Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 FRANTS JENSEN Vábingurin Sigmundur Andreasen sá tað sum ein møguleika at leggja trýst á dómsvaldið og teir, sum ráða í landinum, við at fara í blødini við málinum um skipanina í landinum, og hvusu hann sjálvur hevur verið viðfarin undir hesi skipanini Hann var kanska nakad 6- heppin við ti fyrsta blaðn- um, tí tað kom í mánadagin, beint eftir at Frakland gjørd- ist heimsmeistari í fótbólti Og við so stórum tilknytn- ingi til Frakland, sum Re- union hevur, so skrivaðu teir næstan bara um heims- meistaraheitið í tí blaðnum og skóru niður á annað til- far Men Sigmundur hevur eisini fingið onnur blød at skriva um málið. Og her hevur HM eisini verið ein hjálp hjá honum. Danmark og Frakland spældu jú í sama bólki, og tí vita teir X flestu íbúgvarnir á Reunion nú, hvar Danmark liggur Og frá Danmark er jú ikki so langt til Føroya, í hvussu er ikki tá ið ein er staddur út fyri Suðurafrika. Eini fýra - stórri og minni - blød á Reunion hava skriv- að um Sigmund. Á tí blaðn- um, har mest varð gjørt burturúr, vóru tvær heilar síður og eini fýra myndir. Eitt blað á Mauritius hevur eisini skrivað um Sigmund, og við hjálp frá øðrum ar- beiðir Sigmundur nú við at fáa málið í okkurt blað í Frankaríki. — Mest stóð í bløðunum síðsta fríggjadag. Nú eg gangi úti á gøtuni eru fleiri, sum kenna meg aftur. Fleiri teirra halda eisini hetta vera skilaleyst, sigur Sigmundur, tá ið vit høvdu hann í tele- fonini fyrrapartin í gjár. Kemur fyri 28. juli Sigmundur skuldi saman tíðindablaðið SOSU Sigmundur er farin i blødini Fleiri blød á oynni Reunion hava nú skrivad um føroyingin Sigmund And- reasen, sum ikki enn hevur fingið passið aftur. Í einum av blóðunum eru tvær síður við fleiri myndum av hon- um. Hann hevur longu merkt stuðul frá fólki á staðnum, og tey duga eisini at síggja, at skipanin ikki er í lagi Nú síðani Sigmundur Andreasen er farin í blødini við málinum hjá sær, eru fleiri fólk frá Reunion og onnur, ið búgva har, sum stuðla honum við sakførarunum hjá sær tosa við dómaran, ella presi- dentin fyri forhoyrinum, sum tað eitur eftir tí fronsku skipanini. Men dómarin, sum er ein koma, vildi held- ur ikki hesaferð lurtað eftir teimum. Teir hava nú appe- lera sakina, og kemur hon fyri tann 28. juli, sama dag sum sakin um tann spanska skiparan kemur fyri. 29. juli hevur hesin spani6lin sitið seks mánaðir, og tá hava myndugleikarnir ikki long- ur loyvið at afturhalda ein- um manni. Nú verður tað eisini ein annar dómari, sum skal taka málið upp. Sjálvur hevur Sigmundur eisini betri mót nú. Hann roknar nevnliga við, at hann nú fær passið aftur. Sigmundur er eisini greidir yvir, at Oli Jacobsen gjøgnum fiskimannadeild- ina i ITF, roynir at åvirka millum annad gjøgnum fronsk fakfeløg Nr. 135 — 21. JULI 1998 = = m Passið tikið s hk “ frå Jogvani — Tad stendur væl til hjå okkum. Nei, sjálvandi kundi tað staðið betri til, sigur Jógvan Vilhelm, skipari á Gold- en Eagle, sum ikki enn hevur fingið passið aftur FRANTS JENSEN Skiparin á Golden Eagle, sum er fyrrverandi Borðoy - arnes, Jógvan Vilhelm úr Kunoy vil ikki gera nakrar viðmerkingar til støðuna hjá teimum og manningini, nú teir eru førdir inn til oynni Reunion. Heldur ikki vil hann siga, hvi teir eru tiknir, ella nær målid kemur fyri rættin. Hann vil tó siga, at teir eru fimm mans eftir um- borð, fýra føroyingar og ein normaður. — Tað stendur væl til hjá okkum. Nei, sjálvandi kundi tað staðið betri til. — Men tað hevur ikki ver- ið hald í øllum tíðindunum, sum hava borist. Tað var ikki soleiðis, at ein maður fekk sníkt seg at telefonini, tá ið vit sigldu inn fyri at geva boð. Menninir, sum komu umborð, gingu og mólu ímillum okkum. Eg havi heldur ikki viðgingið meg sekan í ngkrum, sum tað hevur ljóðað. Eingin á- kæra er heldur komin. Vilja ikki geva skipar- anum aftur Stødan hjá Golden Eagle sær út at líkjast nógv stød- uni sum Explorer, skipið, sum Sigmundur Andreasen førdi, hevur verið i. Danska Uttanríkisráðið upplýsir, at tað var franska sjóverjan, sum tók skipið og førdi tað til Reunion. Enn er ikki nøkur beinleiðis á- kæra komin, men alt er á einum kanningarstødi. Passið hevur verið tikið frå manningini og dómarin hevur ikki vilja givið skip- aranum, Jógvan Vilhelm passið aftur. Alt tíðir uppá, at hinir av manningini hava fingið passið aftur. Sigmundur Andreasen hevur verið og tosað við manningina á Golden Eagle, men hann vil ikki upplýsa nakað um teir. Men Jógvan Vilhelm, ert tú ikki bangin at koma í somu stóðu sum Sigmundur And- reasen, at tú ikki fært passið aftur, og tú á tann hátt verð- ur afturhildin á oynni? — Nei, eg veit ikki. Tað er ringt at siga, hvat hendir, sigur Jógvan Vilhelm. — Vit merkja heldur ikki básarnar upp — Vit meta ikki tað er okkara uppgáva at merkja upp básarnar á ferjuleguni, og vit fara í øllum fórum ikki at gera tað. Einastu inntókuna vit fáa av ferjuleguni eru umleið 1.000 kr. um dagin í havnapengum, men tað er einki í mun til allar teir pengarnar, vit hava lagt í ferjuleguna, sigur Gunn Joensen, bygdaráðsformaður í Vestmanna Kommunu FRANTS JENSEN var 8 OG Vit hava lagt so nó terji pengar í f it i Hm juicguna, og v fåa næstan onga inntøku av henni aftur. 21/2 % av skattaprosentinum i komm- ununi fara hvørt år til at gjalda nidur å skuldina, sig- ur Gunn Joensen, bygda- ráðsformaður i Vestmanna Kommunu — Tað kann væl vera, at tað á pappirinum er okkara uppgáva at merkja upp bás- arnar á ferjuleguni, men vit fara í øllum fórum ikki at gera tað. — Hetta er ikki eitt komm- unalt mál. Tað má vera eitt landsmál Ikki okkara uppgáva Í Sosialinum leygardagin vístu vit á, at básarnir og asfaltið á ferjuleguni í Leir- vík er illa slitið. Leirvíkar Kommuna vil einki gera fyri at asfaltera og strika upp aftur, og Landsverk- fréðingurin vil heldur einki gera, tí tað er eitt komm- unalt mál, siga teir. Klaks- víkar Kommuna hevur hin- vegin tikið málið í egnar hendur og merkt upp teir illa slitnu básarnar á ferju- leguni, hóast tað er ímóti teirrra egnu prinsippum Teir kendu seg noyddar til tað, tí teir ikki kundu bjóða ferðafólki hetta. Teir hava eisini sent Strandferðsluni og Landsverkfrødinginum hvassorðað skriv, har teir biðja hesar almennu stovnar fáa greiðu á hesum skila- leysa stríðnum. Um hesir stovnar ikki finna út av tí, ætla teir sær til landsstýris- mannin, sum hevur sam- ferðslumál um hendi, Finn- boga Arge, at hann má fáa skil á hesum. Á ferjuleguni í Vest- manna er stødan nakað tann sama sum á áðurneyndu ferjulegum. Uppmerkjanin av básunum er næstan slitin burtur. Eisini her hevur kommunan eina greiða stóðu. Tey ætla sær ikki at merkja upp básarnar, tí tey kenna tað ikki sum teirra uppgáva. - Vit skulu gera okkara skildu við at halda ferju- leguna reina og rudduliga, men vit fara ikki at strika upp nakrar básar. Sum kommuna fáa vit einki fyri teir bilarnar, sum standa á básunum. Hverki teir sum skulu umborð á ferjuna ella teir sum eru parkeraðir. Munur gjørdur á ferjulegum Trupulleikin við uppmerkj anini av ferjuleguni í Vest- manna stavar frá, tá ið ferju- legna varð gjørd. — Studningurin vit fingu til ferjuleguna ljóðaði uppá havnaútbyggjan. Vit meina avgjørt, hann skuldi verið til ferjulegu. Hevdi hetta verið stødan, hevði parturin Eisini á ferjuleguni í Vestmanna er strikurnar slitnar, men heldur ikki har vil kommunan merkja upp av nýggjum hjá landinum verið hægri, og borgarnair her í komm- ununi høvdu ikki bløtt so nógv fyri tað, sum teir gera. — Harafturat varð studn- ingurin ikki útgoldin til tíð- ina, og varð hann tí beina- vegin uppetin av rentum. Gunn meinar eisini, at tað er nógv fyri, at summar kommunur skulu gjalda fyri at viðlíkahalda ferjuleguna, meðan aðrastaðni er tað tað almenna, sum ger hetta. Til dømis á Oyragjógv og í Skopun. Har er viðlíkahald ikki eitt kommunalt mål. — Um vit skulu hava við- líkahaldið av ferjuleguni, so eiga vit eisini at fáa hægri gjald frá landinum. Kommunan hevur tosað við teir ymsu landsstýris- menninar, sum hava havt við samferðslumál at gera. Eisini hava teir tosað við Finnboga Arge, sum nú hevur hetta málið um hend- ir. Enn er tó einki hent víðari í málinum. Sosialurin hevur eisini roynt at fingið eina við- merking frá Finnboga Arge, landsstýrismanni. Bæði um útkastið frá býráðsformann- inum í Klaksvíkar Komm- unu, og partamanninum hjá Finnboga í Fólkaflokkinum og um málið viðvíkjandi as- faltering og uppmerkjanini av ferjulegunum í Leirvík og Vestmanna. Hetta letur seg tó ikki gera, tí Finnbogi er í feriu.