Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 222 - 21. november 2003 Nr. 222 - 21. november 2003 23 Bøkur SKALT TÚ Í Handilsskúla ella Heilsuskúla á Tvøroyri? Eg havi bøkurnar til FHS & Social & Sundhedshjælper bind 1+2 og tú og samfelagið. Ert tú áhugað/ur ring 250507 eftir kl. 17 Burturm. /funnið BELTISPENNIÐ TIL FØ. BÚNA Aftur spyrji eg eftir nógv saknaða beltispenninum til gentubúnan, sum bleiv burtur á ólavsøku. Beltið er sett saman av føroyskum knappum, 6 knappar hvørju megin. Vinarliga ringi 312176 EG SAKNI 7 GÆS 4 myrkar, 3 hvítar, allar hava ring og tlf. nr. Um nakar veit um tær, vinarliga ring til Jógvan Justinussen, Streymnes, tlf. 422358 TÚ sum tók mína grønu Fjællræven tasku við hondbóltsklæðum í týsdagin 11.11.03 í KÍ-høllini. Vinarliga lat meg fáa hana aftur. Tlf. 457602 SILVUR CK DAMU UR burturmist í býnum í Havn leygarkvøldið tann 1. nov. Um nakar hevur funnið tað, vinarliga ring: 222870/316438 Býli HÚS TIL LEIGU Hugnalig eldri hús í trimum hæddum til leigu í Sandavági fyri 3.000 kr. pr. mðr. Miðhædd: køkur, 2 stovur, wc v/ brúsu. Loft: 2 stór, 2 smá kømur, wc + bað. Tlf. 333933/533933 KAMAR TIL LEIGU Stórt kamar til leigu á Norðasta Horni fyri 2.300 kr. Tlf. 266575 STÓR ÍBÚÐ 128 fermetrar til leigu í Tórshavn beinanvegin. Stór stova, 4 kømur. Tlf. 218540 HÚS ELLA ÍBÚÐ YNSKIST Eini hjún við trimum børnum søkja hús ella íbúð til leigu íStreymoynni ella Eysturoynni. Tlf. 505021 ÍBÚÐ YNSKIST Friðaligur drongur ið hvørki roykir ella drekkur ynskir kamar ella íbúð í Klaksvík Tlf. 258664 YNSKIST TIL LEIGU Í EYSTUROYNNI Eg eri einlig við tveimum børnum. Eg ynski at leiga eina bíliga íbúð í Eysturoynni skjótast gjørligt. Tlf. 215192 ella 504638 HÚS ELLA ÍBÚÐ YNSKIST Vit eru 2 gentur í føstum størvum, fara væl um, ið ynskja eini hús ella íbúð til leigu í Tórshavn. Tlf. 220516 HØLI TIL LEIGU Høli Handan Á nr. 1 til leigu. (Har sum Máling & Gólv var). Væl egnað til Handil o.l. Vinarliga ring Tlf. 218790 KAMAR TIL LEIGU SENTRALT Í KBH Nær við metro og Amager-centrið. Atgongd til køk, bað og vaskimaskinu. 2.500 kr. um mán. (alt írokn.) Ring um kvøldið Tlf. 0045 21402428 ÍBÚÐ YNSKIST Í KHB Vit eru tvær gentur (24 og 25 ár) ið ynskja at framleiga eina íbúð frá uml. 1/2 jan. og 5 vikur fram. Vinarliga ring tlf. 216790/216661 TVÍHÚS Í TÓRSHAVN til sølu um hóskandi boð fæst. Bygd í 1987, tvær hæddir + ovastaloft. Tlf. 218334 TIL LEIGU 1-ver íbúð við køk til leigu í december á Oyrasundskollegiunum. Kann eisini leigast í 3 vikur um ynskist. Ring 0045 30234898 KAMAR YNSKIST Í EYSTUROYNNI til ein trúgvandi 20 ára gamlan drong, sum ikki drekkur. Tlf. 226953/449109 ÍBÚÐ Í KBH YNSKIST! Par søkir 2-verilsis íbúð til leigu/framleigu í KBH skjótast gjørligt. Tlf. 0045 23658739/0045 33338139 EINLIG MAMMA søkir íbúð ella minni hús til leigu í Havn, má hava minst 3 sovirúm, helst beinanvegin, max. 3.500- 4.000 pr. mðr. við ljós og hita. Tlf. 229041 VI ER TO PIGER der skal i praktik på Torshavn Kommuneskole fra 1.dec-1.feb., men vi mangler et sted at bo. Er der nogen der har værelse til udlejning i den periode? Marie Kjøller. Kan kontaktes på e-mail: mariekjoeller@mail.dk eller telefon +45 35382096 UNGT FRIÐARLIGT PAR søkir íbúð í Havn frá 1.2.04. Bæði hava fast arbeiði, max 5.000 kr. um mðr. Tlf. 253109/251904 HÚS ELLA ÍBÚÐ søkist til leigu í Klaksvík skjótast møguligt. Vinarliga ring 457096 HÚS/ÍBÚÐ YNSKIST TIL LEIGU til barnahúski, ikki roykjarar, ynskist hús ella íbúð til leigu, helst í Tórshavnar umráðnum frá 15.2.2004. Vinarliga ring tlf. 304002 kl. 9-16, Kim ÍBÚÐ Í HAVN Vit eru tvær systrar sum ynskja íbúð í Havn skjótast gjørligt. Tlf. 254942 ella 254924 ÍBÚÐ YNSKIST av kvinnu 27 ár, við einum barni. Har skulu vera minimum 2 kømur. Gjaldi til tíðina og fari væl um. Prísur max. 5.000 kr. við ljós og hita. Tlf. 317770 eftir kl. 18 ÍBÚÐ YNSKIST Íbúð ynskist til leigu í Tórshavn. Tlf. 210426 HÚS YNSKIST TIL LEIGU í Tórshavnar umráðnum av friðaligum, ikki roykjandi fólkum. Max 6.000 kr. Tlf. 224910/317865 ÍBÚÐ YNSKIST Vit eru 2 systrar, sum ynskja eina íbúð í Tórshavnar kommunu, vit hvørki roykja ella drekka og eru friðaligar. Tlf. 361560/221381 KAMAR TIL LEIGU Hevur tú hug at leiga saman við 3 ungum gentum, so hava vit eitt gott kamar miðskeiðis í Havnini. Felagsrúm eru: stórur køkur, hjallur, 2 stovur, baðiverisli v/vaskimaskinu + eyka wc, gangur og durur. Skrivi til Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn Bill. mrk. 1709-a Dansur FORELDRABÓLKURIN »KOM OG DANSA FYRI UNG« skipar fyri dansiskeið 13-18 ár í Losjuni í Havn. Dansilærarar eru frá »Komið og Dansið« úr Íslandi. Undirvíst verður í Rock'n Roll, Salsa, Linedance, o.ø. 22.-23. nov. Ringið á 511707, 210780 og 215570 Dýr DVØRGAKANINUNGAR Fimm sera fittir dvørgakaninungar til sølu fyri 200 kr. stk. Tlf. 448620/504763 ella 506439 MARSVÍN 3 sera fittir svart/hvítir marsvínaungar verða latnir djóravinum um uml. 2-3 vikur. Spyrji eftir Barbu. Tlf. 448161/254847 FITTAR KANINIR Tvær fittar kaninir (hon) kunnu fást við at avheinta tær. Ring 226620/313320 KETTLINGAR Tveir sera fittir kettlingar fáast við at avheinta teir. Tlf. 216500, Strendur AKVARIUM Eitt 128 l. akvarium við aluminium rammu og aluminium borði, pumpu, ljós og hitalikam til sølu fyri 1.300 kr. Tlf. 311490 DVØRGAHAMSTRARAUNGI verður latin djóravini. Tlf. 319218 PAPAGEYKUR TIL SØLU Um hóskandi boð fæst, er ein Pennauts Parakit til sølu. Longd 36 cm. Sera litrík.Ansvein Sigurðsson, Túgvuvegur 1, Klaksvík Tlf. 271207 HYGG HER! Sera fittur hundahvølpur 10 vikur gamal, verður latin til djóravin. Hann er sera friðaligur og vakur. Ring 553355 ella 313858 EG LEITI EFTIR plantum ella stiklingum til eitt akvarium, sum tú hevði kunna givið mær. Ring til Jóhan á 263425 EIN SERA FITTUR kettlingur leitar eftir góðum heimi. Hann er svartur, hvítur og brúnur. (ketta). Tlf. 254315 ZIBRA FINKU FUGLUR YNSKIST Er tað nakar, ið eigur Zebra finku hon, hannurin hevur mist sín maka og klárar ikki at liva einsamallur. Tlf. 510171 HUNDAHVØLPAR Fittir hvølpar verða latnir til djóravinir. Tlf. 318814 HYGG HER! Vit eru 5 marsvínaungar, sum gjarna vilja hava eitt heim. Um tú vilt hava ein av okkum, ring so á tlf. 452081 ella 224481 AKVARIUM TIL SØLU 4 mðr. gamalt akvarium 25 l. við pumpu, hitalikam, lampu og fiskum til sølu fyri kr. 800,- nýprísur kr. 1.300,- Ring 319913 MARSVÍNABÚR? Hevur nakar eitt innandura marsvínabúr at lata okkum? Vinarliga ringið 321702 um kvøldið HUNDAHVØLPUR Sera fittur »bamsutur« hvølpur undan lítlari tík verður latin. Hann er brúnur og talan er um eitt lítið hundaslag. Tlf. 321702, um kvøldið INNIBÚR til kaninir og marsvín til sølu fyri 450 kr. Nýprísur 695 kr, er uml. 1/2 ára gamalt, men bert brúkt í uml. 3 mðr. stødd l. 80 x h. 40 x b. 48 cm. Tlf. 229807, Klaksvík Fundir HEILAFELAGIÐ! Jólahugni verður á Sernámsdeplinum leygardagin 6. des. 2003. kl 15. Møti fjølment! Nevndin TÓNLEIKASAMTAKIÐ GRÓT Árligi ársaðalfundur felagsins verður í hølunum hjá Gøtu Menningarfelag leygarkvøldið tann 29. nov. kl. 20. Dagsskrá smb. lógum felagsins. Tónleikasamtakið Grót Húsarhaldstól KØLISKÁP YNSKIST Køliskáp ynskist til keyps, stødd 56 x 56 x 122. Tlf. 310208/260535 TURKITRUMLA TIL SØLU Manglar reim, annars í góðum standi, væl viðfarin, 1.000 kr. Tlf. 316219 TURKITRUMLA TIL SØLU Turkitrumla, 2 mðr. gomul til sølu. Tlf. 210934/319047 GRAM FRYSTIBOKS h. 90, b. 65, l. 132 við glasloki til sølu. Tlf. 503249 Innbúgv HANDILSINNBÚGV Vit selja alt okkara handilsinnbúgv fyri sámuligar prísir. Nógvar hillar, spegil og annað. Tlf. 361607 HORNASOFA TIL SØLU Ein góð svørt hornaleðursofa til sølu fyri 4.000 kr. Tlf. 443016 SVART GRANIT vask/borðpláta til sølu fyri 3.000,- Nýprísur 6.500,- bert brúkt í 4 mðr. Tlf. 310716/510716 SKENKUR Hvítur skenkur til sølu fyri 300,- Tlf. 310716 BOXMADRASSA YNSKIST Er tað nakar, ið hevur eina boxmadrass 120 x 200 cm. at selja okkum? Tlf. 224444 eftir kl. 15 VEGNA FLYTING eru hesir lutir til sølu, song 140 x 200 cm. Træ vitrinu hornaskáp, cd haldarar, Zanussi vaskimaskina. Áhugað ring 223333 TIL SØLU Innhurðar til sølu. Tlf. 315824 YNSKIST Lítil glas ljósakrúna ynskist til keyps. Tlf. 510056 MAHOGNY REOL 4 x 4 rúm til sølu. Nýggjur prísur 4.500,- nú til sølu fyri 1.500,- Tlf. 510056 SOFA TIL SØLU Vælhildin ljósabrún velour hornasofa til sølu. Sær gott út. Tlf. 332260 TIL SØLU 3-manssofa úr toy til sølu fyri 1500 kr. Sær gott út. Tlf. 210207 SOVISOFA TIL SØLU 3 ára gomul, væl hildin grá sovisofa við pøllum til sølu fyri einans 500 kr. Saltangará, tlf. 260590 TIL SØLU vegna plásstrot selja vit eitt 1/2 ára gamalt telduborð fyri 800,- Nýprísur 1.500,- Tlf. 441839/229814 eftir kl. 16 SOFA TIL SØLU Mintgrøn 3-mans sofa úr bustaðari bummull til sølu fyri 300 kr. vegna flyting. Tlf. 313488/313806/226260 TIL SØLU Spísiborð, stólar, skótabúni, konfirmatiónskjóli o.a. Tlf. 316813 DUPULTSONG við botnum, mát 180 x 200, er úr lút/olju viðgjørdari furu, umframt 2 springmadrassur, til sølu, saman ella hvør sær. Tlf. 315056 INNHURÐ TIL SØLU Ein fyllings lútviðgjørd træ innhurð til sølu fyri kr. 800,- (nýprísur kr. 1200 óviðgjørd). Sær út sum nýggj. Tlf. 318811 REOLVEGGUR TIL SØLU Reolveggur í svart beisaðari eik til sølu fryi 2.000 kr. 1 sekt. við undir/yvirskáp + bókahillum. 1 sekt. við undirskáp/hill til sjónvarp. 1 sekt. við undir/yvirskáp við glashurðum. Tlf. 315321 ÓKEYPIS Bert við at avheinta kanst tú fáa brúktu koyggjusong okkara. Hevur eitt minni brek. Tlf. 314624/214521 Leikur CHOU-CHOU-DUKKUR Er tað nakar, ið hevur onkra Chou- Chou-dukku liggjandi, sum ikki verður spælt við meira? Eg eigi 3 gentur, ið ynskja sær Chou-Chou. Hevur tú hug at selja, so ring endiliga til mín. Tlf. 457790 ella 265946 LEGOHÚS Er nakar sum eigur lego-duplohús, og vil selja tað? Vinarliga ring tlf. 449996 Lutaseðlar NEYTAMYKJUKAPPING 25. okt. 2003 til frama fyri námsferð hjá 3P á Føroya Læraraskúla. Vinnararnir eru 920, 940, 960 og 980. Takk fyri stuðulin. 3P á Føroya Læraraskúla Matur TIL SØLU Ærs- og lambskrov, verður koyrt til dyrnar í meginøkinum. Tlf. 218101, Velbastaður NEYTAKJØT 1. floks neytakjøt til sølu. Tlf. 441269/281982 Pløgg KONFIRMATIÓNSKJÓLI Hvítur konfirmatiónskjóli, sera vakurt og ungdommiligt snið. Eisini eru italienskir skógvar til, stødd 37. (Konfirmatiónskjólin er sjálvdesignaður.) Tlf. 322950 EG ÁTAKI MÆR at leggja buksur upp, skifta lynlás og líknandi. Tlf. 319047 BARNASKÓGVAR TIL SØLU Tvey pør av barnaskógvum til sølu. Aðrir beige v/ myrkabrúnari strípu, stødd 33 og hinir svartir, stødd 33. Feilkeyp, pr. stk. 150. Ongantíð brúktir. Tlf. 510056 TROYGGJA til føroyska mannfólkabúnan, mynstrut, std. M til sølu. Tlf. 315056 TIL SØLU 2 stk. grønar skótaskjúrtur til sølu. Tlf. 316999 BRÚÐARKJÓLI TIL SØLU Ráhvítur brúðarkjóli til sølu fyri kr. 4.000,- Nýprísur kr. 8.000,-. Við í keypinum er undirskjúrt, taska, slør og skógvar. Áhugað kunnu ringja tlf. 314232 ella 514232 VÆLHILDIN BARNAKLÆÐIR til drong 3-4 ár. Prísin snakka vit um. Klappstólur 100 kr. Tlf. 317770 eftir kl. 18 Sjavs SJAVSKAPPING verður týsdagin 25. nov. kl. 19. Øll eru vælkomin. Tórshøll SJAVSKAPPING verður á Svangaskarði mánadagin 24. nov. kl. 18.30. Tofta Ítróttafelag SJAVS Sjavskapping verður í Felagslonini í Fuglafirði fríggjakvøldið 21. nov. kl. 19. Eldrafelagið Borgin SJAVSKAPPING verður sunnudagin kl. 16.00. Tilmelding ikki neyðug. NSÍ SJAVSKAPPING verður í LÍF-húsinum hóskvøldið 20. nov. kl. 18.45. LÍF NORÐOYAMEISTARAHEITIÐ Í SJAVS verður í bygdarhúsinum í Haraldssundi leygardagin 29. nov. 2003 kl. 13.00. Spælt verður um ferðasteyp og steyp til 4 tey fyrstu pørini. Bygdafelagið »Ljósið« Súkklur DREINGJASÚKKLA til sølu fyri kr. 200,- Aldur uml. 6-8 ár. Tlf. 319265 TIL SØLU Ein Yamaha FS1, 4 gear, 1 hjálmur + eyka útstoyt. Tlf. 250102 DREINGJASÚKKLA Súkklan er til 12-14 ár, hevur 4 gear, keypt úr Kollafirði (nýprísur 3.500 kr.) lítið brúkt, til sølu fyri 1800 kr. Tlf. 443211 TIL SØLU Ein nýggj Peregian Mustang súkkla, 7 gear, til sølu fyri 2.000 kr. Tlf. 255279 APRILIA RALLY TIL SØLU hevur koyrt 9.900 km. Er í góðum standi. Tlf. 260308, Regin PRUTL YNSKIST TIL KEYPS Er tað nakar sum selur eitt gamalt prutl í góðum standi fyri max 2000 kr, so sig mær frá. Tlf. 314687/263140 TIL SØLU Vínreyð harrasúkkla av merkinum Rocky við 18 kervum bíliga til sølu. Tlf. 257956 SUZUKI GSX-R 1100 árg. 96, 156 HK bíliga til sølu. Tlf. 270622 VIRAGO XV35 XV 535 til sølu. MC-Sølan, tlf. 216300/315674 CROSS YNSKIST Er tað nakar, ið hevur eina Aprilia RX/MX 50 at selja mær, so ring aftaná kl. 16 á tlf. 219480 APRILIA SR50 til sølu. Er í góðum standi. Bert koyrt 4700 km. Selist tí eg havi keypt mær bil. Ring 317647 eftir kl. 18.00 SØKT VERÐUR EFTIR einari Aprilia RX ella Derbi Senda R. Tlf. 315921 eftir kl. 19 SKUTARI TIL SØLU Ein sera snøggur skutari av merkinum Honda X8R-S til sølu fyri 16.000,- ella hægsta boð yvir. ahh@kallnet.fo, Tlf. 321283/255909 3-HJÓLAÐ SÚKKLA Er tað onkur, ið eigur eina 3-hjólaða súkklu at selja mær? Anna 2 ár. 282528 Teldur PLAYSTATION Playstation I við 2 joystikkum, memorycard, bootchip og umleið 30 spølum til sølu fyri kr. 1.000,- Tlf. 444630 ella 222731 OLIVETTI TELDA TIL SØLU 120 MHz, 40MB Ram, 1GB harðdisk, Windows 98. 15” CRT skermur við innbygdum hátalarum. Væleydnað til skúlabrúks. Til sølu fyri 800,- Ring á tlf. 224721 TELDA TIL SØLU 1.2 Ghz, 1Gb ram, 40+80Gb HD, TV-kort, Soundblaster Live 5.1 Platinum ljóðkort, GeForce ti 4200 128Mb grafikkort, 100Mbit netkort, 52xBrennari, Dvd drev, tráðleyst knappaborð og mús, 17”skermur, Lasat Safire 560 externt modem. Prísuppskot 8500,- Ring á tlf. 225423 eftir kl. 15 PLAYSTATION I ELLA II ynskist til keyps. Tlf. 333988 ella 226623 eftir kl. 18.00 EFTIRLÝSING Um nakar liggur inni við eini Sega Mega Drive, Super Nintendo ella vanlig Nintendo 8 bit vil eg fegin keypa. Tlf. 509167 PLAYSTATION II og 1 joystik til sølu fyri kr. 2000 – einki brúkt. Tlf. 263826 ella 311587 SPØL TIL SØLU Commandos 3, Soldier of furtune 2, Indiana Jones and the Emperors tomb, Worms World Party, Red Alert 2, GTA 3, Til PC. Ring á tlf 220405 ella 350519 NINTENDO 64 TIL SØLU tann perfekta jólagávan v/ 6 spølum og tveimum joystikkum. Til sølu fyri 1.000,- kr. ella hægsta boð yvir. Tlf. 321283/255909 Leygarkvøldið verður finalan í singer/songwriter 2003 hildin í Hafnia Lounge TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Hotel Hafnia gjørdi í heyst av at royna nakað nýtt. Hugskotið var ein tónleikakapping, men ikki hvør sum helst kapping. Talan skuldi vera um eina kapping, sum passaði til umstøðurnar hjá hotellinum á Àarvegnum. Hugskotið gjørdist veru- leiki, og singer/ songwriter 2003 hevur til tey trý undanumførini savnað hópin av fólki. Karmarnir eru tann snotuliga Hafnia Lounge, og kappingin hevur rættiliga kveikt lív í nýggjastu innrættingina hjá Hafnia. Undanumførini eru nú liðug, og leygarkvøldið verður tann stóra finalan. Spenningur Sum so líkist finalan ikki nógv burturfrá undanum- førunum, men fyri hvat viðvíkur spenningi, er finalan leygarkvøldið nakað heilt serligt. Tað er stutt sagt ógjørligt at finna nakran favorit millum finaluluttakararnar. Ronni Poulsen úr Havn er tann, sum hevur bíðað longst eftir finaluni. Hann vann fyrsta undanumfarið hin 11. oktober. Tá sang hann inniligar sangir, og dómararnir hildu, at hann hevði uppiborið pláss í finaluni. Ronni legði eina við, at framførslan hjá honum skuldi betrast munandi til finaluna, og leysasøgurnar vilja eisini vera við, at hann hevur vant dúgliga undan finaluna. Finnur Jensen var tann næsti, sum vann sær pláss millum luttakararnar í finaluni. Annar av oddamonnunum í helst best umtókta tónleikabólkinum í Føroyum í løtuni, Páll Finnur Páll, vann á partamanninum Páll Oddi fyri at vinna sær sæti í finaluni. Finnur spælir løtt løg við sínum egna stíli av tekstum, og tað kunnu fólk vænta sær leygarkvøldið aftur frá Finni. Undan tí síðsta undan- umfarinum høvdu tveir ungir menn tryggja sær sess í finaluni. Í so máta gjørdist síðsta undanum- farið, har tveir finaluttak- arar skuldu finnast, einki undantak. Ávíkavíst 19 og 22 ára gamlir sungu og spældu Høgni Reistrup og Kristleif Zachariasen seg í finaluna. Høgni er kendur úr millum annað Lawetz og Føroya Symfoniorkestri, men Kristileif var eitt óskrivað blað, tá hann møtti upp á Hafnia til singer/songwriter. Kristleif spælir eitt rættiliga eyðkent slag av singer/songwriter tónleiki. Hjá Høgna Reistrup koma tónlistarligu royndirnar honum rættiliga til góðar. Tað er týðuligt, at ungi havnardrongurin hevur savnað sær hópin av royndum og dugir at fáa nógv burturúr. Reglarnir fyri kappingina siga, at hvør luttakari skal syngja tveir egnar sangir á føroyskum, og tann triðja sangin er upp til luttakaran sjálvan at velja júst tað, hann hevur hug til. Vinningur Tá serkønu dómararnir leygarkvøldið hava tikið støðu til, hvør er besti singer/songwriter á hesum sinni, so bíðar ein óførur vinningur. Umframt gávukort frá Hotel Hafnia fær vinnarin eisini tveir dagar í góðum umstøðunum í studio hjá Útvarpi Føroya. Eitt av endamálunum við kappingini er at kveikja lív í tónleikalívi og bjóða fram eitt spælistað í høvuðsstaðnum fyri bæði royndar og óroyndar tónleikarar. Tískil er tað natúrligt, at vinningurin eisini gevur vinnaranum møguleikan at fara víðari við tónleikinum. Ùtvarpi Føroya, sum hevur sent frá øllum und- ankappingunum, verður eisini á staðnum leygar- kvøldið og fer at taka upp frá kappingini. Finalan byrjar leygar- kvøldið kl. 21. Norska reiðaríið Fjord Line, sum hevur rutu millum Hanstholm og Bergen, hevði ikki væntað kapping frá Smyril Line nú FERÐAMANNA- SIGLING Árni Joensen fartekst@mail.dk Boðini, um at "Norrøna" fer at sigla millum Hanst- holm og Bergen frá 10. januar, komu sambært Bergens Tidende púra óvart á leiðsluna í norska reiða- rínum Fjord Line, sum eisini hevur eitt skip í rutu ímillum Bergen og Hanst- holm. Hetta er eitt skip, sum felagið keypti í Avstralia. Kunningarstjórin hjá Fjord Line, Atle Kvamme, sigur við blaðið, at tey høvdu væntað at fáa kapp- ing frá Smyril Line, men at tað kom sera óvart á fe- lagið, at boðini komu júst nú. Leiðarin á skrivstovuni hjá Smyril Line í Bergen, Knur Seime, sigur við Bergens Tidende, at felagið hevur ikki avgjørt enn, hvat tað fer at kosta at sigla við "Norrønu" ímillum Bergen og Hanstholm, men hann væntar ikki prískríggj við Fjord Line. - Okkara prísir eru rætti- liga lágir í ávísum tíðar- bilum, og vit hava næstan einki út at geva, sigur Knut Seime við blaðið. Klárt til finaluna í singer/songwriter Høvdu ikki væntað kapping frá Smyril Line nú C M Y K 23 22 NINTENDO OG SPØL TIL PLAYSTATION I TIL SØLU Nintendu til sølu, 3 joystik, 2 spøl, Golden eye 007, Harvest body kostnaður tils. kr. 950. Tvey playstation I spøl til sølu, Digemon og Jadecocoon, kostnaður kr. 200. Eitt telduspæl til sølu, Diablo1, kr. 100. Tlf 310640 BLEKK PATRÓN til HP 350i og HP 350CBi óbrúkt. Til sølu fyri 250 kr. (+ frakt). Tlf. 0045 86428627 0045 26747474, eisini SMS Tónleikur ROLAND V-DRUMS super til studio ella live, rættiliga nógvir møguleikar, selist fyri ca. 1/2 prís. Ring eftir skúlatíð. Tlf. 265938 MANDOLIN Er onkur, ið hevur eina brúkta mandolin at selja mær? Tlf. 319071, Knút EL-GUITAR TIL SØLU Óbrúktur 1/2 ára gamal Yamaha AEX500 hálv-akkustiskur guitar við tveimum innb. mikrofonum (Magnetic Pickup og Piezo Pickup), einum 15 W VOX forsterkara og fótstativi til sølu. Ljóðar einastandandi. Nýprísur 8500 kr., til sølu samlað fyri einans 4500 kr. Saltangará, tlf. 260590 MP3 SPÆLARI ein archos jukebox recorder 10 gb mp3 spælari. er 11.5x8.3x3.4 cm stórur. hevur usb interface til sølu fyri kr 1700. Tlf. 313471/507585 MULTIPEDAL TIL EL-GUITAR Ein Digitech RP2000 til sølu fyri 4.500,- Pedalin er so at siga óbrúkt. Nýprísur 6.150,- Tlf. 223177 Flóvin ella 224958 Rúni EG HAVI ein 1 ára gamlan Ibanez RG, sum eg ikki brúki. Hann er vælhildin og kostaði 5.000 kr. nýggjur. Til sølu fyri 3.000 kr. Kassi virði 900 kr. fylgir við. Tlf. 229979 TIL SØLU Ein Gibson studio guitar v/kassa til sølu fyri 7.000,- kr. Nýprísur 12.000 kr. Tlf. 221184 BÝTI UM Eg eigi fløgur og LP, danskar og útlendskar. Eg leiti eftir føroyskum fløgum. Tlf. 0045 86428627 0045 26747474, eisini SMS Út- & Sjónvarp YNSKIST Gott brúkt sjónvarp ynskist. Tlf. 370016 SLIMLINE DVD TIL SØLU Ein sera snøggur DVD avspælari sum kann alt. (MP3/Picture CD/CD/CDRW). Merki er Unital 3054M. Hevur Dolby Digital, DTS og er regiónsfríur. Til sølu fyri 1000 ella hægsta boð yvir. Tlf. 321283/255909 SJÓNVARP TIL SØLU 28" 100 Hz silvurlitt Samsung v/ Virtual Dolby surround. Nýprísur 8.790,- til sølu fyri 7.000,- Tlf. 327283/255909 TIL SØLU Móttakari til parabol (digital) av merkinum Strong – 1500 kr. Tlf. 448097/748097 Ymiskt RUSK-KONTEINARI Rusk-konteinari á hjólum ynskist til keyps stødd uml. 1x2m. Skriva ella ring á tlf. 228118 TIL SØLU Ein ferð fyri 2 v/ bili til Hanstholm ella Bergen til sølu. Tlf. 444127 NOKIA 5510 til sølu, hon er 2 mðr. hevur Fm radio + mp3 spælara og oyrasnigil, selist vegna feilkeyp fyri 1200 kr. Nýprísur 2500 kr. Tlf. 423258/256119 PENSIÓNISTAFELAGIÐ HØFT Tvøroyri, hevur køkutombola fríggjadagin 28. november í Keypssamtøkuni. Nevndin EYDNAN Jólasølan verður 23. november 2003, frá kl. 16.00-19.00. Eydnan YNSKIST Stál garderobuskáp ynskjast til keyps. Ring 319028 eftir kl. 18 VEVUR TIL SØLU Vælhildin LERVAD vevur, vevibreidd 80 cm, 6 trampar, 4 skaftir til sølu. Tlf. 423471 TANN ÁRLIGA JÓLASØLAN hjá Skála Ítróttafelag verður í Bygdasalinum leygardagin 29. nov. kl. 16.00. Skála Ítróttafelag TIL SØLU Siemens C35i fartelefon, lítið brúkt. Prísur 500 kr. Tlf. 264300/223192 MÁLNINGUR TIL SØLU Málningur hjá Finnleif Mortensen við motivi úr Tjørnuvík til sølu fyri 4.000 kr. Tlf. 448087 PARTABRÆV Í SMYRIL LINE til sølu fyri 2.000 kr. Tlf. 448087 JÓLATOMBOLA VÍF hevur jólatombola sunnudagin 30. nov. í Ítróttarhøllini. Á lutaseðli m.a. flogferð við Mærsk. VÍF ERICSSON T208 Mobiltelefon til sølu, lítið brúkt, nývirði 1500 kr. nú 600 kr. Tlf. 321364/316422 TIL SØLU 2 nýggjar vakrar úthurðar úr plastik við vøkrum fyllingum og rútum til sølu vegna feilkeyp. Ongantíð brúktar ella isettar. Stødd 91x200 cm, vinstra inn. Prísur 7000,- kr/stk. (Nýprísur 7900,-kr/stk). Mynd kann sendast umvegis teldupost um ynskist Tel. 266070 OLJUTANGI TIL SØLU Innandura oljutangi til sølu fyri kr. 1.000,- Tlf. 210134 ÆTLAR TÚ at ferðast til fjareystur? t.d. India, Sri Lanka, Malaysia,Singapore, Thailand...bið um tilboð á lankatrip@hotmail.com Sera bíligir ferðaseðlar úr London. lankatrip@hotmail.com GRUNDØKI TIL SØLU Um hóskandi boð fæst, er eitt grundøkið – 608 fermetrar til støddar – í Trongisvági (Øravíkarlíð) til sølu. Tlf. 332473/223073/573946 FJØLBROYTT JÓLASØLA í Smiðjuni í Lítluvík, leygardagin: 22. nov. kl. 10:00 – 18:00 og sunnudagin 23. nov. kl. 16:00 – 20:00. Ágóðin fer til hjálpararbeiði í Føroyum. Kiwanis Rósan SMS CHATBOARD óbrúkt til Nokia 51xx og 61xx model, góð til m.a. SMS, Telefonbók v.m. fyri 150 kr. (+ frakt) Tlf. 0045 86428627 0045 26747474, eisini SMS UPPLADARI til Ericsson 626, óbrúkt við antennu til sølu fyri 100 kr. (+ frakt). Tlf. DK 0045 86428627 0045 26747474, eisini SMS GARAGUHURÐ TIL SØLU Linbad garaguhurð, galvanserað stál, hvít við motori 2550x2150 mm. Nýprísur 12.600, selist fyri 11.800. Ring á Tlf. 263181 eftir kl. 12.00 GARAGUHURÐ TIL SØLU Vegna skeiv mát tikin, av slagnum Crawford 2750x2100 mm, hvít v/ fyllingum, 1 rútasektión. Hevur motor. Nývirðið 19.000 kr. nú 18.200 kr. Ring Tlf. 217686