Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. apríl 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 tíðindablaðið S0Sjalurfin Nr. 77 — 25. APRÍL 1998 Sandoyggin var einaferð háborg Sjálvstýris- floksins - tann tíð kemur aftur Tað var við ikki sørt eyð- mýkt, at eg havi latið meg stillað upp til løgtingsvalid komandi í Sandoyar val- demi. Sandoyggin var einaferð sjálv håborgin hjá sjålvstyr- isflokkinum. Í mong ár áttu vit bæði tingumboðini í oynni — til spjaðing kom í, og vit mistu fyrst annað og tínæst hitt umboðið. Mangir góðir sjálvstýris- menn hava umboðað oynna, tann tíð tað var. Menta- menn, sum sóust aftur í samfelagnum, sum tá var — menn, sum eg í fluttari merking røkki ikki til kníggja — og kortini havi eg dittað mær at stillad upp. Ikki ti. Sandoyggin hevur eisini aftan å at flokkurin mistu síni fólkavaldu um- boð í oynni, staðið sjålv- stýrisflokkinum nær; og sum partur av skiftandi samgongum, við umboði í landsstýrinum — eisini hes- um seinasta — eiga vit okk- ara leiklut í teirri stóru menning, sum hóast alt hevur verið hesi oyggj fyri. Vit hava verið við til at taka tung tek, tá talan hevur verið um at betra um ferða- sambandið til og úr oynni. Seinast við at prioritera nýggja fergu til farleiðina Gamlarætt-Hest-Skopun i fyrstu rød. Vit hava verið við til at betra um havnalggini i oynni, seinast við at seta 10 mill. kr. av á galdandi fíggj- arløgtingslåg til leingjan av Skeråsendanum i Skopun til tess at sleppa undan undir- sjóvarportrinum. Okkara landsstýrismanni í sam- ferðslumálum fyri at takka. Vit hava verið við til at betra um eldraforsorgina, og okkurt sæst eftir á ment- anarøkinum — fyri bert at nevna nøkur mál, sum flokkurin hevur verið við til at fremja í nýggjari tíð. Men enn er ikki komið á mál. Sandoyggin man vera hon, sum varð meinast rakt, tá kreppan tók seg upp í okkara samfelag og alt rap- aði. Tað er at fegnast um, at tað aftur er farið at bragda; men vit gevast ikki, fyrr enn borið er so í bandi, at ar- beiði aftur verður til allar vinnuførar hendur í oynni. Hjá teimum, sum vegna vinnuloysi var neyðugt at leita burtur í lonnur lond at finna sær arbeiði, skal skap- ast møguleiki fyri at venda aftur. Góðu sandoyingar! Sjålv- styrisflokkurin fer fram- haldandi at virka fyri, at Sandoyggin fær lut i menn- ingini f okkara samfeag, utt- an mun til, um flokkurin fær umboð valt í oynna ella ikki. Men sjálvandi verður tað mikið lættari og íkki minst eyðsýniligari, um vit vinna valið og fáa aftur ann- að umboðið, sum vit mistu á sinni. Farið tí á val 30. apríl og veljið sjálvstýrisflokkin. Tórbjern Poulsen, valevni Sjálvstýris- floksins í Sandoyar valdømi ho 6 LTL 0 0. Ein nýggjan hugburð! Vit standa yvir fyri stórum rembingum — heimurin sum heild og Feroya land og fólk. Alla staðni rundan um okkum verður liberaliserað fyri at frígeva marknaðar- kreftirnar við tí endamáli at geva búskaparligan åvøkst Kunningartøknin, telesam- skiftið og annað tøkni gera sitt til at økja um ferðina á politisku og handilsligu broytingunum í altjóða samfelagnum Tíðin er komin til at flyta okkum úr teimum traditio- nellu politisku spurningun- um, høgra-vinstra ella loys- ing-samband, tí at hetta elvir meira til split og mis- nøgd, enn at tað er upp- byggjandi. Vit mugu hevja okkum frå tí annaðhvort søsialista hatandi veingin- um, ella ti mest arbeidara isolerandi åskodanini, ti her er alt annad enn samstarvs- stev at finna. Lættast er hjå kkum ungu at taka ny ggj- ar stødur og at hyggja fram- eftir við einum meira fríum »g óskerdum útliti. Meira enn aðrastaðni er tað ein veruleiki í Føroyum, at po- litiskur litur er eitt søguligt familjueydkenni Hetta kann vera skadiligt fyri kritiskari = hugsan um, hv tingini veruliga hanga saman, man rætt og slætt útihýsir nøkrum tank- um, tí at man ikki vil hoyra terr. Sjålvt um teir eru skila VUSSU sóðir E Eitt høvudseydkenni vid sjálvstýrisfloksins åskodan er hugsanin at samfelags- vevnadurin ikki tørvar at verða fasthildin av kreftum, sum toga hvør sin veg. Sta- biliteturin, harafturímóti, verður enn sterkari, um all- ar keftir leggja seg meira eftir at samstarva. Heildin vil tå standa sterkari úteftir ímóti tí stóra turbulenta um- hvervi, vit eru ein partur av. Vit mugu taka okkara egnu støðu, og er nýhugsan ein neyðugur setningur fyri at røkka bestu nidurstøduni. Nýhugsan er eisini lykla- orðið, hvat ið søguliga sjálvstýrisstríðnum viðvík- ur. Altjóða samfelagið, vit nú umhugsa at kasta okkum út í, er ikki tað sama, vit stóðu yvir fyri eftir kríggið. Tá var tað ein heimur, samansettur av nógvum stórum londum, væl av- markað hvert ímóti øðrum Nú eru landamørkini í prak- tiskum týdningi næstan horvin sum úrslit av víð- fevnandi liberaliseringum og framvinningum av slóð- brótandi tøkni, tað verið seg kunningartøkni ella tele- samskiftist6l. Kappingin er nógv harðari av í sama, ja, flestu altjóða fundarskráir snúgva seg um fulla frígev- ing av marknaðarkreftun- um Vit, sum vilja fult sjålvstyri, fullan avgerdarrætt og rætt til tilfeingi og fyrimunirnar av okkara samfelagsgerð- um, mugu síggja í eyguni, at ein stór broyting skal til, áðrenn vit og samfelag okk- ara eru heilt klár til at leypa av rókini og finna sjålvstød- ugt flog, ein broyting í sam- felagsbygnadinum, tí al- menna og vinnuni. og i før- oyinginum sjálvum. Tey, ið eru best fyri at taka hetta takið, bæði í landsumsiting og vinnu, eru vit ungu, sum eru ein partur av hesum nýggja samfelagsveruleika Ein høvudslunnur, sum skal bera okkum å sjålv- stýrisleið, er vinnulívið Men har eru grundleggjandi trupulleikar nú, sum mugu loysast. Taka vit ein tvør- skurð igjøgnum allar lið- irnar í vinnulívinum (pri- mervinnu, sekundervinnu og millumleverandørar), so sæst skjótt, at har vantar samansjóðing ímillum part- arnar. Hendan samansjóð- ing er alneyðug, tí í sein- asta enda er tað tann sam- anlagdi innsatsurin hjá øll- um, sum telur fyri endaliga úrslitið hjá búskapi okkara. Ymsu vinnugreinarar eru tengdar hver at aðrari, og sostatt kann vantandi hegni hjá tí eina ganga út yvir úr- slitið hjá hinum. Afturat reint tekniskum broytingum so sum kostnaðarlækkingar, brúk av nýggjari tøkni og so framvegis, so er tað ein hugburðsbroyting, sum skal til. Ístaðin fyri bara at krevja, er neyðugt at íðka fyri at kunna vænta nakað afturfyri. Vinnulidirnir hver ímóti øðrum mugu gerast meira tænastusinnaðir og viðskiftavinarligir. Eisini må størri ábyrgd og disiplin blíva ein náttúrligur partur av okkara arbeiðsmentali- teti, og, ikki minst, sam- starvssinni. Tað eru júst slíkir eginleikar, sum hava lyft aðrar tjóðir til besta kappingarføri í heiminum. Og tað eru hesir eginleikar, vit í sjálvstýrisflokkinum framhaldandi vilja arbeiða fyri, okkara samfelagi at frama Heini Hátún, valevni Sjálvstýris- floksins í Norðstreymoy Sosialurin á netinum www.Sosialurin.fo Hvi velja Sjálvstýrisflokkin! | Fyri at kunna velja ein po- | litiskan flokk, mást tú vita, hvat hann umboðar. Grundsjónarmið sjálv- | stýrisfloksins siga m.a. so- leiðis: Flokkurin er sjálvstýris- | flokkur, og málið er, at fór- oyingar taka fulla ábyrgd av tjóðini og fáa fullan av- gerðarrætt yvir henni. Flokkurin er sosiallibe- ralur og fyri, at samfelagið byggir á privata ognarrætt- in og á fyritakssemi hins einstaka. Ognarrætturin og figgjarlig ábyrgd eiga at vera knytt hvørt at óðrum. | Flokkurin byggir á kristnu sidalæruna og vil verja trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar- og vinnu- frælsi og er ímóti manna- muni og allari happing. A hesum grundarlagi hevur sjálvstýrisflokkurin sett sær fyri at tryggja lívs- grundarlag og sjålvsøgd rættindi hins einstaka borg- ara, at fremja ein rættvísan sostalan politikk eftir før- oyskum fortreytum og at menna føroyskan sidaarv, mål og mentan. Eins og likamid viknar, um ein partur av likaminum mistrivist, so viknar sam- felagid, um ein partur av samfelagnum mistrívist. Sjálvstýrisflokkurin hevur sett sær sum mál at hjálpa øllum landsins borgarum eftir tørvi, so at allir sam- felagspartar trívast. Tá styrknar samfelagið. Tað er ábyrgdarpolitikkur. Eitt dómi um samfelags- politikk sjálvstýrisfloksins er málið um skattalætta til pensiónistar. Hesum tekur flokkurin so hjartaliga undir við.Tá ið væntandi farið verður undir at kanna, hvussu nógvan pening fólki tørvar fyri yvirhøvur at liva her, ein livikorakanning, eiga vit eisini at hugsa um tey, sum kanska ikki fåa peningin at røkka. Eisini hesi, sum fåa minni enn teimum tørvar, skulu sleppa undan at rinda skatt, hóast so er kanska ikki í dag. Lág- markið fyri at gjalda skatt eigur at vera javnt við lægsta krav um mat í munn- in. Tað tykist legið fyrst at játta fólki neyðugan pening fyri síðan at taka ein part aftur. Her eigur høgra hond at vita, hvat vinstra hond ger. Vit skulu heldur íkki gloyma tey, sum fyri bara fáum árum síðan vórðu rik- in av landinum av neyð. Eisini tey eru í huga okk- ara. Her eru livilíkindi fyri fleiri enn 25.000 fólkum. Sjálvstýrisflokkurin hevur pláss fyri øllum landsins í- búgvum. Og tit ungu, eisini tit eru við í poltikki sjálvstýris- floksins. Setið tykkum inn í, hvat ymisku flokkarnir standa fyri. Lesið stevnu- skráir teirra og spyrjið, og takið síðan tykkara egnu av- gerð. Um ein flokkur virðir ikki sína egnu stevnuskrå, ruggar ikki alt rætt. Vitan er vald. Politiskar avgerðir í dag binda tykkum í morg- in. I stevnuskrå sjálvstýris- floksins finna tit loysnir å øllum målum til gagns fyri fólk og tjóð. Flokkurin er fyri øll: Fyri ung og gomul, sjúk og røsk, konur og menn, verkaf6lk og vinnu- fólk, mentafólk og ítróttar- fólk. Vit hava hugsjónir, og vit kenna veruleikan. Við hesum grundsjónar- miði stríðist flokkurin fyri, at politiskur taktikkur verð- ur manaður í jørðina, so at løgtingid fer at arbeiða við álvara, og vit fara at stríðast fyri at reka saman heldur enn at spiada. Vit fara at reka ein miðvísan, ábyrgd- arfullan framtíðarpolitikk. Set ein sterkan sjálvstýr- isflokk inn á ting — tað loysir seg. Hans J. Hermansen, valevni Sjálvstýris- floksins í Suðurstreymoy Kórstevnan 1998 beint fyri stavn Fyrri forvenjingarnar verða á Oyrarbakka sunnudagin kl. 15.00. Stóra felagskórstevnan í ár verður, sum áður fráboðað. í Fuglafirði dýra biðidags vikuskiftið 7.-9. mai. Til tess at gera tað lættari hjá sangarunum beinanvegin at sleppa til verka við kórsangi, tá ið stevnan byrjar, og sleppa kórleiðaranum Garðari Cortes undan at skula venja stemmur, verða tvær fyrireikandi venjingar, har 4 kórleið- arar arbeiða saman um hetta forarbeiði. Fyrra venjingin verður á Felagsskúlanum á Oyrarbakka í morgin, 26. apríl, kl. 15.00, og tað eru hesir fýra kórleið- ararnir, sum hava hesa venjingina um hendur: Frits Jo- hannesen, Heðin Kambsdal, Olavur Hátún og Hans Erland í Brekkunum Kórsamband Feroya