Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF: Føroyingar stórri tilvit um umhvørvi Hvørvurnar hjá IRF i Leirvík verða skjótari fyltar í dag enn tå ið skipanin byrjaði fyri tveimum árum síðani — eitt tekin um eitt stórri umhvørvistilvit millum fólk Kunnandi fundur á Hotel Føroyum: Veitst tú nakað um AirSep AirSep krumtapshús luft- og oljuskiljari. Filtrerar oljudamp í maskinrúmi, sum bætir munandi um heilsu- ligu viðurskiftini hjá manningini. Reinsar motorin og økir um effektivitetin. Minkar um viðlíkahaldið av motorinum og minkar um olju- nýtsluna við uml. 30%. AirSep er longu installerað í »AirSep« er loysnin »AirSep« er eitt tól, sum verður sett oman á luftinntakið á turbinuni. 165 bátum í Íslandi. Vilt tú vita meira um hetta, ert tú vælkomin niðan á Hotel Føroyar leygardagin 18. apríl, kl. 15.00. Tá greiðir Guðbjartur Einarson, maskiningeniørur úr Íslandi, frá um »AirSep«-skipanina. Teknið tykkum á tlf. 361573 ella 361592 Teknið eee, TURIÐ KJØLBRO At føroyingar eru farnir at hugsa meiri um, hvat tænir umhvørvinum best, sæst å rúgvismikla burturkasti- num, ið verður latið i bingj- urnar hjá IRF, Hvørvurnar. Í fjór vórðu 97 tons av vandamiklum burturkasti koyrt í bingjurnar ímóti 79 tonsum árið fyri. Og longu nú eru ábendingar um, at meiri enn 97 tons av vanda- miklum burturkasti verður latið IRF aí viðgera í ár. — Tað er stórur munur á støduni í dag í mun til fyri fáum árum síðani. Fólk hugsa nógv meiri um um- hvørvi í dag. Skúlaflokkar spyra javnan eftir upplýs- ingartilfari til uppgávur og eg havi varhugan av, át tey fáa stórri frálæru á økinum í dag, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF. Gamla skipanin við teim grónu posunum, sum fólk skuldu lata vandamikið burturkast í, virkaði ikki nóg væl og tí fór IRF fyri tveimum árum síðani undir núverandi skipanina. Tvær Hvørvur eru í landinum og um várið og heystið standa tær á ávísum økjum í landi- num. IRF hevur eina avtalu við Statoil um at hava tær standandi á teirra øki ein mánaða í senn. IRF hevur ein Hvørvubil og umhugsar at keypa fleiri bingjur. 32 bingjupláss eru í Føroyum, sum kommunurnar hava gjørt til tað, ið brennur og íkki brennur. Á nøkrum plássum stendur ein spill- oljutangi og hann verður nógv brúktur. Í fjør fekk IRF 1264 rúmmetrar av Nr. 69 — 15. APRIL 1998 Loysn á barnaans- ingartrupul- leikanum i Klaksvik Tað er trupult hjá for- eldrum í Klaksvíkar kommunu at fáa vøggu- stovu og barnagarðs- pláss til børn teirra. Mett verður, at trupulleikin er eins stórur í Klaksvík sum í Havn at fáa børnini ansað. Sosiala neynd hjá Klaksvíkar Býráð hevur nú saman við umsiting- ini arbeitt við trupul- leikanum og vónandi fer årslitid av hesum arbeiði at vísa seg í næstum. Í dag eru 80 dagrøkt- arpláss, 82 barnagarðs- pláss og 10 vøggustovu- spillolju og 555 vórðu seldir útaftur. Umframt tekur IRF spillolju frá skipum og virkjum regluliga. — Vit lýsa í fjølmidlunum, nær Hvørvurnar koma. Húsarhaldini í økmum fáa saman við einum-grønum posa at lata burturkastið í, upplýsingar um tiltakið. Fólk sleppa av við burtur- kastið ókeypis og nøgdirnar økjast í hvørjum, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF. IRF brúkar eina millión krónur um árið til Hvørvu- tænastuna, upplýsing og annað. — Vit kunnu ikki leggja stórri = figgjarbyrdur á kommunurnar. Hin møgu- leikin er burturkastgjaldið, sum vit hava arbeitt við í eina rúma tíð. Tað merkir, at eitt gjald er íroknað í vør- uni, sum skal viðgerðast og at tað er brúkarin, ið rindar tað gjaldið, sigur Poul An- drias Joensen. — Vit arbeiða við eini skipan fyri virkir. Tað er ein sannroynd, at ov lítið kemur frá virkjunum og tað kann hugsast vera tí, at tey skulu rinda fyri tænastuna. Akkumulatorar Vandamikið burturkast er eitt nú alt úr kyksilvri, foto- veskur, spreydósir, máling- arrestir, og battaríir. — Tey nýggju battaríini, ið verða framleidd í dag, eru ikki gjørd úr tungmetal, men vit vita, at nógv av tí gamla slagnum enn er á marknaðinum. Tí heita vit á fólk um at lata øll sløg av battaríum í bingjuna nøkur ár afturat, sigur Poul Andri- as Joensen. Nógv tann størsti parturin av tí, fólk lata inn til við- gerðar, er akkumulatorar, í fjør ikki minni enn 79 tons av teimum 97. Fólk seta teir pláss í Klaksvík, men tað nøktar langt frå tørvin. Arbeitt verður við at seta á stovn vøggustovu fyri børnum í aldrinum O til 3 ár, samstundis sum ein útibarnagarður fyri børn í 5 til 7 ára aldri eisini verður veruleiki í ár. Í skrivi sigur sosiala nevnd, at landsmyndug- leikarnir mugu geva sína tilsøgn í hesum føri. Ætlanin er somuleiðis, at frítíðarheimið skal lata upp eftir summarfritid- ina fyri børnum í skúla- aldri. á staðið, bar bingjurnar standa uttan kostnað og tað hevur verið gjørt øll árini. Tveir tridingar av Føroya fólki eru knýtt at tænastuni hjá IRF ella 28.069 fólk. IRF hevur samstarv við KOB á Sandvíkarhjalla, ið tekur ímóti frá restini frá Føroya fólki, um upplýsing- artilfar og Hvørvurnar. Burturkastgjald Ætlaða lógaruppskotið um gjald á burturkasti var ikki í rúgvuni av uppskotum, ið varð borin í løgtingið, áðr- enn síðsta innlatingardag hóast landsstýrismaðurin í umhvørvismålum hevði lovað IRF tað. Tað kostar at hava eitt reint umhvørvi og burturkastgjaldið er ein háttur at fáa pening til at beina fyri burturkastinum. Endamálið við lógini er at fyribyrgja dálking við at skapa fortreytir fyri inn- savnan, endurvinning og umhvørvisligari skynsamari viðgerð av serliga dálkandi burturkasti, oljuburturkasti og jarn- og metalburtur- kasti. Eitt burturkastgjald verður ásett á innflutning og framleiðslu av ávísum vør- um. Peningurin, ið fæst burtur úr hesi ætlanini, skal fíggja innsavning og við- gerð av áður nevndu bólk- um. Í uppskotinum liggur eis- ini, at fólk kunnu lata brennistødnunum dálkandi burturkast og fáa pening —fyri tað..Á henda hátt kundu vit sloppið undan gomlum, rustaðum bilum, traktorum, og øðrum lutum, sum lýtir okkara umhvørvi. ——1} = pe | I