týsdagur 21. juli 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 135 — 21. JULI 1998
tíðindablaðið SS
talið Á 9
Tað er kanska nakað av tí
ørskapi, stoltleika, dirvi og
treysti og líknandi, sum ein
oftani tengir saman við
oyggjaumhvørvi, id eg virð-
ismeti so høgt.
Jens Okking heldur, at
oyggjafólk, og her teljast
eisini føroyingar, liva undir
slíkum umstødum, at tey
verða tvungin til at liva
saman. -Tað merkir ikki, at
tey ikki kunnu vera ósamd,
men eg kenni tað soleiðis,
at tað finst ein serstøk fel-
agskensla millum júst
oyggjafólk.
Kunnleikin og sambandið
til Føroya er gamalt. Sum
ungur sigldi Jens Okking
vid Holger Danske, sum
røkti fiskiveidieftirlitid vid
Føroyar. Hann gloymir ong-
antid serstøku kensluna, tå
hann st60 til r6durs å Hol-
ger Danske, og klettarnir
Føroyar bråddliga komu
undan kavi. Hetta er tann
kenslan, sum hann nú ætlar
sær at uppliva umborð á
Norrønu.
- Vit danir hava nakað ta
somu kensluna, tá vit koma
heimaftur og síggja Kron-
borg.
Við hesum vil Jens Ok-
king eisini siga, at ein eigur
ikki at flúgva til Føroyar.
Skal tú uppliva landið og
fáa tær réttu kenslurnar
fram, so skal tú sigla. Tá
kanst tú uppliva hetta fan-
tastiska nátúrpanoramaið,
sum tað er at síggja oyggj-
arnar koma undan kavi úti í
havsbrúnni.
Og tað eru so ikki bara
oyggjar, sum bráddliga
koma undan aftur kavi.
Eisini er høvid aftur at hitta
og vera saman við góðum
vinfólki.
Jens Okking dylur ikki
fyri, at tað var ein framúr
góð tíð hann hevði undir
ipptøkunum av Barbaru
Hann fekk tá vinir fyri lívið
»g kom at læra hetta fólkið
nógv betur at kenna. Tað er
m.a. við tí bakgrund, at
hann í dag líkasum kennir
seg drignan av oyggjunum
»g fólkinum og nú fegin vil
sleppa at gloppa nakrar dyr
upp fyri vanliga danskar-
anum. Eitt nú geva dónum
eitt boð uppá, hvat tað er
fyri eitt rikidømi, sum Før-
oyar goyma, og sum ferða-
fólk kunnu njóta burturav,
gera tey av at leggja leiðina
hendavegin.
Missi tykkum ikki
burtur
Men Jens Okking heldur, at
føroyingar eiga at ansa eftir
ikki at missa seg sjálvar
burtur í gllum tí nýggja,
sum kemur til oyggjarnar.
Hann sigur seg uppliva
nakað tað sama í Írlandi, har
tað merkist sum eitt slag av
„gullfepuri“, nú eitt nú
veganetið verður útbygt.
Tey ungu keypa sær stórar
og dýrar bilar, og fleiri og
fleiri doyggja í ferðsluni
orsakað av tí nógvu ferðini.
-Sjálvandi meini eg íkki,
at tú skal steðga einum
åtviklingi, men tú kanst væl
ansa eftir eisini, at útvik-
lingurin ikki yvirhálar teg.
Tað er heldur íkki allur út-
viklingur, sum er góður.
Jens Okking kemur í hes-
um sambandi til hugs tíðina
í Føroyum, tá upptøkurnar
vórðu gjørdar til Barbaru.
-Tá legði eg til merkis, at
føroysk børn ótu alt ov nógv
av „pommes frites". Var tú
inni á sølumidstøduni í býn-
um, so møtti tú øllum hes-
um pommes-frites- og
chips- etandi børnunum.
Tað ger mær ilt, tá hugsað
verður um, at tit liggja mitt
í heimsins besta spísikam-
ari. Eg haldi hetta kann vera
ein symbolsk mynd uppá,
at ein eigur ikki uttan víðari
at taka á seg allar teir ringu
óvanar, sum eru í ødrum
londum, tá ein sjálvur hevur
atgongd til heimsins besta
og sunnasta mat.
Barbara fer at draga
ferðafólk
Jens Okking, sum sjálvur
hevði ein av høvudsleiklut-
unum í filminum um Bar-
baru og harra Pál, er ikki í
iva um, at filmurin fer at fáa
túsundtals ferðafólk til Før-
oya. -Tá filmurin verður
vístur kring heimin og fólk
síggja, hvussu vekur og
sjáldsom náttúran er í Før-
oyum, so verða tað mong,
sum vilja uppliva hetta
landið. Tað fer at merkja
fleiri og fleiri ferðafólk til
Føroya.
Jens Okking heldur net-
tup tí, at tað er so tydning-
armikið, at føroyingar varð-
veita síni sereyðkenni.
Hann er júst afturkomin av
Cuba og hevur har gjørt sær
sínar tankar um hetta við,
hvussu eitt fólk kann broyt-
ast av mongu ferðafólk-
unum. -Ein sær, at fólk, sum
liva av ferðafólkunum, fyrr
ella seinni koma at líkjast
ferðafólkunum. Og tað
kann ikki vera rætt. Tað
hevði verið stórt spell fyri
fóroyingar, um hetta sama
hendi her
Jens Okking heldur tí eis-
ini, at tað er sera umráðandi
at finna fram til, hvussu
nógv ferðafólk tú ynskir
Talan má ongantíð blíva um
nakra hópturismu í einum
lítlum oyggjalandi sum Før
oyum
Unni tykkum oljuna
men ansið eftir
Av tí at Føroyar eru so lítið
land heldur Jens Okking, at
vit í øllum lutum eiga at
vera varin og ikki lata tað
fremmanda og nýggja for-
koma tí, sum hevur eyðkent
fólkið og oyggjarnar altíð.
Her kemur honum eisini til
hugs prátið um eina kom-
andi oljuvinnu.
-Eg unni tykkum væl
hasa oljuna, um hon finst,
men eisini har eiga tit at
vera ansin. Tit skulu senda
nøkur fólk til Noregs til at
kannað, hvat norðmenn
gjørdu, tá teir blivu ríkir av
oljuni. Og so skulu tit gera
tað øvugta.
Hann heldur annars, at
gongdin má vera tann, at
slíkt rikidømi kemur øllum
samfelagnum til góðar og
ikki bert nøkrum fáum. -Tað
skulu talent til fyri at tjena
pengar, men tað skulu so
sanniliga eisini talent til fyri
at brúka teir rætt. Og hetta
síðsta er ikki minst tydn
ingarmikið
Jens Okking heldur, at tað
er sera týdningarmikið at
gera sær greitt, at pengar eru
eitt amboð. -Tann dagin
pengar verða málið í sær
sjálvum, tá fer alt eisini at
ganga av h… til.
Sum skribentur og
journalistur roynir Jens
Okking at fåa søgurnar å
staðnum. Tær verða ikki til-
rættalagdar út í æsir áðrenn,
men skulu koma av sær
sjålvum. Uttan iva verður
sjálvstýrisgongdin í Føroy-
um eisini partur av tí tilfari,
sum hann fer at lata donsk-
um miðlum.
Hvat viðvíkur Føroyum
sum suverenum statt, so fer
tað ikki at forkoma tí góða
sambandinum millum seg
og Føroyar. -Eg kann bert
siga, at eg eri ikki fyri ES
og slíkum stórum felags-
skapum. Hvorki USA og
Sovjetsamveldid eru dómi
um eim góðan útvikling
heldur. Eg haldi, at menn
iskju trívast best í smærri
eindum, soleiðis sum Før
oyar eru eitt dómi um. Ein
skal hava møguleika fyri at
móta tí persóninum, sum tú
setir kross við til val, á gøt-
uni.
Jens Okking sigur, at
hetta við nærleikanum í tí
lítla samfelagnum er nettup
nakað, sum hann hevur
merkt so nógv til og fingið
nakað gott burtur úr. -Øll
her eru so vinsæl og tú
kennir teg væl allastaðni.
Eg havi ongantíð følt meg
so poppuleran sum i Før-
oyum. Undir upptøkunum
og aftaná hava fólk tikið
myndir av „løgmanni“ sam
an við børnum og ødrum
Og síðani filmurin varð
vístur havi eg fingið hópin
av brøvum frá nøgdum
hyggjarum
Ikki sæð filmin um
Barbaru enn
I samrøduni við Sosialin av
dúkar Jens Okking nakað,
sum hann sjálvur heldur
kann ljóða heilt ørt og løgid
Eg havi ikki sæð filmin
Barbara enn. I g var burt
urstæddur til premieruna og
eftir tað var eg sjúkur í eina
tíð. Eg havi annars alla
tíðina ynskt at síggja filmin
í Føroyum og helst saman
við føroyingum. Eg hevði
vónað, at hann gekk í bio-
grafunum nú í summar, tí
her koma ferðafólk, sum
eisini fegin vilja síggja slík-
an film, men er hann ikki at
síggja í biohøllunum, so må
eg lata mær lynda við eitt
video. Nú fáa vit so at
síggja
Tá hann ikki hevur sæð
filmin ber heldur ikki til at
úttala seg um hann. Men
Jens Okking heldur ikki, at
føroyingar nýtast at
keddir av ella stúra, nú
filmurin um Barbaru ikki
fekk virdisløn við film
festivalin herfyri, soleiðis
sum høvdu vónað
Tad hevur í veruleikanum
lítlan og ongan tydning, ti
tað er bert ein filmur
vera
mong
sum
ær virdisløn, hóast tað
verða gjørdir nógvir góðir
Hóast vit vanliga seta
Jens Okking í samband
við sjónleik og film, so er
og verður hann altíð sjó-
maður. -Skal tú uppliva
Føroyar, so skal tú sigla
heldur enn flúgva sigur
hann og fegnast um túrin
við Norrønu. Hann hevur
ongantíð upplivað havið
so kyrt
filmir
-Men lat meg nú fyrst
síggja filmin, so kann eg
úttala meg um hann sígur
ein fryntligur og fegin
summargestur, sum kom-
andi dagarnar fer at „leita“
efur keldum til komandi
greinar sínar í donsku
pressuni um Føroyar og før
oyingar Men allarfyrst
gongur leiðin til tveir av
sínum góðu vinum í Fer
oyum, Hel
Birgir Enni
at sleppa d
Debes og
ga g
Eg gleði meg
yna ødurna:
SMÆKKA so Íramur væli