Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juni 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 Hey aftur! Hesaferð fara tit at hoyra um New Zealand, tað næst- an líka so ofta gloymda landið á heimskortinum sum Føroyar. Vit høvdu glett okkum til at koma avstað úr Australia og byrja at fjakka aftur, og eisini høvdu vit hoyrt, at tað skuldi verið bíligari í New Zealandi, men vit vóru eitt sindur vónbrotin. Prísirnir eru sum heild teir somu, men landslagið var heilt eðrvísi. New Zealand er 1600 km langt og hevur tvær meginoyggjar við nøkrum smærri oyggjum spjøddum runt um. Tilsam- ans er landið 268.000 km“, ella eitt sindur størri enn Stóra Bretland. Landið er kent fyri sítt ótrúliga uttan- dura lív s.s. virknar vulkan- ir, gletsjarir, regnskóg og tað einastandandi djóralívið í havinum rundanum Suduroyggin Vit flugu inn i Christchurch å Suduroynni, og longu gin eftir fóru vit víðari suðureftir. Fyrsti steðgur á skránni var Queenstown, og busstúrurin suður hagar var rímuliga áhugaverdur. Vit koyrdu gjøgnum hetta van- liga grøna landslagi, sum beint nú tó var vorðið gult- brúnt orsaka av vatntroti Men hóast hetta, so sóu Vit allastaðni hesar stóru akrar- nar fullar av kritahvítum bollutum seyði. Tað var júst sum at koyra runt í Føroy- um, sera heimligt. Vit vístu eisini av, at New Zealand hevur 58 mio. seyðir mót- vegis bert 3,5 mió. íbúgv- um. Meira enn helvtin av jórðini verður nýtt sum landbúnaðarjørð burturav men hóast hetta eru m.a ferðavinnan, framleidslu- vinnan og tryggingar- og figgingarfyritøkur — størri partur å BTU ella GDP sum tey kalla tad. Landbunadur- in i New Zealandi fær ong- an almennan studul yvir- høvur, og hetta hevur verid vid til at lækka prisirnar å landbunadarvørum mun- andi Komin eitt sindur sudur- eftir, byrjadu vit at bera eyga vid eitt slag av reins- djórum ella deer, ið eisini gingu runt á innstikaðari jørð, júst sum seyðurin. Vit funnu útav, at hetta var ikki eitt upprunaligt djór í land- mum, men var innført úr Australia. Tey høvdu í mong ár verið ein plága fyri ta villu náttúruna har, inntil tey funnu uppá at fáa latur á teimum og ala tey, tí kjøtið er sera gott. Hetta er nú ein stór útflutningsvara Adrenalin- hevuðsstaðurin Tá vit komu til Queens- town, ið eisini verður róptur Adrenalin-høvudsstadurin, fóru vit beina leið at finna útav, hvussu eisini vit kundu fáa adreftalinid at pumpa. Møguleikarnir eru sera nógvir. Tað kendasta, og eisini tað vit ætlaðu okkum, er gyrðislop, ella bungy jumping, men eisini kanst tú fara jet boating eftir tidindabl Møttu Duritu å Salku Valku Tann eina dagin fóru vit oman á keiina, har vit funnu bátin Salku Valku. Navnið tóktist kent, og tað var sanniliga eisini ein føroyskur bátur. Ungi skip- arin Durita var umborð saman við bert átta vikur gomlu dóttur síni, og var hon sera bilsin um at fáa vitjan úr Føroyum. Lesið um hesa forvitnisligu hending, um >bongi< lop og mangt annað, sum John og Halla upplivdu á John við lítlu dóttir Duritu Holm, skipara á Salku Valku í New Zealandi áunum, river rafting, sum vit jú høvdu roynt, para- gliding, skydiving, hanggli- ding, trekking í fjøllunum ella á gletsjaranum nær- hendis, og um veturin kanst tú standa á skíum. Sum skilst, so kanst tú lættliga fáa tíðina at ganga her í nakrar vikur, men so leingi høvdu vit ikki, so vit hildu okkum til tað longi ætlaða gyrðislopið. Eini tvey try feløg bjóð- aðu seg fram til at lata okk- um hoppa, men vit vistu longu hvat vit vildu. Vit høvdu lisið um >The Pipe- line< í okkara Lonely Planet bíbliu (guidebókin, allir fjakkarir MUGU eiga) The Pipeline er tað hægsta gyrð- islopið í sunnaru hálvkúlu, og var 102 m. høgt, ella uml. longdin á einum fót- bóltsvelli. Tað varð avgjørt, og morgunin eftir sótu vit sjey fólk við firvaldum í búkinum í tí lítla jeep' inum á veg niðan. The Pipeline var upprunaliga eitt vatnrør, har tey slúsaðu vatn igjøgn- um, við vón um at finna gull. Hetta hevur helst ikki eydnast so væl, tí rørid varð gjørt til eina brúgv við bungy á í "96, halda vit. Tað var sera vakurt at koyra nidan, og bilførarin greiddi frá, um hvussu Heavens Gate og Hells Gate høvdu fingið síni nøvn und- ir vegabyggingini niðan her. (Fyrra var sera torført at koma igjøgnum, meðan hin var munandi lættari!) Vit vóru tvey lið, ið skuldu hoppa, og fyri at fjakkaraferð síni í New Zealandi herfyri gera tað meira spennandi fyri okkum, hildu vit, skuldu hini hoppað fyrst. Tað sá øgiligt út, men tey sóu út til at hugna sær. Onkur slepti einum lítlum skríggi, beint áðrenn tað strammaði um beinini, men tað var so langt niðri, at vit nærum ikki hoyrdu tad. Sjálvt um ein á var niðri undir, so rørdi tú ikki við vatnskorpuna, tá tú hopp- aði. Tað var tað ov grunt til. Tá tú langt um langi steðg- aði við at sveiggja, vart tú spakuliga fangaður av ein- um báti í ánni, og sleptur upp á áarbakkan. Síðani mátti tú stríða teg niðan aftur eftir tí brøttu gøtuni við havragreyti í knøunum. »5,4,3,2,1 Bungy!< Tá tann fyrsti bólkurin var horvin niður í dýpið, byrj- aðu vit. Eini fýra hoppaðu, áðrenn maduiin bað Hallu koma og seta seg í stólin og fáa beinini fast-spent. Tað var eisini í lagi; smíla til video-upptekutólið uppi yvir og vinka til tað á síðuni, og so spakuliga hoppa út móti kantinum. IKKI hyggja niður, men beint yvir móti trøunum á hinari síð- uni. Teir spurdu um hon var til reiðar, men áðrenn hon fekk svarað, byrjaðu teir at telja. »5, 4, 3, 2, I bungy!«, men Halla stóð enn har. O.K., teir taldu umaftur, men heldur ikki hesaferð hendi nakað. Tað var tó líka við nakrar ferðir, men trup- ulleikin var, at hendurnar — hvítir knúgvar nú — vildu ikki sleppa gyrðingini aftanfyri. Har var onki at gera, mátti seta seg niður og bakka innaftur. Teir vóru sera fittir, hjálparfólkini, og søgdu, at tað merkti bert, at har var eitt sindur av skili innanfyri, tí tað VAR rætt at vera bangin. Ikki er tað natúrligt at kasta sín verju- leysa kropp út av 102 m., og teir bóðu hana hugsa eitt sindur um tað, og kanska royna aftur um eina løtu. Men kenslan at standa har! Tað var als ikki neyðugt at hoppa! Adrenalinið pump- aði sum ongantíð fyrr, og kng og hendur, alt ristist. Síðani hoppi tann næsti, og so bóðu teir John koma. Hann fór við einum stóru smíli, fekk handklæði um beinini, og 5, 4, 3, 2, Í bungy, og hann kastaði seg útav. Júst í tí beinini sleptu fótafestinum, hugsaði hann, hvat í allari víðu verð tað var, hann gjørdi, men so var tað bara frítt fall í eini 4-5 sekund, har áin kom drøn- andi upp ímóti honum. So byrjaði hann knappliga at fara uppeftir aftur, og gyrð- ið hevði strammað Hetta helt fram eina lítla løtu, so var báturin undir honum, og hann varð spakuliga sleptur niður í bátin og settur upp á land. Uppi á brúnni stóð Halla enn og ivadist, men so kom ein nýggjur bólkur og byrjaði at hoppa, og so var tað líkasum avgjørt. Tá John var komin niðan aftur, hildu vit so leiðina aftur til Queenstown. Eitt sindur keðiligt var tað, at Halla ikki hoppaði, men gott er Kanska eina aðru ferð. Aftan á hugsaðu vit um, at vit áttu at havt hoppað sam- an. So hevði John hoppað, og Halla hevði bara verið noydd at fylgt við. Tað fingu vit tó høvi til seinni. Millum hvalir og delfinir í Kaikoura John kendi seg ikki so væl aftan á lopið, og hann legðist við fepri. (Hetta var tó longu áleiðis áðrenn). Imedan fann Halla útav, hvussu vit komu víðari og hvagar vit skuldu fara, og fekk bílagt pláss við buss- um á gistingarhúsum og við ferguni yvir um til Norður- oynna. Longu dagin eftir hildu vit so víðari, eftir at hava hugt eitt sindur at Queenstown. Ein sera vakur býur. Bert 2500 íbúgvar, men eg veit ikki hvussu nógv ferðafólk. Vit komu aftur til Christ- church um kveldið, og morgunin eftir komu vit til býin Kaikoura. Hann er staðið í New Zealandi, ið hevur mest samband við havsins súgdjór. Her koma hvørt ár teir stóru avgustar- nir framvið og halda við- hvort til í økinum í langa tíð í senn. Kaikoura er so væl fyri, at heili 35 sløg av havsúgdjórum eru sædd í havinum uttanfyri, og vit hava bert 76 í heiminum. Hetta eru mest hvalir og delfinir, men eisini ping- vinir eru sera vanligar, sam- an við ymiskum sløgum av kópi. Nr. 104 — 6. JUNI 1998 Vit fóru við einum av hes- um skjóttgangandi katama- ranunum, ið rullaði sera illa. Vit høvdu tó ikki siglt leingi, tá skiparin boðaði frá, at vit høvdu funnið okkara fyrsta hval. Vit steðgaðu so og lógu og hugdu eina løtu, men tað var ikki tað stóra, tú sært. Tað er ikki fyrr enn hann kavar, at tú fært eina hóming av, hvussu stórir teir í veruleik- anum eru. Tá reisist sveiv- urin upp úr og hvørvur hå- bærisliga í dýpið. Hesin ætl- aði sær tó ongan veg, segði skiparin, tí hann svav! Vit måttu sigla til tveir adrar, áðrenn vit funnu ein, ið ætlaði sær at kava. Vit bíð- aðu eina létu, og so andaði hann inn fyri seinastu ferð í einar 45 min. og kavaði. Myndatólini kliktu alla- staðni og vit gloymdu næst- an at hyggja av ovfarni. Hetta var ein avgustur og teir gerast upp til 20 metrar langir og teir tyngstu hann- arnir viga upp til 50 tons. Bæði kynini liva í eini 70 ár, júst sum vit menniskju Aftan á at hava sæð nakrar afturat av hesum stóru hvalum, har ímillum tann størsta, tey vita um i økinum, sigldu vit nærri landi, og tá upplivdu vit nakað, vit altíð fara at minn- ast. Vit sigldu inn í ein bólk av delfinum, ið so fylgdu bátinum. Tær vóru nógv meira áhugaverðar enn hvalirnir. Tær svumu frammi vid stavninum, og kastaðu seg upp eftir síðuni og hoppaðu uppúr. Ein lítil bleiv við at hoppa høgt upp úr vatninum og gera saltomortalir trillrunt í leysari luft, minst 1,5 m. upp úr vatninum. Tað var heilt ótrúligt at síggja. Hittu gamlar vinir Vit fóru víðari norðureftir, og steðgaðu ein hálvan dag í høvudsstadnum, Welling- ton. Har høvdu vit avtalað at hitta tað new zealendska parið, Debru og Martin, sum vit høvdu raftað saman við í Nepal, aftur. Tá vit hittust seinast, vóru tey hvít- ari enn ein føroyingur um veturin, tí tey høvdu fjakkað í einar 3 mánaðir í teimum muslimsku londunum i Asia, har tú altíð mást fjala teg í klæðum. Vit mundu tí næstan ikki kent tey aftur, nú tey vórðu vorðin brún av tí lýggja summarinum. Vit høvdu ein hugnaligan dag saman, har tey vístu okkum ymiskt áhugavert í býnum. Millum alt tað forvitnisliga, dámdi okkum best spáki- túrin á keiini. Hetta var or- sakað av at ein hópur av árabátum lógu og vandu til eina régvistevnu, ið skuldi verða í vikuskiftinum. Rómurin var sum á ólav- søku, og vit fingu ein lítlan klump í hálsin, haldi eg. Bátarnir vóru mannaðir við bæði konufólki og mann- fólki, og hetta var tí, at teir hvør umboðaðu eitt arbeiðs- pláss ella fyritøku. Vit fingu ikki heilt við, hvat enda- málið vid stevnuni var, men vit hildu hugskotið vera sera gott.