Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juni 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 104 — 6. JUNI 1998 tidindabladid SON 9 T TT Lesið eisini ” Pr mx ” = Internetinum sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo | www.sosialurin.fo | X. ; 1 — pen 7 Flopp! Fótbóltur: Úrslitið móti Estlandi hóskvgldið má metast sum eitt tað vánaligasta síðani Føroyar fóru upp í altjóða kapping fyri átta árum síðani Tá Jens Martin Knudsen í 41. min- utti av EM-undandystinum mill- um Estland og Føroyar tók beinini undan estlendska åleyparanum In- drek Zelinski, vistu øll, at upp- gåvan hjá føroyingum fór at gerast sera trupul. Stødan var tå 1-0 til Estland, Jens Martin varð vistur av vøllin- um, og føroyska liðið minkaði niður í 10 mans. Venjarin Allan Simonsen noyddist at offra ein útispælara og valdi at taka Jan Allan Miller út. Sostatt spældu Føroyar restina av dystinum við einum áleypara, og tå so est- lendski liðskiparin Martin Reim sum væntad skoradi til 2-0 upp å brotssparkid, sum Jens Martin gjørdi, vóru allar vónir hjá føroy- ingum um at fáa stig horvnar sum døgg fyri estlendsku kvøldars6l- ini Fram til tå hevdi dysturin verið rimiliga javnur vid eini litlari est- lendskari yvirvåg, sum er vænt- andi, tá tað er heimaliðið, sum skal skapa dystin. Men síðani fór føroyska liðið heilt niður við flagginum, og endaliga úrslitið 5-0 til Estland må metast sum eitt tað vánaligasta úrslitið — kanska tað allarvánalig- asta — føroyingar hava fingið, síð- ani vit fóru upp í altjóða kapping fyri skjótt átta árum síðani. Ongar avleiðingar Tað byrjaði annars ikki so galið Julian Johnsson setti ferð á fram- eftir beinanvegin og vann Føroy- um eitt hornaspark. Tað fekk Jan Allan Miller høvdid á, men hann rakti ikki málið. Men ein góð byrj- an, sum gav vónir um, at føroyska liðið kundi fáa okkurt burtur úr hesum dystinum Men alt datt sundur í seinna hálvleiki, og tað kann ikki bert s:.yldast, at føroyska liðið spældi við tíggju monnum móti teimum ellivu hjá Estlandi allan seinna hálvleik. Hugburðurin hjá føroysku spæl- arunum til dystin tóktist vera heilt við síðuna av, og á tíðindafund- inum aftan á dystin vísti Allan Simonsen eisini á, at spælararnir ikki vóru til reiðar sálarliga, tá dysturin byrjaði. Um úrslitið fær avleiðingar fyri venjarastarvið hjá Allan Simonsen er ilt at siga, men tað fær tað neyv- an. Allan Simonsen er eitt stórt navn og hevur eisini gjørt nógv Føroyingar byrjaðu dystin, og fyri landsliðið og føroyskan fót- bólt, men lítið av tí sást aftur á Kadrioru-vøllinum í Tallinn hós- kveldið. Føroyski landsliðsvenj- arin kann í øllum fórum fegnast um, at Føroyar ikki liggja i Sud- ureuropa, tí har hevði eitt úrslit sum tað móti Estlandi verið upp- sagnargrund Harafturat gongur sáttmálin millum venjaran og Fótbóltssam- bandið íkki út enn á sinni, og um FSF skal rinda Allani Simonsen endurgjald fyri at siga sáttmálan upp, kann tað taka fíggjarliga grundarlagið undan gllum lands- liðsarbeiðnum hjá Fótbóltssam- bandinum. Allir vóru tekir Men tað er ein sannroynd, at burt- ursæð frá Ola Johannesen hevði venjarin allar teir spælarar við sær, sum hann vildi hava, og tað hevur hann ikki altíð havt fyrr, hóast årslitini tá hava verið nógv betri enn hesaferð. Sostatt var einki galið við fyritreytunum undan dystinum. Venjarin er ikki kendur fyri at tora væl at geva nýggjum spælarum kjansin, men hesa ferð slapp Sámal Joensen so at byrja inni fyri Magna Jarnskor. Jákup Mikkelsen fekk endiliga kjansin Ikki frá byrjan, men tí Jens Martin Knudsen fekk reyða kortið, og tað er ongantíð stuttligt at byrja ein dyst við at skula taka eitt brots spark og forða fyri, at 1-0 verður til 2-0 Einki lært I Føroyum verður altíð sagt, at vit eru bert 45.000 fólk, og at vit ikki skulu vænta okkum tað stóra. Men um so er, hví eru vit so við? Av- oldaði setningurin um, at >vit eru við fyri at læra« er tibetur langt síðani lagdur á hillina, men í dyst- inum móti Estlandi sá ikki út til, at føroyingar høvdu lært nakað sum helst. Føroyska landsliðið eigur at kunna vinna á Estlandi (og í øllum fórum ikki tapa 5-0) og tað gjørdu teir eisini fyri bert einum ári síðani. Estlendska liðið tá var ikki fullmannað, men tað var tað føroyska heldur ikki — og átta av spælarunum, sum vóru á estlendska liðnum í Tartu fyri ein- um góðum ári síðani, vóru eisini við í Tallinn hóskvgldið. Tá tað ber til at avmarka eitt tap niðri í Spania til 1-3 og 0-3 í Moskva, kann eitt úrslit sum 0-5 móti Estlandi, sum í fótbóltshgpi Føroysku spælararnir skundaðu sær út av vellinum, tá dysturin var av, meðan estlendingarnir fegnaðust um sín størsta sigur nakrantíð í altjóða fótbólti er komið styttri enn Føroyar, ikki brúkast til nakað sum helst, og allar umberingarnar verða ongan- tíð til meira enn tað tær eru — umberingar. Og umberingar røkka bert til eitt vist. Havandi í huga undanfarin úr- slit, tíðina á árinum — allir spælar- arnir eiga at vera so væl fyri sum teir kunnu blíva — og mótstýðu- liðið, so liggur úrslitið móti Est- landi hóskvgldið tætt upp ímóti at vera tað vánaligasta hjá før- oyska A-landsliðnum, síðani Før- oyar fingu limaskap í FIFA og UEFA fyri tíggju árum síðani. Nú kann tað bert ganga ein veg — uppeftir — tí føroyska liðið rakti botnin í Tallinn móti einum liði, sum í roynd og veru ikki var ser- liga gott. Men tað var altso nóg Mynd: Álvur Haraldsen gott til at skjóta fimm mál móti einum føroyskum liði, sum ong- antíð kom í gongd. elj