hósdagur 4. desember 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 231 - 4. desember 2003
Nr. 231 - 4. desember 2003
7
Útróðrarmenn
mótmæla harðliga
ætlanini hjá
landsstýrinum at
inntøkutrygdin hjá
teimum verður skerd
INNTØKUTRYGD
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta visir, hvussu lágt,
landsstýrið raðfestir okkum
útróðrarmenn.
Tað er fyrsta viðmerking-
in hjá formanninum í Meg-
infelag útróðrarmanna til
nýggjasta
útspælið
frá
landsstýrinum
Landsstýrið
ætlar
at
broyta lógina um mánaðar-
ligan minstaforvinning til
útróðrarmenn.
Men broytingarnar eru
falnar
útróðrarmonnum
kring landið fyri brostið, tí
teir siga, at broytingarnar
eru til tað verra.
Auðunn Konráðsson, for-
maður í Meginfelag Út-
róðrarmanna, minnir á, at
lógin um minstaforvinning
er frá 1997.
Í løtuni fáa útróðrarmenn
8.200 krónur um mánaðin í
minstaforvinningi.
– Men hetta er ein upp-
hædd, sum er beinleiðis
ásett í lógini. Sostatt er hon
ongantíð dagførd hvørki
eftir prístalinum, ella í
aðrar mátar.
Hann sigur, at hesa tíðina
er príslagið í samfelagnum
hækkað eini 20%, so í
veruleikanum er minstifor-
vinningurin lækkaður 20%
hesi árini.
Treytirnar harðna
Auðunn Konráðsson sigur,
at samstundis er ætlanin at
gera treytirnar verri fyri at
fáa minstaforvinning.
Í løtuni er treytin fyri at
fáa minstaforvinning í høv-
uðsheitum, at báturin hevur
fiskað fyri 54.000 krónur
upp á mannin teir seinastu
seks mánaðirnar.
Og hava teir aðra inntøku
afturat útróðrinum, verður
tað mótroknað 50%.
Tað merkir, at hvørja
ferð, ein útróðrarmaður for-
vinnur 1.000 aðrastaðni
enn
í
útróðri,
minkar
minstiforvinningurin 500
krónur.
Auðunn Konráðsson sig-
ur, at vinnur ætlanin hjá
landsstýrinum frama, skal
tað, sum ein útróðrarmaður
forvinnur umframt útróður-
in, nú mótroknast 65%.
Tað merkir, at hvørja
ferð, ein útóðrarmaður for-
vinnur 1.000 krónur í aðrari
vinnu, missur hann 650
krónur av minstaforvinn-
inginum.
– Samstundis er ætlanin
at hækka markið fyri, nær
ein hevur rætt at fáa
minstaforvinning upp í
75.000 krónur upp á mann-
in seinasta hálvárið.
Formaðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna sigur, at
Meginfelagið tískil hevur
mótmælt
ætlanini
hjá
landsstýrinum.
– Hetta tykir mær undar-
ligt, serliga nú prísirnir eru
lækkaðir so nógv. Eitt nú
fáa vit ikki meiri enn 2-3
krónur fyri kilo av hýsu,
sum vit fáa mest av.
Óverulig tøl
Auðun Konráðsson sigur er
átalar eisini, at myndug-
leikarnir ikki vilja brúka
sáttmálan hjá Meginfelag
Útróðrarmanna
sum
grundarlag.
– Tá ið minstiforvinning-
urin verður roknaður út,
verður gingið út frá, at
manningin fær 42% av av-
reiðingarvirðinum.
Men nú hendir so eisini
tann broytingin, at vísir av-
rokningin, at menninir fáa
meiri enn 42%, skal tað
talið brúkast.
– Men hetta er als ikki
veruleikin, tí manningin
fær ofta minni enn tað. Eitt
nú kann báturin hava
nógvar útreiððslur, men tær
verða ikki tiknar við.
Hann sigur, at felagið fer
eisini at biðja um fund við
landsstýrismannin í fiski-
vinnumálum í eini roynd at
gangafrá ætlanini.
Hann sigur, at tað er týð-
iligt, at ætlanin hjá lands-
stýrinum hevur als ikki til
endamáls at tryggja útróðr-
armonnum eina inntøku.
Endamálið er at spara pen-
ing, sigur Auðunn Konráðs-
son.
Eisini Tvøroyrar Útróðr-
arfelag mótmælir ætlanini.
teir siga, at serliga um vet-
urin er lítið at fáa við
snellu, so tað verða nógvir
bátar, sum ikki koma upp á
75.000 krónur upp á mann-
in í avreiðingarvirðið í eitt
hálvt ár og soatt fáa teir als
ongan minstaforvinning.
Bjarni Djurholm
sigur, at broytingar
fara at henda, men
enn er ov tíðliga at
siga, hvat tær bera í
sær. Hann leggur tó
dent á, at ætlanin er
ikki at skerja
tænastuna til
útjaðaran
FARMAFLUTNINGUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er onki at ivast í, at
Strandferðslan er lívæðrin
hjá útjaðaranum í Føroyum.
Ikki minst hevur farma-
flutningurin hjá Strand-
ferðsluni alstóran týdning
fyri livikorini úti um land-
ið. Serliga á smáplássunum
er Strandferðslan munurin
ímillum lív og deyð, tí hon
tryggjar hvørjum smáplássi
í landinum tær vørur, tey
hava brúk fyri, bæði til
landbúnað og aðra vinnu,
og privat, og tað fyri ein
sera lagaligan kostnað.
Tí er ikki at undrast á, at
tað spekulatiónir hava tikið
seg upp, nú tað frættist, at
ætlanin er at leggja hesa
tænastu um.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í samferðslu-
málum váttar, at broytingar
fara at henda.
Tò leggur hann afturat, at
enn er málið komið so stutt,
at tað er ómøguligt at siga,
hvørjar
broytingarnar
verða.
Tí hevur málið heldur
ikki verið til politiska við-
gerð enn og tí verða heldur
ongar broytingar her og nú.
Skal ikki skerjast
Men
landsstýrismaðurin
leggur eisini dent á, at ætl-
anin er ikki at skerja tæn-
astuna, sum tey, ið búleik-
ast úti um landið, fáa.
Tað hevur ljóðað, at ætl-
anin er at leggja farma-
flutningin hjá Strandferðsl-
uni undir Postverkið.
– Tað vita vit onki um
enn, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at tað stendur í
samgonguskjalinum, at tað
skal kannast um tað ber til
at samskipa farmaflutning-
in hjá Strandferðsluni og
Postverkið.
– Ì tí sambandið hevur
umsitingin í Vinnumála-
ráðnum, saman við Strand-
ferðsluni og Postverkinum,
kannað ymsar møguleikar.
– Men hetta er ikki so
einfalt, sum tað ljóðar, tí
Postverkið arbeiðir undir
altjóða avtalum um, hvussu
postflutningur skal fara
fram.
– Skal farmaflutningurin
hjá Strandferðsluni leggjast
undir Postverkið, er tað
tískil nakað, sum krevur
drúgvar fyrireikingar.
Bjarni Djurholm sigur, at
hinvegin eru aðrir møgu-
leikar umhugsaðir í samráð
við Strandferðsluni.
Skal fyriskipa
Landsstýrismaðurin sigur,
at hann hevur ætlað, at
Strandferðslan verður ein
samferðslueind, har stovn-
urin er fyriskipari og ikki
operatørur.
– Fyrsta stigið varð at
bjóða Bygdaleiðir út. Men
vit mugu eisini seta spurn-
artekin við, um tað yvir-
høvur er uppgávan hjá
Strandferðsluni at flyta
farm kring landið.
Bjarni Djurholm sigur, at
tað er hesin spurningurin,
sum er umrøddur m.a. í
samráð við Postverkið.
Hann ásannar, at Strand-
ferðslan hevur alstóran
týdning í sambandi við
flutning.
Men ætlanin er at fáa
størri gjøgnumskygni og
greiðari linjur fyri at sleppa
undan teimum afturvend-
andi
umsóknunum
um
eykajáttan.
– Men alt hetta má gerast
í eini tilgongd sum er væl
løgd til rættis fyri at sleppa
undan óhepnum avleiðing-
um, sum ikki eru tilætlaðar,
sigur Bjarni Djurholm.
Kortini vísir hann á, at
um ikki so nógv ár er koyr-
andi ímillum 85% av føroy-
ingunum og at tað eisini er
ein spurningur um ikki
onkur annar kann røkja
farmaflutningin
fyri
Strandferðsluni, og sam-
stundis veita eina tænastu,
sum er minst líka góð, sigur
Bjarni Djurholm.
Inntøkan er lækkað
20% seinastu seks árini
Farmaflutningurin hjá Strandferðsluni leggjast um
Tað er undarligt, at landsstýrið skerjir inntøkumøguleikan hjá útróðrarmonnum, nú prísirnir
eru nógv falnir, sigur Meginfelag Útróðrarmanna
– Spurningurin er, um tað er yvirhøvur er ein uppgáva hjá Strandferðsluni at flyta farm runt um
alt landið, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslu
Eftir at hava lisið
bókina »Skjót
journalistin« heldur
Jørgen Niclasen,
løgtingsmaður, at har
eru nógvir leysir end-
ar, sum høvundarnir
so bara gera til egin
uppáhald, ið ikki altíð
eru røtt
VIÐMERKING
Edvard Joensen
Jørgen Niclasen heldur seg
ikki hava fingið svar uppá,
hvat endamálið við bókini
»Skjót journalistin« er.
Men uttan at kunna siga tað
við vissu, heldur hann, at
tað er at fáa egnar meining-
ar hjá høvundunum út mill-
um fólk.
Ein av høvuðspersónun-
um, sum viðgjørdur verður
í dagsins mest umrøddu
bók, er fyrrverandi lands-
stýrismaðurin við fiski-
vinnumálum, Jørgen Nicla-
sen.
Hann skilir ikki rættiliga
endamálið við bókini, og
heldur seg ikki hava fingið
nóg greiðar upplýsingar
um sín lut í henni heldur.
– Eg varð biðin um eina
samrøðu av øðrum av høv-
undunum, og tí játtaði eg.
Eg spurdi, hvat hon skuldi
brúkast til, og fekk eitt ull-
int svar um, at hon skuldi
kanska brúkast til eina
blaðgrein ella kanska til
eitt
sjónvarpsinnslag,
greiðir Jørgen Niclasen frá.
Nú síggi eg, at hon hvørki
varð ætlað til annað ella
annað, men til hesa bókina.
Ikki tí, sigur hann. Tað,
sum eg segði tá, er rætt
endurgivið. Men annars
dugi eg ikki at finna nakað
av nýggjum í hasi bókini.
– Høvundarnir duga væl
at lýsa løtumyndir við
teirra egnu meiningum inn-
bygdum,
sigur
Jørgen
Niclasen heldur speiskur.
Bæði tá Tórbjørn Jacobsen
kemur eftir Tinghúsveg-
num á Ólavsøku, tá Høgni
Hoydal etur morgunmat
heima í Hoyvík, og á
tingfundinum, tá eg segði
meg frá. Men annars er ikki
nógv at siga um hatta.
Tó eru tvey ting, eg hefti
meg við, sigur hann. Annað
er á síðu 140, har høvund-
arnir siga, at.......soleiðis er
journalistikkur
ongantíð
objektivur, men man má
altíð gera eitt val.
Hitt er, at í yvirlitinum
yvir
skrivligar
keldur
standa bæði Høgni Hoydal
og Tórbjørn Jacobsen. Men
hóast stórur partur av bók-
ini snýr seg um løgmann og
hansara virki, er hann als
ikki tikin við sum kelda,
sigur Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen er einki
fegin um hesa bókina,
skilst á honum. Hann metir
hana sum eina útspillingar-
herferð, sum hann málber
seg.
– Eg plagi annars ikki at
lesa útspillingar. Men tá ein
nú sjálvur er stórur partur
av hesum, havi eg kent meg
noyddan at skeita í bókina,
sigur hann.
Jørgen Niclasen tekur
upp aftur í saman, at hann
heldur tað vera eina øgiliga
trongd at havast at teimum,
sum tora at seta journalist-
unum spurningar, sum hes-
ir báðir hava lagt fyri
dagin.
Nógvir
leysir endar
Jørgen Niclasen heldur,
at tað eru ov nógvir
leysir endar í bókini
»Skjót journalistin«
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6
Málbólkur
Serliga ætlað fólki, ið í størri
ella minni mun eru førleika-
tarnað, sum hava eina mið-
náms og/ella víðari útbúgving
ella aðrar javnbjóðis royndir.
Hóast brekið hava góð útlit
til at røkja eitt arbeiði fulla
tíð innan eitt nú KT-vinnuna.
Endamál
Málrættað útbúgving til
óstuðlað arbeiði á ávísari
fyritøku, t.d. sum mennari,
formgevi ella KT-ráðgevi.
Starvsvenjing
Útbúgvingin er verklig.
Umleið helvtin av tíðini er
starvsvenjing á eini fyritøku.
Innihald
Eftir gjølla ástøðiliga læring,
skulu luttakararnir gera seg
serkønar á ávísum økjum,
t.d. dátugrunnum, sniðgeving
og interaktiviteti. Útbúgvingin
skiftir millum undirvísing og
starvsvenjing.
Eg elski at sita her
samman við Sofíu
og drekka ein kop av kaffi,
men hevði eg bara havt
mína teldu við mær.
Eg fekk eitt hugskot…
Vilt tú gerast teldunørdur?
- men orkar ikki at fara undir bert ástøðiliga útbúgving?
So hevur tú møguleikan nú at fáa eina meira verkliga telduútbúgving...
Vit bjóða tær fjølbroytta útbúgving, har tú hevur møguleika at arbeiða sum t.d. mennari (udvikler),
sniðgevi (designer) ella KT-ráðgevi (systemkonsulent). Útbúgvingin skiftir millum skúla og starvsvenjing.
NetStarv er ein 16 mánaðar long útbúgving. Hugsanin er at nýta tøknina, soleiðis at luttakararar
kunnu leggja orku í at verða kappingarførir á arbeiðsmarknaðinum.
Áhugað kunnu venda sær á tlf. 350070 ella 211135.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 9. desember 2003 kl. 16.00.
www.alv.fo
s t e p h a n s s o n s h ú s