Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. august 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Jan Miller | Dagny Joensen, Ak: Bertholdsen, Blaðstjóri: | Emil L. Jacobsen Eirikur Lindenskov = | Sveinur Tróndarson Turið Kjølbro Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Lýsingar og sola: Jonhard Hammer Útgevari, uppseting og prent: Sp/ Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post G sosialurin.fo Undirgrundarmarkið fyrsta prioritet Oddagrein LØGMANSRØDAN á 6lavsøku inniheldur mangar spurningar, sum uttan iva fara at fáa gjølliga viðgerð í pressuni. Sosialurin ætlar sær í hvussu er at taka upp nógv av teimum málum, sum verða tikin om i røduni, og vit fara eins og fyrr at heita á okkara lesarar um at luttaka í orðaskiftinum - og ikki bara lata hetta upp til politikararnar. Tað er rætt, at vit hava valt politikarar fyri at gera lógir og taka avgerðir. Men týðandi partur av demo- kratiinum er, at allir borgarar siga sína he an, ikki bert valdagin, men so sanniliga allar dagarnar millum valini hvert fjórða ár. Eitt av málunum, sum legmaður nemur við og sum hann eftir ollum at doma leggur alstóra áherðsiu á, er undirgrundarmarkið móti Bretlandi. Hann vil ikki siga, hvat teir arbeiða við í løtuni, men so mikið sigur hann tó, at nakað er við at henda. LOGMAÐUR sigur so, at vegna tess, at mark- ið enn ikki er ásett ber ikki til at fara undir eina veruliga útbjóðing. Í hvusus er mugu vit fáa greitt við bretar, hvørji oki, sum vit ætla at bjóða út, teir fara at mótmæla um. Logmaður sigur, at útbjóðingin verður neyv- an fyrr enn í næsta ár, men kortini standa dyrnar opnar fyri eini útbjóðing fyrr, um tað skuldi hent, at bretar bráddliga vilja vísa ein meira positivan vilja í samráðingunum. Hann sigur seg eisini vilja vita meira um, hvat liggur aftanfyri mongu útspælini hjá bretum í seinastuni um, at teir halda góðir møgu- leikar áttu at verið fyri eini loysn, og at ynski- ligt er at fáa samráðingar aftur sum skjótast. Løgmadur tykist hava fatað vandan av at útseta eina útbjóðing og sigur tí við Sosialin, at oljufelogini hava víst ein góðan vilja við at vera sera tolin. Hann heitir á tey um at hava tol nakað enn, tí tað verður arbeittintenst við at fáa eina loysn á marknatrætuni. Kol- vetnismálið, sum eisini hevur drigið nakað út, ætlar løgmadur skal koma fyri tingið í heyst. Hann hevur skundað undir arbeiðið og sigur, at nú er vid at vera rokkið á mål. Samanumtikið vónar løgmadur, at tað í næstum fer at koma gongd á alt oljumálið. BÆÐI legmaður og oljumálaráðharrin skulu til Noregs í hesum mánaðinum, har teir í stóran mun skulu tosa um oljusamvinnu. Vit mugu so vóna, at teir fáa høvi at tosa við bretska orkumálaráðharran, sum verður við á ráðstevnuni. Nú hevur hesin sum so einki við markið at gera, tí hetta málið hoyrir undir uttanríkisráðið, men kortini hevur orku- málaráðharrin sum arbeiðsgevari hjá DTI, sum er ídnaðar- og handilsmálaráðið nógv við oljuvinna at gera. Og hann veit, hvussu stóran týdning oljuídnaðurin í Bretland legg- ur í at sleppa út í Hvíta økid, sum í løtuni er tengt at marknatrætuni við foroyingar. Tí kann John Battle vera ein góður boðberi hjá bæði Elttør og kallsbere Vénandi spyrst okk- urt skilagott burtur år øllum hesum, og vit mugu so seta okkara álit á oljumálaráðharr- an og løgmann, at teir gera eitt fyri Føroyar gott arbeiði. Her hevur so uttanlandsnevnd- in hjá løgtinginum eina týðandi uppgávu, og tað er alla tíðina, at vera á kroppinum á teim- um báðum ráðharrunum og tryggja sær, at teir arbeiða fyri sakini og eisini fyri at gera teimum góð ráð. Sosialurin Try fólk á sjúkrahús Bussurin hjá Bussleiðini fekk stóran skaða. Tá ið politiið kom á staði, vóru 19 metrar ímillum bussurnar. Men að er ovIST, um annar bussurin var AK! BERTHOLDSEN Try fólk féndadu á Lands- sjúkrahúsinum eftir eitt ferðsluóhapp á Hvitanes- vegnum í Hoyvík um fimm tíðina seinnapartin hósdagin Men tvey teirra sluppu út útaftur beinanvegin Hinvegin var neyðugt at leggja tað triðja fólki undir skurð, men livimátin er góður, tí tað hevði ikki meiðslað seg so illa. Óhappið hendi, tá ið ein bussur hjá Bygdaleidum rendi upp í reyvina á einum Hann kláraði ikki bremsa og rendi upp í reyvina á einum ødrum bussi. Før- arin er skuldsettur fyri at hava broti ferðslulógina r— eee f] pi bussi Havn Báðir bussarnir vóru á veg nidaneftir Hvitanes- vegnum, tá ið óhappið hendi Bussurin hjá Bussleiðini varð steðgaður við steðgi- plássið ímillum Mann- brekku og á Mýruni at seta tvey fólk av. Imedan kemur Leið 400 hjá Bygdaleiðum til Leir- víkar niðaneftir Hvítanes- vegnum við einum 40 fólk- um í Bussurin er tungur og bussførarin hevur trakkað á speedaran fyri at fáa hann upp í ferð í måtbrekkuni. — Hann er akkurát komin rættiliga upp í ferð, tá ið hjá Bussleiðini í hann kemur til bussin hjá bussleiðin, har hann stendur við steðgiplássið, sigur løg- reglan. — Førarin á Leirviksbuss- inum ætlar so at sneiða út á vegin at koyra framvið havnarbussinum. Men so sær hann, at bilar koma omaneftir Hvítanesvegnum, beint ímóti sær og at ongin møguleiki er at sleppa fram- um bussin hjá bussleiðini. — Hann velur tí at snara innaftur, aftanfyri bussin hjá Bussleiðini. Men hann hevur so mikið av ferð, at hann klárar ikki at bremsa og renur upp í reyvina á bussinum hjá Bussleiðini. Ongin í bussinum hjá Bygdaleiðum fekk skaða. Men trý fólk í bussinum uttur eftir óhappið, ella um hann er fluttur so langt av stoytinum, tí so var hann harður hjá Bussleiðini fóru á Landssjúkrahúsið. Førarin fór til kanningar fyri ymsar smásnuddir, men slapp heimaftur beinanveg- in. Ein ferðamaður fór eisini á skaðastovuna við snudd- um í arminum, men tað hevdi tíbetur heldur onki uppá seg. Ringast fyri kom ein ann- ar ferðamaður, sum meiddi sær mjødnina, lærið og fór at bløda innvortis. Hann mátti leggjast undir skurð, men livir væl nú. Skuldsettur Aftaná óhappið er tann, sum koyrdi bussin hjá Bygda- leiðum, skuldsettur fyri brot á ferðslulógina, tí at hann hevur ikki koyrt eftir um- stødunum Táið hann ikki kláraði at steðga, hevur hann koyrt ov skjótt eftir umstødunum, og tað verður hann skuldsettur fyri. Táið politiið kom til, stóð bussurin hjá Bussleiðini við høgra bakhjóli uppi á gongubreytini. Tað er óvist um bussurin hevur koyrt uppá gongu- breytina, ella um hann er farin uppá av stoytinum. Løgreglan upplýsir eisini, at tað vóru heilir 19 metrar úr reyvini á bussinum hjá Bussleiðini, í gronina á hinum bussinum. Men enn er tað eisini 6- vist, um annar bussurin er fluttur eftir óhapið, ella um bussurin hjá Bussleiðini er skumpaður so langt fram- eftir av stoytinum, tí so hev- ur hann verið heilt harður. í Í ÉT ||| eo Í