Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A —— Nr. 108 — 12. JUNI 1998 Lógmaður og Nyrup tosaðu um markið Marknatrætan tíðindablaðið fyrsta prioritet -Nú avtalan við donsku stjórnina er fingin upp á pláss, verður tað mest týðandi málið, sum eg fari at taka mær av, marknatrætan við bretar sigur Anfinn Kallsberg, løg- maður, sum mikumorgunin umrøddi málið vid Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra. JAN MULLER Stutt eftir at avtalan millum Føroyar og Danmark varð undirskrivað tidliga miku- morgunin hevdi Anfinn Kallsberg, løgmadur fund vid Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra um marknamálið. A fundinum kunnaði Ny- rup løgmann um, hvat hann og bretski forsætisráðharrin, Tony Blair tosaðu um månakvøldid. Nyrup segði løgmanni, at hann og Tony Blair samdust um at venda aftur til marknamålid, eftir at nyggja landsstyrid hevur vidgjørt tad og kemur til eina nidurstødu, um hvussu farast skal vidari fram. Til verka beinanvegin Anfinn Kallsberg sigur, at marknamålid skal loysast, nå avtalan vid Danmark er komin undir land. -Vit fara til verka bein- anvegin. Hetta målid fær avgjørt fyrsta prioritet sigur løgmadur. Longu i næstu viku kem- ur Ami Olafsson, leiðari í samrådingarnevndini, tl Føroya og skal hann við- gera marknamålid saman vid løgmanni. Nú Nyrup og Blair hava tosad um marknamálið spurdu vit Anfinn Kalls- berg, um hetta merkir, at åheitanin frå undanfarna løgmanni um at fåa markna- målid upp å hægsta polit- iska stig, nú verður tikin til eftirtektar - ella um tad kann bera í sær, at embætis- mannanevndirnar aftur seta seg við samráðingarborðið at gera enn eina roynd? - Tad er júst hetta vit skulu viðgera og finna út av. Vit mugu finna fram til, hvar vit standa í øllum hesum Skal málið uppá hægsta politiska stýðið, so må ein eisini vita, hvat ein skal viðgera har. Lat okkum ikki nú leypa fram av men leggja hetta til rættis á mest skyn- sama hátt Nýtt útspæl Lógmaður heldur tað vera rímuligt at venda málinum og taka tað upp aftur til viðgerð, nú eftir at bæði Bretland, Danmark og Før- oyar hava fingið nýggjar stjórnir. Komandi fundirnir í landsstýrinum skulu rudda slóð fyri, hvussu eitt kom- andi utspæl skal síggja út Eisini skal Uttanlands- nevndin, sum eisini er nýggj, kunnast um málið og takast við uppá ráð. Tony Blair og Nyrup umørddu markið mmillum Føroyar og Bretland á fundi í Keypmannahavn mánakvóldið Blair og Nyrup tosaðu um undirgrundarmarkið JAN MØLLER Tá danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen og bretski starvsbróðurin Tony Blair hittust í Keypmann- havn månakvøldid at tosa um ES-spurningar brúktu teir eisini ein part av tíðini til at tosa um marknatræt- una millum Føroyar/Dan- mark ødrumegin og Bret- land hinumegin. Teir báðir samdust sam- bart Útvarp Føroya týs- kveldið um at bera so í bandi, at gongd kemur á samráðingarnar um undir- grundarmarkið, og at tær verða fluttar upp á politiskt stig. Higartil hava embætis- fólk tikid sær av samráð- ingunum. Poul Nyrup segði við útvarpið, at tað vóru hvgrki tíð ella stað til at samráðast beinleiðis um marknamálið månakvøldid, men hann kendi tað sum eina uppgávu, eisini eftir avtaluna við landsstýrið, at heita á bretska stjórnar- leiðaran til konstruktivt at fara inn í samráðingarnar, vidariføra samráðingarnar frá bretskari síðu. -Eg kann siga somikið, at eg fekk greitt varhugan av, at Tony Blair er hugaður fyri, at vit kunnu halda fram við samráðingunum millum bretsku stjórnina, teir rele- vantu ráðharrarnar har, landsstýrið og donsku stjórnina. Uppá fyrispurning um tað kann koma ein skjót loysn á málið, nú føroyingar eru so altráðir at fara í gongd við eina oljuvinnu sigur Gott er at sleppa burtur eina lotu - Smyril Line tín ferðameguleiki Bú at:1555 Poul Nyrup Rasmusssen, at hetta er sera torført at meta um. -Men tað var mín varhugi frá fundinum við Blair månakvøldid, at bret- ski forsætisráðharrin hevði eina positiva stóðu til at víð- ariføra samráðingarnar í einum konstruktivum anda, og tað rokni eg við, at vit nú fara at síggja gerast veru- leiki uppá ein skilagóðan hátt. Tað var fyrrverandi lands- stýrismaðurin Edmund Joensen, sum í januar mán- að heitti á Poul Nyrup Ras- mussen um at taka málið upp við Tony Blair. Herfyri segði nýggi løgmaður An- finn Kallsberg, at nýggja landsstýrið vildi lata spurn- ingin hvíla, til tað hevði kunnað seg við málið. Tað eru annars bert fáir dagar síðani, at bretski uttanríkisráðharrin, Robin Cook í einum hjartaligum brævi til løgmann segði seg vóna, at marknamálið kundi loysast sum skjótast og til gagn fyri bæði londini. Legmaður boðin at vitja Noreg Tilboðið til Føroya løgmann at vitja Oljunoreg stendur við. Undanfarni løgmaður Edmund Joensen var boðin at vitja Noreg og síggja oljuvinnuna har, men hann settist aftur í Vágum orsak- að av vánaligum veðri. Nú siga tíðindi úr Noregi, at innbjóðingin stendur við Erling Grimstad, politiskur rådgevi hjå norska olju- málaráðnum, sigur, sambart útvarpinum, at norskir myndugleikar hava gjørt sær nógvar royndir í o1ju- vinnuni seinastu 25 árini, og teir eru nú tilreiðar at greiða føroyingum frá teimum Erling Grimstad sigur seg vóna, at Føroyar og Noreg kunnu samstarva á olju- økinum eins og tey gera á fiskivinnugkinum. Enn er ikki avgjørt, nær løgmaður fer til Noregs. Tó roynir norska sendistovan í Keyp- mannahavn, sum eisini um- situr Føroyar, at finna ein hóskandi dag til vitjanina Norski forsætismálaráð- harrin Kjeld Magne Bonde vig segði annars við Sos alin herfyri, at um Føroyar fingu sín egna oljumála ráðharra eftir valið, so fór innbjóðingin eisini at verða send til hansara