Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. apríl 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 77 — 25. APRIL 1998 Tað ræður um at hugsa stórt Spurningurin um, hvussu vit kunnu gera føroyska tónleikin til eina útflutningsvóru, varð tikin upp EMiL L. JACOBSEN Hóskveldið hevdi løgtings- madurin Kristian Magnus- sen úr Javnaðarflokkinum sett føroyskum tónleikarum og øðrum, sum hava nógv við tónleik at gera, stevnu á Javnaðarcaféini í Gongu- gøtuni í Havn. Endamálið var at fáa sjónarmið fram um, hvussu vit kunnu menna føroyska tónleikin úteftir, so at hann við tíðini kann gerast ein inntøkukelda hjá landinum. Kristian Magnussen legði fyri við at vísa á týdningin, tað hevur at skapa fyritreytir fyri alternativum vinnum í Føroyum. Løgtingsmadurin visti å tveir høvudsspurn- ingar: Hvat skal gerast fyri at fáa føroyskan tónleik upp á eitt professionelt stødi, og hvussu nógvar pengar skulu til fyri at gera hetta. Kristian Magnussen vísti á, at tað eftir hansara upp- fatan er betri at tveita peng- ar á sjógv og so vóna, at okkurt rekur inn á land aft- ur, heldur enn at sita hendur í favn og einki at gera. Framleiðsluumsteður og marknadarføring Síðani var orðið frítt, og nógvir (har vóru bert mann- fólk) av teimum, sum vóru komin, nýttu høvi til at siga sína hugsan um møguleik- arnar hjá føroyskum tón- leiki at gerast ein góð inn- tøkukelda hjá landinum. Terji Rasmussen úr Moi- rae legði fyri við at vísa á, at tað eftir hansara tykki eru tvær grundleggjandi fyri- treytir, sum skulu vera í lagi, um føroyskur tónleikur skal gera seg galdandi í út- londum. Fortreytirnar fyri góðum framleidsluumstød- um skulu vera í lagi, og her vísti Moirae-maðurin á, at vit ikki hava eitt veruligt, tipp-topp studio í Føroyum, og at meginparturin av før- oysku útgávunum verður mixaður í Danmark — nakað sum sýgur fleiri 100.000 krónur av landinum. Hin fyritreytin er sam- bært Terja Rasmussen, at marknadarføringin er í lagi. — Um vit skulu selja út- eftir, er tað av alstórum týdningi, at PR-arbeiðið er tíðindablaðið S0862U7 í lagi, segði hann. Terji Rasmussen helt tað vera skilabest at seta eina óhefta nevnd, sum so skal velja ein ella tveir bólkar út, og sum so skulu marknað- arførast í øðrum londum. Hann vísti á, at um bert ein av hesum bólkunum veru- liga megnar at slåa igjøgn- um, eru upprunaligu fløg- urnar smáar, tå hugsað verð- ur um avlopið, sum kemur heim aftur. Páll Arge, sum hevur ar- beitt nógv við føroyskum tónleiki í fleiri ár, vísti á Prix Føroyar-kappingina sum eitt gott høvi at selja føroyskan tónleik úteftir. Hann skeyt upp, at vit til næstu Prix Føroyar-kapping bjóða eini 4-5 kendum út- lendskum produsarum til Føroyar, so teir sjálvir kunnu síggja og hoyra, hvat føroyingar hava at bjóða. — Vit hava kreftirnar, og vit hava bólkarnar. Høvdu vit kunnað pussað teir av, høvdu teir uttan iva havt góðar møguleikar uttan- lands, segði Páll Arge. Hann vísti eisini á, at tað hevur týdning at koma inn- um, og at tað er sera torført, um tú ikki kennir onkran, sum er innanfyri. Annars varð eisini komið inn á altjóða Melodi Grand Prix-kappingina sum eitt gott høvi hjá føroyskum tónleiki at vísa sítt andlit úteftir Ein millión til tónleikin Síðani tók Kristian Mag- nussen aftur orðið og segði m.a., at tað hevur týdning at fáa hol á. Hann vísti á, at hugburðurin millum før- oyskar politikarar í hesum døgum ikki er fyri at brúka nógvar pengar. — Tað ræður um at fáa glid á, so síggja teir, at tað loysir seg, segði Kristian Magnus- sen, sum legði afturat, at um ein tílík ætlan skal koma á fíggjarlógina, verður tað helst ikki við meir enn ein- ari millión krónum. Fróði Vestergaard, sum m.a. er ein av fyriskipar- unum av Prix Føroyar, helt fyri, at henda milliónin í so fall bert skuldi verið brúkt til marknadarføring, og sum heild var semja um, at marknadarføring er alfa og omega, tá samanumkemur. Samanumtikið var fund- urin héskvøldid gevandi á tann hátt, at hol nú er sett á spurningin, um føroyskur tónleikur kann gerast ein verulig inntøkukelda hjá landinum. Fleiri sjónarmið komu fram, bæði frá politiskari síðu og frá tónleikarunum sjálvum umframt teimum, sum annars hava við tónleik at gera. Norðurlendskir tónleika- bólkar vinna nógv fram í hesum døgum, og eingin ivi er um, at vit í Føroyum ikki hava nakra orsøk til at halda okkum standa aftan fyri fleiri av hesum, sum nú fáa eina millión fyri og aðra eft- ir í kassan. Tað ræður bert um at bera rætt at, fáa rætta stuðulin og at hugsa stórt Kristian Magnussen ætlar nú at arbeiða fyri at gera føroyska tónleikin til eina alternativa inntøkukeldu hjá landinum Mynd: Alvur Haraldsen — Um vit skulu sclja føroyskan tónleik úteftir, er tað 19 av alstórum týdningi, at PR-arbeiðið er í lagi, segði Terji Rasmussen m.a. á kjakfundinum hóskveldið Mynd: Alvur Haraldsen Kristian Magnussen: Tydning at fáa glid á EMiL L. JACOBSEN — Eg havi alla tíðina vit- að, at tað íkki fer at verða lætt, men við eitt sindur av hepni eigur tað at bera til. Tað sigur Kristian Magnussen, legtings- maður, í sambandi við, at hann nú er farin undir at kanna møguleikarnar fyri at gera føroyskan tónleik til eina útflutn- ingsvøru. — Endamålid vid fund- inum i gjår var at seta hol å, so vit kunnu fåa stad- fest, hvat skal til fyri at selja føroyskan tónleik uttanlands, sigur hann. — Tað er neyðugt at vita frá byrjan, hvat skal til, og hvussu vit eiga at | Ssatsa. | Kristian Magnussen vísir á, at tað er neyðugt at víðka um føroyska nntókugrundarlagið, og at tað kann gerast við at selja føroyskan tónleik uttanlands. Og Kristian Magnussen hevur eisini } sen. | Ek Javnaðarflokkin aftan fyri seg í hesum málin- um. — Tað eru nógvir for- dómar, sum mugu fáast av vegnum, fyri at tingið skal taka undir við hes- um, men líka mikið, um eg sjálvur fái ávirkan ella ikki eftir valid, so fari eg at gera mítt til at minna flokkin á, at hetta er nak- að, sum kann vera vert at satsa uppá, sigur hann. Kristan Magnussen vísir á, at ein hugburðs- broyting må til, og at aðr- ir politikarar mugu skilja, at hetta kann lata seg gera. — Vit hava nógvar dugnaligar tónleikarar í Føroyum, og eg haldi, at vit eiga at stuðla øllum í | at gera tað, tey duga best | til. Um onkur bólkur hev- | 1} - v ur okkurt, sum er nog »Fløgan er ein partur av einum størri verki« Hetta sigur Jóannes Jakobsen, sum í gjár kom á marknaðin við nýggju fløguni »myrkursins gongumenn« TERJI NIELSEN Tå id farið var inn í nitiårini, var Jóannes Jakobsen eitt navn, ið ein bert setti í sam- band við fótbólt. Nú, góð átta seinni, er hann fløgu- aktuellur við tridju útgávuni hjá sær, ið ber heitið „myrkursins gongumenn<. Á fløguni eru 12 løg. Jó- annes hevur gjørt orð og lag til 10 av teimum. Bjørn Af- zelius eigur orð og lag til >Í barmi minum«, meðan Nic- las Johannesen hevur smíð- að lagið til >Aftan garðar<, og Jóannes Patursson eigur orðini til »So drågført«. Øl løgini eru rættiliga nyggj, og bodskapurin å fløguni er heilt avgjørt tjóðskapur, samleiki og frælsi! Listaframsýning í komandi viku Í sambandi við fløguiitgåv- una verður listaframsýning á torginum í SMS í komandi viku, har Jóannes fer at sýna fram yvir 30 málningar, sum hann hevur gjørt. Heiri av hesum eru avmyndadir i flýguhúsanum, og fleiri av málningunum eru gjørdir í tráð við tekstirnar. Jóannes sigur vid Sosial- in, at tað er heilt nyligani, at hann er farin undir at mála. Hann er, sum tey flestu munnu vita, fótbólts- venjari í Klaksvík, og av somu orsøk hevur hann havt nógva fritid har norduri, tá ið ikki hevur borið til at sleppa aftur til Havnar. Tá hevur hann so sitið á kam- arinum hjá sær á Sjómans- heiminum í Klaksvík og málað Tað er fløguhandilin 3'arin í SMS, sum gevur fløguna út. Hesin handilin er so við og við farin at gera meira og meira vart við seg sum flóguútgevari Jóannes Jakobsen (v.m.) saman við Høgna Zachariasen og Gissuri Paturssyni úr 3'aranum, sum gevur fløguna út