Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. juli 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Heldur óvæntað var tað sviin Magnus Samuelson (á myndini til høgru) sum vann kappingina ólavsókuaftan um at gerast The Átlantic Giant 98 ERJI NIELSEN Gott og væl 3.000 fólk vóru samlaði á ovara velli Gundadali seint Olavsøku- aftan, tå ið 10 av hemsins sterkastu monnum kapp- aðust í helst størstu altjóða kapping, sum hevur verið fyriskipað her á landi Veðurgudarnir ikki við fyrireikarunum Ikki kann sigast annað, enn at veðrið ikki var fyrireik arunum til vildar. Tjúkkur mjørki lå um allan vøllin, og nokk so fitt av vætu var f luftini. Tiskil var tad held- ur råligt, og tað sást eisini týðuligt, at fleiri av áskoð- arunum valdu at fara. áðrenn kappingin var komin at enda tíðindablaðið Regin legði hart út Fyrsta kappingargreinin var,” at luttakararnir skuldu ganga í ein runding við eini stong, har ein kassi var festur í Trýstið á stongini var um eini 300 kilo Eftir at fyrst Flemming Rasmussen, Svend Karlsen, Torfi Ólafson og Berend Veneberg høvdu roynt seg, kom túrurin so til okkara egna Regin Vágadal. Hann 1nnds fór so við og við fram um allar hinar, sum høvdu roynt seg áður, og neyvan hevur slíkur rómur verið at hoyrt áður í Gundadali, sum tá ið Regin legði seg á odda. Seinni komu so finnin Riku Kiri og sviin Magnus Samuelson og løgdu Regin aftur um seg, so at hann endaði á einum triðjaplássi í hesi kappingargreinini Nr. 141 — 31. JULI 1998 Amerikanarin ger ein verr Ein tann mesta kenda kapp- ingargreinin hjá temmum sterku monnunum er, tá ið teir standa og halda onkrum luti í strektum armi. Í hesi grein skuldu teir nú kappast Teir fingu tveir lítlar kassar, sum vigaðu 12 kilo hvør, og hesum hildu teir so i strekt- um armi so leingi sum gjør- ligt Tað var minsti maður i kappingini, amerikanarin Mark Philippi, sum vann hesa greinina, tá ið hann helt lutunum í meira enn ein minutt Runnu við 220 kilo millum beinini Tann næsta greinin, sum risarnir skuldu royna seg í, var, at teir, tveir og tveir, skuldu renna eftir eini breyt,