Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ir > Nr. 98 — 28. MAI 1998 Býráðsfundur í kvøld: tíðindablaðið Barnastyrkur a skránni — Hvat verður av kontantgjaldinum, sum Tórshavnar byråd hevur í umbúna til foreldur at småbørnum, fæst at vita í kvøld, tá ið málið kemur fyri á býráðsfundi TURIÐ KJOLBRO Á býráðsfundinum í kveld eru ansingartilboðini í Havn aftur á skránni. Málið við- víkjandi kontantgjaldi til foreldur, ið vilja ansa egn- um børnum í aldrinum 6 til 12 mánaðir heima, varð tikið av dagskránni seinast. Trímannabólkurin, sum varð settur at viðgera spurn- ingin um barnastyrksgrunn og gera reglugerð til grunn- in, varð biðin um at gera alt arbeiðið um aftur, tí ov stór ógreiða var á tí, bólkurin legði fyri samgonguna í bý- ráðnum. Í bólkinum sita Katrin Dahl, Hallstein Sigurðsson og Klæmint Olsen. Samgongan er nevniliga ikki samd um at víkja frá treytini um, at annað for- eldrið skal vera heima hjá barninum fyri at fáa kon- tantgjaldið. Katrin Dahl, býráðslimur og limur í trí- mannanevndini, førdi fram í útvarpinum nakað her fyri, at samgongan ætlaði at sleppa kravinum um, at kontantgjaldið verður treyt- að av, at annað foreldrið skal vera heima hjá barn- inum. Hon legði upp til, at tað kortini kundi vera í ar- beiði. Felagið fyri foreldur at småbørnum í Havn hevur harðliga mælt frá, at kon- tantgjald verður veitt. Fe- lagið hevur víst á, at ongir trupulleikar verða loystir av, at foreldur fáa pengar fyri at vera heima hjá barninum eitt hálvt ár, men at trupul- leikin bert verður útsettur. Í skrivi til trímanna- nevndina dagfest 12. mai Felagið fyri foreldur at småbørnum í Havn: Øll vísa góðan vilja — Nú bæði meirlutin og minnilutin í sosialu nevnd visa góðan vilja at loysa trupulleikarnar á barnaansingar- økinum í kommununi, vóna vit, at varandi loysnir verða funnar, sigur Elin Olsen, formaður í foreldrafelagnum TURIÐKJOLBRO Í sambandi við, at sosiala nevnd í Tórshavnar byråd varð umskipað í farnu viku og Heðin Mortensen úr and- støduni gjørdist formaður, segði hann í Sosialinum seinasta friggjadag, at fyrsta stigið hann fór at taka í eini roynd at loysa trupulleik- arnar á barnaansingargkin- um í kommununi, er at seta seg í samband við Felagið fyri foreldur at småbørnum í Havn og spyrja tey til ráðs. Felagið tók Heðin uppá orð- ið og í fyrrakvgldið var fundur. — Fundurin var ógvuliga positivur. Vit høvdu væntað, at nú andstødan hevur meir- lutan í sosialu nevnd og samgongan hevur minnilut- an, fór at verða eitt ping- pong spæl millum partarnar og at tað tískil einki fer at spyrjast burturúr. Men nið- urstødan hjá okkum eftir út- talilsir frá báðum pørtum og Spastikarafelagið 10 ár: eftir fundin við formannin í sosialu nevnd er, at øll eru sinnað at loysa trupulleik- arnar á gkinum. Tí vænta vit, at vit fara at síggja nakr- ar varandi loysnir uppá akuttu trupulleikarnar á barnaansingarøkinum. Finna partarnir út av at ar- beiða saman, sær tað eftir okkara tykki gott út, sigur Elin Olsen, formaður í Felagnum fyri foreldur at småbørnum í Havn Tiltøk í MBF-húsinum Í sambandi við at Spastik- arafelagið í ár er 10 ár, verð- ur skipað fyri nøkrum ser- ligum tiltøkum. Tað fyrsta verður nú leygardagin 30. mai í MBF-húsinum. Hesin fyrilestur snýr seg um Petø venjing/pedagogik. Venjingin hevur sín upp- runa í Ungarn, har fleiri spastikarar hava fingið við- gerð. Hendan >metoda< gong- ur út uppá at taka hond um allan persónin, og ikki sum flesta staðni er vanligt, at hvør fakbólkur tekur sær av sínum gki. Í Ungarn fáa konduktørar eina 4 ára upp- læring. Men »metodan« verður meir og meir brúkt um allan heim, av fysio-, ergoterapeutum og peda- gogum í samstarvi. Petø- venjingin kann brúkast av øllum rørslutarnadum. Venjingin kann í stóran mun bøta um førleikan hjá tí rørslutarnada og minka um tørvin á hjálpartólum. Sjálv venjingin er dýr, men einki í mun til kostnaðin av hjálpartólum! Tað týdningarmesta við venjingini er at: Petø stimbrar tann ein- staka til at blíva meira sjálv- bjargnan og-sostatt at fáa stórri sjálvsálit — Petø aktiverar tann ein- staka, í staðin fyri at neu- tralisera við hjálpartólum. Men so er ikki sagt, at einum ikki tørvar hjálpar- tól, men tey verða í stórri mun brúkt at stuðla teim rørslum, sum eru møgulig- ar. Seinni í ár, møguliga í heyst, er ætlanin at hava venjingarlegu fyri rørslu- tarnaðum børnum og vaks num, við vitjan frå Move & Walk sentrinum úr Svøriki. Move & Walk er sentur, ið hevur Peto konduktørar Sentrið tekur eisini ímóti rørslutarnadum aðrastaðni frá sigur felagið, at fær barnið ikki ansingarplåss, tå ið tóku plássini verða býtt út eina ferð um árið, vísir tað seg ógvuliga torført yvir- høvur at fáa nakað pláss. Viðvíkjandi spurninginum, um foreldrið skal vera heima ella í arbeiði hetta hálva árið, sigur felagið, at minsta kravið til penga- styrkin má vera, at bert for- eldur, sum fáa skrivliga váttan frá arbeiðsgevara um longt barnsburðarfarloyvi fáa stuðul. Opið er: — Tá ið samgongulimir siga, at teir ikki fara at sam- tykkja málið um kontant- gjald um treytin verður tíkin burtur, at foreldrið skal hava váttan um farloyvi, vita vit ikki, um tað verður samtykt. Øll argumentini, sum Katrin Dahl hevur brúkt í hesum máli og sum hon hevur ført fram á býráðsfundi, um hvussu týdningarmikið tað er, at mamman er heima og gevur barninum bróst, detta á gólvið, tá ið mamman kortini ikki nýtist at vera heima, sigur Elin Olsen, formaður — Tað er ógvuliga óhepp- ið, at pengarnir sum eru tøk- ir á fíggjarætlanini í ár til ansingartilboð skulu brúk- ast til kontantgjald ístaðin fyri ul varandi loysnir. Vit hava onga trygd fingið fyri, at barnið fær eitt ansing- arpláss, tá ið tað er 12 mán- aðir gamalt. Spurningurin er tá, hvat er vunnið, sigur Elin Olsen, formaður í Felagn- um hjá foreldrum at smá- børnum í Havn NÝTT til hvitusunnu: Bummullseria í hvítum, svørtum, violet (sí mynd) a Kjóli, ermaleysur 248,- Kjóli, stuttar ermar 349,- 188,- Stutt blusa, langar ermar 199,- Niðurdeilur Stráhattur Mánad.-hósd. kl. 9-18 fríggjad. leygard. NB: kl. 9-19 ki. 9-14 199,- 188,- Heklaðar taskur i Tréndargøtu Tlf. 318200