leygardagur 18. juli 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 134 — 18. JULI 1998
tidindabladid NMN
15
standa har miðskeiðis í øll-
um og síggja og hoyra so
nær hjá, hvussu ein so
dugnaligur listamaður sum
Aage Haugland arbeiðir. Ég
fekk eisini sungið meg inn
í operakórið við Det Konge-
lige Danske Teater, so eg
kundi liva av at syngja. Påpi
mín hevði nokk ilt við at
skilja, hvat allur hesin sang-
urin skuldi enda við. Keyp-
mannahavn ljóðar kanska
nakað „syrut“ í oyrunum á
summum føroyingum, og
so bara at ganga har niðri
og syngja...
— Men tað eggjaði mær
til at halda fram, at dugnalig
fólk bóðu meg fara víðari.
Tað hevði nógv at týða fyri
meg, at Kim Borg tímdi at
ómaka sær til at geva mær
sangtímar - hansara ráð
kann eg brúka so leingi eg
livi.
— Rúni er skjótur til látur,
og hann flennir, tá hann tos-
ar um seg, sum serigsan
bass ella basso profundo.
— Í maj í fjør var mær
greitt, at eg mátti velja. Fast
starv í kongaliga kórinum,
ella tora at royna lopið sum
solosangari.
— Eg leyp, tí møguleiki
var fyri, at eg f Finnlandi
kundi fåa Jorma Hynninen
sum lærara. Hann er av teim
størstu nakrantíð, við nógv-
um royndum, og enn, sum
$7 ára gamal, framførir
hann og syngur líka væl.
Føroyingar
Egja operahus
m hundrað vónrík fólk eru
hvert år til upptøkuroynd á
Sibelius Akademinum i
Helsinki, men bert få sleppa
inn. Rúni var í fjør teirra
milum.
Útbúgvingin tekur 4 ár.
SU-stuðulin úr Danmark
røkur til hálva húsaleigu, so
hann er takksamur fyri tey
legat, hann hevur fingið frá
Højgaardgrunninum, Gang-
stedgrunninum, Augustin-
usgrunninum og Jubilæ-
umsgrunni Nationalbank-
ans.
Og ikki at tala um stuð-
ulin úr Føroyum, ið er minni
í krónum og oyrum, men
tað hitar hjartarøturnar, at
fólk heima í Føroyum tora
at seta pening í: Mentunar-
grunnur Føroya Løgtings,
Vágs Býráð, Føroya Spari-
kasssi og Suðuroyar Spari-
kassi og arkitektafelagið A.
Isfeld og G. Hansen - tey
siga hetta er langtíðarætlan,
tí tey rokna við at byggj
operahús, tá eg komi heim
til Føroya!
Aftur rungar låturin
úr basskjallaranum.
Kroppurin rystir eisni í látri,
tå hann, hetta stóra mann-
fólk, greiðir frá, at hann
gongur til ballet. Tað stend-
ur á tímatal vuni, menn ann-
ars er bert sangur og aftur
sangur. Hvør tími má nýtast
væl, tí heima á kamarinum
kann ikki venjast, tað kann
ein ikki bjóða grannunum.
Ungi føroyingurin fekk
góð ummæli, tá hann eftir
bert hálvt ára undirvísing,
frumframførdi á palli i Orff
operuni Die Kluge.
Hann sang á tyskum, ið
hann heldur ikki dugir. Men
betri hóvar honum russiskt
ella italienskt. Finskt dámar
honum eisini væl. Føroyskt
heldur Rúni tó ikki hóska
til operu.
— Men føroyska tung-
lyndid hevur fyrimunir, ti
við einari rødd sum minari,
eru tad ofta teir myrkaru
leikpartarnir, ið ein skal liva
seg inn í.
Uttanatlæra
Rúni heldur tað ikki vera
nakran stóran trupulleika, at
hann ikki dugir nótar.
— Eg lurti eftir øðrum, ella
keypi eina plátu og so læri
eg meg alt uttanat. Tað er
hart arbeiði, men so steðgi
eg heldur ikki upp, tá eg
leiki á pallinum, har nóta-
stativið alíkavæl ikki er við.
Júst nú gongur hann við
stórum russiskum pørtum í
huganum, sjálvsagt, tá 6
dýrabarar vikur í New York
eru fyri framman, har Alex-
andr Rom er lærumeistari.
Av og á fínpussar Rom okk-
urt orð, men annars er hann
hugtikin av føroyinginum
og hansara serstøku atstødu
til russiska målid.
Konsentratiónin er full-
komin. Gloym at syngja,
sigur Rom, lat okkum hoyra
huglagið í orðunum. Pusj-
kins eigur orðini. Tey fáast
ikki betri!
Rúni veit ikki alt tað góða
hann skal siga um lærara
sín.
Rúni Brattaberg stríðist við Boris
Gudonov í lítlum vinjingarhøli á
Manhattan. Við klaverið fylgir
Alexandr Rom ti ið líkist
meistarligari tulking av libretto hjá
russiska tsarinum
— Tað er sera læruríkt at
arbeiða saman við honum.
Eg festi alt á band, so kann
eg sita heima og hoyra, hvar
eg gjørdi okkurt býtt og hví.
Torført, men frålikt
Venjingarhølid liggur i
Lucy Moses School mið-
skeidis i New York. A vegg-
inum hanga myndir av
Duke Ellington og Dizzy
Gillespie. Fólk standa í rød
at koma innar at venja, og
húsavgrurin hevur longu
mint á, at teir 60 minuttirnir
eru farnir. Men lærari og
næmingur hava ilt við at
ríva seg leysan frá einum
stykki hjá Rachmaninov, á,
tað er so torført, - og so
frálíkt, sigur Rúni Bratta-
berg á enskum.
Um 3 ár er hann liðugur
á Siblius Akademinum.
Hann veit væl. at tey flestu
síðani mugu lata sær lynda
at syngja í operakórum, tí
sangarum er nóg mikið av,
serstakliga sopranum. Men
røddin hjá Rúna liggur í
hinum endanum av tóna-
stiganum, og har eru ikki so
nógv um boðið, men hin-
vegin eru heldur ikki so
nógvir leiklutir.
Hann gyklar ikki um,
hvat bíðar seinni á lívsleið-
ini: gleði, men eisini svart-
sjúka. Hann hevur longu
roynt báðar partar, tí hann
hevur luttikid í sonevndum
masterklassum, har ein av
teim stóru savnar lítla fjøld
av ungum, vónríkum næm-
ingum um seg. Um nakrar
vikur skal hann til >mast-
erclass<, hesaferð við Tom
Krause.
Næstan lítillátin tosar
hann um tey stóru verk,
hann kundi hugsað sær at
luttikið í á palli. So ljóðar
hann droymandi og takk-
samur, sum hann, ið fann
stóra kærleikan á gamals-
aldri.
New York er býur teirra,
ið tosa skjótt, og í hverjum
setning megna tey at siga
EG minst 2 ferðir. Rúni tos-
ar ongan um koll, men eing-
in ivast í, at hann hevur sett
sær høg mál:
— Eg havi altíð verið æru-
sjúkur, viðgongur Rúni í ov-
ursmædni
Men lovandi ljóðar tað