Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juni 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

RS rir lu, ls 10 tíðindablaðið 5500 Hugburðurin tapti slagið fyri foroyingar Fótbóltur: Estland var ikki fimm mál betri enn føroyingar hóskvgldið. Tað vóru heldur føroyingar, sum vóru fimm mál verr enn Estland. Og tað var fyrst og fremst føroyska hugburðinum til dystin, tað var galið við Sjáldan hevur vónbrotið verið so stórt sum hóskveld- ið, tå føroyska landsliðið tapti 5-0 móti Estlandi í Tallinn Vónirnar vóru góðar und- an dystinum, og tað vóru eisini fleiri orsøkir til tað Føroyar vunnu 2-0 á Est- landi í venjingardysti í Tartu 6. august 1997, og tað var enntá uttan menn sum Toda Jónsson og Jens Martin Knudsen. Fyrrnevndi var ikki við, og tann seinni sat á bonkinum í hesum dyst- inum, tå venjarin gav Jåkupi Mikkelsen møguleikan Ein onnur orsøk var, at féroyski hópurin så út til at vera sterkari enn nakrantíð fyrr. Oli Johannesen var ikki við orsakað av próv- tóku, men allir hinir føstu vóru tøkir, og teir flestu av teimum høvdu eisini spælt væl í heimligu kappingun- um. Og so var tað sjálvandi spenningurin, sum altíð er, tá farið verður undir eitt nýtt landslidsskeid. Onkur segði til stuttleikar, at um Føroyar vunnu í Estlandi, vóru vit nummar eitt í øllum Europa, eftirsum hetta var tann all- arfyrsti undandysturin til EM í ár 2000. So sum úr- slitið lagaði seg, eru vit nú í staðin aftast í øllum Eu- ropa.. . væl Svenski dómarin Martin Ingvarsson bríkslaði fyrstu ferð stundisliga klokkan 19.15 lokala tíð — klokkan var tå 17.15 heima í Føroy- um — og føroyingar settu dystin í gongd Beinanvegin setti Julian Johnsson ferð á frameftir, slapp framvið tveimum est- lendingum og fekk eitt hornaspark burturúr. Ossur Hansen sendi hornasparkið innfyri, har Jan Allan Miill- er fekk høvdid á, men hann «akti ikki málið. Men ein góð byrjan, og tað sá út til, at føroyska liðið veruliga ætlaði sær okkurt í hesum dystinum. Stutt seinni brendi tó á í føroyska endanum, tá An- dres Oper fór ígjøgnum í vinstru síðu, men einki spurdist burturúr. Yvirdimensioneraða stad- ionurið visti, at trettan min- uttir vóru spældir, tá Estland sendi hornaspark úr høgru síðu innfyri. Jens Martin var í so passivur, og Marko Kristal, sum serliga í fyrra hálvleiki var besti spælarin hjá einum annars ikki ser- liga góðum estlendskum liði, setti høvdid á, og bólt- urin fór í netið. Ein føroysk- ur verjuspælari stóð á mál- strikuni, fekk høvdid á hann, men megnadi ikki at forda fyri målinum. Hetta kom illa vid hjå før- oyska liðnum, sum fram til tá ikki hevði spælt verri enn heimaliðið. Sum heild høvdu teir umleið 4.000 á- skoðararnir ikki sæð teir stóru målmøguleikarnar, men føroyingar tóktust hava gott tamarhald á, tá Estland skoraði eftir eina deyðbólts- stóðu. Og føroyska liðið fall ikki i fått. Fimm minuttir eftir málið høvdu bæði Julian Johnsson og Jan Allan Miiller roynt seg vid høvd- inum, men uttan at raka málið. Jan Allan offraður Dysturin gekk sína gongd, og liðini skiftust um at hava bóltin, men hvørgin av pørt- unum fekk nakad veruliga skipad spæl i gongd. Jan Allan arbeiddi sum ein hest- ur frammi á ålopinum, með- an Todi Jónsson var sera anonymur og als ikki sá tendraður út. Hann hevði kortini eina góða roynd, tá hann í 38. minutti lyfti upp um ein verjuspælara og royndi at lobba bóltin upp um Mart Poom í estlendska málinum, men lobbið var ov høgt, og bólturin endaði aft- an fyri málið. Og tríggjar minuttir seinni kom avgerandi løtan í dystinum. Jens Kristian Hansen fekk eina vánaliga sending langt afturi á vøll- inum, gleið, og so streyk Indrek Zelinski avstað við bóltinum. Komin inn í brotsteigin var hann sloppin framvið Jens Martini Knud- sen, tá hesin tók beinini undan honum. Estlendski á- leyparin gjørdi eisini sitt til, at dómarin skuldi síggja, at hann bleiv feldur, men brotssparkið kundi ikki dis- kuterast, og tað kundi reyða kortið til Jens Martin heldur ikki. Føroyingar skuldu nú hava ein nýggjan málmann, og Allan Simonsen noyddist sostatt at offra ein føroysk- an útispælara, so Jákup Mikkelsen kundi kona inn á vøllin. Tað bleiv Jan Allan Miiller, sum saman við Jens Martini mátti takka fyri seg. Eitt sindur óskiljandi, tá hann var tann av teimum báðum føroysku álopsspæl- arunum, sum fram til tá hevði víst nógv mest. Eingin ivast í, at Todi Jónsson er ein frålikur fót- bóltsspælari, men hann er ikki tann á landsliðnum, sum arbeiðir mest, og eftir- sum tað kundi roknast við, at Estland fór at leggja seg á odda 2-0, var ringt at fáa eyga á tað skilagóða í at taka áleyparan, sum inntil tá hevði havt flest royndir á málið, út, tá tað veruliga skuldi arbeiðast. Jákup Mikkelsen kom inn, men kundi ikki gera nakað við brotssparkið hjá Martin Reim — tað kundi eingin heldur krevja av hon- um — og stødan var nú tann, at Estland var á odda 2-0, Føroyar høvdu mist ein mann, og tveir minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Sámal skoraði — ikki Hvat hendi í hálvleikssteðg- inum er ilt at siga, men før- oyska liðið hevði ongan vilja eftir, ongan stríðshug, og dysturin bleiv hareftir. Estland byrjaði seinna hálv- leik við at fáa eini tvey-trý hornaspørk beinanvegin, og Nr. 104 — 6. JUNI 1998 John Petersen var ein ay teimum fáu, sum vísti stríðsvilja í Tallinn hóskveld føroyingum eitt frispark vid einum manni f yvirluta fingu teir takið á dystinum. Tað er kortini synd at siga, at estlendska liðið spældi væl. Sendingarnar vóru 6- neyvar, og tað gekk illa hjá teimum at fáa veruliga úr- tóku burtur úr yvirvágini. Svenska dómaratrioin dømdi stak væl, men í 59. minutti gjørdi hon ein av fáu feilunum í dystinum, og tað var ein stórur feilur Sámal Joensen, sum venj- arin hevdi valt framum lið- felagan Magna Jarnskor vinstrumegin á miðjuni, fekk eftir hornaspark bóltin nakað uttanfyri brotsteigin Hann skeyt, og inni í mál inum stóð ein estlendskur spælari fyri. Tíverri sá hvørk:i dómari ella linju dómari, at estlendingurin stóð hálvan metur inni í málinum, og at bólturin so statt var innanfyri målstrik- una Hevdi dómarin dømt mål her, hevdi stødan verið 2-1, og hvat so hevði hent, kunnu vit bert gissa um. Men eydnan var ikki við fóroyingum ta ferðina, og restina av dystinum var sera lítið um okkara menn. Einasta royndin á málið, sum kom eftir tað, var tá Øssur Hansen í 78. minutti sendi eitt frispark år vinstru sidu beint upp um målid, tå estlendingar høvdu roknad vid innleggi. Minuttin áðrenn hevði Sergei Terehhov við vakr- asta málið í dystinum lagt Estland framum 3-0. Bólt- urin varð sendur innfyri før- oyska málið úr høgru síðu. Innleggið var vánaligt og fór upp um alla verjuna yvir móti vinstru síðu. Har kom Terehhov púra óvardur, og við einum klokkureinum fluktara sendi hann kúluna í netið og avgjørdi dystin med alla. Allan Simonsen brúkti nú sínar tvær seinastu útskift- ingar, tá hann setti Henning Jarnskor og Una Arge inn fyri ávikavist Ossur Hansen og Toda Jónsson. Men tað var ov seint, dysturin var avgjørdur. Høvdu Føroyar tapt 3-0, hevði tað ikki verið gott, men til at liva við. Men í staðin fingu estlendingar tvey mál afturat, og bæði vóru eftir sløsut føroyskt verjuspæl. Fyrst slapp Andres Oper í aðru atløgu at økja til 4-0, tá hann stóð púra blankur fimm metrar frá málinum, og í seinasta minutti av dystinum setti verjuspælar- in Urmas Kirs punktum, tá hann eftir hornaspark úr vinstru stútaði í netið til 5- 0. Føroyska liðið var sligið knock-out og groggy, með- an estlendingar høvdu eitt sjåldsamt høvi til at fegnast um ein sigur, sum gjørdist størri, enn nakar, sjålvt est- lendingar, høvdu imyndad id. Her vinnur hann Mynd: Alvur Haraldsen sær bert tveir timar framm- anundan. Vånaligur hugburdur Tá eitt lið, sum ein framm- anundan hevði mett sum møguligan vinnara av ein- um dysti, endar við at tapa sama dyst 5-0, er neyðugt at leita eftir orsøkum. Fremsta orsøkin til, at Føroyar taptu (uttan at hugsa um hvussu nógv), var sjálvandi, at málverjin varð ríkin av velli, og at føroy- ingar noyddust at offra ann- an áleyparan, tá teir vóru aftan fyri 1-0 og høvdu útlit til at koma enn longri aftur um Men tað var ikki einasta orsøkin. Hugburðurin hjá føroysku spælarunum var heilt vid siduna av. Ein eftir lysti ti sonevnda »Lands- krona-andanum«, sum fyrr hevur givið Føroyum vekur úrslit heim aftur til landið Menn sum Todi Jónsson og Julian Johnsson, sum spæla uttan fyri Føroyar, hava ikki spælt ein so ring- an landsdyst í langa tíð, og um tú skalt meta um, hverjir á føroyska liðnum stóðu seg best, mást tú hyggja eftir, hverjir vístu vilja til at stríð- ast fyri sakini. Og har skar- aðu Jan Dam og John Pet- ersen burturúr. Jan Dam var besti maður á føroyska liðnum, men eis- ini hann fór niður við flagg- inum móti endanum í koll- ektiva niðurtúrinum. John Petersen fekk ikki nógv burtur úr frameftir — tað fekk eingin — men hann striddist í øllum fórum. At hann misti fleiri bóltar og gjørdi nøkur frispørk, må takast vid, men bert tað at hann gjørdi nøkur frispørk vitnar um, at hann royndi. Eisini Jan Allan Miller gjørdi tad gott, so leingi hann var inni. Át venjarin valdi at taka Jan Allan út og lata Toda vera inni, var eitt sindur løgiå, tí av teim- um báðum hevði Esbjerg- maðurin fingið nógv meira av skafti. Á vánaligaru síðuni eru Todi Jónsson og Julian Johnsson nevndir, men eis- ini menn sum Jens Kristian Hansen (sum hóast alt var smáskaddur) og Øssur Han- sen spældu undir vanligum stødi. Uni Arge varð settur inn, tá tíggju minuttir vóru eftir, men tíggju minuttir er einki at geva einum spælara, tá restin av liðnum eisini langt síðani hevur givið skarvin yvir. Estlendska liðið megnaði at vinna 5-0 uttan á nakran at vísa stórspæl, og Estland er heldur ikki fimm mål betri enn Føroyar. Hós- kvøldid var tað heldur Før- oyar, sum vóru fimm mál verri enn Estland. elj