Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 120 — 30. JUNI 1998 Bergur í Garði, nýggjur formaður í Fiskavirking Sverri ur nevndini tidindabladid Sverri Hansen, fyrrverandi formadur i Fiskavirking Hansen i Fiskavirking P/F Føroya Fiskavirking hevði aðalfund hósdagin 25. juni. Roknskapurin fyri 1997 varð lagdur fyri aðal- fundin til góðke nningar. Fe- lagið hevði í 1997 eitt hall uppá góðar 5,6 mill. kr. Eitt úrslit, sum nevndin sjálv- andi ikki er nøgd við, men sum skal síggjast í ljósinum av tí stóru umlegging og til- laging, sum er farin fram í rakstri felagsins í 1997. Felagið varð endurskipað í mars 1997. Ein nærri út- greining av rakstrinum síð- an hesa umskipan er at finna í ársfrágreiðingini fyri 1997. Í ætlanunum fyri 1998 verður roknað við einum minni rakstraravlopi .Um einki óvæntað skuldi borið á, bendir gongdin á, tað ið er farið av árinum, at hetta fer at halda. Sverri Hansen tók ikki við afturvali til nevndina og valdi aðalfundurin Sofus Poulsen, stjóra, fyri hann Teir, ið sita í nevndini eru: Símun Mittún, Petur Even Djurhuus, Bergur í Garði og Sofus Poulsen. Nevndin hevur skipað seg við Bergi í Garði sum formanni og Símuni Mittún sum næst- formanni. Sunnantiðindi Sunnantíðindi, lokalblað suðringa, er komið útaftur, og er at fáa í sølubådum í allari Suðuroynni og í SMS í Havn. Hetta blað er eitt »lokal- blað< fyri Suðuroy, og við- ger tískil serliga evni, ið hava tilknýti til hendan partin av landinum — tó at landsaktuel = evni eisini verða vidgjørd. Blaðið ger serliga nógv burtur úr at lýsa lokalar hendingar, persónar, søgur osfr., t.v.s. tíðindi, ið ikki vanliga síggja dagsins ljós í hinum føroyskum fjøl- miðlunum. Annars kann eisini sigast um blaðið, at tað, hóast tað er óheft po- litiskt, er heldur tjóðskapar- sinnað — og er innihaldið eisini merkt av hesum. Blaðið kemur (bert) út hvgnn ársfjórðing, hetta einamest orsakað av, at teir tríggir, ið standa aftan fyri blaðið, allir eru lesandi í Danmørk. Sunnantíðindi hava 4 ár á baki. Tað ber til at útvega ella gerast haldari av blaðnum, um ein ringir á tlf 373459 - 373369 - 373465. Sigldi dyrandi fullur a; Trongisvágsfirði 6 2 2 r me Jéansøkan er farin afturum og løgreglan á Tvøroyri letur stak væl at. Einasta 5 fyri plaggið: NU 49, sum løgreglan var órógva av var, at ein maður sigldi dýrandi fullur í einum speed-báti SVEINUR TRÓNDARSON Tað var Jóansgka í Vági um vikuskiftið og sum vanligt er á summarstevnunum, so savnast nógv fólk. Men tað gekk tó friðarliga fyri seg, sigur løgreglan av Tvøroyri. Leygardagurin var einasti dagurin, har løgreglan hevði nakað at takast við út yvir tað vanliga Seint leygarkvøldid lá ein speed-bátur og sigldi við fullari ferð aftur og fram á fjørdinum. Båturin kom heldur nær sandinum til tíðir og løg- reglan helt, at best var at kanna mannin nærri. Báturin kom til lands og maðurin varð tíkin við á stødina har blóðroynd varð tíkin av honum Av stødini á Tvøroyri verður sagt, at maðurin var dýrandi fullur — Hann var á veg til Hval- biar, men rakti Trongisvågs- fjørð, sigur vakthavandi, sum leggur afturat: — Tað var nokk eitt undur, at hann rakti Suðuroynna, yvirhøvur Annars gekk alt serstak liga fridarliga fyri seg, sigur vakthavandi Men vedrid var heldur ikki til vildar. Tað fór at regna leygarkvøldid um ell ivu tíðina og tað sleyt ikki í aftur fyrr enn í morgun Hóast regn, so var fitt av fólki í dansi kortini. Serliga nógv vóru sunnukvøldid, tå Aage Heltsen úr Noregi spældi til dans Høllin var stúgvandi full, men tey vóru bara i góðum lag, tíbetur, sigur vakthavandi á Tvøroyri at enda Hon 8 Hann Vitja MIDBYIN í viku 27 (1.-4. juli) og keyp til HANA & HANN í HON 8 HANN 2 pør Henry Choice Cowboybuksur, bert 798,- SEIÐN GO DO vyvr Á DO Fyrr 599,- Jakki, blusa, buksur bert 999 - Fyri parið, fyrr 49,- NÚ 3 per: 50,- Summar niðurdeilir, bert 199, - Sjokk-sjokk! Runt stativ og kurv, fylt vid nógv niðursettari vøru Spør Ø SO vvv á DOX HON & HANN Niels Finsensgøta 10 : „ Opið má.-hó: 3.00-17.30 1 | Fri. 9.00-19.00 5 Ley. 9.00-14.00 Ron" $ Hon & Hann