týsdagur 4. august 1998síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+
2
Nr. 143 — 4. AUGUST 1998
tíðindablaðið
1100 luttakarar
á summarlegu
i Zarepta
Tá ið summarfrítíðin er liðug, og børn fara í skúla aftur,
hava 1100 børn og ung verið á teimum sjey summarleg-
unum í Zarepta. Hetta er á leið tað sama talið á luttakar-
um, sum hava verið tey síðstu árini
— Høvudsendamålid er at bera børnunum Guds orð, við
tí fyri eyga, at tey koma til trúgv, sigur John í Skemmuni,
ein av teimum, sum hevur dagligu leiðsluna av legunum
FRANTS JENSEN
Alt summarið igjøgnum
hevur Zarepta verið fult av
legufólki. Ja, longu áðrenn
skúlarnir fingu fri, og til
nakað eftir at skúlarnir byrja
aftur, verður húsið upptikið
næstan hvgnn einasta dag
Í sjálvari summarfrítíðini
hava tað verið tær árligu
summarlegurnar, sum hava
fylt húsið. Byrjað varð við
teimum 16 - 17 ára gomlu,
og síðani hevur aldurin
gingið niðureftir. Hesa vik-
una eru tað tey 10 ára
gomlu, og leygardagin
verða tað tey 9 ára gomlu,
sum koma á tað síðstu
summarleguna í 1998.
Á leguni fyri tey 10 ára
gomlu, ella rættari sagt, tey,
sum fylla 10 í hesum árin-
um, eru 160 luttakarar. Í
stødd hava legurnar ligið
um hetta talið av luttakar-
um; onkur minni meðan
onkur meir. Tilsaman á øll-
um legunum í summar (tá
ið legan fyri 9 ára gomul er
tikin vid) hava tilsaman
1100 børn verið á legum í
Zarepta.
Umframt sjálvar luttakar-
SÍ kl
At rågva vid kano og at
sigla vid súkklubátinum er
nakað av ti, børnini dåma
best å leguni
arnar eru altíð nógv, sum
hjálpa til. Starvsfólk verða
tey kallað. Tilsaman eini
100 á hvørji legu skal ein
roknað við
Síðst í åttatiårunum vóru
nakað fleiri børn á legu. Tá
lá tað um eini 1200 -1300
hvørt summar, men tað
minkaði nakað, tá ið frá-
flytingin byrjaði.
Graslíki
Síðani 1988 hava Símun
Pætur á Torkilsheyggi og
John í Skemmuni, báðir trú-
boðarar hjá bróðrasamkom-
uni, staðið fyri og havt tað
dagligu leiðsluna av legun-
um í Zarepta. Síðstu tvey
árini hevur Billy Hansen av
Eiði eisini hjálp teimum í
hesi uppgávuni
Hesir tríggir hava nýtt
stóran part av síni summ-
arfrítíð hesi síðstu árini á
Zarepta. Teir hava tó skifts
eitt sindur ímillum, so teir
eisini hava fingið gjørt
annað um summarið.
Hetta er 34 árið at brødra-
samkoman hevur summar
legur. Fyrstu tvey árini vóru
legurnar við Airnar, men
síðani 1967 hava tær verið
á Vantsoyrum, eftir at Za-
repta varð bygt. Svimjhylur
kom í 1972. I 1976 kom
nýggi bygningurin, og tvey
ár seinni kom onnur hædd
á hesum bygninginum.
Umvælingar og eru
gjørdar, tá ið tað hevur verið
neyðugt. Seinasta nýggja
við Zarepta er graslikisvøll-
urin, sum varð lagdur á
síðsta heyst, og fyrstu ferð
varð nýttur ul summarleg
urnar í ár.
Úr øllum økjum
i Føroyum
Prisurin å summarlegunum
er farin upp við 50 kr. í år
Legan fyri tey 10 åra gomlu
kostar til dømis 375 kr.,
medan legan fyri 16 - 17
ára gomul kostar 550. kr. og
ein dag
longri. Við í gjaldinum er
eisini ferðin til og frá |
unum. Systkin fáa avsláttur
Nógv av matinum verður
eisini givið til legurnar
— Vit hildu, tað bera til at
seta prísin upp aftur, nú tíð-
irnar eru betri í landinum
Tað eru nøkur ár síðani við
settu prísin niður
Børnini á legunum
koma úr øllum økjum i
landinum. Longst er at fara
hjá børnum úr Suðuroy, og
tað merkist kanska á onkr
um legum, at har eru nakað
færri børn. Onkur pláss i
Føroyum er eisini serliga
væl umbodad, men annars
er fordeilingin jøvn.
— Tad eru heldur ikki bara
børn frå brødrasamkomu-
limum, sum koma å summ-
arlegur. Eg haldi, teimum
man dáma væl at koma, tí
koma tey, sigur John
hendan er €1SImi
Navn: Kristina Beck
Aldur: 10 ár
Bústaður: Lopra
— Tað er fyrstu ferð eg eri
á summarlegu, og fyrstu
ferð eg eri á Zarepta.
Hví komst tú á legu?
- Systur mín hevur
Hoyrdi at
tað var
stuttligt
ur systkinnabørn eisini
Tey søgdu, hvussu stutt-
ligt tað var. Tí vildi eg
eisini sleppa.
Kristina spurdi nakrar
av sínum vinkonum frå
Lopra, og hon fekk fýra
aðrar við sær á legu.
Er tað so stuttligt, sum
systur tín segði?
— Eg veit ikki enn. Vit
hava verið so stutt á leg-
uni enn. Men tað er stutt-
ligt at vera her. At rógva
kano og at vera saman
við so nógvum gðrum
børnum. Spurnar-
kappingin er eisini sera
spennandi.
Ætlar tú á legu aftur?
— Eg veit ikki enn;
kanska.
| verið onkutíð fyrr og onk- |
Ordiliga
- stuttligt
Navn: Karstin
Joensen
Aldur: 9 ár
Bústaður: Klaksvík
— Tað er ordiliga stuttligt
at vera á summarlegu her.
Málmaðurin hjá smá-
piltum B í KÍ hevur verið
eina ferð áður á summar-
legu í Zarepta. Hann hev-
ur tó eisini verið við for-
eldunum á ødrum legum
á Zartepta, og heldur seg
Ll
tí kenna húsið rættiliga
væl.
Hvat er tað stuttligasta á
legunt?
- Eg veit ikki, tað er
ordiliga stuttligt av vera
her
Hvat er so stuttligt við at
vera her
At rågva kano og
sigla vid såkklubåtinum.
Spæla fótbólt er eisini
stuttligt.
Sjålvt um Karstin
næstan bara kendi klaks-
viksingarnar å leguni, tå
hon byrjadi, hevur hann
lært nøkur onnur at kenna
eisini. Serliga eru tad
dreingirnair år Tvøroyri
og Streymnesi, sum eru
å sama kamari og lidi
sum Karstin.
Ætlar tú á legu aftur?
—Jú, tí tað er so
stuttligt.
Navn: Anna Maria
Sloan
Aldur: 9 år
Bústaður: Danmark
Anna Maria hevur búð
nøkur ár í Danmark, men
áðrenn hon fór niður, búði
hon á Velbastað.
Vildi sleppa
| aftur
Hví komst tú á legu?
— Eg var einaferð sum
heilt lítil á eini familju-
legu í Zarepta. Eg minnist
næstan einki frå ti, men
vildi nú sleppa aftur til
Zarepta. Nakrar onur
hi 1 mær eru elsint vid
Ert tú komir kenna
.
EIN á it Få
ey, Sum
búgva á
sama kamari, sum eg. Tey
eru frå Havn, Fuglafirði
og onkra aðrastaðni frá
eisini.
Hvat er tað, sum er so
stuttligt á leguni?
— At sigla, rógva kano
… Og at spæla fótbólt, sig-
ur Anna Maria, sum næst-
an beinavegin hevur hug
at renna avstað, tí nú skal
hennara lið spæla
Fert tú á legu aftur?
— Ja, tað ætli eg mær.