Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juli 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 134 — 18. JULI 1998 Regin setir Føroyar á heimskortið Sterkir menn: Men tað al- menna vil ikki verða við til at stuðla risa- kappingini í Føroyum Eyðun Klakstein ” Hann er sterkur og kann bera nógv á sínum ryggi. Og viðferðina hann hevur fingið frá tí almenna í Før- oyum, klárar hann eisini at bera, men Regin Vágadal er vónbrotin. --Tað er súrt at stríðast og umboða Føroyar, og einasta takkarlønin eg fái er, at eg skalt gjalda skatt og MVG. Orsøkin til orðini frá sterka manninum er, at hann hevur onga hjálp fingið frá tí almenna í fyrireikingu- num stóru kappingina, sum verður í Havn á ólavsgku. — Býráðið í Havn hevur veitt okkum eina hjálpandi hond, men restin av studl- unum eru allir privatir, sigur Høgni Mikkelsen, sum fyri- reikar kappingina Atlantic Giant saman við Regini Vágadal. Kappingin kann verða eitt stórt framtak fyri Føroyar. Sterkir menn úr 10 londum koma til Føroyar at kappast, og útlendskar sjónvarpsrásir fara at senda frá kappingini. BBC kemur hendan vegin at dekka kappingina, og í tí sambandinum fara sterku menninir at ferðast saman við enska sjónvarpsliðnum, so føroyska nattúran kemur við, tá samrødur og innsløg verða gjørd. Og tá jokarar sum Vest- mannabjørgini, Gjógv, Kirkjubø og onnur stød eru Regin Vágadal vísir sína styrki við, eru møguleikarnir fyri útlendskum áhuga góðir. Eurosport vil eisini sleppa at senda, og kappingin verð- ur við, tá sjónvarpsfólk fara at keypa og selja sendingar í Cannes fyrst í august. Hetta kann senda Føroyar og føroysku náttúruna út til milliónir av hyggjarum kring allan knøttin. — Vit hava roynt at fingið Ferðráðið at brúka eitt sind- ur av síni játtan til at stuðla kappingina, men tey vilja slettis ikki verða við. Eg havi eisini roynt at fingið samband út í Tinganes, men har hevur tøgn valdað, sigur Høgni Mikkelsen. — Eg haldi tað er ov galið, tí hetta er ein so upplagdur møguleiki at gera reklamu fyri Føroyar um allan heim, at tað almenna mátti havt áhuga í at verið við. Men vit kunnu bara staðfesta, at tey hava als ongan áhuga víst fyri okkara tiltakið, sig- ur hann. Ryggurin í lagi nú Tað kostar um hálva millión Við luttøku síni í altjóða kappingum vísir Regin Vágadal øllum heiminum, at Føroyar eru til, men tað sær ikki út til, at landsins myndugleikar leggja nakað í dag (Mynd: Jens Kr. Vang) at skipa fyri kappingini, sum verður hildin á ovara vølli í Gundadali ólavsgku- aftan, og tí er tað tungt at fáa tað at mæla runt. Privatar fyritøkur hava veitt eina hjålpandi hond, Sjónvarp Føroyar hevur keypt sjónvarpsrættindini, og fyrireikararnir vóna, at nógv fólk kemur til kapp- ingina. Tað hevur víst seg, at áhugin fyri slíkum kapp- ingum er stórur, og nú tá útlendskar stjórnur koma til Føroya at takast við okkara sterka mann, man tað fara at lokka nógv fólk í Gunda- dal Regin Vágadal hevur vant nógv til kappingina, men tað hevur verið strævið (Mynd: Jens Kr. Vang) hjá honum, tí hann hevur eisini verið noyddur at skipa fyri. — Eg havi arbeitt allan dagin við at fyrireika og havi brúkt kveldið til at venja í. Ofta eri eg farin aftur til arbeiðis eftir venj- ingina, greiður hann frá Tað kann hava ávirkan á úrslitin: í kappingini, at Regin ikki hevur kunnað bara hugsa um venjingina, men føroyski risin ætlar sær at gera vart við seg — Eg fekk ein skaða i ryggin, tá eg kappaðist í Ís- landi, men hann er í lagi nú, so hann skal ikki forða mær í at gera mítt allarbesta, sig ur Regin Vágadal Hesir hava stuðlað Regini figgarliga: jar Skipasmiðja Tórshavnar Býráð Super Dekk Service Dimmalæt Smyri I Li Shel Meinhard Arge Foroya Bjór Strandferðslan Fiskasølan Havnar Timburhandil Vestpack P/f Inpact MBM Faroe Scalood Maria Poulsen Hotel Føroyar