leygardagur 27. juni 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 119 —
27. JUNI 1998
Sterk trúgv og sunn
fornuft stýra manninum
æ
Yvirskot á figgj-
arógini er hóvus-
málið hjá nýggja
fíggjarmálaráð-
harranum
Karsteni Hansen
á leiðini móti
einum suverenum
føroyskum stati.
Ein maður á
midjuni í høgra—
vinstra spurn-
ingum í Tjóð-
veldisflokkinum,
ein maður, við
síni dagligu
gongd í Betesda í
Klaksvík, og ein
maður við lykili-
num til føroyska
pengakassan,
gevur her boð
upp á fóroysku
framtíðina.
Tekstur: Niclas Johannesen
Tað var ein hørd útpurring
armálaráð-
harrin Mc gens 5 Lykketoft
ringdi ein tysmorgun i mal
månad og bodadi frå, at
hann kom til Føroya seinni
í somu vikuni. Nú skuldi
endi fáast á tí stóra og skað-
andi bankamálinum millum
ríkispartarnar
53 ára gamli Karsten
Hansen hevði bert virkað
ein dag sum lands-
stýrismaður við
fíggjarmálum, tá telefonin
ringdi henda týsmorgunin
Og longu nú skuldi standa
á gomlum nøglum
Milliardir stóðu upp á spæl,
og her stóð hann — ein
sýslumaður í farloyvi —
mitt í rokanum. Kortini kom
glashus
hetta ikki óvart á mannin,
sum fekk gott í tjóðveldis-
beinið longu frá barnaáru-
num. Faðir hansara Frede-
rík Hansen — kallaður
strejku Frederik í samband-
ið við útróðarmannaverk-
fallið í 1954 — var í mong
ár tingmaður fyri Tjóðveld-
isflokkin.
— Ja, politikkur hevur al-
tíð verið partur av mínum
lívi, hóast tað ofta hevur
verið aftan fyri leiktjóldini,
sigur Karsten, sum fór til
skips longu 14 ára gamal og
framvegis dámar at fara til
útróðrar. Men tað er ikki so
ofta nú, sum fyrr. Somu-
leiðis fær bóndalívið í Mikl-
adali framvegis ávísan pri-
oritet, sjálvt um arbeiðs-
staðurin eitur Argir og bú-
staðurin framvegis er í
Klaksvík.
— Kanska fái eg mær eitt
kamar í Havn. Men eg verið
búgvandi í Klaksvík. Har er
mín familja, og tað er har
eg kenni meg heima, sigur
landsstýrismaðurin, sum
framvegis er valdur í Klaks-
víkar Býráð, men er farin í
farloyvi í sambandi við
nýggja starvið.
Sunn fornuft
Nýggi føroyski figgjarmåla-
ráðharrin hevur íkki nakra
akademiska útbúgving
innan búskap í vidførinum,
nú hann eftir egnum ynskj-
um saman við restini av
sjålvstyrissamgonguni mill-
um Fólkaflokkin, Tjóðveid-
isflokkin og Sjálvstýris-
flokkin setir kós móti einum
suverænum føroyskum
stati. Men tað leggur hann
Ferðasambandið til
Klaksvíkar er einki at
reypa av, sigur Karsten
við einum smíli
onki í.
— Mín sannføring er
tann, at tú sum fíggjarmál-
aráðharri ikki nýtist at vera
figgjarfrødingur fyri at taka
avgerðir. Figgjarfrødingar-
nar havi eg rundan um meg
í umsitingini, og tað er ikki
mín uppgávu at sita og eftir-
rokna teimum tølum, tey
koma við. Eg havi fult álit
á teimum. Mín uppgávu er
at stinga út í kortið politisku
Kósina og leggja rygg til tá
á stendur. Sjálvur eri eg av
ti sannføring at sunn fornuft
er tad tydningarmiklasta
amboðið, tå tú skalt reka
politikk. Eisini fíggjar-
politikk. Tað er ikki altíð so
torskilt, sum onkur vil gera
tað til.
Karsten hevur alt gott at
bera føroyska embætis-
mannaveldinum higartil.
Hann leggur serliga dent á,
hvussu væl varð arbeitt í
Danmark, tá samráðingar
vóru við donsku stjórnina
— Góða fyrtreikingarar-
beiðið hjá føroysku tænast-
umonnum var sera týðandi.
Tað merktist væl undir sam-
ráðingunum. Vit høvdu
avgjørt tað longra stráið, og
vit fóru ongantíð eftir hæli
undir samráðingunum. Og
tað var ikki minst góðu fyri-
reikingunum á
embætismannastigi fyri at
takka.
Karsten er útbúgvin poli-
Karsten Hansen gjørdist
fyrsti fíggjarmálaráð-
harrin, ið fekk fyrrverandi
Albert Hall - nú kallað
Figgjarmålastyrid - at
umsita. Samstundis
fegnast hann um frálíka
útsýnið av triðju hædd,
har sjálvt Norðoyggjar
síggjast
tistur, og gjørdist sýslumað-
ur í Klaksvík í 1985. Aðr-
enn hevði hann arbeitt sum
politistur í Havn og í Klaks-
vík. Karsten var somuleiðis
í ellivu ár formaður í Føroya
Politistafelag, og fekk frá
1982 til 86 illa sperda 14
september úr armóðini, tá
hann eitt skifti arbeiddi og
síðan var nevndarformaður
í felagnum, sum rak 14. sep-
tember. Og millum mangt
annað hevur Karsten eisini
verið formaður í IRF sein-
astu seks árini. Her vísir
hann á, at tá hann kom til
var undirskot og IRF var
ikki júst elskaður felags-
skapur. Seinastu árini hevur
verið yvirskot, og friður
hevur valdað.
Og sjálvur kennir Karsten
eisini frið á sær, hóast hann
pr. definitión er komin í ein
heitan sess
— Eg havi tað soleiðis,
at tú skalt gera'upp við tå
sjálvan, áðrenn tú tekur á-
byrgd á teg. Er tú til reiðar
at rinda prísin, so er onki at
ivast í. Og eg ivadist ikki,
tá fyrispurningurin kom, um
eg vildi vera landsstýris-
maður við fíggjarmálum.
— Eg havi tað eisini so-
leiðis, at eg taki ikki ar-
beiðið við mær heim. Tá eg
farið út gjøgnum hesar dyr
klokkan 18 um kvgldið, so
fara eisini dyrnar aftur uppi
í mínum høvdi. Við hetta