Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið 50 Nr. 123 — 3. JUL! 1998 Kunnu tey sleppa undan skatti, sum ikki tima at gjalda? Vinnurekandi B-skattgjald- arar kunnu gera sum tey vilja, um tey gjalda skatt eila el Tey gera sum tey vilja um tey lata sjálvupp- gávu inn. Og tá tey so verða 'SiUmur ! gjalda skatt sett í skatt av líkningar- myndugleikanum, kunnu tey gera sum tey vilja, um tey gjalda ella bara lata sum onki Hetta er Havn vil vera við, at hanr € ppur fra grein hjá Tórfinni Smith, byrådslimi í Havn, í Sosial- inum leygardagin 27/6- 1998. Hann sigur bart út „Tí kann eg ikki koma til aðra niðurstøðu enn hana, at ert tú vinnurekandi er eingin orsøk til at rinda skatt. Tu skal bara lata verda vid at geva upp. So einfalt er tað.“ Tórfinn sigur seg tó ikki ivast í, at tey flestu vinnu- rekandi gera sínar skyldur og gjalda skatt so sum tey Men hann sigur at dømini eru mong um vinn- urekandi sum rætt og slætt sleppa undan at gjalda skatt, ti tey ikki tima, og tad sleppa tey gott frå, sjålvt um upphæddirnar kunnu vera milliónir Nú skilst ikki av greinini, um tað eru vantandi lógar grundarlag, ella „hol í lógi- ni“, sum er atvoldin til at nki verður gjørt við slíkt „himmalrópandi Orættvisi”, eiga sum Tórfinn sigur. Ella um myndugleikar, fyrisitingar- ligir ella politiskir, eru mjúkari í síni framferð mót- vegis hesum fólkum enn móti øllum hinum, íð gera sínar skyldur og gjalda allan sín skatt - umframt eyka- skattabyrðuna av teimum sum snúgva sær undan. Eg haldi ikki at hesin spurningur bara kann standa opin, um tað veruliga er so sum Tórfinn sigur. Ikki minst haldi eg at øll tey vinnurekandi sum greiða allar sínar skyldur, hava krav uppá at vita, hvat ver- uleikin í hesum ákærunum er. Er tað so galið sum sagt verður? Hví er tað so galið? Og hví verður onki gjørt við hetta? Tann rætti at spyrja er landsstýrismaðurin í skatt- amálum. Men ikki ber til at seta fyrispurning til hansara í tinginum, ti har hendir onki fyrr enn eftir Olav- Hans Pauli Strøm, løgtingsmadur vil hava landsstýris- mannin í skattamálum at svara søku. Tí má eg venda mær til hansara á henda hátt, eis- ini so at almenningurin kann hoyra um hvussu tað er vorðið Kann landsstýrismaðurin í skattamálum greiða mær og hinum skattgjaldarunum frá, um hetta kann bera til yg hvussu tað kann bera til, sum er greitt frå í nevndu grein hjá Tórfinni Smith og sum stutt er samanfatað om- anfyri? Og kann landsstýr- ismaðurin greiða frá, um hann fer at gera nakað við hetta? Vestmanna 1. Juli 1998 Hans Pauli Strøm, løgtingsmadur Ránsveiða sum skakar Tað eru bert trý ár síðani, at fiskimenn funnu út av at tað loysti seg at fiska Patagonian Toothfish ,og longu nú kunnu serfróðingar siga, at stovnurin er álvarsliga hóttur. Millum teirra sum ganga á odda fyri hesi ránsveiðu, eru fóroyingar og norðmenn JóGvan HuGo GARDAR SKRIVAR ÚR OSLO Norski fiskivinnumålaråd- harrin, Peter Angelsen, er til reiðar at brúka sterkan lút fyri at steðga tí, hann kallar fyri nýmótans sjórænarar. Í bólkin av sjórænarum bólk- ar hann ávísar íslendskar reiðarar, men ikki minst hugsar hann um ein stóran part av teimum skipunum, sum fiska í Suðuríshavin- um. Hesi skipini hava eigar- ar um allan heim, og ein partur av teimum hava elg- arar bæði í Føroyum MER og 1 eter eter hendan Angelsen sigur, at ránsveiðan má steðga, og norskir fiski- vinnumyndugleikar vilja umgangandi sekta teir reið- arar, sum undir norskum flaggi royna at tøma havsins spískamar Trupulleikin hjá Peter Angelsen og øðrum, sum vilja steðga hesi ránsveiðu er, at reiðararnir lata hesi skipini sigla undir fremm andum flaggi. t.d. flaggin um hjá Vanuatu. Ein av vin monnunum og politisku floksfeløgunum hjå Peter Angelsen fekk av at vita, tå tað fyri einum góðum ári síðani vísti seg, at hann átti í einum felagi, sum eigur nakrar av línubátunum, sum fiska undir Vanuatu-flaggi Vinmaðurin, Magnus Stangeland, sat tá í Stórtingunum umbodandi norska Miðflokkin. Stange- land og Angelsen eru tveir av ringrevunum í Miðflokk- inum, men valdu báðir ikki at stilla uppaftur til seinasta Stórtingsval í 1997 Tá ið norskir fjølmiðlar byrjaðu at róta í eigaravið- urskiftunum hjá felagnum Cindy Fishing Company kom fram, at Magnus Stangeland átti ein lítlan part í felagnum. Stangeland trekti seg sum eigara, tá ið hann fekk váttan um, at felagið fekst við hendan fiskiskapin Magnus Stangeland er annars, gjøgnum felag sítt Austevoll Havfiske, ein av samstarvsfeløgunum Christian í Grótunum Cindy Fishing Company er framvegis virkið í Suður ishavinum og í havøkjunum hjå nærhendis. Teir eiga millum annad skipid Cevita, har fleiri føroyingar eru vid. Fleiri tiknir I heyst t6k australska vakt- artænastan tvey skip, sum fiskadu Patagonian Tooth- fish — tannfiskin — og sam- bært australskum myndug- leikum vilja teir halda fram við at fáa steðga hesi veið- uni. Annar av bátunum, sum teir tøku, silgdi undir navn- mum Aliza Glacial og hevði norskar eigarar. Sambært Sydney Morn- mg Herald kunna heili 90 bátar hava verið við í fiski- skapinum eftir tannfiskin- um í 1997. Hesi skipinum skulu hava fiskað eini 80.000 tons: Av hesum eru bert 12 000 tons lóglig veiða Peter Angelsen sigur, at tað hóvar honum als ikki at hoyra at norðmenn eru við í hesum fiskiskapi. Norð- menn hava eisini valt at kanna eftir, hverja ferð sýgur um at norðinenn eru við í slíkum fiskiskapi, fyri i f'nna ut av, hvat teir kunnu gera fyri at steðga hesi veiðuni — Tað passar okkum als ikki at norskir reiðarar eru við í hesum fiskiskapinum eftir einum hóttum fiska- stovni, samstundis sum vit royna at steðga veiðuni í Smoguni og í Smoguhav- inum. Rekke byrjaði Tað var American Seafoods Company sum byrjaði fiski- skapin eftir Patagonian Toothfish í argentinskum sjógvi. Persónurin aftanfyri American Seafoods Com- pany er norðmaðurin, Kjell Inge Røkke, heimsins rík- asti sjómaður. Hann byrjaði sum trolmaður umborð á einum norskum trolara. Í dag fiska skip hansara tíggju prosent av øllum hvitfiski, sum verður fisk- aður í heiminum. Slaturið um at Røkke- skip høvdu eydnuna við sær á sunnaru hálvu gekk skjótt millum fiskimenn og reið- arar. Hetta fekk fleiri reið- arar í Noregi og i Føroyum at fara undir at kanna møgu leikan fyri at fara at fiska hendan løgna fiskin Patagonian Toothfish veksur spakuliga, og tolir ti ikki tad rånsveidu, sum um- heimurin higartil hava verid vitnir til. Hetta er ein botn- fiskur, sum kann gerast 25 åra gamal. Trupulleikin vid hesum fiskiskapi er, at meg- inparturin av skipunum fiska i altjóða sjógvi uttan nakað sum helst eftirlit. Samstarv yvir landamerk Ránsveiðan hevur sett ein stókk í myndugleikarnar í londunum, sum eru grannar til suðurpólin, og tey royna at steðga fiskiskapinum Australia, Ný Zealand, Sudurafrika og Frankariki umhugsa eina felags vakt- artænastu fyri at fáa steðga ránsveiðuni. Í vetur vóru eygleidd millum 50 og 60 skip sum fiskadu Patagonian Tooth- fish. Av hesum eiga nor- nænn minst 15 skip. Har- afturat koma nøkur skip, sum føroyingar standa aft- anfyri. Vid ødrum ordum standa føroyingar og nor menn aftanfyri minst ein triðing av teimum skipun- um, sum av flestu myndug- leikum verða skuldsett fyri at ræna høvini á sunnaru hálvu í síni jakstran eftir pengum. Fyri myndugleikarnar í Australia og ðrum granna- londum til Suðuríshavið kom hesin fiskiskapurin sera óvart. Patagonian Toth- fish fekk navn sítt so seint sum í 1992, og tað eru bert trý ár síðani, tað vísti seg, at tað var møguligt at selja hendan fiskin til ein høgan pris. I Japan hava skipini kunna selt tannfiskin fyri 50 krónur kilo. Verri enn í smoguni Patagonian Toothfish skal í dag vera ein hóttur stovnur, og fleiri vilja hava steðga hesum fiskiskapinum sum skjótast. — Hesin fiskiskapurin, sum fleiri norskir reiðarar eru við í, er nógv verri at tað íslendingar hava verið við til í Smoguni, sigur Gunnar Album, ein av norsku serfrødingunum, ið fylgir við hesum fiskiskap- inum. Hann hevur higartil starvast hjá Naturvernfor- bundet í Oslo.