Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 110 — 16. JUNI 1998 Hans Pauli Stróm, tingmaður í Javnaðarflokkinum: Skemtiligt at hoyra reypið í samgonguni — Eg haldi at tvær orsókir eru fyri, at vit fingu so góða avtalu við danir. Onnur er at danir hava ásannað at við- urskiftini millum londini er soleiðis, at heimastýrislógin longu er fokin. Hin er, at um teir skuldu bjarga leivd- unum av ríkisfelagsskapinum, noyddust teir at gera eina góða avtalu við Landsstýrið, sigur tingmaðurin, sum eis- ini metir um til- og fráflytingarnar frameftir DAGNY JOENSEN — Avtalan er avgjørt góð, bæði búskaparliga og polit- iskt. Politiskt, av tí at hon loysir bindingarnar, tá danir fyrst í nítiárunu tóku før- oyska samfelagið av ræði. Tað sigur Hans Pauli Stróm, sum samstundis heldur tað vera skemtiligt at hoyra samgonguna reypa av góða avtaluni. Føroyingar fóru eftir 1,5 mia. krónum, og fingu tað, men Hans Pauli Strømi spyr seg sjålvan, hvi tad hilnad- ist so væl.? Tíðin var búgvin — Í fyrstu syftu var tað helst av tí at tíðin var búgvin. Endiliga er tað gingið upp fyri dønum, at vidurskiftini millum Danmark og Føroy- ar vóru soleiðis vorðin, at heimastýrislógin longu var fokin. Skuldu teir bjarga leivdunum av ríkisfelags- skapinum, noyddust teir at geva okkum eina góða av- talu, sigur Hans Pauli Strøm. — I ødrum lagi var danska stjórnin komin í tíðarneyð og noyddust at neutralisra føroysku fólkatingsumboð- ini. Bankamálið ein olmussugero Hinvegin heldur tingmað- urin, at tað var harmiligt at sjálvt bankaendurgjaldið bleiv til eina olmussugerð, sum ein stórfingin sanering av skuldini. — Sanering er ikki nakað, tú kanst krevja, men nakað tú fært, og tí slapp Lykketoft helst alt ov lætt, sigir Hans Pauli Strøm. Hann heldur frameftir at avtalan er góð kortini, tí nú ber til at konsolidera lands- húsarhaldið, treytað av at í- løgur og nytsla ikki verður gkt meira enn vøksturin í búskapinum annars megnar. — Hetta er ein stórur fyri- munur, sum vit ikki áður hava havt. Nú kann øll plan- legging og útbyggingini av samfelagnum gerast lættari, tí nú kenna vit stóran part av føstu útreiðslunum (rent- ur og avdráttir) og inntøk- unum (blokkurin) nógv ár fram í tíðina, sigur tingmad urin Hann vónar at hetta førir við sær útbygging av al manna- og heilsuverkinum og undirvísingarverkinum, tí har er neyðugt við fløgum, eins og annars á samferðslu- økinum. Nú ber til at-rað- festa fløguætlaninar. Meguleikar í til- og fráflytingini — Hetta skuldi sjálvandi eis- ini skapt betri grundarlag í tí javna streyminum av fólki, sum flyta inn og út av landinum, og ikki minst skuldi tað verið gagnligt fyri at fáa ávísa yvirvág í streyminum inneftir, sigur Hans Pauli Strøm. Hann er kortini ikki samdur vid tey sum meta, at øll tey netto 7000 fólkini, sum fluttu av landinum i 1989-95, koma heimaftur. — Higartil eru bert netto 350 fólk komin heimaftur. Ein høvudstreyt fyri at koma aftur, er, at arbeiðs- loysið hvørvur, og tað er tað minni enn so. — Enn eru ið hvussu er eini 2000 arbeiðsleys í Før- oyum. Tað hevur verið ført fram, at arbeiðsloysið er minkað, men at arbeiðs- loysið enn er so stórt, er ikki tikið uppá tungu, sigur ting- maðurin. Verður hugt at tølunum, so er arbeiðsloysið ikki minkað. Munurin er bert, at tey arbeiðsleysu detta úr ALS, og fara ístaðin undir forsorgarlógina. Kappingin um arbeðsplássini — Skal tilflytingin økjast, so verður ein avleiðing, at stór kapping verður millum til- flytarar og arbeiðsleys her á landi. Eg vænti, at tann kappingin verður til fyri- muns fyri tilflytararnar, av tí at arbeidsleys í Føroyum hava gingið so leingi, og av tí at tilflytararnir hava verið burtur og hava fingið ar- beiðsroyndir. Tað fer bert at økja trýsið á arbeidsleysum, sigur Hans Pauli Strøm. Hann ivast kortini í. um tilflytarar í stórum tali fara at koma heimaftur. Nógv av teimum, sum fóru av landi- num, vóru farin á heysin, og skuldin stendur og bíðar eftir teimum herheima. Hó- ast bankin hevur stórt yvir skot, so hevur einki verið tosað um at avskriva skuld ina. Tað fer at halda nógv um frá at koma heimaftur, — Ein fyritreyt fyri at fáa fólk heimaftur er, at skil fæst á fiskivinnuna. Enn eru vit í tí stóðu, at råvøran fossar út av landinum, eins væl og hon gjórdi áðrenn avtalan varð gjórd, sigur Hans Pauli Stróm, tingmaður heldur tingmaðurin. Dømi um hetta er, at nógvir fiskimenn fóru av landinum, bæði tey sum ar- beiða á sjógv og landi. Er tað nakað sum hongur í leysum lofti í dag, so er tað føroyska fiskivinnan, sigur Hans Pauli Strøm. — Eg haldi ikki fráboðaða loysingin gkir um tilflyting- ina, heldur hinvegin. Vit hava eisini hoyrt búskapar- ráðið siga, at neyvan slepst undan reallønarlækking, um vit skulu hava loysing vid so stuttum skotbrå, sum ætl- anin er. Loysingin økir ikki um tilflytingina — Tað økir ikki um tilflyt- ingina. Ein partur av teim- um sum fóru, vóru eisini smásár um vidurskiftini í Føroyum. Tey koma ikki heimaftur við slíkum útlit- um, sigur Hans Pauli og nevnir samstundis óvissuna um kommunuskuldina, sum ein vansa fyri at fáa fólk heimaftur. Ein fyritreyt fyri at fáa fólk heimaftur, heldur Hans Pauli Stróm vera, at skil fæst á fiskivinnuna, tí enn eru vit í tí stóðu, at råvøran fossar út av landinum, eins væl og hon gjørdi áðrenn nýggju avtalan varð gjørd. Fiskivinnan fáast upp á pláss — Tað er orsøkin til at vit fáa so lítið burturúr fiski- veiðuni, og bert fáa útsving skulu til fyri at koppa fiski- vinnuni, sigur Hans Pauli Stróm, sum heldur, at alt ikki er svart/hvítt, men at tað velst um, hvussu stýrt verður frameftir. - Um samgongan íkki bert noyðir sín einsamalla vilja igjøgnum, men tekur folk og løgting við uppá ráð, so skal tað helst eydnast, stgur Hans Pauli Strøm. tíðindablaðið SN Eykaútgerð til Motorola fartelefonirnar Telebúðirnar hava nú eykaútgerð til Motorola Flare fartelefonirnar Stór og smá battari kr. 335,-/kr. 285,- Taska kr. 225,- Billødari kr. 165,- Multilødari kr. 459,- Bilhaldari kr. 96,- Torshavn Klaksvik Tvøroyri 31 70 10 45 74 88 37 10 00 Sandur Søldarfjørdur 36 10 00 44 10 00 "=> Flare fratelefoninar eru tíðanverri utseldar beint nu, men vit gera alt fyri at fåa fleiri fartelefonir heim sum skjótast Miðvágur 33 20 00 Nordstreymoy 42 40 00 budin TFL98.0) SSONS HUS AN STEPH