mikudagur 15. apríl 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið.
Minningarguð
manningini á
Sera nógv fólk vóru samankomin til minningargudstænastuna
í Sjóvar kirkju páskadag. Bæði kirkjan og skúlin vóru á trem-
ur við fólki, sum á henda hátt nýttu høvid til at vísa manning-
ini á Sjóborg og teimum ið eftir sita teirra samkenslu
SVEINUR POULSEN
Jens KR. VANG
Stutt fyri páskir komn tey
syrgiligu boð at Sjóborgin
av Strondum var horvin og
hóast drúgva og intensa leit-
ing ikki var afturfunnin
Fimm mans, í bestu árum,
vóru ryktir burtur frá teirra
kæru
Hjá teimum nærmastu er
sorgin sjálvsagt stór, men
) landid,
sum tað er, følir vid teim-
um. Tad er sum hava vit øll
mist
Fyri at heiðra minninum
um teir fimm, varð skipað
fyri ninningargudstænastu
var kirkju påskadag
F gvan Fridrikson, prest-
ur á Gjaranesi, segði við
Sosialin, at tøknin er so
framkomin og so væl var
leitað, at tað er einki sann-
líkið fyri at nakar verður
øll bygdin og alt
funnin aftur å livid og ti helt
hann tað verða rættast, at
hjálpa familjunum víðari í
lívinum sum skjótast.
Hetta helt hann best kundi
gerast við at fáa minning-
argudstænastuna frá hond-
ini so skjótt sum gjørligt
Bæði í kirkju og skúla
Tað var væntandi at nógv
fólk fóru at nýta høvid til at
vísa manningini og teimum
ið eftir sitað sína samkenslu
og tí høvdu tey, sum stóðu
fyri minningarhaldinum eis-
ini fingið sær innivist í skúl-
anum
Skúlin var útgjørður við
hátalarum, so fylgjast kundi
við í tí, sum fór fram í kirk)-
uni
Kring kirkjuna vóru buss-
ar stilladir so tey sum har
stóðu, kundu seta seg í heit-
ar bussar heldur enn at
standa úti í tí kalda vetrar-
veðrinum.
Og rætt fingu tey sum fyri
haldinum stóðu.
Nógv fólk og langar bil-
rødir við Sjógv og við skúl-
an bóru boð um tann stóra
skaran av fólki.
Eini 1500 fólk vóru við í
haldinum.
Áðrenn minningarhaldið
segði Jógvan Fríðriksson,
prestur, at tað eftir hansara
meting hevði tydning, at
familjurnar sjálvar luttóku
aktivt.
— Øll eru tyngd av hesum
sorgarleiki og hjá teimum
nærmastu hevur tað stóran
týdning, at arbeiða við sær
sjálvum. Tey skulu koma
igjøgnum >chokfasuna<
áðrenn tey fara víðari við
lívinum, og tað haldi eg tey
best koma við aktivt at
verða við í sjálvum hald-
inum.
Tí vóru tað tey nærmastu
Nr. 69 — 15. APRÍL 1998
Sunnudagin var minningarhald fyri teimum sum fórust við Sjóborg (Mynd: Sjónvarpið)
hjá manningini sum bóru
fram minningarorðini um
síni egnu.
Treyðugt so, tað eru ikki
øll, sum halda seg til, og
teirra vegna segði prestur
nøkur orð.
Annars byrjaði haldið við
at Regin Guttesen sang.
Síðani søgdu tey avvarandi
nøkur orð um tann og teir
tey høvdu mist.
Jógvan Fríðrikson helt
páskaprædikuna og endaði
við at lesað ngvnini á teim-
um sum fóru.
Eftir prædikuna sang
Magni Christiansen ein
sang og manskórið >Menn-
inir< av Strondum sang eis-
ini nakrar sangir.
Tá tað var liðugt, endaði
Jákup Kass, fyrrverandi
prestur minningarløtuna.
Aftaná vóru gll boðin út í
bygdarhúsið á Strondum til
ein bita, og Jógvan Fríðr-
iksson sigur, at har mundu
verða eini 1200 fólk til
borðhaldið í bygdarhúsin-
um.
Jógvan Fríðriksson, prestur tekur ímóti Edmundi Joensen, løgmanni
Fólk vóru komin allastaðni frá og bilróðirnar vóru sera langar
- Hjálpið teimum sum eftir sita
Aðrenn minningargudstæn
astan endaði páskadag
bóðu prestarnir báðir, Jógv
an Fríðriksson og Jákup
Kass, tey sum vóru til staðar
um framhaldandi at minnast
tey sum eftir sita.
— Eina greipu nú og tá,
einar hosir ella eina
troyggju til tey smáu, sum
nú eru vorðin faðirleys
Tað hitar so væl hjá
teimum, sum eftir sita, at
føla at vit framhaldandi
hugsa um tey og hava sam-
kenslu við teimum.
Samstundis nýtti hann
høvi til at greiða frá, at tað í
Føroya Sparikassa er upp-
rætta ein konto, sum er ætla
teimum smæstu.
Prestarn:r heittu tí á gll,
um at lata eina upphædd á
hesa og á tann hátt rættað
einkjunum eina hjálpandi
hond,
—