Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Se So Nr. 133 — 17. JULI 1998 Jógvan Hansen er sangari og front- figurur i Aria. Hann kom við i bólkin fyri trimum árum síðani, tá Aria skifti manning sigur Ólavur Wolles, og leggur dent á, at teir ætla at brúka neyðugu tíðina til at fáa allar partarnar av útgáv- uni lidna Ikki gloymdir Við hittinum Shadow of a doubt á útgávuni Rock í Føroyum 2 staðfesti Aria, at teir hava tak á føroyskum poppoyrum, og tann sangurin hevur íkki gjørt fortreytirnar fyri at útgeva eina fløgu verri. — Tá vit byrjaðu at spæla saman, var tankin um eina útgávu fjarður. Tá snúði tað seg um at spæla saman og at spæla til dans. Bólkurin hevur síðani ment seg nógv, og vit eru farnir at spæla meiri sjálvgjórt tilfar, greiður Ólavur Wolles frá. — Vit hava vant og spælt so nógv saman, at vit vilja ikki verða fullkomiliga gloymdir, tá vit gevast at spæla. Við at útgeva eina fløgu kunnu vit leggja okk- urt eftir okkum, og sleppa undan at verða - heilt gloymdir, sum so nógvir aðrir føroyskir bólkar. Petur Hans Niclasen er samdur við trummuspælar- anum — Vit hava havt tað sera stuttligt saman øll hesi árini. Vit hava spælt nógv, ferðast nógv og vit hava upplivað mangt og hvat. Tí vilja vit ikki, at tað heila bara skal detta niðurfyri, uttan at vit hava lagt nakað eftir okk- um. Fyri mín part er júst tað ein høvudsorsøk til hesa fløguna, sigur hann. — Og nú vit hava fingið studio í Klaksvík, letur tað seg eisini gera reint prakt- iskt. Tað hevði verið ov trupult at farið úr býnum til allar upptøkurnar. Studio verður gull vert Klaksvíkingar eru stoltir av sínum avrikum í føroyskum poppi og rocki. Nøvn sum Straight Ahead, Hjarnar og Frændur lýsa sum stjórnur á føroysku rockhimmalin- um, og sjálvt um nøkur av teimum størstu avrikunum liggja fleiri ár afturi í tíðini, er framvegis nógv lív í tón- leikinum í Klaksvík. — Nógvir av teimum kendu bólkunum úr Klaks- vík spæla framvegis, men eg rokni við at nýggja stud- io verður gull vert fyri tón- leikin í Klaksvík, tí tað fer at geva nýggjum, óroyndum kreftum møguleikan at royna seg, heldur Olavur Wolles. Teir lurta væl eftir upp- tøkunum, Magni, Jógvan og Petur Hans.. Botnurin er lagdur, og nú leggja teir key- board, gittar og røddir omaná tíðindablaðið S0s2lu Og júst teir í Aria eru gott dómi um tað. Teir hava spælt nógv, men í upptøku- hølunum hava teir ikki brúkt mestu tíðina. Seinni í ár ætlar eisini gospelbólk- urin Í am sær í studio, og teir eru ein lovandi navn bólkur. Tað er tiltikni sangskriv- arin og frændin Steintór Rasmussen, sum hevur tikið stig til nýggja studio, og hann fær rós frá limunum í Aria. — Steintór hevur gjørt eitt framúr arbeiðið. Hann hevur verið íbirtari til bæði hetta studio og mentanar- húsið Atlantis, síðani hann búsettist í Klaksvík, og hon- um hava vit alt gott at bera. Atlantis og Pegasus fara at hava stóran týdning fyri menningini av tónleiki og aðrari mentan í norðoyggj- um, halda teir. Men meðan Pegasus hev- ur sett eld í tónleikakrútið í Klaksvík, haltar býurin eftir á ødrum gkjum, og tað halda teir í Aria verða spell. — Vit hava eitt ríkt tón- leikalív, og nógvir bólkar eru í gongd, men umstød- urnar kundu verið betri, og serliga mangla venjingar- holi. Vit eru heppnir og hava eini góð høli, sum vit lána frá býráðnum, men aðrir bólkar standa mest sum á berum. — Tað hevði eisini verið ynskiligt at musikkskúlin her á staðnum legði stórri dent á nútímans, rútmiskan tónleik, ístaðin fyri bert at satsa uppá blokkfloytur og Mozart. Men onkrir nýggir tón- leikabólkar eru á veg í Klaksvík, og teir í Aria skilja væl støðuna hjá teim- um. — Tað skal nógv útgerð til at spæla til dans, og út- gerð kostar nógv. Tað tekur Magni Husgaard spæl- ir keyboard og skrivar saman við Peturi Hans Niclasen flestu sang- irnar hjá Aria. Hann er ein av teimum, sum er búsitandi uttanfyri Klaksvík, og sum ger framtíðina hjá bólkinum óvissa drúgva tíð at byggja ein nýggjan bólk upp, men tað er gott at onkur hevur viljan til tað. Flyta úr Klaksvík Framtíðin hjá Aria er óviss, ti fleiri av munum í bólk- inum flyta úr Klaksvík inn- an stutta tíð. — Allir tónleikabólkar kenna til tað. Tað kemur ein tíð, tå umstødurnar broytast, og arbeiði og útbúgving koma í vegin. Men sjálvt um vit fara í hvgr sína ætt nú, verður hetta ikki endin hjá Aria, sigur Olavur Woll- es Keyboard-spælarin Magni Husgaard er bakari í Vági, Erik Biskopstø skal 19 til Havnar á skúla, og gitt- arspælarin fer helst til Dan- markar í somu grindum eftir summarferiuna. Hetta ger umstødurnar hjá bólkinum at spæla undir truplar, og avmarkar møguleikarnar til jóltíðir og summarferiur. — Vit hava tónleikin í blóðinum, og tað ber ikki til at vaksa frá tí. So sjálvt um vit fara í hvgr ymsar ættir nú, so ætla vit ikki, at hetta skal verða endin hjá bólkinum Og skuldi tað alíkavæl enda við tí, eru teir fegnir um, at teir hava lagt eina fløgu eftir seg, áðrenn alt datt niðurfyri Teir vilja bara ikki verða gloymdir!