt í millum himmal og jørd, eisini kynsligar spurningar. — Her må ein gera upp vid seg sjålvan, hvussu langt ein vil fara. Eg havi ikki trupulleikar av ti, men tað eru onnur sum hava tað, og tey seta markið aðrastaðni enn eg — Og tað verður respek- terað, sigur hann Koordinator Nú Jørgen Witt hevur ar- beitt sum trafikinformatør so leingi, er hann vorðin Jórgin Witt er bundin til ein koyristól restina av lívinu, orsakað av einum ferðsluvan- lukku, men hann var heppin, tí hann er á lívið koordinator í donsku skip- anini. Har koyrir skipanin á tann hátt, at 34 fólk, sum øll hava ferðslubrek, eru knýtt at tænastuni. Hon er býtt í økir, soleiðis at tey á Fjóni bara taka sær av Fjóni. Í Keypmannahavn er so ein skrivstova, sum tekur sær av at samkoyra alla skipanina. Skipanin við Trafikin- formatørum er fíggjað við stuðli frá tryggingarfeløgu- num í Danmark. Hetta er gjørt sum ein við- urkenning av arbeiðinum teir gera. — Ein ferðsluskaði sum mín, kostar uml. 3.000.000 bara tað fyrsta árið og alt arbeiðið á skrivstovuni hjá Trafikinformatgrunum kostar uml. 400.000 krónur, sigur Jørgen Witt. — So har eru pengar at spara hjá tryggingarfeløg- unum, sigur hann. (Mynd: Álvur Haraldsen) Annars eru tað amtini sum gjalda fyri at fáa tra- fikinformatørarnar út á skúlarnar. — Sjálvt arbeiðið er Glønt, men vit fáa koyripengar og útreiðslurnar goldnar sigur Jørgen Witt. okkara fyribyrgjandi leiðari tryed lutrygd - Vit hava tørv á fleiri »trafikinformatørum — sigur Jon Kragesteen, leidari å Ferdslu- trygd í samband við vitjanina hjá Jørgen Witt SVEINUR POULSEN — Ferðslutrygd hevur nøkur fólk, sum fara út á skúlarnar at greiða frá, men vit hava brúk fyri fleiri, sigur Jón Kragesteen. Hann heldur tað hava stóran týdning fyri frálær- una, at júst hesi fólkini út á skúlarnar. — Tað er sera týdningar- mikið, at fáa júst henda partin við í fyrilestrarnar, tí tað eru tey sum vita hvussu tað kenst at verða ferðslu- skaddur. — Slík menniskju eru beinleiðis kraftsentur, tá tað kemur til at greiða frá, og tað er rætt at byggja víðari upp á teirra vitan. Tað er Ferðslutrygd, sum stendur fyri vitjanini hjá Jørgen Witt í Føroyum. Teir hittust fyrstu ferð í #995, og síðan hevur Jón arbeitt við at fáa eina slíka skipan setta saman i Før- oyum, men slíkt arbeiðið tekur tíð, og ikki fyrr enn nú hevur borið til at fáa vitj- anina í lag. — Trafikinformatørarnir bjóða sær at útbúgva ny ggj- ar informatørar. Teir bjóða teimum í fyrsta umfari eitt skeið uppá tveir dagar um tað at halda skeið. — Síðan verða teir sendir út á skúlar og aðrastaðni, har brúk er fyri teimum. — Seinni er so ætlanin, at teir skulu fáa eitt skeið í fyrilestrarteknikki. Tað skeiðið snýr seg um bæði fyrireiking av einum fyrilestri og hvussu ein fyri- lestur skal haldast. Hvussu skipanin skal fíggjast er ikki greitt enn, tí so langt eru fyrireikingarnar ikki komnar. Fyrst verður roynt at útvegað >informa- tørarnar«, sigur Jón Krage- steen Ein annar trupulleiki er, at avlamispensjonistar í Føroyum ikki kunnu for- vinna sær eina krónu uttan at Almannstovan mótroknar hana í veitingini. Í Danmark er hetta loyst á tann hátt, at »informatør- arnir< hava loyvið til at forvinna upp til 40.000 krónur uttan at tað merkist á sjálvari pensjónini. Tað verður tó frároknað í fall at tey fáa ymsar vidbøtur. — Hetta var ein møgulig loys, men tað mugu vit tosað við politikararnar um, sigur Jón Kragesteen at enda.