mikudagur 13. mai 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 88 — 13. MAI 1998
tíðindablaðið S06127
Annika Hoydal:
Tað ber ikki til
at skilja systkinabørn
Føroyingar hava eina natúrliga trá til bæði sjálvstýri og felagsskap við tað danska,
sígur songkvinnan og sjónleikarin Annika Hoydal, í blaðnum Information 11. mai
— Vit spældu av og á, at vit
vóru tær fínu damurnar. Tær
sóu vit í gøtunum í Havn.
Um tú skuldi vera ordiliga
fín, so skuldi tú tosa danskt.
So vit lótu sum um vit
dugdu.
Soleiðis hugleiðir Annika
Hoydal, sum sjálv er úrslit
av einum donskum-før-
oyskum hjúnalagi, um
barnaárini í danska blað-
num Information 11. mai.
— Danir hoyrdu til elituna
í Føroyum. Skuldi tú tosa
við ein embætismann, so
var tað eini dani. Og hóast
nógv er broytt síðani tá, sita
upplivingarnar tó so fast í
kroppinum hjá flestu føroy-
ingum. At danir uttan nakað
vóru nakað. Tí er bankamál-
ið annað og meiri enn peng-
ar. Knappliga uppliva fólk
aftur, at danir taka avgerðir
uttan at spyrja føroyingar til
ráðs, akkurát sum tað hendi,
tá ið eg var barn, og at man
framvegis sum føroyingur
er tann lítli.
Danskt-føroyskt par
Annika tosar danskt sum
ein dani, hóast hon er før-
oyingur. Ella er hon dani?
— Eg eri eitt gott dómi um
sambandið millum hesi
bæði londini. Pápi mín
mátti sum so nógvir aðrir
føroyingar lesa í Danmark.
Tá ið Annar Heimsbardagi
kom til Danmarkar, slapp
hann ikki heim. Og tå ið
kríggið var av fimm ár
seinni, var pápi mín komin
saman við eini danskari
kvinnu, sum fylgdi honum
til Føroya.
— Tad er mamma min, og
tann blandingin er ikki
sjáldsom. Bæði londini eru
nærum gift inn í hvørt ann-
að. Danir eru í flestu før-
oyskum familjum, sigur
Annika.
Men hví so alt tosið um
sjálvstýri og loysing?
— Eg haldi, at tað snýr seg
um, at føroyingar vilja vísa,
at teir duga sjålvir. Tad er
sålarfrødi, å sama hått sum
Danmark og ES. Um Før-
oyar kundu klåra seg sjålv-
ar heyði tað verið gott, sigur
Annika Hoydal.
— I mini verð eru Føroyar
ikki tad sama sum til dømis
Bornholm í mun til Dan-
mark. Fólk hava búð í
oyggjunum í Norðuratlants-
havi síðani 800-talid. Tað
gevur fólki nøkur sereyð-
kenni, eina ávísa áskoðan á
náttúru og univers, sum ikki
ber til at greiða frá. Men fert
tú til Svgríkis, sært tú eisini,
at mentanin er ein onnur
enn í Danmark. Tvey ym-
isk fólk. Ein dani elskar at
fara í skógin ein túr. Eg tori
als ikki at fara har einsa-
møll, tí eg føli at trøini
byrgja meg inni. Hinvegin
sakni eg útsýnið — tað út-
sýnið sum er høgt uppi á
einum fjalli har tú sært yvir
hav.
Men hvar eru so bondini
til Danmarkar?
— Jamen, tað ber ikki til
at taka burtur tað, at vit hava
blandað okkum. Túsundir
av føroyingum búgva i
Danmark og túsundir av
dønum i Føroyum. Sjålv-
andi eru altid fanatikarar,
sum heldur vilja hava loys-
ing í øllum vidurskiftum.
Men tey flestu fara altid at
seta Danmark f samband
vid tøtt bond. Tað trúgvi eg
nógv gloyma, tá ið tey fyrst
eru farin í eitt orðaskifti um
tvey ymisk lond. Men tað
|
H
Nógv gloyma tøttu familjusambondini, sum eru millum
Føroyar og Danmark. Men tað ber ikki til at skilja systkina-
børn, sigur Annika Hoydal
eru framvegis systkinabørn
vit tosa um. Og tey kunnu
vit ikki skilja, sigur Annika
Hoydal at enda í viðtali í
Information.
Ung í arbeiði:
Gravgangur eftir arbeiði
Tað var sera óheppið at hækka lønina
til ung í arbeiði, tí ístaðin fyri at vera
eitt alternativ til arbeiðisloysið er
skipanin vorðin til eitt alternativ til
arbeiðsmarknaðin, sigur Heðin Gása-
dal, verkleiðari hjá Tórshavnar býráð
TuriÐ KJøLBRO
Í hesum døgum verður sýkt
eftir fólki at leggja lag á
arbeiðið hjá teimum ungu í
ymisku verkætlanunum hjá
Tórshavnar býráð.
Tað eru seks ár síðani far-
ið varð undir skipanina at
fáa ung í arbeiði. Royndir-
nar eru misjavnar, men sam-
bært hagtølum hjá Tórs-
havnar býráð fyri 1997
komu 63 % av teimum ungu
í skipanini út í samfelagið
aftaná antin í arbeiði ella í
skúla.
Skipanin vendir sær til
tey ungu í aldrinum 16 til
26 ár og tey kunnu vera í
skipanini upp til hálvt ár.
— Trupulleikarnir eru av
teimum, sum koma bein-
leiðis úr fólkaskúla. Tey eru
illa før fyri at gera eitt sjålv-
stødugt arbeiði, meðan tey
við = miðnámsútbúgving
klára seg væl betri, sigur
Heðin Gásadal, verkleiðari
hjá Tórshavnar býráð.
Bíðilisti
Í løtuni eru 33 ungfólk til
arbeiðis í skipanini, — 28 úti
á ymsum arbeiðsplássum og
S í eini verkætlan. Til tíðir
hava 76 ungfólk verið til
arbeiðis í senn.
— Listin við fólki, sum
hava hug at royna seg í skip-
anini, er langur, men av tí
at vit hava ov fáar pengar,
eru ikki fleiri enn 33 í ar-
beiði í løtuni. Nú vit eru
komin væl inn í maí, vita
vit ikki, hvussu nógvar
pengar vit hava til restina
av árinum. Í fjør fingu vit
ikki at vita, hvussu nógv
skipanin skuldi hava fyrr
enn vit vóru komin út í sep-
tember. Tí kunnu vit bara
gita okkum til, hvussu nógv
vit fáa, sigur Heðin Gása-
dal.
Játtanin, sum landið letur
Ungum í arbeiði, fer óskerd
til lønir til tey ungu. Í fjør
var hon 6 mill. krónur til
skipanina um alt landið.
Býtt verður sundur eftir
fólkatali og Tórshavnar bý-
ráð fær ein triðing burturav.
Í fjór vóru 2,4 mill. krónur
brúktar í høvudsstadnum og
tá vóru 194 fólk í alt til ar-
beiðis.
— Vit ætla at seta tvey fólk
til verkætlanirnar. Vit hava
altíð ein arbeiðsmann, ið
leggur fólki lag á og syrgir
fyri, at uppmøtingin er í
lagi, sigur Hedin Gåsadal.
Lønin
Orsøkin til, at so få eru i
skipanini í mun til, hvussu
nógv hava verið, er, at und-
anfarni landsstýrismaðurin
hækkaði timalønina, soleið-
is at lønarutreidslurnar
hækkadu vid 40 %. Jåttanin
til skipanina var ikki hækk-
ad og tí kundu lika nógv
ungfólk ikki vera í sum
áður. Timalønin fyri tey upp
til 18 år er nú 40 krónur og
til eldri 60 krónur. Áðrenn
var timalønin åvikavist 30
og 40 krónur. Lønin til tey,
ið leggja teim ungu lag á,
rindar kommunan.
— Tí er talið á teim ungu í
skipanini komið niður í eina
helvt, og ístaðin fyri at fáa
arbeiði, enda tey ungu á
bíðilista. Tað var sera
óheppið at hækka lønina, ti
ein avleiðing er, at ungfólk-
ini gjørdust ikki so arbeiðs-
søkjandi og tí sita tey fastari
í skipanini. Lønirnar kunnu
samanberast við S&K-løn-
irnar. Tað ger at fólk hava
sekt arbeiði hjá okkum, hó-
ast tey hava arbeiði. Tí eru
vit blivin til eitt alternativ
til arbeiðsmarknaðin ístaðin
fyri eitt alternativ til ar-
beiðsloysið, sigur Heðin
Gásadal.
— Nógv arbeiðspláss
royna at fáa fatur á fólki í
skipanini, men vit geva ikki
arbeiðsplássum arbeiði fyri
einki. Vit brúka bara almenn
arbeiðspláss, ti fara ung
fólkini út á privat arbeiðs
pláss avlagar tað kapping
ina. Fer eitt ungfólk út á ul
dømis ein bilverkstað skulu
øll verkstødini hava. Fáu
ferðirnar vit brúka almenn
arbeiðspláss er tí vit íkki
finna arbeiði innan tað al-
menna, sigur Heðin Gása-
dal.
Býti
Hvussu langur bíðilistin er
er ilt at siga, tí tey sum
melda seg til, fáa at vita, at
tað er ógvuliga trupult at
verða tíkin inn og tí tíma
tey ikki at skriva seg upp.
— Í øllum føri kann man
siga, at vit fara ikki at klåra
at taka øll inn i år, sigur
Hedin Gåsadal
Skipanin er bytt sundur i
tvey, annar parturin er fyl-
pláss, har ungfólkini koma
út á barnagarðar, ellisheim,
á vardar verkstaðir, á
Landssjúkrahúsið og onnur
almenn arbeiðspláss. Har
eru eini 40 arbeiðspláss at
velja ímillum. Vanliga eru
triggjar verkætlanir, sum
hver hava trý-fimm fólk í
arbeiði. Verkætlanirnar eru
til dømis gøtur og brýr.
Følkini, sum ætlanin er at
seta fara at hava millum 5-
8 fólk í part undir sær. Skip-
anin hevur eisini ein verk-
stað.
Tað er ein fyrimunur hjá
umsøkjarunum um teir hava
handverkaraútbúgving,
royndir innan jørd- ella be-
tongarbeiði ella hava arbeitt
við ungum fólki til dømis
innan ítrótt, skótar ella líkn
andi. Umsóknir skulu vera
Torshavnar byråd í hend
seinasta lagi næsta mana
dag 25 mai