Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. mai 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Alt fleiri ung eru farin at ganga á motiónsmiðstoð fyri at fáa kroppin í venjing Orð og myndir Dánial Hoydal Niðast í Djóna í Geilsgotu í Havn ligg- ur fimleika- og vøddamiåstødin ”Fragd og Fimi”, har tú fyri 40 kr. ferðina ella við mánaðarkorti kanst gera eina rúgvu av vøddavenjingum við sergjørdum tólum. Nærum hvor veggur er klæddur við speglum, men onkur segði mær, at hetta ikki var fyri, at tey íðkandi kundu njóta sjónina av sær sjálvum, men har- afturímóti fyri tey kundu tryggja sær, at venjingin varð gjørd rætt. Venjing við vektum er nevniliga ikki at spæla við, tí tað er lætt af gera okkurt skeivt. Bjørg Poulsen, Birita Wardum, Annika West og Katrin á Neystabø Ég moti nógvum ungum hendan seinnapartín, eg vitji á miðstoðini. Tað vísir seg, át tað vælumtókt millum ung at venja her niðri. Um tað er fyri at síggja gott út, vilja tey ikki rættiliga svara uppá. Og tað tykist, sum tað er eitt sindur flovisligt hjá summum av teim ungu at fara inn á eina slíka miðstøð. Akkurát hví, er eitt sindur ringt at siga, men kanska er tað tí at hendan ítróttin - í mun til nógvar aðrar - bara hevur til endamáls at byggja kroppin upp. Her er eingin kapping tengd at - uttan so at tå beinleiðis ven- ur bodybuilding ella vektlyfting. men tað gera tey fægstu av teimum. sum vanliga venja her niðri. Men onkur heldur kanska, at man gongur nakað nógv upp í sína útsjónd. tá man gongur á eini slíkari miðstøð. Tað luktar eitt sindur av ovundsjúku. og tað er so eingin ivi um, at venjing við vektum Yngd - nr. 10 27. mai, 1998 = við rættari leiðbeing - er ein sunn ítrótt. Fyrst møti eg fýra ungum havnagentum, sum plaga at fylgjast til venjingar: Annika og Bjørg: "Vit báðar plaga at fylgjast. og koma mest her, ti vit vilja halda formin Fyri tað mesta súkkla vit og brúka stepparan (ein gongu- maskina fyri motion. red.). Men vit gera eisini venjingar fyri búkin og ryggin. Fyrst og fremst vilja vit brenna kalonur. Tað er rættiliga ey ðkennandi fyri konufólkið, sum venur her niðri." Birita og Katrin: ” Vit venja, tí vít gjarna vilja halda okkum í form. Vit eru á ungdómshondbóltslandsliðnum so hendan eykavenjingin kemur væl við. Vit hava vant her í umleið ein mánað og okkum dámar heilt væl, men man skal helst fylgjast við onkrum fyri at hava tað stuttligt " Eisini eru tveir ungir fýrar á gólvinum, sum eru í farnir undir at venja búkvoddarnar í onkrum stálboyla Áki og Fróði: Huff, puff! Vit eru júst byrjaðir at venja her niðri, so tað er zu ett sindur strævið Hvat dámar tykkum? Tað er fínt. Vit hava fingið eina venj- ingarætlan frá midstødmi, sum vísir hvorjar venjingar vít skulu gera. Hon er fyri fólk, sum akkurát eru byrjað, so at tey kunnu fáa tå rottu grundvenjing- Ina A veg út tekur Birita flennandi í armin á mær: "Vit mugu vidganga, at tað eis- in) er ti, at vit skulu til Spania í summar og ætla at ganga í bíkini - tað kanst tú gott skriva i blaðið!", og so var látur at hoyra frá vinkonunum. sum stóðu aftanfyr m—