Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið DU Eru nu til reidar at byrja flúgving ímillum Tað er ein Hann tekur níggju ferðafólk, væl av farmi og ferðin ímillum Suðuroynna og Havnina tekur 15 minuttir , Í gjár handaði ein bólkur av privatmonnum Landsstýrinum eitt fullfíggjað uppskot til, hvussu farast kann undir flog- samband við flúgvara ímillum Suðuroynna, Havnina og Vágar. AK! BERTHOLDSEN Ber landsstýrið skjótt at, kann farast undir regluligt flogsamband ímillum Suð- uroynna, Havnina og Vágar um nakrar mánaðir Í gjár handaði ein bólkur av privatmonnum Lands- stýrinum eina fullfíggjaða ætlan fyri, hvussu innan- landsflúgving við flúgvara kann setast í verk Saman við ætlanini fekk landsstýrið eitt itøkiligt til- boð um, at teir privatu vildu seta ætlanina í verk fyri eina ávísa upphædd. Ein av monnunum aftan- fyri ætlanina, Jens Pauli Rasmussen, í Havn, sigur, at hvussu stór upphæddin úr landskassanum verður, veldst sjálvandi um, hvussu umfatandi ferðaætlanin skal verða, hvussu nógv ferða- seðilin skal kosta o.s.fr. Teir siga, at samferðslu- viðurskiftini i Føroyum eru so serlig, at tað er nógvur politikkur uppi í. — Ti verður tað í síðsta enda ein politiskur spurn- ingur, hvussu ofta skal flúgvast og, nógv, ferðaseð- ilin skal kosta- og, hvussu nógv landskassin tí skal spjaða til. — Men hugskotið er, at suðuroyingar skulu sleppa norður á meginlandið og aftur nakrar ferðir sama dagin aftur og fram. — Og eftir tí eina uppskot- inum, sum er sett upp í ætl- anini, snýr tað seg ikki um meiri enn einar tvær milli- ónir úr landskassanum um árið - ella kanska enntá minni enn tað, sigur hann. Tá er roknað við einum ferðaseðlaprísi uppá 130 krónur hvgnn vegin og at 45% av setrunum verða brúkt í miðal. Men tá er farmaflutningur ikki roknaður uppí. Og nett- upp farmaflutning ivast teir ikki í, fer at vinda uppá seg, tí avgreiðslutíðin verður so stutt Nógv fyri pengarnar Og fyri tann peningin fæst ein rættiliga góð og mun- adygg innanoyggja flúgv- ing, tí tvær milliónir eru ikki ein dýr samferðsluætlan T.d. ber til at gera tríggj- ar ferðir úr Suðuroynni og tríggjar ferðir úr Havnini um dagin mitt í viku, og tvær ferðir hvønn vegin um vikuskiftið. Men stundir verða eisini til tvær ferðir vestur í Vágar og aftur um dagin. Á hávetri, verður neyðugt at broyta ferðaætlanina eitt sindur, tí tað skal verða ljóst, táið flúgvarin lendir. — Men allir møguleikar standa sjálvandi opnir, alt eftir, hvussu stórt undirskot kann góðtakast, sigur hann. Hinvegin ivast Jens Pauli Rasmussen heldur ikki í, at rutan fæst at bera seg um ferðaseðilin verður eitt sind- ur dýrari, t.d. 150-160 krón- ur hvønn veg. Teir ætla, at flågvarin skal hava stød í Suðuroynni, so at fyrsti tårur hvønn morgun verður norðureftir. Men tað kann eisini flúgvast aðrastaðni í Før- oyum, eitt nú til Klaksvíkar. Av og á kundi tað eisini komið uppá tal at leiga flúgvaran, báði innanoyggj- a, og til grannalond okkara, tí hann kann flúgva báði til Íslands, Skotlands, Dan- markar og Noregs Hann er eisini útgjørdur soleiðis, at hann er vælegn- aður til sjúkraflutnings, ti tað er lætt at fáa børu í hann og úr honum aftur. Drúgvar kanningar Tað eru eini tvey ár síðani -Vvnina og Suðuroynna - : PERLE vatnfligvari av hesum slagnum, sum er best egnaður at fligva ímillum Suðuroynna, Havnina og Vágar at ein bólkur av privatfólki fekk hugskotið til at kanna, um tað læt seg gera at seta meiri miðvísa innanlands- flúgving í verk í Føroyum. Teir siga, at teir valdu at kanna mJguleikarnir við flúgvara tí tað er nógvar ferðir dýrari at hava við tyrl- u at gera. Tað var í kjalarvørrinum á tí viðvarandi kjakinum um ferðasambandi til Suður- oynna, at hugskotið stakk seg upp. Teir halda, at skal túra- talið ímillum Havnina og Suðuroynna nakað serligt upp, er flúgving tann mest sannlíki møguleikin. Og teir komu skjótt í tankar um at kanna møgu- leikarnar við vatnflúgvara, tí hann krevur onga breyt, bara eina bátabrúgv og ein drátt, so hann kann verða drigin um náttina. Drigin er so nógv sagt, tí hann hevur hjól og koyrir sjálvir. Serliga hetta seinasta hálvtannað árið, hava teir arbeitt miðvíst við ætlanini. Eitt nú hava teir leitað sær serkøna hjálp úr USA, Grønlandi, Bretlandi, Nor- egi, Danmark og aðrastaðni, har tey hava royndir við sama slag flogførum. M. a er eitt stórt arbeiði gjørt at finna útav, hvor flúgvari er best egnaður til endamålid. — Eftir at hava kannað ein hop av flågvarum eru vit komnir eftir, at tann, sum Nr. 105 — 9. JUNI 1998 Summarterdætian Túrar til SUR 8 VA úr Túr 1 SUR / TOR 22 TOR 2 TOR / SUR 23 VAG 3 SUR / TOR 24 TOR 4 TOR / SUR 25 VAG 5 SUR /TOR 26 TOR 6 TOR /SUR 27 VAG Månadag - Friggjadag Suðuroyaleiðin Fráferð Koma 07.35 07.50 08.10 08.25 Túr 3 SUR 08.40 08.55 Túr 22 Túr 23 Túr 24 Túr 25 Túr 4 TOR 15.15 15.30 Tur 5 SUR 15.45 16.00 Tor 26 Tor 27 Tur 6 TOR 17.30 17.45 Leyardag & Sunudag SUR 08.10 Túr 15 ”) Møguligir eykaturar (ikki irokna? Tur 17 SUR Tor 18 TOR 21 45 Soleiðis kann ferðaætlanin mudag Eykatúrar VAG 15 SUR / TOR * TOR 16 TOR / SUR VAG TOR +17 SUR / TOR VAG +18 TOR / SUR TOR Vågaleidin Til Frå Fråter Koma Tit TÓR SUR TOR TOR 09.40 0955 VAT VAG 10.20 10.35 TOR TOR 11.45 1200 VAG VAG 12.20 1235 TOR SUR TOR TOR 1610 1625 VAG VAG 16 45 1700 TOR TO TOR DS « 09 55 VAC 7 OF ÓR 11.45 hjá eini innanoyggja flogrutu við flúgvara fara at síggja út. Flogið verður tríggjar ferðir hvønn vegin um dagin m itt í viku og tvær ferðir um vikuskiftið. Men stundir verða eisini til tvær ferðir vestur í Vágar um dagin í sambandi við uttanlandsflúgvaran hóskar seg best til okkara viðurskifti er ein Cessna Caravan, sum tekur nígs fólk, sigur Jens Pauli Rasm ussen Tvs, at upprunaliga tekur hann 10 fólk, men ter halda, at tað er rætt at taka eitt setur úr honum fyri at geva betri pláss til vidføri, sum serliga kann væntast eitt sindur av í flúgving upp á Vágar í sambandi við flogsambandið uttanlands. Hann sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at teir valdu nettupp hendan flúgvaran. Hann hevur sera gott orð á sær, hvat trygdnini við- víkur. Men hann er eisini tann flúgvarin, har vit fáa bestu trygdina og mesta plássið fyri pengarnar. Flúgvarin er eisini út- gjørdur við hjólum, so at hann kann lenda á breyt. Hann krevur eina breyt, sum er 600 metrar. Men neyðugt er ikki at gera so nógv burturúr vøll- inum. Ein slættur gråsvøllur er nóg góður. Hesir flúgvararnir eru nógv brúktir aðrastaðni m.a. í Kanada, har tey eru vanlig í ferðasambandinum til fjar- skotin pláss. Tey flúgva beint omanfyri 300 km. um tíman. Í samstarvi við Cessna- verksmiðjuna fingu fyri- reikararnir herfyri ein flúgv- ara av hesum slagnum til Føroya úr USA at royna hann undir okkara, serligu viðurskiftum. Amerikansku flogskipar- arnir hildu at hann var væl- egnadur til føroysk viður- skifti. Ta einu ferðina vóru um- boð fyri Landsstýrið og Strandferðsluna boðin við. — Tann eina royndartúrin var nógvur vindur, 18 metr- ar um sekundið, men tað bilti ikki — Hann ristist eitt sindur í tí hann fór uppfrá, men tað hevði lítið uppá seg. og sc var púra fridaligt, sigur Jens Pauli Hann leggur afturat, at tað verða heldur ongir trupul- leikar at seta seg á sjónum, hóast nakað av aldu er — Hann kann flúgva og lenda i at kalla øllum veðri. — Har fjørður er, vænti eg ikki, at tað nakrantíð fara at verða trupulleikar at lenda fyri aldu, sigur hann. Alt tað dagliga viðlíka- haldið er ætlanin at gera í Føroyum.Og ætlanin er at útbúgva føroyskar flogskip- arar. Men avtala er gjørd við eitt danskt felag um tey regluligi eftirlitini. Talan er um eitt felag, sum framm- anundan hevur fýra cessna- flogfør. Góðir møguleikar Jens Pauli Rasmussen sigur, at teir hava góðar vónir um, at hetta er eitt tiltak sum kann setast í verk við eini fløgu, har í rættiliga nógv fæst fyri pengarnar. Teirra uppskot er at fara undir eina trý ára roynd- arflúgving, áðrenn endalig stóða verður tikin. — Verður álvari av ætlan- ini, er ætlanin at langleiga ein flúgvara, í hvussu so er í royndartíðini. Tekur Landsstýrið av til- boðnum, ganga nakrir mán- aðir, til ætlanin kann setast í verk, tí flúgvarin er nógv eftirspurdur og av tí sama er leveringstíðin long. Jens Pauli Rasmussen sigur, at teir hava alla tíðina kunnu Landsstýrið um ar- beiðið, so hvørt sum kann- ingarnar gingu, so ætlanin kemur ikki óvart á umsit- ingina í Tinganesi.