leygardagur 18. juli 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 134 — 18. JULI 1998
tíðindablaðið S0slaluyrfn
17
Einki skil á í eina tíð
Í 1991 fór Terji Rasmussen
inn í ein rótutan part av sín-
um lívi, og næstu árini
hendi ikki so nógv á tón-
leikaliga økinum.
— Eg fór í holt vid eina
útbúgving, sat heima og
gjørdi løg, læs og drakk.
Tað var faktiskt einki skil í
lívinum hjá mær tá. Eg
spældi í Kagganum og
Mimir og royndi at sutta
uppå navnid Føstufressar,
og so var tad bara eg sum
spældi og eingin annar. Tað
var bara nakað híligt nakað.
Fjas
- Vit spældu onkuntíð í
hell, og eg hevdi ringa sam
vitsku, tí vit vandu ongan-
tíð, og eg var illa fyri. Nei,
nei tað var ikki ein góð tíð.
Kanska var hon góð á tann
hátt, at eg gjørdi nógv løg
og hevði eitt heimastudio og
fekk nógv burtur har.
Í 1994 var var Terji í
Svøriki í eitt hålvt ár. Ferðin
var komin i lag gjøgnum
útbúgvingina, hann tók, og
hon gjørdi undurverk. Terji
búði í einum skógi, og har
skrivaði hann nógv løg, sum
seinnu komu við á fløgur-
nar hjá Moirae, millum ann-
að Eg flýggi til tónleikin, Tú
og Hvussu kann eg vita.
— Eg fekk nógv burtur úr
yviri í Svøriki. Eg kom líka-
sum upp undan. Tá tú alla
tíðina koyrir í einum resi,
gloymir tú at hyggja í spegl-
ið við hvert og finna út av
hvor tú ert og hvat tú gert.
Áðrenn eg fór til Svørikis,
føldi eg tad, sum um eg var
vid at koyra av sporinum. I
Sveríki búði eg púra einsa-
mallur og hevði nógva tíð
til at hugsa. Eg fekk nógv
burtur úr, bæði persónliga
og í tónleiki.
Tá Terji kom aftur til
landið var eldur í honum,
og hann hevði hug at leggja
til brots við tónleiki aftur.
Moirae var byrjað at spæla
tá, og fyri Terja var tað
heppið, at sangarin í bólk-
inum, Edmund Jacobsen,
flutti til Danmarkar, og tí
manglaðu teir ein frontfigur.
— Í fyrstuni helt eg, at
Moirae var ikki rættiliga
tað, sum eg hugsaði um. Ég
hevði hugsað um onkrar
aðrar tónleikarar, men ofta
endar tað bara soleiðis Vit
spældu ymsastaðni, og eg
fekk eitt sindur av pengum
burtur úr til seinasta partin
av míni útbúgving.
Moirae fer í søguna
Í 1995 varð fyri fyrstu ferð
skipað fyri Prix Føroyar
tónleikakappingini, og tað
var ein gularót hjá Moirae.
— Fyrr ella seinni hevur
tú roynt alt, sum er at royna
í Føroyum, og tí er tað gott
við ein slíkum nýggjum til-
taki. Tað er torført at halda
seg á toppinum og altíð for-
nýggja seg, tá tú hevur spælt
í hvørjum króki í landinum,
og tað eru tey somu tiltøk-
ini, tú kemur aftur til. Tí
tosaði eg nógv fyri at vit
skuldu við í Prix Føroyar,
tað var nakað nýtt og spenn-
andi.
Moirae gjørdu nógv burt
ur úr kappingini, teir fóru
ígjógnum allar sangirnar,
teir høvdu liggjandi, vóru á
venjingarlegu á Skælingi,
og endin var eisini, at teir
vunnu kappingina. Tað
hevði vid sær, at teir skuldu
til Finlands at spæla, og tá
skuldu teir spæla egið tilfar
í ein tíma, og tað gjørdi aft-
ur, at teir funnu nýggjar
sangir fram.
— Tá vit komu aftur, var
tað so sjálvsagt, at vit fóru
at gera ein fløgu, tí vit
høvdu spælt so nógv løg hjá
okkum sjálvum. So hugsaði
eg, at nú var tað liðugt. Men
eg hevði bara trý løg við á
fløguni, og eg hevði eina
rúgvu liggjandi, at einaferð
segði eg við hinar í bólki-
num: Antin gera vit eina
fløgu afturat, ella finni eg
onkrar aðrar tónleikarar at
gera ein fløgu saman við.
Teir í Moirae vóru við
uppá tað, og seinna fløgan
hjá Moirae kom fyri tverm-
um mánaðum síðani. Fløg-
an verður seinasta verkið
hjá vælumtókta rockbólki-
num, tí tá juli mánaði er av,
fer bólkurin í søguna.
— Nú avvikla vit'Moirae,
vit gevast fullkomiliga at
spæla undir navninum
Einki við eini konsert á jól-
um og eini næsta summar.
Moirae er yvirstaðið aftaná
hendan mánaðin, og vit fara
allir í gongd við ymiskt ann-
að, sigur Terji Rasmussen.
Orsøkirnar til avgerðina
eru fleiri. Millum annað, at
Kim Hansen fær ikki tað
plássið í Moirae, sum hans-
ara talent hevði uppiborið.
— Um tað ikki var neyðugt, so hevði eg
ikki arbeitt, tí eg keði meg aldrin. Fólk
sum keða seg, skulu taka seg saman, tað
eru tey, sum doyggja ung. Onkur hevur
sagt við meg, at eg livi leingi, tí eg havi
altíð so nógvar planir, sum skulu náast.
Men eg veit ikki hvussu tað verður, tí eg
royki so illa, sigur Terji Rasmussen
— Kim er eisini ein front-
figurur, og tað er ikki pláss
fyri okkum báðum í einum
bólki. Soleiðis er tað bara,
og tí er tað gott, at Kim fær
møguleikan at spæla saman
við øðrum tónleikarum nú
og menna seg enn meira,
heldur Terji.
— Vit eru ikki keddir av at
skula gevast við Moirae, tí
vit hava allir ovmikið at tak-
ast við. Vit staðfesta heldur,
at frá 1994 til 1998 var tað
Moirae, sum vit løgdu okk-
ara orku í. Vit fingu tvær
fløgur burtur úr, og tað er
fínt. Nú er bólkurin steðg-
aður með alla, og vit fara
víðari.
— Vit hava í eitt hålvt ár
vitað, at:tað fór at verða
liðugt, og tí hava vit allir
aðrar ætlanir nú. Vit gleða
okkum til at fáa hetta yvir-
staðið og byrja við onkrum
nýggjum.
Vit eru bara amatørar
Nýggja fløgan hjá Moirae
er meiri gjøgnumførd enn
tann íyrra, tá løgini vóru
fjølbroytt og ljóðið ymiskt.
Hesaferð vóru teir í Moirae
samdir um at gera eina
melodigsa rockfløgu. Á
fyrru fløguni var eingin
gjøgnumførdur stílur, og
onkur plagar at taka til, at
fløgan var skizofren, og at
tað næstan ljóðaði sum
tríggir ymiskir bólkar.
Nýggja fløgan Moirae er
tann seinasta í eini langari
rød hjá Terja Rasmussen.
Han hevur royndir við at
arbeiða í studio síðani hann
var 14 ára gamal, men hann
heldur seg ikki hava lært
nóg mikið av tí.
— Vit blíva vid at gera
somu mistøkini, og í nógvar
mátar eru vit alt ov nógv
amatgrar. Vit eru ikki nóg
væl fyrireikaðir, tá vit fara í
studio, sjálvt um vit halda
at vit eru. Vit finna ein
teknikkara og fara so í holt
við at taka upp, tað er eingin
producari við
Eg føli, at eg eri komin
alt ov stutt og havi lært ov
lítið, tá eg hugsi um hvussu
nógv og hvussu leingi eg
havi verið í studio. Alt ov
stutt. Sjálvandi hevur tað
nakað at gera við tað, at vit
skulu altíð arbeiða við
síðuna og brúka ikki alla
tíðina til tónleikin. Vit eru
bara amatgrar, tað er einki
at gera við tað, men tað er
bara so irriterandi.
Sjálvt um Terji er sjálv-
kritiskur, gekk arbeiðið við
nýggju Moirae fløguni sum
smurt.
— Tá vit fóru í holt við
fløguna, løgdu vit eina
tíðarætlan. Vit settu dato á
nær upptøkurnar skuldu
verða lidnar, nær vit skuldu
ljóðblanda og nær fløgan
skuldi koma út. Og hetta er
fyrstu ferð, har eg havi verið
við, at tónleikararnir hava
hildið allar tíðarætlaninar.
Sjálv framleiðslan av fløg-
uni varð seinkað í tvær
vikur, men tað høvdu vit
onga ávirkan á.
Måtti steðgað
við tónleikinum
Í kvøld spælir Moirae í
ítróttarhgllini á Kambsdali,
og tað er nakað, sum Terji
hevur gjørt nógv av
Bólkarnir hann hevur verið
við í, hava verið kendir og
umbidnir til stóru tiltókini
sum oftast fara
itråttarhøllum, men tað
Terji við at verða troytt
av
jram í
Ofta á
fólkini eru full, og tað eru
tey somu, og ofta spæla vit
í fýra tímar. Tá eg fortelji
tað fyri útlendskum tónleik
arum, so trúgva teir tí sletti
ikki. Teir spæla í mesta lagi
tríggjar ferðir trý korter
Danir hildu tað verða ótrú
ligt, at Elton John spældi í
tríggjar tímar út í eitt, tá
hann var í Danmark herfyri,
men tað er einki afturim6t
i Føroyum. Eg havi spælt i
fyra timar og meira alt mitt
liv
Eg kann
ljóðar tað ill
eisini fáa
ringan smakk í munnin, tá
eg síggi øll tey ungu fólkini,
sum koma til konsertirnar
hjá okkum, og sum eru full.
Tey hava altíð verið ung, tað
er ikki tað, men eg kann fáa
ringa samvitsku av at síggja
hvussu lívið er av teimum
Mær dámar ikki at spæla í
høllunum, eg vil heldur
spæla á teimum smærru
stóðunum.
Fyri tveimum árum síðani
gjørdist tað heila bara ov
nógv hjá Terja, og hann
noyddist at halda steðg frá
tónleikinum
Vit spældu so nógv, at
til endans kláraði eg ikki at
fylgja við. Eg arbeiddi allan
i
jilå, € ng lalsk
Eg var illa fyri sálar
mátti bara steðga £
tåtbrøladi, nakað sur
ngantíð í
á topp:num, beint í øvugtar]
stóðu. Mangli kanska eitt
sindur av konditión, men
havi rættiliga hug
spæla og syngja
Meira enn eitt nummar
Tad er eingin vandi fyr
Terji Rasmussen leggur tón
leikin á hillina, nú hann flyt
ir til Danmark í eina tíð
Men eg ætli mær ikki
at spæla fyri føroyingum
niðri. Eg havi longu fingið
triggjar fyrispurningar, men
havi sagt nei til teir allar
Tað er absolut eingin kjans-
ur fyri, at eg fari at spæla
fyri føroyingum í Gimle
Skal eg spæla, skal tað
verða á donskum barrum
og harvið koma eitt fet víð-
ari. Verður møguleiki ikki
fyri tí, fari eg at sita heima
og komponera «
at geva onkra Í
hani
við tónleiki, tí tá tú fyrst ert
byrjaður, kanst tú ikki lata
verða. Gongur tað eitt
år, har eg ikki veit hvat skal
henda, havi eg ikki frið á
mær. Tað hevur nakað a
gera við staðfesting av sær
sjálvum og egoisma, soleið
is er tað bara. Egoisman
drívur verkið
Men umframt ætlanir við
tonleiki, ætlar Terji sær at
arbeiða í Danmark, hann
sigur seg verða noyddan til
at hava eina fasta inntøku
— Um tað ikki var neyð
ugt, so hevði eg ikki arbeitt,
tí eg keði meg aldrin. Fólk
sum keða seg, skulu taka
seg saman, tað eru tey, sum
doyggja ung. Onkur hevur
sagt við meg, at eg livi
leingi, tí eg havi altíð so
nógvar planir, sum skulu
náast. Men eg veit ikki
hvussu tað verður, tí eg
royki so illa.
Men uttan mun til um
Terji verður 100 ella ikki,
verður tað sum tónleikar!
hann doyr. Hann hevur
spælt alt sítt lív, og ætlar sær
ikki at gevast
Hann hevur longu nú lagt
nógv eftir seg, og hann er
langt síðani vorðin meira
enn bert eitt nummar!
Orð: Eyðun Klakkstein
Myndir: Jens Kr. Vang