leygardagur 1. august 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 142 — 1. AUGUST 1998
tíðindablaðið S082lurn
3
Anfinn Kalsberg, lógmaður sissar oljufeløgini:
= Visið tol nakað
enn - voni vit fáa
loyst markna-
trætuna skjótt
-Oljufeløgini hava víst stórt tol higartil, og eg vóni, at tey
vilja gera tað nakað enn, tí vit gera alt vit kunnu fyri at
loysa marknatrætuna við bretar sigur lógmaður, sum vísir
á, at kolvetnisskattalóg verður løgd fyri tingið í heyst,
men helst má útbjóðingin bíða til tíðliga í næsta ár
JAN MÚLLER
-Tulkingar av innkomnum
datamongdum frá seismisk-
um kanningum undir Før-
oyum benda á, at grundar-
lag er fyri at bjóða út øki til
oljuleiting. Stóri áhugin hjá
oljufeløgum fyri føroyska
landgrunninum er gott tekin
segði Anfinn Kallsberg,
løgmaður m.a. í réðu síni á
ólavsgku. Løgmadur vísti
á, at nógvar forkanningar
eru gjørdar síðan farið varð
undir at gera seismiskar
kanningar av føroysku und-
irgrundini í 1994.
Hann segði annars, at
oljuleiting og oljuvinna eiga
fyrst og fremst at menna
føroysku vinnuna, so hon
betur kann laga seg til
broytingar og gerast kapp-
ingarfør í altjóða høpi.
Fyrsta stigið er at vera við í
oljuvinnu við Føroyar, og
at tryggja føroyskum fyri-
tøkum møguleikar at veita
oljufeløgum vørur og tæn-
astur, tå leitingarloyvi verða
givin.
Útbjóðin
Um útbjóðing segði løg-
maður, at hon verður framd
sambært reglunum í løg-
tíngslógini um kolvetn-
isvirksemi, sum lýgtingið
samtykti í vár. Kolvetn-
islógin, ið gevur føroyskum
myndugleikum neyðugu
amboðini at stýra eini
komandi oljuvinnu, ásetir
m.a., at útbjóðingargki og -
treytir verða ásett við løg-
tingslóg. Ætlanin er at
leggja lógaruppskotið fyri
løgtingid í hesi tingsetu,
men avgerðin má verða tik-
in við atliti at okkara áhuga-
málum í samráðingunum
við Bretland um land-
grunnsmarkið.
Lýgmaður vísti á, at
landsstýrismaður er settur
til málsgkið burturav, sum
fer at skipa fyri fyrireik-
ingunum til 1. útbjóðing-
arumfar. Kortini má ásann-
ast, at tørvur er á serkønari
hjálp uttaneftir.
Marknamálið —=
Lýgmaður nam eisini við
marknatrætuna við bretar. -
Eitt sera týdningarmikið
mål er tann framvegis 6-
loysti spurningurin um
landgrunnsmarkið millum
Føroyar og Bretland. Málið
hevur verið á skránni í 20
ár. Tær samráðingar, sum
byrjaðu fyri sjey árum síð-
ani, hava verið truplar og
hava ikki higartil ført til
nakað úrslit. Síðani 1993
hevur landsstýrið havt á-
byrgdina av samráðingar-
leiðsluni. Ongin fundur
hevur verið millum samráð-
ingarnevndirnar síðani sep-
tember 1997. Hinvegin hev-
ur hvørgin parturin boðað
mótpartinum frá, at sam-
ráðingarnar verða hildnar at
verða endaðar úrslitaleysar.
Sambandið millum part-
arnar er ikki avbrotið.
Løgmaður segði víðari, at
seinastu tíðina hava avvarð-
andi bretsku myndugleikar
við fleiri ymisk høvi sagt
seg fúsar at gera sítt til tess
at náa fram til eina sam-
ráðingarloysn. Landsstýrið
er í holt við at kanna, hvat
býr undir hesum bretska
boðskapi.
Skilligt er, at áhugin hjá
oljuvinnuni at sleppa í
gongd við leiting báðu-
megin eitt komandi mark er
stórur, og at báðir partar
høvdu staðið seg við at
fingið ásett markið áðrenn
langt um líður.
Útbúgving
Løgmadur segði eisini, at
tað næstu árini má setast
orka av til at menna útbúgv-
ing við atliti at oljuvinnuni
fyri at lúka neyðugu fakligu
fortreytirnar. Saman við
vinnuskúlunum verður stíl-
að fyri útbúgving av lær-
arum á skúlunum, soleiðis
at vinnuskúlarnir kunnu
fara undir skeið viðvíkjandi
oljuvinnu.
Tidarkarmurin
I løgmansrøduni verdur eis-
ini settur upp tidarkarmur
fyri, nær tey ymsu lógar-
uppskotini verða løgd fram.
Her stendur m.a. at kol-
vetnisskattaskipan verður
løgd fyri tingid næsta ár.
Anfinn Kallsberg sigur við
Sosialin, at hetta er eitt
mistak, helst tí, at málið
fyrst hevur staðið sum
vinnumál og nú stendur
sum fíggjarmál.
-Eg havi sagt fíggjar-
málastýrinum frá, at upp-
skotið til kolvetnisskatta-
skipan skal verða klárt til at
leggja fram í ár.
Undir lógargreinunum
stendur eisini uppskot til
fyrsta útbjóðingarumfar.
Tað er sett til at verða lagt
fyri tingið næsta ár.
Anfinn Kallsberg sigur, at
hetta eigur ikki at verða tik-
ið so bókstaviligt, tí henda
munandi framstig í sam-
ráðingunum við bretar og
annars allur útviklingurin
verður at ganga væl, so
kann tíðarkarmurin fram-
skundast. Hinvegin eru bert
fimm mánaðir eftir av
árinum. Hann heldur tað tó
vera rætt ikki at fyrigykla
oljufeløgunum, at útbjóð-
ingin verður fyrr enn tað ber
til.
-Vit hava annars roynt at
verið realistiskir í okkara
metingum og ikki roknað
við, at vit hava fingið eina
avtalu við bretar í hesum
árinum. Eg dugi heldur ikki
at síggja, at vit kunnu hava
eitt útbjóðingarumfar, fyrr
enn tað er komið uppá pláss.
-Merkir tað, at avtala
skal gerast við Bretland,
áðrenn bjóðað verður út?
-Tað merkir ikki heilt tað.
Vit mugu hava eina avtalu
við Bretland um, hvørji øki
vit kunnu bjóða út, uttan at
fáa mótmæli. Tað er eingin
meining at bjóða út, uttan
at hetta er komið uppá pláss.
At bjóða út og so fáa eitt
mótmæli frá bretum og tað
harvið einki virksemi verð-
ur, er ikki rætta manna-
gongdin.
Løgmadur sigur, at so
leingi vit ikki hava eina ella
aðra avtala, so tekur ein tey
uttastu markini í samráð-
ingarumfarinum sum sítt
utgangsstødi.
Alt hetta ger, at løgmadur
ikki væntar, at ein útbjóðing
verður fyrr enn tíðliga næsta
ár.
-Men er ikki vandi fyri,
at oljufeløgini fara at leita
til onnur øki, nú tey hava
bíðað í fleiri ár eftir eini
avgerð?
-Tann vandin er til steðar.
Men eg kann siga olju-
feløgunum, at vit arbeiða
miðvíst við málinum, og eg
vóni, at vit fáa eina skjóta
loysn við bretar. Tað er
eingin ivi um, at markið
millum Føroyar og Bretland
er eitt tað mest átrokandi
málið at fáa loyst. Og tað
verður eisini arbeitt intenst
við at fáa tað loyst.
Løgmaður viðgongur, at
oljufeløgini hava verið
rættiliga tolin higartil, og
hann vónar, at tey verða tað
eitt sindur enn.
Hann vil annars ikki í
løtuni siga nakað ítgkiligt
um samráðingar við bretar
fyri ikki at fáa tað út á skeivt
spor. -Vit -royna tað vit
e-mail: booking&smyril-line.fo
kunnu og at fåa hetta loyst
so skjótt til ber
Løgmadur vissar tó um,
at tad er vid at henda nakad,
men tað må ikki forspillast
við einum almennum tjaki
nú.
Til Noregs
Løgmaður og oljumálaráð-
harrin eru bodnir at vitja í
Noregi í august. Løgmaður
skal fyrst til Oslo men
verður stæddur á oljuráð-
stevnuni í Stavanger 25. og
Fráf. Tórshavn
28/8, 4/9, 9/9
Fråf. Hanstholm
15/8, 22/8,
29/8, 5/9
Noregs (5:
islands
Fráf. Tórshavn,
12/8, 19/8, 26/8, 2/9
Fråf. Seyðisfjørður
27/8, 3/9, 8/9
Ring og hoyr meira! fyri hvønn
31 5900
26. august. Tá verður oljan
á skránni. Eyðun Elttør
oljumálaráðharri = verður
eisini stæddur í Stavanger
har hann m.a. skal hitta
norska oljumálaráðharran
Sosialurin hevur skilt, at
bretski orkumálaráðharrin
John Battle verður eisini í
Stavanger á oljurådstevn-
uni. Løgmadur sigur seg
einki vita um nakran fund
teirra millum, men blaðið
hevur tó skilt, at Eyðun
Elttør skal hitta John Battle
á málið
Ferðist bíliga,
Tórshavn -
Hanstholm
ella hinvegin
728.=
fyri hvenn
& Feroist biliga,
! Tórshavn -
Bergen
ella hinvegin
fyri hvenn
Ferðist biliga,
Tórshavn -
Lerwick
ella hinvegin
úr tinap?
560.-
fyri hvenn
Ferðist bíliga,
Tórshavn -
Seydisfjørdur
ella hinvegin
år tinap?
680,-
fyri hvenn
Ferðist bíliga,
Tórshavn -
Hetland-