Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—øttikum Nr. 107 — 11. JUNI 1998 tíðindablaðið 5052 Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður: = Nú verður lættari at leggja langtidarætlanir Landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum sigur, at vælferðin ikki verður skerd við nýggju avtaluni. — Nú ber til at varðveita og endurnýggja vælferðarskipanina eftir fóroyskum leisti, sigur Helena Dam á Neystabø Undir samráðingunum hevur hon lagt dent á, at almanna- og heilsumál ikki skul koma føroyingum aftur um brekku. Helena Dan á Neystabø er sannførd um, at tað nú verður lættari í allar mátar at bera byrðarnar hjá okkum. — Vit hava fingið eina av- gera góða avtalu. Tað merkir, at tað verður lættari at leggja langtíðarætlanir viðvíkjandi vælferðini. Vit kunnu varðveita og endur- nýggja skipanina eftir før- oyskum leisti. — Harnæst hava vit fingið allar avtalur við danir settar úr gildi, sum eru gjørdar frå 6. okt. 1992, undantikið undirgrundarmálið. Um- framt tað hava vit fingið Fíggingargrunnin og Fram- taksgrunnin o.a., sum gera føroyingar fíggjarliga betur fyri. Fara vit at merkja fíggj- arligan bata? — Tað verður ið hvussu er ikki soleiðis, at vit fara at byrja eitt forbrúkaragildi. Vit fara heldur at konsoli- dera samfelagið. Í tí liggur eisini, at vit tryggja ein- stakar føroyingar, sigur He- lena Dam á Neystabø, sum nevnir 20 ára avtaluna. — Vit skulu gjalda minni í rentu og avdráttum, enn vit í dag gjalda — bert í rentu. Við ongari avtalu skuldu vit goldið 1,3 mia. kr. bara í avdrátti í 1999. Umframt tað fáa vit nýggja, lagaligari afturgjaldsskipan, so eg haldi, at vit kunnu vera nøgd, sigur landsstýrismað- urin. — Seinni fara vit at tosa um ríkisrættarligu viður- skiftini. Tað merkir, at vit ikki heilt fara úr ríkisfelags- skapinum, men hava felags kongshús, gjaldoyra osfr. Ætlanin er at brúka íslendsku skipanina, og vit fara at stovna ríkjasamband, har danir og føroyingar verða javnt stillaðir, sigur Helena Bam á Neystabø í lítlari viðmerking aftan á samráðingarnar í fíggjar- málaráðnum mikumorgun- in. - Avtalan er betri enn eg hevði væntað — sigur Sigurd Poulsen, landsbanka- stjóri um avtaluna, sum landsstýrið og danska stjórnin gjórdu í gjáramorg- unin klokkan 4. Við eitt eru fíggjarum- stóðurnar hjá landskassanum vornar munandi betri SVEINUR TRÓNDARSON Tað var ein væl nøgdur landsbankastjóri vit fingu orð á nú avtalan millum landsstýrið og donsku stjórnina er komin upp á pláss. Hann hevur tó íkki hug til at gera tær stóru viðmerk- ingarnar til avtlanuna fyrr enn landsstýrið sjálvt hevur lýst avtaluna út í æsir. Avtalan merkir, at rentan á lánunum til danska statin er lækkað úr sjey prosentum niður í fimm prosent. Harafturat merkir avtalan, at skuldin til danska statin minkar úr 5,4 mia. krónum niður í 4 mia. krónur. Hetta verður gjørt á tann hátt, at lánini verða niðurskriva við 900 mió krónum og aðrar 500 mió.krónur verða nið- urfrystar. Tær 500 mió. krónurnar sleppa at standa sum rentu- frítt lán í 20 ár og er eingin olja funnin í undirgrundini innan tað, so verða hesar 500 mió. krónurnar avskriv- aðar. Ein afturgjaldsskipan er gjørd fyri tær eftirverandi 4 mia. krónurnar og tær skulu gjaldast aftur við 323 mió. krónum um árið í 20 ár. Fer tað at bera landsstýr- inum til at innfria lánið áðr- enn tíð, so er møguleiki eis- ini fyri tí, stendur í avtaluni Uttanlandsskuldin burtur — Eg haldi at hetta er ein góð avtala vit hava fingið. Talan er um eitt stórt end- urgjald og við eitt eru fíggj- arligu umstødurnar hjá landskassanum — broyttar munandi, sigur Sigurd Poul- sen. — Istadin fyri møguliga at skula gjalda 1,3 mia. krónur aftur næsta ár er avdrátturin fastlagdur til 323 mió. krón- ur. Harafturat kemur, at rentuútreiðslurnar á fíggjar- lógini verða nakað væl lægri við tað at rentusats- urin er lækkaður úr 7 pst. niður í 5. pst. Sjálvt um bruttouttan- landsskuldin enn er í stórra lagi, so hevur avtalan mill- um landsstýrið og stjórnina við sær at føroyska netto- uttanlandsskuldin næstan er burtur. — Nettouttanlandsskuldin var við árslok 1997 uml. 2,3 mia. krónur og við hesum endurgjaldinum (sum verð- ur mótroknað í uttanlands- skuldini, blåm.), so er netto- uttanlandsskuldin nú so gott sum burtur. ð Sigurd Poulsen, landsbankastjóri er stak væl nøgdur við avtaluna millum landsstýrið og stjórnina Ábyrgdin aftur í Føroyum Avtalan millum landsstýrið og stjórnina hevur eisini aðrar broytingar við sær. Í grein 8 í avtaluni stend- ur, at partarnir eru samdir um at ábyrgdin fyri búskap- arpolitikkinum í Føroyum, herundir låntøku og ved- haldum, í framtíðini skal liggja hjá landsstýrinum. Hetta verður tó gjørt innan- fyri karmarnar á heimastýr- islógini. Við avtalnui eru allar av- markingar í møguleikunum hjá Landsstýrinum at upp- taka lán og at geva veðhald nú eru burturbeindar Hvørja viðmerking hevur landsbankastjórin til tað? — Tað er skilagott. A- byrgdin fyri ti førda bú- skaparpolitikkinum hoyrir heima i Føroyum og ti skal hon eisini liggja her. Fingid meir burturår enn væntad Hóast landsbankastjórin ikki vil siga so nógv meira, so vil hann tó siga so mikið sum, at landsstýrið eftir hansara meting hevur fingið stak væl burturúr. — Landsstýrið hevur fing- ið meira burturúr enn eg hevði vænta frammanundan sigur Sigurd Poulsen at enda AR NNA Prísur pr. pers. annan vegin excl. ferðaavgjald, einans kr. 1800,00 Prísur pr. pers. báðar vegir excl. ferðaavgjald, einans kr. 2.600,00 LEIGA SUMMAR- HÚS OG BIL Í DANMARK! Hugsa tygum um at leiga eitt summarhús og bil í Danmark í summar, so hava vit her eitt gott dómi: Feriubyurin Klegod liggur tætt við Løveparken, Legoland, Playland, Sommerland Vest, Mini Zoo og beint vid Vesturhavid. Leiga eitt gott summarhús og ein rúmligan bil í 1 viku, íroknað trygging til 2 vaksin og 2 børn. Prisdømi u/ ferdaavgj. aftur og fram fyri alt hetta: Åarv. 6 - tlf. 31 10 25 - Fax 31 86 70