leygardagur 18. juli 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið SLSjaluin
NN —
Rúni Brattaberg:
Nr. 134 — 18. JULI 1998
Rúni Brattaberg er farin år Føroyum, fyri at
royna seg sum operasangara. Hetta hevur
ført hann til Sibelius Akademiið í Helsinki og á
skeið hjá russiska meistarasangaranum,
Ein vinmaður í Keypmanahavn legði eina plåtu á grammofon-
ina. Hvat er hatta fyri tónleikur? spurdi 28 ára gamli Rúni
Brattaberg úr Vági. Hatta er opera, greiddi vinmaðurin frá.
Aha! Tvey ár seinni fór ungi vágbingurin til Finnlands í læru
sum operasangari. Nú er hann staddur í New York fyri at fáa
eykaundirvísing av russiskum meistarapedagogi, ið er kendur
fyri ikki at spilla tíðina uppá fólk við miðal gávum
DAGFINN OLSEN
Leysliga úr grein eftir Jórg-
en V. Larsen í Politiken
sunnudag 28. juni 1998
Myndir: Per Folkver
Deyðsparturin gekk ikki,
sum ætlað. Harmur sparkar
Rúni skógvarnar av sær
Umaftur! Hesaferð á leist-
um.
Vinstra hond liggur aftur
á víkingabreiða bróstkass-
anum, meðan høgra hond
verður strekt fram. Føroyski
bassurin fyllir aftur lítla
venjingarhølid, so ein gerst
næstan bangin. Bara rivur
ikki koma í sementveggir-
nar
Hann syngur tittulpartin í
Boris Godunov á russisk-
um, uttan at duga eitt ein-
asta orð á russiskum, og
nótarnar hjá Musorgskijs,
dugir hann valla at lesa, so
hann hevur lært seg alt utt-
anat. Arbeidsdissiplinina
hevur hann heimanifrá; á
bóndagarðinum í Fámará
lærir ein skjótt, einki kemur
av sær sjálvum
Opera kom seint inn í lív
hansara. Rúni var 28 ára
gamal, tá hann fyrstu ferð
hoyrdi eina operu. Ein vin-
maður legði Don Carlos á
plátuspælaran. Trý ár seinni
er bóndasonurin úr Fámará
næmingur á finska opera-
akademinum. Júst nú er
hann í New York fyri at fáa
einatímar hjá russaranum
Alexandr Rom, ein úrmæl-
ingur, ið ikki kundi droymt
um at spilt tíð uppá næm-
ingar við miðal gávum.
Rom hevur eitt nú arbeitt
við heimssangarum sum
Martti Talvela og Jorma
Hynninen
Miðskeiðis í Wagner
Lívið hjá Rúna Brattaberg
minnir um bland av tilvild
og tí neyðturviliga. Fyrst
fekk hann útbúgving á foto-
skúlanum Fata Morgana í
Keypmannahavn.
— Eg slapp væl frá fram-
sýningum, t.d. í Billedhuset,
men at liva sum freelance-
myndamaður í Danmark er
nærum Ogjørligt.
— Tå var sangurin nakad
eg gjørdi vid siduna av, so
at siga ikki rættiliga komin
inn í myndina: Snøgt sagt,
so syngja allir føroyingar í
onkrum kóri og nógv varð
sungið heima hjá okkum.
Mamma er góður tulkari av
kvæðum og kingosálmum.
— Mær dámdi betur Led
Zeppelin og eg havi spælt
guitar í tónleikabólki. Men
so hendi tað óvæntaða, at
eg oyðilegði mær liðbond-
ini í fótbóltsdysti. so eg
mátti ganga á høkjum.
— Mamma helt, at eg
skuldi gera okkurt skilagott
ímeðan, so hon fekk meg
uppí kirkjukórið. Tað var
eitt frálíkt upplivilsi, eftir
ongari tíð hevði eg lært
hálvthundrað sangir.
Fólk flest hoyrdu, at bass-
urin hjá Rúna var betri, enn
vanligt er. Tú skuldi roynt
teg við hasi røddini, søgdu
tey.
Hetta var langt áðrenn
eg og opera hittust. Men
Alexandr Rom í New York
alíkavæl hevði eg longu
fingið hugskotið, at eg vildi
liva av at syngja, Ég visti
ikki hvussu tað lat seg gera,
men eg var óvanliga vísur í
mini søk. Slíkt er órvað vón-
leyst at greiða øðrum frá.
Rúni fór so til Keyp-
mannahavnar.
— Eg hevði ikki sungið
solo áður, men tað kravdist
til upptøkuroyndina til Rad-
iokórið. Eg mátti finna ein
sanglærara skjótt. Tey vildu
eisini fegin hava meg í kór-
ið í Den Jyske Opera í Ar-
hus, har tey framførdu
Ringin eftir Wagner. Ah,
Guð, sum tað var frálíkt at