týsdagur 12. mai 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 87 — 12. MAI 1998
Felagið Fiskimannakonur:
Rusdrekka vanligt
umborð á skipum
Trupulleikarnir av rúsdrekka umborð á skipum eru nógv
stórri enn fólk geva sær far um, sigur Ingibjórg
Drangberg í Felagnum Fiskimannakonur
Turi KJØLBRO
Leygardagin hevdi Felagið
Fiskamannakonur adalfund.
Málið, sum stendur ovast á
dagskránni hjá felagnum, er
rúsdrekkatrupulleikarnir
umborð skipum. Felagið
hevur arbeitt við hesum
máli í eina tíð og herfyri
gjørdu nøkur avvarðandi
feløg hjá fiskimonnum við-
merkingar til målid, men
sum heild er ov litil undir-
tøka hjå myndugleikum at
fara undir itøkiligt stig at
basa trupulleikanum
Trupulleikin av
rúsdrekka umborð á skipum
er nógv stórri enn vit halda,
tíverri. Vit fara at stríðast
fyri at fáa eina lóg setta í
gildi, sum bannar rúsdrekka
umborð. Felagið hevur
fingið áheitan frá sjómans-
prestum og -trúboðarum og
gðrum um at arbeiða fyri at
fáa hesi viðurskifti í rætt
lag. Hesi vita um, at menn
fara til sjós og hava brenni-
vín við sær. Vit fara at royna
at fáa havnamyndugleikar
at hjálpa okkum við hesum,
sigur Ingibjørg Drangberg í
Felagnum Fiskimannakon-
ur
Myndugleikarnir halda
ikki, at trupulleikin er so
stórur sum hann í veruleika
num er. Sum skilst á Reið-
arafelagnum kundi man ikki
fara inn at nokta monnum
at fara í land at drekka seg
fullar í útlendskari havn, tí
tað kunnu vit blanda okkum
uppí, sigur Ingibjørg
Drangberg
Samstarv
Í Íslandi koma havnamynd
ugleskarnir og loðsarnir inn
í myndina og steðga monn-
um, sum fara avstað við
brennivíni í skjáttuni. Teir
verða meldaðir og í ødrum
londum verður tað sama
gjørt. Felagið Fiskimanna-
konur fer ti at arbeiða fyri
at fáa havnamyndugleikar-
nar við, soleiðis at hesin
E
trupulleikin verður loystur.
Menn kunnu vera edrúir og
so drekka seg fullar um-
borð, og í hesum føri hevur
felagið í hyggju at fáa Rús-
drekka- og Narkotikaráðið
inn í myndina at hjálpa til.
— Vit ætla okkum undir at
upplýsa meiri um trupul-
leikarnar, ið kunnu standast
av, at menn eru ávirkaðir
umborð. Har ætla vit eisini
at fáa Rúsdrekka- og Nar-
kotikaráðið at hjálpa okk-
um, men sjálvandi má man
byrja í heiminum hjá sær
sjálvum, sigur Ingibjørg
Drangberg.
Trygd
Trygdin umborð á skipu-
num sum heild er mál, sum
javnan er frammi í felag-
num hjá fiskamannakonum
— Vit vilja hava manning-
ar at fylgja trygdarskeiðu-
num, sum eru og royna
útgerðina umborð. Javnan
fáa vit at vita frá konum og
mammum, at tær eru
bangnar fyri monnum og
synunum. Nú er kunngerð
komin í gildi, sum sigur at
allir sjómenn skulu lúka
trygdarkrøvini áðrenn ásetta
tíð, sigur Ingibjørg Drang-
berg
Felagið savnar pening inn
til einkjugrunnin, sum letur
pening til einkjur tvær ferðir
um árið. Forkvinnan i
Felagnum Fiskimannakon
ur er limur í neyndini
Vit fara at royna at
hækka upphæddina. Sum er
fáa einkjur 1500 krónur fyri
hvørt barnið. Felagið studl-
ar grunnin við 50.000 krón
um um árið og tann pen
ingin fáa vit til vega við at
skipa fyri bingo og ødrum,
sigur Ingibjørg Drangberg
Bati
Føroya Fiskimannafelag ar
beiðir við somu málum,
sum Fiskimannakonur, men
Ingibjørg vil ikki siga, at
Fiskimannafelagið ger ov
líð við viðurskiftini hjá
tíðindablaðið
Jona Isaksen, forkvinna í
Felagnum Fiskimannakon-
ur Mynd: Alvur Haraldsen
sjómonnum.
- Tað kundi altíð verið
gjørt meir, men vit eru í
teirri stóðu, at vit merkja
trupulleikarnar beinleiðis.
Sjómenn eru bangnir at siga
ov nógv, og tí eru vit tali-
rérið hjá teimum, sigur
Ingibjørg Drangberg.
Viðurskiftini umborð á
skipum eru bøtt munandi,
serliga síðani Felagið Fiski-
mannakonur byrjaði at
virka. Felagið hevur arbeitt
fyri at fáa flótidraktir um-
borð og í dag eru draktir til
alla manningina umborð á
øllum skipum
Felagið hevur 160 limur,
men tað kundi hugsað sær
nógv fleiri
Tað eru 6000 limir í
Fiskimannafelagnum, so
ivaleyst eru nógvar konur
kring landið, sum kundu
tekna seg í felagið. Vit hava
sent sjó- og fiskimonnum
áheitan um at fáa konurnar
uppí. Felagið umboðar øll
øki í Føroyum uttan Suður-
yynna, vit hava roynt fleiri
ferðir at fáa konurnar við
har, men til fánýtis, sigur
Ingibjørg Drangberg
Í neyndini í Felagnum
Fiskimannakonum sita Jona
Isaksen, formaður, Hansa
Joensen, Nikolina Harald-
sen, Gertrud Heinesen,
Marjun Simonsen og Ingi-
bjørg Drangberg.
vaksin
&
rn i bili
(Danmark)
Danland
- íbúðir
í vika í
frítíðaríbúð
DanCenter
summarhús
1 vika í
frítíðaríbúð
(Noreg)
Hardanger
Feriesenter
1 vika í Úr einans
2 6.162.-
Pers Hotel
Í Gol år einans
i 4.962,-
(Hetland)
Easterhoull
Chalets “einans
í vika í
summarhúsi
Pakkaferð
til Islands |
Úr Foroyum mánadag
við 7 daga Ur einans
innivíst á
hotelli í 3 1 som
dupultkamari o 9
fyri hvenn
SØ Flúgv
Domi: Siglt verður annan vegin og flogið hinvegin.
og Keypmannahavn - Vágar
ella á
hinvegin 9 595,-
Ring og hoyr meira!
J.Broncksgøta 37
31 5900
e-mail: bookingØsmyril-linefo