fríggjadagur 17. juli 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOSÐ/U
Nr. 133 — 17. JULI 1998
Livandi leikur
við fáum lutum
Sjónleikabólkurin Ragnarock hevur vitjað í Fóroyum. Við sær hóvdu tey leikin Vølvan, sum tey hava framfórt, millum
annað í Norðurlandahúsinum. Fóroyski sjónleikabólkurin Fívil hevur fingið tey hendavegin.
MARTIN N. SIMONSEN
Tysdagin sóust nøkur ung
fólk í gøtunum í Havn. Tey
sungu, dansaðu og spældu
sjónleik, ímeðan tey gingu
gjøgnum býin. Seðlar vórðu
eisim deildir út, har tey
høvdu skrivað, at tey fóru
at framføra ein sjónleik i
Kringluni í Norðurlanda-
húsinum seinni á kveld-
mum. Hesin heldur serligi
tónleika-sjónleikarabólk-
urin eitur Ragnarock, mann-
aður av umleið 20 ungfólk-
um úr Humlebæk, uttanfyri
Keypmannahavn. Leikurin
r umleið
m tey framigra er umlex
uIn i€
pi
þa Á
3
longdar, sera
infaldur og við fáum
Onki serligt
Tey leika í
midjuni í einum fimmkanti,
formaður sum eitt skip
Ramman um leikin, ella
pallurin, eru nakrir stavar
sum tey leggja niður á gólv-
Á
FE
Vølvan og dyrini
Leikurin er um Vølvuna,
sum sendir 6 dyr avstað til
Danmarkar. Millum anna-
ein apa, ein løva og onnur
dyr trina framm å pallin
Dýrini fáa hver sær ein sang
við á ferðini. Tá ið tey so
koma til Danmarkar skulu
tey finna teirra egna sang,
g ein lut, sum tey skulu
taka við sær aftur til Vøl-
Imeðan tey eru
E
É
£
fy
JeKvisittum
Krav er ti pall
vurnad
Danmark uppliva tey
ymiskt, áðrenn tey so aftur
koma til Velvuna.
Einfaldur leikur
Sjålv søgan i leikinum var
ikki løtt at skilja. Í orðunum
og atburðinum skuldi
heldur finnast myndamáls-
ligir týðningar, sum skuldi
setast í samband við tær
ymsu hendingarnar. Tað var
kanska eitt sindur torført í
fyrstani, men eftir einari
løtu bar til at fylgja vid, og
liva seg inn í leikin.
Av tí at leikurin er so
einfaldur, og at áskoðarin
situr so tætt við sjálvan
pallin, setur tað stórri krøv
til sjónleikaraavrikini, men
tað komu tey eisini sera væl
frá
Rock ikki bara rok
Leikararnir brúktu røddina
til ymisk ljóð, og sungu eisi-
ni nógv. Tað at bólkurin eit-
ur Ragnarock er heldur ikki
av tilvild. Tey brúka nógva
tíð uppá at syngja, og sang-
irnir vóru sera væl sungnir
Sangirnir vóru eitt stórt
pluss fyri leikin. Ljóðið í
Kringluni er eisini rættuliga
gott, og fekk tað uppliving-
ina at verða tað betur. Aftur-
at tí dugdi tey sera væl at
fáa leikin at ganga skjótt og
út í eitt. Allur leikurin var
sera væl gjøgnumførdur og
væl vandur
Havnar getur vórðu nýttar sum pallur hjá Ragnarock
Scenurnar vóru dramatiskar ogsterkar
Hava vitjað í nógvum
londum
Ragnarock hevur ferðast
víða um við leikinum. Tey
hava millum annað verið í
Norra, Italia og Australia.
Leikurin er fleiri ára gamal,
og útskifting av fólki hevur
verið, men leikurin livir víð-
ari. Tað er nevnuliga nakað
sum eyðkennir Ragnarock
og henda leikin. Leikarar
kunnu koma og fara, men
leikurin er tann sami. Sum
dømi kann nevnast, at tann
sum spælir Vølvuvan, hevur
fingið eina yngri gentu í
„læru“ til at spæla sín
leiklut, tí hon helst gevst
rættiliga skjótt. Tær kunnu
so arbeiða saman, við at fáa
leiklutin at passa inn.
Fívil hýst teimum
Leikararnir eru komnir til
Føroyar í samband við
norðurlendsku sjónleikara-
verkætlanina fyri ungdóm,
sum eitur Fenris. Frá Før-
oyum var tað seinast sjón-
leikarabólkurin Fívil sum
luttók í tí norðurlendska
samstarvinum, og av tí
sama hevur Fívil so hýst
teimum her i Føroyum. I
samband vid at Ragnarock
vitjaði her i Føroyum, so
hava tey havt eitt sjónleik-
araskeið við ein av teirra
leikstjórum, Francis Par-
deilhan. Hann er ein dugn-
aligur maður, sum hevur ein
serligan hátt at arbeiða við
sjónleiki. Hann er útlærdur
á universitetinum „Berke-
ley“ í USA, og hevur drúgv-
ar royndir við sjónleiki, í
nógvum londum.
Vitjanin væleydna
Ragnarock hevur vitja í Før
oyum síðani 6. juli, og tey
fara heim aftur fríggjadagin
17. juli. Tey søgdu, at tað
hevur verið stak hugnaligt,
og sera áhugavert at vera í
Føroyum, og takka fyri tað
gestablídni sum hevur verið
sýnt teimum.
RS
MITSUBISHI Galant
SPORT
7
I sera góðum standi.
Til solu fyri hóskandi pris.
Árg. 91 - koyrt 55.000 km
Tlf. 31 27 83