leygardagur 27. juni 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 119 — 27. JUNI 1998
tíðindablaðið
meini eg, at trupulleikar,
sum eg ikki klári at loysa,
dugi eg at leggja frá mær,
til teir kunnu loysast.
Fastur gestur
í Betesda
Karsten kemur sjálvur inn
á, at ein orsøk til, at hann
ikki óttast stórar
avbjóðingar er hansara
Guðstrúgv. Og Karsten
ynskir ikki at broyta
gerandisdagin hjá sær meira
enn neyðugt, hóast hann nú
telist millum landsins
hægstu menn, og brádliga
er vorðin partur av ráðandi
stættini.
— Fyri meg er tað týð-
andi ikki at missa samband-
ið við tey fólk, eg higartil
havi verið saman við í ger-
andisdegnum. Fyri meg er
tað týðandi, at hetta er ikki
ein stremban eftir status.
Minst líka stórur partur av
mínum vinfólki eru eitt nú
sjómenn og vanligt arbeiðs-
fólk. Vanliga vitji eg eisini
ofta í samkomuni í Betesda,
og har frá koma eisini nógv
av mínum vinfólkum. Tað
er ótrúliga týðandi fyri meg,
at hetta framvegis er tað
grundleggjandi í mínum
lívi. Harrin hevur jú skapt
alt, og hann gevur mær eis-
ini kraft. Hetta er eisini tað,
ið ger, at eg taki tað so ró-
ligt. Hetta merkir kortini
ikki, at Guð beinleiðis tekur
avgerðir fyri meg. Vit
menniskju eru sett í heimin
at taka avgerðir. Men tá eg
taki avgerðir, so má eg
eisini lurta eftir míni egnu
samvitsku.
Yvirskot
Karsten Hansen leggur dent
á, at alt tað, ið verður gjørt,
nú arbeiðið við fíggjarlógini
fyri 1999 longu er farið í
gongd, er við tí fyri eyga,
at føroyingar fult út skulu
ráða í egnum landi.
Sum nakað nýtt heldur
fíggjarmálastýrið nú til á
Argjum. Um tað eru glas-
húsini, ið eru orsøkin til var-
semið, tá prátið kemur inn
á, hvussu pengar skulu
brúkast, og hvar pengar
skulu sparast á komandi
fíggjarlógini, er ikki lætt at
vita. Kortini er Karsten ikki
bangin fyri at staðfesta, at
yvirskot skal ið hvussu er
verða á fíggjarlógini fyri
1999.
Hvussu stórt, vil hann
ikki siga nakað um enn. Tá
vit fiska eftir, um tað skal
vera trísiffrað, er svarið:
— Tað hevði verið ynsk-
iligt.
Samstundis ger Karsten
vart við, at yvirskotið upp á
stívliga 160 milliónir á
fíggjarlógini fyri 1997 var
nakað serligt, tí Føroya
Banki afturførdi meginpart-
in av hesum pengum. Og
hetta fer ikki at henda å
hvørjum åri.
Almennar iløgur eru
heldur ikki serliga framma-
liga á skránni, sum er.
— Mín hugsan er tann, at
tå fløguhugurin í privatu
vinnuni er góður, eigur tað
almenna at halda aftur, og
ikki gera iløgur í meira enn
hægst neyðugt. Privati íløg-
uhugurin er góður nú, tí
skulu vit halda aftur. Tað er
nú, vit skulu leggja til síðis
til verri tíðir.
Fíggjarmálaráðharrin við-
gongur eisini, at nýggja av-
talan við donsku stjórnina
gevur honum góðar treytir
at arbeiða undir. Avdráttur
til rentur og avdrøg er fast-
settur til 323 milliónir krón-
ur næstu 20 árini. Uttan av-
taluna høvdu bara rentuiit-
reiðslurnar skjótt tåttad upp
móti hålvari milliard árliga.
So á tí økinum er talan um
góðar arbeiðstreytir.
Effektivisera
almenna sektorin
Karsten Hansen er eisini av
tí fatan, at almenni sektor-
urin eigur at effektiviserast
og rationaliserat og tann
vegin gerast bíligari. Men
hann vil ikki hoyra talan
um, at hetta merkir tað sama
sum uppsagnir, og hann
ávarar ímóti at gera alt upp
í krónum og oyrum. Tann
hugburðurin er vandamikil,
heldur Karsten.
— Lat meg siga tað so-
leiðis, at vit eru 45.000 fólk
í Føroyum, og vit sum eru í
almennum starvi eiga til
eina og hvgrja tíð at spyrja,
hvat vit kunnu gera fyri tey
45.000 fólkini, ið hava ein
tørv. Tað má ongantíð blíva
øvugt; at tú spyrt, hvat fólk-
ið kann gera fyri tað al-
menna.
Spurdur á hvørjum vongi
í Tjóðveldisflokkinum,
hann stendur, sigur Karsten:
— Eg eri rættiliga í miðj-
uni. Spurningurin er eisini,
hvat er vinstra og hvat er
høgra. Hyggja vit at 80'u-
num, so var Fólkaflokkurin
ofta tann dúgligasti at føra
sosialistiskan politikk. Fyri
meg snýr tað seg um, at
ongin í hesum landi skal
føla seg minni mentan. Vit
skulu kunna lyfta tey veik-
aru upp, uttan at tað skal
merkja, at tey sterkaru skulu
trýstast niður. Og eg teljist
eitt nú millum teirra, ið ikki
trúgva, at tað sosialir trup-
ulleikar verða loystir við
bert at byggja t. d. ein dýran
stovn. Tann menniskjaligi
parturin telur upp aftur
meira.
Hóast Karsten sostætt
leggur = dent á tað
menniskjaliga, so tykist
hann k ortini at vera ein
maður, sum sær út til at vera
keddur av, at danski blokk-
urin upp á eina slaka milli-
ard krónur er fastlagdur
komandi trý árini og at hann
sostatt fær frið meginpartin
av hesum valskeiðnum at
leggja ein langsiktaðan
figgjarpolitikk til rættist.
Karsten Hansen dylir nevn-
iliga ikki fyri, at hetta er
neyðugt at hava fyri eyga,
um Føroyar nakrantíð skulu
gerast sjálvbjargnar.
Hann leggur tó dent á, at
hann gleðir seg til tann
dagin, tá føroyska
fíggjarlógin kann í minsta
lagi javnviga uttan danskan
stuðul.
Kortini merkir hetta ikki,
at eitt nú undirsjóvartunnil-
in til Vágar verður av ong-
um. Karsten heldur seg
loyalt til politisku semjuna
um, at pengar skulu setast
av å hvørjum åri.
— Men talan verður ikki
um hundraðtals milliónir
eftir stuttari tíð. Kanska ein-
ar tíggju milliónir í grunn
um árið.
Hvat so við Norðoyggj-
um. Fáa tær nakran fyri-
mun, nú bæði løgmadur og
fíggjarmálaráðharri sigla
dagliga um Leirvíksfjørð?
— Tað er sjálvsagt fólkið
í Klaksvík, sum í síðsta
enda er atvoldin til, at eg
nú eri vorðin landsstýris-
maður. Eg umsitið tó fíggj-
armál fyri allar Føroyar.
Men tað er greitt, at eg eisini
fari at hava eitt vakið eyga
við Norðoyggjum, og eru
tað øki, har tær eru afturúr-
sigldar, so má syrgjast fyri
at dagføra tað, ið neyðugt
er, sigur Karsten Hansen, og
leggur tó dent á, at hetta ikki
merkir, at undirsjóvartunnil
til Klaksvíkar er á skránni
— Men ferðasambandið
frá og til Klaksvík er onki
at reypa av. Tað kenna bæði
eg og løgmaður til.
Sigur nýggi fíggjarmála-
ráðharrin við ikki sért av
einum smíli
Royn ein av teimum sera
vælumtóktu KIA bilunum.
Dj SD. SB. Bilar
J. Broncksgota 15 - Tlf. 10600
Fåast nu i enn fleiri utgåvum
er Serie. opel Ar byge
radio vid el-antennu - Just.b, for-
KIA SEPHIA 1.5 GTXi
128.800
SØ KIA SEPHIA 1.5SLXi
=, > 118.800
Á »BRUTTOBILUR TIL NETTOPRIS« sigur FDM-blaðið
KIA verksmidjan hevur framleitt
bílar í yvir 50 år og framleiðir
yvir 1 millíón bílar árliga. - Bilar-
vid stóran, kendan japanskan
bitframleiðara.