týsdagur 7. juli 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tvey av fremstu føroysku tónleikafólk-
unum góvu hvør ødrum sitt ja í Sandå-
gerði leygardagin
Klokkan er 14.50 og staðið
er Sandágerð. Uppi á bakk-
anum stendur Niclas saman
við systrini Urd og
mammuni og bíðar eftir at
hansara komandi kona fer
at koma
Hver er so Niclas? Jú,
hann er úr Runavík. Hann
hevur sum flestu dreingir í
Runavík spælt fótbólt
Hann spældi á 1 deild hjá
NSI, og hann hevur eisini
roynt seg uttanlands við
danska liðnum Fredriks-
havn. Tá hann kom heim-
aftur før hann at spæla vid
HB, tað gjørdi hann ikki so
leingi, tí hann tók tónleikin
framum
Niclas hevur ikki bara
spælt fótbólt og tónleik.
Nei, hansara dagliga yrki
hevur verið innanfyri fjøl-
miðlaheimin. Hann byrjaði
á Dagblaðnum, og síðani
hevur hann arbeitt á
Dimmalætting, Sjónvarp
Føroya og á Sosialinum
Tónleikari
Niclas hevur verið guitar-
istur í nógvum bólkum og
leikt á nógvum fløgum.
Hann byrjaði at spæla við
orkestrinum Skorðar, eitt
rættuligt 80'ara orkestur,
sum spældi sangir hjá
millum ødrum Deep Purple
og Bryan Adams
Tá Niclas fór niður at
spæla fótbólt tók tað ikki
langa tíð til hann fann útav
hverjir studiomøguleikar
vóru í Fredrikshavn. Hann
gav út eitt band, sum kall-
aðist Niclas and the Crew
Har vóru danskir tónleikarir
við, men eisini runavíking-
urin Edmund Joensen, sum
eisini hevði spælt við
Skorðum
TáNiclas flutti heimaftur
stovnaði hann bólkin
Chase. Hetta var ein ordans
rokkbólkur, sum tók alt Før-
oya land á bóli.
Brúður í Austin
Klokkan er farin av trý, nú
Ringarnir hjá brúðarparinum hanga í einum húki í einum
laksahøvdid
tidindabladid
kemur ein gamal Austin
koyrandi oman í Sandágerð.
Út kemur ein kend song-
kvinna, Lena Andersen,
Mamma Lenu, Maria Andersen, sang fyri brúðarparinum,
og tað hoyrdist hvaðani Lena hevur fingið sínar sanggávur
Niclas og Lena saman við teimum
báðum fittu brúðargentunum
Nr. 125 — 7. JULi 1998
Og so kundi brúð-
gommurin kyssa
brúðurina
brudarklødd.
Uppi å bakkanum byrjadu
4 tónleikar at spæla, teir
spældu ikki á teimun ljóð-
førdum, sum teir vanliga
spæla. Teir fýra vóru Regin
Guttesen, sum spældi har-
moniku, Finnur Hansen
blokkfloytu, Kolbein Sim-
onsen Guitar og Jan Zach-
ariasen guitar.
Síðani fór alt fylgi oman
til sjóvarmálan, har ein
spentur Niclas stóð og bíð-
aði. Brúðarvígslan byrjaði
við at ein inngangsbøn varð
lisin á canadiskum. Tað var
tí at Lena er hálv kanadisk
og er uppvaksin har yvir
Síðani sang mamma Lenu,
Maria Andersen, ein sang,
tað ljóðaði sera vakurt, so
ein fann skjótt útav at Lena
hevði fingið sínar sang-
gávur frá mammu síni
Maria Andersen hevur í
sínum ungu døgum eisini
roynt seg sum sangarinda
og hevur givið eina plátu út.
Síðani góðu tey hvørjum
ødrum lyfi at um at liva
saman til deydin tey skilir.
Sjálvt um veðrið var eitt
sindur keðiligt var hetta ein
sera hugnalig løta, sum fólk
fara at minnast. Sosialurin
ynskir brúðarparinum
hjartaliga tillukku og eina
góða ferð til London.
Orð og myndir:
Jonhard Hammer
Tónleikararnir Regin, Kolbein, Jan og Finnur gjørdu løt-
una í Sandágerði sera hugnaliga