týsdagur 26. mai 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 96 — 26. MAI 1998
tíðindablaðið
Summarsiglingin hjá
Norrønu er nú byrjað
Tíðliga mánamorgunin kom Norróna á Havnina av fyrsta túrinum í ár. Við á
ferðini úr Hanstholm vóru 208 ferðafólk og 70 bilar Tá Norróna legði avstað
Hesar ungu dámurnar eru við á fyrsta túrinum hjá Norrønu til Shetlands í
sær, eisini skipað fyri mótasýning umborð
SVEINUR TRÓNDARSON
Tá Norrøna stevnir inn á
Havnarvág, so vita vit at
føroyska summarið er byrj-
að. Og so kann tað regna
sum tað vil
Siglingin hjá Norrønu er
longd við tveimum vikum í
ár. Einari í byrjanini og ein-
ari í endanum
Aki Jespersen á Smyril
Line sigur, at tey eru væl-
nøgd við áhugan higartil
Gongur sum higartil,
verður ein vøkstur í ferða-
fólkatalinum í ár, sigur
hann.
Ferðaætlanin hjá Norrønu
er broytt í år. Norrøna siglir
í ár aftur til Shetlands og til
Hanstholm og verður ferða-
fólkatalið á fyrsta túrinum
úr Føroyum brúkt sum á
bending, so sær gott út fyri
túrunum til Shetlands og
Noregs.
Íkki færri enn 560 ferða-
fólk og 34 bilar eru við á
fyrsta tårinumtil Shetlands
Skipað er fyri cruiseferð-
um tl Noregs og mini
cruiseferdum til Shetlands
å fyrsta tårinum og undir-
tøkan hevur verið sera stór.
Ein stórur partur av
ferðafólkunum eru á slíkari
ferð. Eitt nú eru fleiri bindi-
klubbar við á túrinum
Hanstholm er
ein betri leið
Eins og Shetland er Hanst-
holm aftur á kortinum hjá
Norrønu í ár
Kann hetta ikki fara at
minka um ferðafólkatalið á
Danmarkarleiðini?
— Net. Farleiðin til Hanst-
holm er tríggjar-fýra tímar
styttri enn til Esbjerg og
hartil kemur at tað eru so
stak góðir ferdamøguleika
í Norðurjútlandi.
- Hjá ferðafólkum, sum
skulu til Keypmannahavnar
er Hanstholm eisini betri.
Tað tekur longri tíð at
koyra, men av tí at Norrøna
er fyrr í Hanstholm, so eru
ferðafólkini í Keypmanna-
havn áðrenn midnátt. Og tá
brúgvin um Stórabelt letur
upp. verður uppaftur lættari
Nógv tiltøk
Eins og undanfarin ár skipar
Smyril Line fyri ymsum
»sertårum« í ár
Á fyrsta túrinum til Shet-
lands er mótasýning á
skránni og á fyrsta túrinum
til Danmarkar komandi vik-
uskifti verdur skipad fyri
aftur vid kós móti Shetlandi og Noregi vóru 560 ferðafólk við og 34 bilar
bridgekapping
Seinni í ár verður skipað
fyri harmonikutúri og eisini
er ein sjavskapping á
skránni seinni í ár
Hesir túrarnireru væl vitj
aðir og serliga er harmon-
ikutårurin væl dámdur mill
um ferðafólk
Vælegnað til
fiskaflutning
Farleiðin til Hanstholm
gevur fiskaútflytarunum
betri umstødur
Norrgna er í Hanstholm
seinnapart leygardag og tað
ber væl til at fáa fiskin niður
á europeisku marknaðirnar
mánamorgun, sigur Jónfinn
Simonsen.
Umstødurnar í Esbjerg
vóru ikki nóg góðar. Eitt nú
var torført at fåa fólk til ar-
beiðis seint leygarkvøld,
men tað stendur ikki á í
Hanstholm.
— Byurin er ein tænastu-
byur og tad liva tey upp til
Tey eru meira fleksibul i
Hanstholm enn i Esbjerg,
sigur Jónfinn
Góðsflutningur
til Føroya
Seinastu årini hevur Smyril
Line flutt bilar og annad
2 Noregs og tær skulu, umframt at hugna
(Mynd: Jens Kr. Vang)
góðs fyri Skipafelagið, tá
tað var ov fult hjá teimum,
men meðan Pasadena sigldi
datt hetta biður fyri
Men tað er nakað sum
bendir á, at hetta verður tik-
ið uppaftur í ár
Tað fyriliggur ikki nøk-
ur beinleiðis avtalað millum
feløgini, men teir eru í
Hirtshals og vit í Hanstholm
so frástóðan er ikki so long,
sigur Jónfinn Simonsen
A fyrsta túrinum úr
Hanstholm hevði Norrøna
væl av bilum við til Føroya
Orsakað av verkfallin
um var nakað av góðsi, sum
Skipafelagið ikki hevði
pláss fyri og tí var tað sent
við okkum. Hetta hava vit
gjørt fyrr, og vit halda fram
við tí í ár tá tað ber til, sigur
Jónfinn Simonsen
Norrøna er í Føroyum
månamorgun, og ti er hetta
sambandið vælegnað til
flutning til Føroya
Vit kunnu heinta og
pakka góðsi hjá sendara-
num og koyra tað til dyrnar
hjá móttakaranum.
Og er ov fult hjá okkum
úr Danmark, so ber til at
flyta vørurnar til Bergens og
víðari til Føroya haðani,
sigur Jónfinn Simonsen
Friður valdar í Vágunum
Løgreglan í Vágoynni hevur úr at gera, men tað er við ferðafólki sum kemur
um flogvøllin og ikki ti at fólk skikka sær illa í Vágoynni
SVEINUR TRÓNDARSON
- Eg havi einki til tín, sigur
vakthavandi á løgreglustød
ini í Vágum
Tað hevur verið sera
fridarligt her vesturi í longri
tíð, og tað sær tíbetur út til
at halda fram, sigur hann
víðari
Men tað merkir íkki at
løgreglan í Vágum trillur
tumlar
Pað er stórt virksemi á
flogvøllinum, sum sjálvandi
er ein partur av virksøkinum
hjá løgregluni har vesturi
10 er altíð onkur ul
arbeiðis um vikuskiftini, ti
tað koma fleiri flogfur og
nógv ferðafólk um dagin og
tá eru vit til arbeiðis, sígur
vakthavandi
Og tað er einki at ivast í
at tað er hugaligari at ar-
beiða við fróum ferðafólki
enn við fullum fólki
berjast
sum
í vikuskiftunum
Dygdar NMT900 telefon
frá Motorola
kr. 995 -
Umframt at røkka kring allar Føroyar,
kanst tú hava Flare telefonina við
tær í norðanlondum. Flare kann lætt-
liga forritast til at minnast upp í 10
telefonnummur.
Takstlækking fyri NMT 1. juni 1998
1. juni 1998 lækka samrødutakstirnir fyri NMT
skipanina niður í kr. 2,00. Millum kl. 22.00 og
kl. 06.00, kann sjálvandi ringjast fyri helvtarprís.
31 70 10
45 74 88
37 10 00
36 10 00
Tórshavn
Klaksvík
Tveroyri
Sandur
Søldarfjørdur 44 10 00
Miðvágur 33 20 00
Norðstreymoy 42 40 00