Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juni 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 104 — 6. JUNI 1998 tíðindablaðið 2DSK0RIKG í Sámal Bláhamar frá Toru Tourist: Ferðaráðið lurtar ikki eftir ferðavinnuni — Samskiftið millum Ferðaráð Føroya, sum samskipar alla ferðavinnuna í Føroyum, og ferðavinn- una sjálva er út av lagi vánaligt. Vit tosa rætt og slætt ikki sama mál og vit fáa alt ov lítlan stuðul og undirtóku, sigur Sámal Bláhamar frá Toru Tourist Turi KJøLBRO Hann er ein av undan- gongumonnunum innan føroyska ferdavinnu, hevur starvast f vinnuni f meir enn 20 år, og er framvegis virkin innan nógv ymisk eki i vinnuni. Sum einstaklingur er Sámal Bláhamar ein teirra, ið tekur ímóti flest fremmandum ferðafólkum. Men hann fýlist at sam- skiftinum ella vantandi samskiftinum millum ferða- vinnuna og Ferðaráð Før- oya. — Og eg tosi ikki bara fyri meg sjálvan, men fyri tey flestu, ið arbeiða innan inn- lendis ferdavinnu í Føroy- um. Samskiftið millum okkum, ið arbeiða beinleið- is í vinnuni og tey, ið samskipa vinnuna á Ferða- ráð Føroya, er út av lagi vánaligt. Vit tosa rætt og slætt ikki sama mál, tey eru heilt á øðrum stigi enn vit og tí tosa vit forbi hvønn annan, sigur Sámal Blá- Kiwanis. Marknaðardagur Seinasta leygardag skipaði Kiwanis fyri marknað- ardegi Úti á Bakka í Havn frá kl. 10.00 til 18.00. Ungir leikarar hjá Havnar Sjónleikarfelag framførdu leik, aðrir unglingar spældu tónleik, høvi var at klatra eftir einum veggi og hjá fólki at keypa ymiskt, eitt nú rabarbur.-Småar útsglur vóru og lutaseðlar vórðu seldir. Bjargingarroynd var við tyrlu og bátum, og hóast kalt í veðrinum vitjaði fitt av fólki tiltakið hjá hamar frá Toru Tourist. — Eg seti als ikki spurnar- tekin við, hvat Ferðaráðið annars ger, til samskiftið hjá teimum við útheimin og annað. Men samskiftid við okkum hevur ikki verið og er ikki nóg gott. — Vit hoyra javnan, at nú gongur betri í ferðavinnuni og at so og so nógv ársverk eru í vinnuni, men eg dugi ikki at fáa eygað á tey. Veru- leikin er, at meginparturin av tí, ið farið verður í holt við, dettur niður fyri eftir stuttari tíð, sigur Sámal Blå- hamar. — Ferðaráðið hevur alt ov lítla fatan av lítlu ferða- vinnueindini, tað vil siga fyri ferðavinnuni í tí smáa. Ferðaráðið býðir útlending- um til Føroya at halda fyri- lestur um øll møgulig við- urskifti, sum eru meir og minni vidkomandi fyri okk- um, men tey vilja alt ov treyðugt lurta eftir, hvat vit, sum arbeiða í ferðavinnuni til dagligt hava at siga. Hví Mynd: Alvur Haraldsen ikki bjóða profilum úr før- oyska samfelagnum at halda fyrilestur um, hvussu man selur føroyska ferða- vinnu, tí ferðavinna er handil, — tað snýr seg um útboð og eftirspurning, sig- ur Sámal Bláhamar. Kunning tørvar Viðurskiftini millum Ferða- ráðið og vinnuna kunnu bøtast um vilji er til tess, heldur Sámal Bláhamar. — Ferðaráðið eigur at seta ein journalist í starv, sum hevur til uppgávu at siga frá øllum, sum hendir innan føroyska ferðamannavinnu og senda tað út til øll, sum arbeiða í vinnuni og uttan- lands — alla tíðina. Tað er kunningin frá ferðavinnuni, sum er trupulleikin. Men skal Ferðaráðið ikki hava tíð at grundleggja sítt virksemi? Vit vita, at tá ið man fer í kríggj doyggja soldátar burtur av, men er tað, sum er meiningin, at fleiri skulu doyggja økonomiskt, áðr- enn Ferðaráðið er komið fyri seg, so eiga vit at fáa tað at vita. — Hinvegin kunnu vit siga, at tað ber væl til at reka ferðavinnu uttan Ferðaráð- ið. Um tað læt aftur í dag, hevði tað ikki gjørt nakran mun. Kenslan man situr við er, at vit kunnu verða Ferða- ráðið fyri uttan, men hin- vegin er tað ofta so, at tú veitst ikki, hvussu gott tað er, fyrr enn tað er burtur. Sum nógv onnur í ferða- vinnuni finnst Sámal Blá- hamar at, at >Around Faroe Islands«, sum er komið út í 10 ár, nú er bannað á Ferða- ráðnum. — Bóklingurin er tað besta reiðskapið, ið finnst innan føroyska ferdavinnu og øll hava verid glad fyri hann Men Ferðaráðið hevur gjørt av, at bóklingurin skal ikki longur gerast í Íslandi, men í Føroyum. Tey, sum varða av ferdavinnuni, hava gold- ið fyri lýsingar í dýrum dómum, men Ferðaráðið vil ikki vita av honum. Hvi pilka við ein faldara, sum er nóg góður og sum vit eru glað fyri, sigur Sámal Blá- hamar. Eina vantandi fatan mill- um báðar partar, sum minn- ir ikki sórt um keglið, sum altíð er millum fiskimenn og fiskifrødingar? — Just so. Vit kunnu sita å fundi og tosa okkum fram til ymiskt, men onki broyt- ist. Vit í vinnuni verða aldri spurd um nakað sum helst, vit verða ikki hoyrt, og tí er nakað galið. Eingin undirtøka Sámal Bláhamar hevur ver ið í Noregi í tríggjar mán — Tað snýr seg altid um pengar, tá ið man tosar um ferðavinnu, men í grundini er tað als ikki pengar tað snýr seg um, men um vilja og at taka stig, sigur Sámal Bláhamar frá Toru Tourist Mynd: Jens Kr. Vang. aðir í skúla í sølu- og marknadarføring, etikki og handilsjura, og arbeiddi samstundis vid at kunna noråmenn um Føroyar — Ferðaráðið vildi bert senda tilfar til Noregs við skipi og tí kom tað ov seint fram, tað vildi ikki rinda 500,- kr. fyri leigu av einum holi, har eg hevði eina fram- sýning, og tað vildi ikki svara mær uppá spurningar, eg hevði í sambandi við frumsýningina av >Bar- baru< í Noregi. Men eg skipaði kortini fyri tiltókum av einslistum og tað hevur givið úrslit, — tríggir bólkar við um 100 fólkum tilsam- ans hevur verið í Føroyum higartil. Eg seti spurnar- tekin við, hví gestirnir ella fremmandi ferðamaðurin skilir tað, eg havi at bjóða, men ikki Ferðaráð Føroya, sigur Sámal Bláhamar, sum leggur afturat, at nógvir faldarar, sum Ferðaráðið ger eru dygdarverk Nógvir pengar vórðu lagdir í at fáa frumsýningina av »Barbaru« til Føroya, men hví ikki brúkar pengar uppá at gera burtur úr frum sýningunum aðra staðni, hava fólk á staðnum, sum greiða frá Føroyum. Eisini tá ið landsliðið í fótbólti sum er okkara fremsti am bassadørur uttanlands, er úti í heimi og spælir, sigur Sámal Blåhamar. Ferðaráðið leypir á leistum fyri øllum, sum sær so flott og professiónelt út. Lat okkum taka Nordica sum dømi. Tey fóru í holt við at leiga summarhús út, tað sum vit altíð hava gjørt Ein ótrúliga flottur faldari varð gjørdur og Ferðaráðið leyp í hølum á teimum Meðan vit, sum høvdu verið í tí vinnuni øll árini, vórðu gloymd Men tú ið avtornaði vóru tað vit, sum loftaðu teimum. Tað, sum gongur, geva tey ikki gætur, men vit hava eisini brúk fyri, at okkara partur verður mentur og tískil brúk fyri, at Ferðaráðið lurtar eftir tí, vit hava at siga, sigur Sámal Bláhamar NOA NOA Anorakkurin | er aftur á goymslu! |= På På Pí : SL Litir: svart, reytt og lime. stedd: 123 Nógv nýtt heimkomið frá: P/Æ 29 í Tréndargøtu TIf. 318200