Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

innanoyggjaflúgving, kunnu seta seg á sjógvin og á vøtnin, um tey eru nóg djúp. Jan Lamhauge, flúg vilærari í USA, er sannførdur um at tað letur Nr. 132 — 16. JULI 1998 Mynd: Jonhard Hammer Ein barnadreymur gekk út, tá hann gjórdist flogskipari. Og seinastu 11 árini hevur Jan Lamhauge av Glyvrum verið flúgvilærari. Hann heldur góðir møguleikar eru fyri at hava eina innanoyggja- flúgving í Føroyum Jan Lamhauge, sum er ættaður av Glyvrum, fór í 1987 til USA fyri at fáa eina útbúgving sum flogskipari, og aftaná tað ætlaði hann sær heimaftur til Føroya Men tað gekk ødrvisi, og nú er hann búsitandi í amerikansku statunum á 11 ári og arbeiðir sum flúgvi- læran — Eg kundi verið farin til Danmarkar fyri at fáa út- búgvingina, men eg valdi USA, tí tað var nógv bíligar! har. Jan tók gjørðist flogskip- ari við instruktørloyvi, og síðani hevur hann brúkt mestu tíðina til at læra onn- ur at flågva. Hann hevur tó eisini havt onkur arbeiði við flúgving sjálvur. — Tað er munur á at undir- vísa og at flúgva sjálvur, men mær dámar væl at verða flúgvilærari, sigur Jan Lamhauge Orsøkin til at Jan ikki kom heimaftur eftir lokna åtbågving var, at hann fann sær eina gentu yvir i USA, og nú er hann giftur, eigur tríggjar døtur, og er búsit- andi í einum lítlum býi uttan fyri Memphis í Tennesee. — Eg fái illa svara beint nú um eg ætli mær heim- aftur til Føroya, tí eg eri eitt sindur í iva um tað, og kundi hugsað mær at komið heim at arbeitt, men eg veit ikki hvørjum tað endar við, og tað veldst eitt sindur um hvat hendir innan flúgving í Føroyum næstu árini, sigur hann Dreymur um at flúgva Tað var ikki av tilvild, at Jan Lamhauge endaði sum flogskipar! Tað var meiri ein barna- dreymur sum gjørdist veru- leiki. — Tað hevur altíð verið ein dreymur hjá mær at blivið flogskipan. Síðani eg havi verið ungur drongur, hevur mær longst eftir at sleppa at flúgva. — Tað er ikki nakar gandur við flúgving, men eg havi bara altíð havt stóran áhuga fyri tí. Tað er rætt og slætt ein barnadreymur, sum gjørdist veruleiki, tå eg bleiv flogskipari Jan Lamhauge arbeiðir nú fyri seg sjálvan, og sjálvt um hann býr í einum lutvist lítlum býi, hevur hann stød- ugt arbeiðið, og í løtuni bíða fimm næmingar eftir hon- um í USA: — Eg kann geva undirvis- ing í flúgving við einun: ella tveimum motorum, og næmingarnir kunnu eisini taka tað vit kalla instru- mentprógv hjá mær. Tað er tað truplasta at fáa. Jan hevur ikki sítt egna flogfar, men leigar eitt, sum hann brúkar til undirvísing- ina og til sína egnu flúgv- ing. innanoyggja- flú ber til Jan Lamhauge er sannførd- ur um, at tað letur seg gera at seta innanoyggjaflúgving í gongd í Føroyum, soleiðis sum prátið hevur verið sein- astu tíðina. Ein bólkur av privatum hevur gjørt eitt uppskot til landsstýrið um hvussu tað kundi latið seg gjørt, at sett innanoyggjaflúgving í verk, og bólkurin tryr so nógv uppá uppskotið, at hann hevur bjóðað sær til sjálvur at standa fyri. — Eg havi eingi tøl at vísa á, men eg eri vísur, at tað ber til. Onkur sigur, at tað fer aldrin at ganga, tí føroy- ingar eru bangnir fyri at flúgva. Men tað er ikki rætt, og prógvið fyri tí er at finna í Vágum, har ferðslan er sera stór. — Eg ivist onga løtu í, at føroyingar høvdu brúkt flogfarid um tað kom, og at tað hevdi borið til at fingið tað at borið til fíggjarliga. Ein av stóru fyrimunum við eini flogrutu er sjálvandi nógva tíðin, sum er at spara. — Alt gongur so skjótt fyri seg í dag við internetið og email, so tað hevdi verið heilt í trá við hesa gongd, at havt innanoyggjaflúgving. Tað tekur tveir tímar og eitt korter at koma úr Havn til Suðuroyar við Smyrli. Í góðum vindi hevði tað tikið eitt korter at flogið sama teinin, sigur Jan Lamhauge. Lætt at finna hóskandi flogfar Uppskotið, sum hevur verið frammi, mælir til at brúka ein vatnflúgvara, sum kann seta seg á firðum og vøtn- um. — Eg kann gott ímynda mær eitt flogfar, sum hevdi passað væl til føroysk við- urskiftið. Tað skuldi verið eitt ein motora vatnflogfar, sum tók eini 10 fólk, og har tað eftir stuttari tíð skuldi borið til, at tíkið setrini úr og brúkt tað til fram. Eitt slíkt flogfar kostar eina hálva millión dollarar yviri í USA, sigur Jan Lamhauge. — Flogfarið hevði verið lætt at funnið, og tað skuldi bara havt nakrar góðar fiðrir