Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juni 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Svávulbýurin — boblandi runudiki og heitar goskeldur Ur høvudsstadnum fóru vit víðari norður til Rotoroa, størsta ferðafólkamálið í Norðuroynni, um ikki øll- um landinum. Býurin hevur fingið eyknevnið Sulphur City, ella Svávulbýurin, or- sakað av tí sermerkta royki, ið er allastaðni. Økid hevur størsta »energetic thermal activity«, ella varmaelvda virksemi, í landinum. Brús- andi heitar keldur, boblandi runudíki og froysandi gos- eldar eru spjadd um alt gkið, og úr øllum veitum og rist- um á vegnum rýkur spaku- liga. Tað er sum at ganga í eini dreymaverð, tí tað kennist so óveruligt. Lukt- urin av rotnum eggi er sterkur, men eftir nøkrum tímum leggur tú næstan ikki merki til hann longur Vit fóru við einum lítlum ferðalagi út at uppliva hesi løgnu fyribrigdi »up close«. Tururin byrjadi vid, at vit sóu nøkur stór runudíki. Tað sá akkurát út sum í filmun- um: grá, tjúkk runa, sum boblaði og spruttaði og stinkaði. Sera áhugavert at síggja. Víðari fóru vit til tað sokallaða Thermal Wonder- lands. Har vóru gosop i øll- um støddum og sløgum og í øllum litum. Mest ein gulligur lítur orsakað av svávulinum, men onkuntíð fór tað heilt yvir í ljósa- grønt. Har var nógv at síggja, men roykurin var øgiligur, og onkuntíð smakkaðu vit hann ordiliga. Tå var bara at halda ondini og skunda sær víðari. Vit sóu eisini eina goskeldu, sum goysti vatnið einar 15- 20 metrar upp í loft. Fyrst mátti umsjónarmaðurin tó oysa 1,5 kg av Sunlight sápu í hann, fyri at eggja honum til at goysa. Hetta var gjørt bæði fyri at ferða- fólkini skuldu hava møgu- leikan at uppliva hetta ser- merkta, men eisini fyri at loysa trýstið, so at goskeld- Nr. 104 — 6. JUNI 1998 an ikki sprongdi seg sjålva í luftina. Tá såpan var horv- in niduri, byrjadi tad spaku- liga at bobla, og so vid og vid kom meira og meira vatn+såpa uppúr, og knapp- liga stóð ein tjúkk stråla av vatni upp í luftina. Hetta vardi einar 4-5 min., og fyri einaferð skyld var tann kvalandi rotið-egg-lukturin trongdur burtur og nú lukt- aði so deiliga reint av sápu! Nógv annað spennandi var at síggja og uppliva í Rotoroa, og vit sóu eitt sindur meira til hetta, men hildu so leiðina víðari til býin Tauranga, har vit høvdu eitt sera forvitnisligt meti við ein annan føroy- ing. Umborð á Salku Valku Vit vistu frammanundan, at havnarmaðurin Símun Askam var búsitandi í Tau- ranga, og vit høvdu avgjørt at støkka inn á gólvið, sum so mangir fjakkarar undan okkum. Tann ótrúligi blíð- skapur, ið møtti okkum, var tó heilt óvæntaður, men sera kærkomin. Vit steðgaðu í 3 dagar og tann eina dagin fóru vit ein túr oman á kei- ina, har vit funnu bátin Salku Valku. Navnið tóktist kent, og tað var sanniliga eisini ein føroyskur bátur. Ungi skiparin Durita var umborð saman við bert 8 vikur gomlu dóttir síni, og var hon sera bilsin um at fáa vitjan. Vit settu okkum upp á dekkið í góðveðrin- um og prátið gekk lívliga. Hon greiddi okkum frá um ótrúligu og spennandi ferð sína tvørtur um Atlantshav- ið, gjøgnum Panama veit- ina og síðani um allar tær spennandi Stillahavs oyggj- arnar, tey høvdu vitjað. Nú lá hon so her í New Zea- landi og bíðaði, meðan tær ræðuligu Stillahavs orkanir- nar herjaðu. Á vegnum hevði hon hitt ein fittan norðmann, ið eisini sigldi somu leið við sínum skipi, og kærleikin blómaði. Ur- slitið gjørdist ein nýggjur heimsborgari, ið kemur at liva sítt fyrsta hálvtannað ár sum sjómaður. Durita greiddi frá, at hon hevði havt nógvar føroyingar við sum manning, og tað var tað, henni dámdi best. Hon hevði ikki funnið manning til tann víðari túrin enn og hevði fegin viljað havt onkran við úr Føroyum. Tað er hervið sagt. Durita hevur gjørt nakrar sjónvarpssend- ingar um ferð sína, og tær fara vit vónandi skjótt at síggja. Eitt stórt vónbrot Nú var tíð okkara í New Zealandi um at renna und- an, og vit søgdu farvæl og takk við Sue og Símun. Vit komu norður til Auckland, har vit skuldu flúgva víðari frá, men fyrst gjørdu vit eitt lítið rend norður til tað til- tikna vakra økid Bay of Is- lands. Upplivingin við del- finunum hevði gjørt, at vit høvdu fingið hug at royna tað sum allir fjakkararnir tosaðu um; at svimja við delfinunum. Hetta gjørdu tey har norðuri, so sam- stundis sum vit sóu tað vakra landslagið kundu vit uppliva hesi klóku og fittu djór einaferð enn. Hildu vit. Morgunin var ógvuliga myrkur og tað heyði hug at regna, men vit hildu tó avstað við góðum treysti í bátinum. Skiparin greiddi frá, at delfinirnar eru vill djór, og møguligt var bert at svimja við teimum, tá TÆR høvdu hug at spæla. Har vóru sera nógv >um- nú...< sum so førdu við sær, at vit IKKI kundu svimja, men vit vildu ikki hoyra um tað. Vit gleddu okkum til at hitta tær aftur, men vit gjørdust SERA vónsvikin. Tað var so óheppið, at júst henda dag vóru ongir del- finbólkar at finna. Skiparin segði, at tað saktans kundi koma fyri, men at vit so sluppu túrin um aftur, tá vit vildu. Hesum tilboði kundu vit tó ikki heysta ágóðan av, tí vit skuldu aftur til Auck- John í >bongy-lopi< land sama seinnapart, og flúgva til Fiji-oyggjarnar dagin eftir. Vit fingu tó hendan tilgóðarseðil, um vit nakrantíð koma aftur hagar So legið kann tað verða... Hýrurin var ikki serliga góður í bussinum suður eftir aftur, og vit løgdu næstan ikki merki til tað vakra landslagið. Vit koyrdu framvið teimum risastóru og flottu kauri-trøunum, og hesi trø eru ógvuliga sjáld- som. Tey gerast upp í 30 metrar høg og 2000 ára gomul. Hesi tré vórðu nær- um útruddað orsakað av tí sera góða viðinum, men nøkur eru tó eftir. Tað hjálpti heldur ikki upp á støduna, at tey ikki gerast kynsbúgvin — um tað kann sigast um trg — fyrr enn tey eru 1500 ár! Okkara alt ov stutti steðg- ur í New Zealandi var at enda komin. Vit komu aft- ur til Auckland, har vit skuldu sova í eina nátt, fyri síðani at fara við flogfarin- um til Fiji. Aðrenn vit komu so langt, hendi tó nakað sera løgid. Vit høvdu funnið okkum eitt vallaraheim nær við bussstødina, og tá vit høvdu fingið okkara kamar, fóru vit niður undir aftur, og tá sita knappliga tvey sera kend andlit har í sofuni. Tað var tað enska parið, Samantha og Ben, ið vit fyrst hittu í Thailandi, fyri hvat tóktist okkum 100 ár- um síðani, og sum vit eisini høvdu hitt aftur í Australia av tilvild. Tey hava fjakkað sama teinin sum vit, og um nøkulunda somu tíð. Tey vóru nú júst komin til New Zealand, men skuldu aftaná eisini til Fiji, júst sum vit. Vit høvdu eitt sera hugna- ligt kveld við práu um „farnar dagar< í Thailandi og Australia, og morgunin eftir søgdu vit IKKI farvæl, men sum royndirnar høvdu lært okkum: »Vit siggjast«. Her sæt hvussu høgt lopið er av brúnni - 102 metrar út í leysa luft..