hósdagur 11. juni 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 107 — 11. JUNI 1998 tíðindablaðið +07 7
Í
DO is sære SE jún
00an pris 2 i
3 ;
i løtuni
Prísurin seinastu tíðina hevur ligið
oman fyri 30 kr. kilo. Undan verk-
fallinum í Noregi lá hann um 26 kr.
kilo, men tað er ikki bara norska
verkfallið, ið hevur trýst prísin upp,
sigur Hans J. Mikkelsen, sólumaður
á Fiskasøluni
OLAvur í Bett
Alarar, sum ala laks, eru
farnir at taka laks nú, og ein
av orsøkunum er sjálvandi
eisini, at prísurin er í topp í
løtuni. Flestu alarar tóku
laks til jóla í fjør, so líuð
hevur verið av tókubúnum
fiski, men nú hann er komin
upp á 3 kilo, eru alarar farnir
at taka og tað hevur so eisini
samband við góða prísin á
marknaðinum.
Stórur eftirspurningur
Hans J. Mikkelsen, sølu-
maður á Fiskasøluni, sigur,
at prísurin liggur oman fyri
30 kr. kilo afturímóti um 26
kr. kilo undan verkfallinum,
men tað hevur ikki bert ver-
ið galdandi fyri alifisk, at
prísurin er farin upp, tí allur
fiskur hevur fingið betri prís
á evropeiska marknaðinum
Verkafallið í Noregi
hevur uttan iva gjørt sítt til,
at prísurin er farin upp á
alifiski, men hvussu stóra
ávirkan tað hevur havt, fáa
vIt so at síggja, tá verkfallið
er av. Norðmenn hava tikið
20% meiri fisk í ár enn í
fjør, og tó at teir hava gjørt
tað, er prísurin farin upp, so
eftirspurningurin er eisini
øktur eftir alifiski
Dollarin høgur
— Og tað er eisini selt meiri
til anerikanska marknaðin,
har dollarin er høgur í løt
uni, og ein av orsøkunum
til øktu søluna, er tann, at
Kili hevur selt minni til
henda marknað. Hetta hev
ur so uttan iva eisini gjørt
sítt til at prisurin er øktur
seinastu tíðina, vísir Hans
J. Mikkelsen á
Tað eru 15 eindir sum ala
laks og síl í Føroyum í dag,
og mett verður at sølan
kemur at liggja um eini
17.000 tons í ár. Komandi
ár, tvs. í 99, verður mett, at
føroysku alararnir fara at út
flyta eini 25.000 tons
Í staðin fyri at selja laks-
in heilan, leggur Fiskasølan
dent á at meirgóðska laks
in, so stórri inntøka liggur
eftir í landinum, og harvið
fleiri arbeiðspláss, sigur
Hans J. Mikkelsen
Stjórnarsamráðingar
Avtalan, sum nú er gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið merkir, at nú
hevur landsstýrið ábyrgdina fyri búskaparpolitikkinum í Føroyum
Dagny Joensen og Jens Kr
Vang úr Keypmannahavn
Tað merkir eisini, at vit
skulu leggja okkara fíggj-
arvidurskifti eftir virksem
inum í einum landi sum
kkara, sum gongur upp og
niður, segði Anfinn Kalls
berg, løgmaður, sum saman
við landsstyrisfølkunum
Mogens Lykketoft, fíggjar
málaráðharra, og Marianne
Jelved, búskuparmálaráð
harra, og embætisfólkunum
høvdu fundast í slakar 18
timar
Vid hesi avtalu hevur
tad eydnast okkum at fåa
enda å kjakinum millum
Danmark og Føroyar og
tryggja føroyingum burðar-
dyggan búskap. Vit hava
samstundis fingið eina
avtalu um skuldarspurning-
in, sum gevur Føroyum
rímiliga afturgjaldsskipan.
Danir ynskja ikki longur at
leggja seg út í føroyskan
buskaparpolitikk. Eitt nýtt
tíðarskeið er byrjað í sam-
starvinum millum londin
bæði, segði Mogens Lykke-
toft, fíggjarmálaráðharri, tá
hann og løgmaður saman
við Marianne Jelved, bú-
skaparráðharra, høvdu und-
irskrivad nýggju samstarvs-
avtaluna.
— Viðvíkjandi bankamål-
inum, uttanlandsskuldini og
blokkstuðlinum er hesi try
mål tvinnað saman soleiðis,
at tey ikki eru sundurgrein
að fyri hvørt málið sær
Landsstýrið tekur stevn-
ingina móti danska statin
um aftur, men gevur sam-
stundis dønum, um áhugi er
fyri tí, møguleika at gera
avtalu við Fíggingargrunn-
in um at føra sakarmál móti
Den Danske Bank. Báðir
partar eru samdir um at aft-
urgjaldingin av uttanlands-
skuldini stendur í rímilig-
um lutfalli við tað, sum før-
oyski búskapurin kann bera.
Skuldin verður niðurskrivað
við 900 mió. kr. 500 mill.
kr. verður latið sum rentu-
og avdráttarfrítt lán. Hvussu
afturgjaldingin skal verða,
velst um føroysku oljuvinn-
una frameftir. Tó verður
henda skuldin avskrivað um
20 ár, um so er, at oljuvinn-
an ikki er byrjað.
Restin av skuldin verður
afturgoldin í 20 ára annui-
tetslán til støddar 4023 mió.
kr. við fimm prosent rentu.
Arliga skulu gjaldast 323
mió. kr.
Viðvíkjandi blokkstuðlin-
um skal danski staturin lata
Føroyum 932 mió. kr. år-
liga fram til 2001, mett eftir
virdinum f 1999. Spurning-
urin um blokkstudulin skal
takast upp aftur i sambandi
vid samrådingar komandi
um nyskipan í ríkisrættar-
ligu vidurskiftunum millum
londini bædi.
Umframt tað yvirtekur
landsstýrið Fíggingargrunn-
in, sum eigur Føroya
Banka, Framtaksgrunnin,
Realkreditstovnin og
ábyrgdina av búskaparpoli-
tikkinum í Føroyum
All avtalur, sum eru
gjørdar frá 6. oktober 1992,
fella burtur, undantikid av
talan um føroysku undir
grundina, sum varð gjørd
22. des. 1992.
Seinast í avtaluni verður
nevnt, at ladnsstyrid hevur
játtað at leggja framuppskot
um nýggja sosiallóggávu í
hesum árinum.
Avtalan umfatar eisini
semju millum partarnar um,
at føroyskir myndugleikar
seinni skulu yvirtaka Skipa
eftirlitið. Danska stjórnin
góðtekur at broytingar
verða gjørdar eftir ynskin
um hjá føroyingum um at
fáa fullveldi. Hesar samráð
ingar byrja møguliga av ålv
ara í heyst.
frá
Storno
Handan Á 6
Tlf. 314414 Fax 318045