týsdagur 9. juni 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 105 — 9. JUNI 1998
tíðindablaðið So
Triggir nýggir AWI-33
bátar til Grønlands
- Fyrsta bátin seldu vit til Grønlands fyri 10 árum síðani, men tað hevur tikið
langa tíð at upparbeitt ein marknað í Grónlandi, sigur Aðalstein Anthoniussen,
stjóri í AWI Boats Service P/f í Runavík
Teir tríggir nýggju AWI-33 bátarnir hava allir verið royndartúr. Nú er bara eftir at fáa alt tað leysa umborð.
FRANTS JENSEN
Fyri umleið trimum vikum
síðani varð tann fyrsti av
teimum trimum nýggju
AWI-33 bátunum hjá AWI
Boats Service sjósettir. Síð-
ani eru hinir báðir vorðnir
sjósettir við eini viku ímill-
um.
- Vit hava gjørt royndar-
túrar við bátunum, og alt
hevur víst seg at virka sum
tað skal, sigur Aðalstein.
- Nú er bara eftir at fáa
alt tað leysa umborð, so
sum bjargingarútgerð og
annað sum krevst, áðrenn
AWI-33 bátarnir fara til
Grønlands við fraktskipi 20.
juni.
25 båtar til Grønlands
- Vit hava gjørt rættiliga fitt
burturúr fyri at koma inn á
marknaðin í Grønlandi,
men tað vísir seg at taka tíð,
sigur Aðalstein, stjóri í
felagnum.
- Tað eru einir 25 bátar
seldir til Grønlands, og vit
hava eisini onkran sáttmála
liggjandi haðani.
Aðalstein er væl nøgdur
eisini at vera komin inn á
Grønlendska marknaðin,
men hann er kortini varin
at leggja ov nógv í hann.
Hann er eitt ískoyti til tað,
sum annars er, heldur Aðal-
stein.
Royna eftir svartkalva
- Tað eru mest privatper-
sónar sum bíleggja bátar.
Hesir tríggir bátarnir, sum
nú fara til Umanakk og
Upernavík, skulu allir nýt-
ast til svartkalvaveiðu.
Onkrir av teimum undan-
farnu hava eisini verðir
nýttir at reina eftir svart-
kalva.
- Í AWI-33 bátunum eru
AANNGUAQ F
peer
Myndir: Jonhard Hammer
triggjar koyggjur, og tad ber
til at vera leingi úti. Båturin
lastar eini 20.000 pund og
teir fiska uppí, áðrenn teir
koma inn at selja.
AWI-33 bátarnir kosta
1,6 mill. kr. hvør. Figgingin
er annars nógv lættari i
Grønlandi í mun til í Før-
oyum, sigur Aðalstein. Pen-
ingastovnarnir fíggja ikki so
nógv, men heimastýrið veit-
ir sera góða fígging.
AWI Boats Service
komið fyri seg aftur
Hóast virksemið á AWI
Boats Service er vaksið
Hesir triggir AWI-33 bátarnir, sum skulu til Grønlands, eru nýbygningar nr. 234, 235 og 236 hjá AWI Boats Service
10 mans hava verið í arbeiði hjá AWI Boats Service
Runavík síðstu tíðina
seinnu árini, metir stjórin
kortini ikki at tað rættiliga
kann samanlíknast við
tíðina síðst í áttatiárunum.
- Síðstu tíðina hava einir
10 mans verið í arbeiði, men
tá ið tað var mest at gera
vóru vit einir 14 - 15 mans.
- Men tá ið kreppan kom
dalaði virksemið niður í
einki, og í eini tvey ár lá
tað heilt deytt.
Tað byrjaði síðani spaku-
liga aftur og er vaksið til
tað sum er í dag. Aðalstein
metir, at teir hava nóg mikið
at gera í dag
AWI Boats Service
byrjaði í Danmark fyrst í
sjeytiårunum, og fyrst í
åttatiårunum byrjaðu teir í
Føroyum
Umframt AWI-33 båtin
so framleida teir eisini
AWI-27 og Aqua Star-33
båtar
Sjógóðir bátar
Tá ið Aðalstein sjálvur skal
greiða frá dygdini í AWI
bátunum, vísir hann beina
vegin á, at teir eru sjógóðir
bátar, tað eru nógvir møgu-
leika við bátunum og so
siga teir eisini við hampi-
ligari ferð. AWI bátarnir við
10 míl, meðan Aqua Star
33 er ein skjóttgangandi
bátur við 18 míla ferð
Storno Handan Á 6
Tlf. 314414 Fax 318045