Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRANTS JENSEN Í fimm ár hava Lív og Kenneth ella Ken, sum hann vanliga verður nevndur, saman við syninum Dåvid búð og arbeitt í arábiska landinum Oman. Arbeiðs- gevari hjá Ken hevur verið hægsti maður í landinum, sjálvur Sultánurin í Oman, Qaboos Bin Said. Sjálvt um Ken bara einaferð sjálvur hevur heilsað uppá sultánin og tikið í hondina á honum, so hevur hann tó dagliga nakrar av bestu tónleikarun- um hjá sultáninum undir hond. Hansara arbeiði er saman við ødrum undirvis- arum at venja tey ymisku konsertstykkini við sym- foniorkestrinum fyri síðan at lata orkestrið í hendurnar á onkrum kendum útlendsk- tíðindablaðið SOSealufin Venur symfon hjá sultáninum í Oman lor Saman vid tveimum ødrum undirvisarum hevur fyrrverandi musikkskúlalærarin og ein av grundleggjarunum av musikkskúlan- um í Fóroyum, Ken McLeod ábyrgdina av orkesturvenjingini av symfoniorkestrinum hjå sultåninum i Oman. Men at stjórna or- kestrinum i tí heilt ótrúliga væl útgjórdu og luksus konserthøllini i einum av palassinum (prýðiligu borgini) hjá sultaninum, sleppur hann ikki. Til hesa uppgávuna koma altjóða kendir orkesturleiðarar um dirigenti, sum sleppur at stjórna tí á privatkonsert- unum hjá Sultáninum. Tí privatkonsertir má tað sigast at vera. Pláss er bara fyri 36 fólkum at lurta eftir tí 70 persóns stóra orkestr- inum. Og hetta er ein ótrúlig konserthøll inni í sjálvum palassinum hjá sultáninum. Tað er sum at koma inn í eina heilt annan heim. Ken hevði ikki sæð nakað líkn- andi, fyrstu ferð hann kom inn í høllina. Tøkniliga og ljóðliga; har var í grundini alt ein kundi hugsað sær. Og sum tað annars er í øllum pallassunum hjá sultánin- um, tað er púra vilt, so nógvir pengar eru nýttir at prýða um Til konsertirnar bjóðar sultánurin teimum útlendsk- u ríkisovastunum, tá ið teir koma á vitjan. Annadhvørt tað er Hussain kongur av Jordan ella Anna Prinsessa ella onkur annar, so sleppa tey við til náttarkonsertina í privatu konserthøllini hjá sultáninum. Konsertirnar byrja vanliga ikki fyrr enn kl. 2 um náttina. Umframt tær privatu kon- sertirnar, hevur orkestrið eisini almennar konsertir á „Al Bustan Palace Hotel“ fleiri ferðir um árið, Undirvísir trompetspælarunum Hjá okkum vanligum føroy- ingum ljóðar hetta næstan sum ein dreymur ella eitt ævintýr, men tað er als ikki soleiðis Liv og Ken Mc- Leod uppfata tad. Tey liva eitt vanligt liv sum útlend- ingar í Oman, og mugu Umleið 80% av Oman er oydimørk. Nógvir beduinar ferðast í oydimørkini, og hjá ferðafólki ber til at fáa ein ríðitúrtúr á kamelum Ken finnur ikki orð fyri, tá ið hann skal siga hvussu konserthøllin í palassinum sultaninum er. Har er í grundini alt ein kann hugsa sær bæði við tøkni og ljóði. Á myndini er Ken saman við 7 ára gamla syninum, Dávidi hvgnn dag arbeiða - og um neyðugt eisini yvirtíð. Um fleiri konsertir skulu verða tætt eftir hvør aðra, so er tað nevnliga krevjandi og strævid, og av og å koma eisini konsertferdir uppi. Men hóast alt, so trívast tey og teimum dámar sera væl at vera í Oman. — Eg fái ein eitt-åra sátt- mála hvgrjaferð. Fái eg ikki endurnýggja sáttmálan, ja, so má eg fara, sigur Ken. Uppgávan hjá Ken er ikki so fjølbroytt, sum hon var í musikkskúlanum í Føroy- um. Í symfoniorkestrinum hjá sultáninum í Oman hev- ur hann nevnliga bara eina uppgávu. Hann undirvístr trompetspælarunum. Til- saman eru teir 16 lærarar, sum undirvísa teimum 120 næmingunum, harav 70 eru í sjálvum symfoniorkestrin- um. Hver lærari hevur sítt ki. Um avbjóðingarnar hjá Ken kanska ikki ljóða av tí nógva, tá ið hann >bara< undirvísir trompetspælarun- um, so hevur hann hinvegin teir bestu trompetspælarar- nar í landinum undir hond. — Eingin i øllum landin- um hevur so góðar møgu- leikar at gera tað betri innan tónleikalívið sum júst hesir í symfoniorkestrinum. Tey koma longu á skúlan sum eini 10 - 12 ára gomul og verða undirvíst allanvegin Nr. 136 — 22. JULI 1998 kestrið hjá uppeftir. Tað er kortini so- leiðis, at tey eisini verða undirvíst í gðrum enn tón- leiki. — Ein 25 ára gamal, sum eg undirvísi, dugir nú so mikið væl, at hann næstan ikki hevur brúk fyri undir- vísing. Hann er tann besti í landinum, og veit tað eisini sjálvur. Men hinvegin hevur hann eisini ein tupulleika. Hann kann ikki fara í onnur lond fyri at læra meir og fyri at spæla saman við ødrum, sum eru á sama stødi sum hann. Skipanin er nevnliga soleiðis, at hann er bundin at orkestrinum á staðnum.