Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I in Nr. 120 — 30. JUNI 1998 tíðindablaðið Maður skaddur á Eystaru bryggju Leygarkvøldid fekk løgreglan i Havn fráboðan um, at ein maður hevði fingið skaða á Eystaru Bryggju í Havn SVEINUR TRÓNDARSON Vikuskiftini hava ikki volt løgregluni í Havn teir stóru trupulleikarnar seinastu tíð- ina - tíbetur. Hóast nógv fólk hava ver- ið í býnum, so hava tey ver- ið fridarlig. Soleiðis var eisini farna vikuskiftið. Einasta, sum løgreglan varð kallað út til var at ein maður hevði fing- ið skaða í nøsina á Eystaru bryggju í Havn Løgreglan fór á staðið og metti at nøsin var brotin ant- in av fallið ella av tí at mað- urin var álopin. Hetta vildi maðurin tó einki siga um sjálvur, so løgreglan hevur lagt málið ul viks, sigur Suni Vinther, stødleidari í Havn Maðurin varð annars koyrdur á skaðastovuna og síðani hevur løgreglan einki frætt frá honum. Latið garðarnar fáa frið Suni Vinther, stødleidari er, sum heild, vælnøgdur vid hvussu fólk uppføra seg tá tey eru í býnum, men hevur tó kortini eitt hjartasuff. — Tað hevur verið so frið- arligt sum sjáldan, men hó- ast tað, so er enn onkur, sum heldur tað verða stuttligt at ganga og bróta stakitt. Tað sær út til at tá ung fólk fara í býin, so skulu dreingirnir gera seg upp við at bróta onkran garð — Ég vóni, at fólk fara at leggja henda óvanan frá sær eisim. Tey hugsa ikki um, at tey fólkini, sum eiga garðarnar, skulu gjalda fyri at seta teir í stand aftur, sig- ur Suni Vinther at enda Friðarligt í restini av landinum Í restini av landinum vóru døgnrapportirnar blankar. Bæði úr Eysturoynni, Klaksvík og úr Vágunum vóru boðin tey somu, at har var einki farið fram, sum var ímóti lógini. I Vágum tekur løgreglan sær av flogvøllinum, og tað merkir heilt fitt av eyka- arbeiði. Av stødini í Vágum verð- ur sagt, at har hevur verið stórur aktivitetur um viku- skiftið, men eingir trupul- leikar hava verið í tí sam- bandinum Bjargingarroynd í Koltri Í fagrasta veðrið vóru menn frá Havnar Bjargingarfelag og Reyða Krossi í Koltri le ygardagin og hóvdu bjarging- arroynd SVEINUR TRÓNDARSON Hóast sólin ikki kag se fram i Havn leyg: irdag so gjørdi hon tað aðrasti taðni Millum annað í Koltri Og tí má sigast, at lim irnir í Havnar Bjargingar- felag og Reyða Krossi vóru stak hepnir Teir høvdu nevniliga gjørt av, at fara út í Koltur at gera eina bjargingarroynd við nýggju klatriútgerðini, sum teir hava útvegað sær Í hesum sambandi høvdu teir fingið tyrluna hjá Atl antsflog at verða við í bjarg ingarroyndini. Teir hava bjarging: wroynd einaferð um vikuna. Hesaferð var hon bert flutt út í Koltur í staðin Bjragingarroyndin gekk upp á stás og øll útgerðin riggaði sum hon skuldi Sett upp bjargingarring Fyrr í tíðini var vanligt, at Reyði Krossur í Føroyum setti upp bjargingarringar har kommunurnar ikki hildu seg til, at seta teir upp Henda táttin hevur Reyði Krossur í Føroyum nú tikið upp aftur og leygardagin var tann fyrsti nýggi bjarging- arringurin settur upp í Koltri So nú skuldu umstødur- nar hjá ferðafólki í Koltri verði eitt sindur frægari. Kongafiskur til Kanada SVEINUR TRÓNDARSON Tvey skip lógu við bryggj- una á Sundi um vikuskiftið Uttanå Sierra Laru lá Enniberg og uppskipaði kongafisk til kanadiska marknaðin Mortan Johannesen, reið- ari á Ennibergi sigur, at Si- Enniberg uppskipar kongafisk, til kanadiska marknaðin, beinleiðis umborð á Sierra Laru sum lá við bryggjuna á Sundi erra Lara hevði tikið 430 tons frå Ljósafelli og hevði eisini tikið fisk frá einum russa á redini. — Nú passaði tað so væl, at Enniberg kom heim við 240 tonsum, so nú fingu vit avskipað alt í einum Mortan Johannesen letur væl at fiskiskapinum. Enniberg hevur verið úti í tríggjar vikur, so tað er ikki so galið Prísurin á kongafiski er á eini góðari leið í løtuni, um- leið 12 krónur í meðal, so årtøkan er ikki so galin Hetta eru fyrstu konga- fiskatúrarnir hjá Ljósafelli og Enniberg (Mynd: Jonhard Hammer) Ur Foroyum månadag Ur Foroyum mikudag Siel X Dømi: e-mail: bookingØsmyril-linefo (Danmark) Danland íbúðir úr einan 12.755, DanCenter summarhus fiðanbúð Ér einans 11.267,- (Noreg) Hardanger Feriesenter Í vika i úr tina i] frítíðaríbúð 9 : 0 1 . = Pers Hotel Í Gol úr e; Í vika í frítíðaríbúð 9 6 1 5 - bø 9 (Hetland) Easterhoull Chalets “reina, 7.207,- Pakkaferð til Islands við 7 daga Ur einans innivist á hotelli í 3 Þú 3 4. - dupultkamari oe « fyri hvønn & Flúgv Siglt verður annan vegin og flogið hinvegin. og Keypmannahavn - Vágar ella ur einans 2.395 - Ferðaavgj. ikki íroknað Ring og hoyr meira! J.Broncksgeta 37 31 5900